leygardagur 16. oktober 1954síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
et
po
|
Á
16 oktbr 1954
UU
VERJURÐÐA . ..
Framhald av 3. síðu-
at tad var Vorðið limur i Samvirkende,
kundu teir ígjøgnum F. A. fáa hjálp
frá Samvirkende.
Eftir áheitan frá mær og øðrum
komu so tveir umboðsmenn fyri Sam-
virkende skrivararnir C. P. Jensen og
Kaj Nielsen upp til Føroyar fyri al
skipa fyri hjålpini til fiskimenninar.
Men sum monnum kunnugt vordu
hesir menn alt annað enn væl móttikn-
ir av harra Erlendi Paturssyni.
Eg leggi ikki í her í hesum høga
rætti at tenja út. hvat ið Erlendur og
14. September skrivaðu og søgdu. Tað
stendur øllum monnum enn í frískum
minni. Tað var alt annað enn vakurt
og sámiligt og okkum Føroyingum til
heiðurs.
So merkiligt tað ljóðar. so er tað
kortini satt: Hóast fiskimenn vóru í
dýrastu neyð og stóðu við tap í hendi.
um teimum ikki varð veitt peningastuð
ul. vildi formaður F. F.s harra Erlend-
ur Paturssonur ikki vita av nakrari
hjálp frá Samvirkende um tað skuldi
verða í samfylking við Samvirkende
ígjøgnum F. A.
Og so hendir tað, sum mangir fiski-
menn meta fyri hitt stórsta mistakid,
fyri ikki at siga svikið, ið nakar for-
maður fyri einum fakfelag hevur
gjørt.
Meðan harrarnir Carl P. Jensen og
Kaj Nielsen halda fund við fiskimenn-
inar í Suðuroy. har ið teir greiða frá.
at Samvirkende er sinnað at veita fiski.
monnum verkfallshjålp, so brátt fiski-
menn hava gjørt samskipan við F. A..
ið var sinnað til tess. ger formaður F.
F.s ta gerð, at hann gevur eftir og
gongur við til fiskisáttmálar, sum eru
nógv verri enn teir, ið fiskimenn høv-
du frammanundan.
Har lógu fiskimenn såttmålabund-
nir fyri tvey år og longri, so leingi
sum reiðararnir ikki vildu ganga við
til annan sáttmála og tað kundi
verða fleiri ferðir tvey ár.
Av hesari undirgeving Erlends Pa-
lurssonar yvir fyri reiðarunum, júst
tå ið hann hevði allar møguleikar fyri
at sigra, heyði tær ómetiligastu avleið-
ingar til skaða fyri alt samfelagið og
fyrst og fremst fiskimenninar-
Fiskimenninir vóru við sáttmála Er-
lends Paturssonar trýstir so langt nið-
ur. at teir vóru komnir at liggja niðan
fyri eksistensgrundarlagið. Teir vóru
soknir niður í djúpasta vónloysi, ið
rak teir út í ta ólógliga verkfallið 1951,
ið. um løtingið ikki var tvingað út í at
vera enda á verkfallinum, vildi komið
teimum so dýrt at staðið, at teir neyv-
an høvdu verið bótaførir.
Men løgtingið loysti tessverri ikki
knútin longri enn til 15. oktober.
Tá ið farið er av hesum degi. eru vit
aftur í somu vannlukkuligu støðu fyri
fiskimenninar.
So nú spyr hvør maður:
Hvussu verður til vårs?
Verður aftur verkfall?
Verður landið aftur lagt lamið?
Verður várið og summarið aftur at
fara fyri skeytið og verða fiskimenn
og landið aftur fyri millióntapi?
Allir hesir vannlukkuspuringar stin-
va seg upp. tí formaður F. F.s harra
Erlendur Paturssonur í 1953 kastaði
aftur hjålparhondina, sum Samvirkez-
de í Danmark rætti Føroya fiskimonn-
um.
Sannleikin er soleiðis tann, at meðan
eg sum umboðsmaður Føroya fiski-
manna og arbeidarar sá »realistiskt«
uppá viðurskiftini, uppá teir møguleik-
ar. ið arbeiðsmenn og fiskimenn hava
einsamallir at vinna og tí vildi hava
teir fyri allar góðar sakir at skunda
sær al gera tað sama sum leir føroy*
sku læknarnir. sjúkrasystrarnar, læra-
rarnir, sakførararnir, nevniliga fylkj-
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
ast vid starvsbrøðrunum í hinum part-
inum av kongaríkinum, vildi Erlendur
Paturssonur heldur tapa verkfallið enn
Íbrøðrunum í Danmark.
Tað. ið henda støða harra Erlends
Paturssonar hevur kostað landinum,
er so nógv, at vit verða ikki valla at
vinna tað aftur í okkara tíð. Og teir
av landsins ábúgvum, sum eru harðast
raktir av støðu Erlends Paturssonar
eru fiskimenninir.
Hesum sannleikanum kann harra
Erlendur Paturssonur ongatíð koma
undan. ella fáa í gloymskuna. so harmi
ligur og ræðuligur er hann.
Mín lutur í arbeiðsmanna og fiski-
manna stríði fyri betri korum hevur
altíð verið heilhugaður og heilhjart-
aður. og mín støðu og uppgáva er støð
ugt at berjast fyri betri korum fyri ar-
beidara- og fiskimannastattinum, so eg
kann ikki undir nøkrum umstøðum
lata tær skuldsetingar, ið harra Erlend
ur Paturssonur hevur sett ímóti mær.
sita á mær. men må sum sagt krevja
tær .dømdar erundleysar og hann, ið
sum fiskimannafelagsformadur må ha-
va ta skyldu eisini at manna seg vid
teimum. ið vilja stríðast fyri fiski-
mannafjøldina. heldur enn at skemma
heiður og æru av teimum, hartaðan
eftir lógini við skyldu til at taka skuld-
setingar sínar aftur og kunngera tað í
øllum landsins bløðum.
VEITST TÚ?
at hvørja ferð tú fert til handils at
keypa linoleum ella voksdúk, mást tå
Sjálda „ei... o..... 10 pst. í tolli.
gólvteppi. manufakturvøvur, triko-
tasju, klædnatoy, møblar, køkur. bisk-
vitt og vaflur ............ 15 pst. í tolli.
lampur, sjokolåtu. sjokolåtavorur
og matis +2015 pst. i tolli.
…blikkamjolk 30 oyru fyri kg i to i.
— og hvørjir hava hesa misgerð
gjørt:
Sambandsmenn og fólkaflokksmenn !
EIN ORÐLOYSINGUR
Sambært stenografiskt referat frá
fundi í landsstýrinum 22. apríl í ár
segði Erlendur Patursson:
>Støðan í dag er vorðin tann, at
útgerðamenn ikki kunnu lata meira
til fólkið <
Nú upp undir valið stendur dagliga
at lesa í >14. sept.«:
»Reidararnir skulu einsamillir
gjalda alla minstulønina!
Var hitt fyrra lygn ella er hetta
seinna bert innantóm og virðisleys val-
propaganda? ;
Orðloysi er tað ið hvussu er!
; ”
VEITST TU?
at hvørja ferð fiskimenn nú í 3 tey
seinastu árini hava keypt sær gummi-
oljuklæði,
vøttir. útsynningar og aðra útgerð, so
styvlar, gummifrakkar.
var 15 prosent av kostnaðinum tann
rami tollur.
Hvørjir vóru teir. 19 gjørdu hesa
ræðuligu misgerðina móti fiskimonn-
um
Sambandsmenn og fólkaflokksmenn !
Tórshavnar ;
líkkistugoymsla
hevur telefon nr. 2206
T ymiskir prisir
| JACOB C. JOENSEN
snikkari
ÉT DE
Landinum tørvar e
Søga kapitalistiska samfelags-
at fakliga ganga saman við starvs- | ins er søga stættarstríðsins, stætt-
arstríðið er ein siamesiskur Lví-
burldur til tad kapitalistiska sam-
felagið, stættarstridid livir og doyr
vid ti kapitalistiska samfelagnum.
Stættarstrid i einum sostalistisk-
um samfelag er óhugsandi.
Stættamunur er orsøkin til stætt
astríð. Stættarstríð finst bert í tí
kapitalistiska samfelagnum.
Tí má hitt sosialistiska samfe-
lagið vera stættaleyst.
Nr. 41
Ms —————w—"—————w—<<<<VOGVV——wiIOGGG—
ARUN I
in nýggjan politikk.
Eitt stættarleyst samfelag Íyri
øllum gróðri.
Hitt stattaleysa samfelagið verð
ur skipað við at beina stættamun-
in av vegnum, fyrst og fremst mun-
in millum tey. id arbeiða og tey.
ið liva av at lata onnur arbeiða
fyri seg. Í ti sosialistiska samfe-
lagnum vil tað í mun til núverandi
kapitalistiska samfelagið vera
óhugsandi, at nakað tilkomið,
arbeiðsført fólk livir av øðrum
enn sínum egna arbeiði.
HVOR ER TANN
FLOKKUR,
sum hevur stríðst mest fyri betri korum
fyri teim gomlu og sjúku?
Hverjir strembaðu ímóti?
Hvussu harður var ikki hesin bar-
dagin. hvussu nógv ár tók hann ikki.
hvat ilt stóðst ikki av hesi mótstøðu
moti teimum gomlu og sjúku?
Ta ið nú støða skal takast ímillum
afturhaldið við sambandinum á odda
og rættvísið, ikki bert fyri gomlum.
sjúkum og avlamisfólki - her er minni
enn so komið á mál — men eisini
og ikki minst fyri arbeiðsleysum og
inntøkuleysum, kann eingin kvinna
ella maður hava ilt vid at taka eina
rættvísa støðu og siga við sjálvan seg.
AT VALIÐ KANN IKKI FELLA
Á ANNAN ENN JAVNAÐAR
FLOKKIN!
Hvussu hinir samgonguflokkarnir hava snar-
að skattin á tann minna mannin.
Í 1949, tå id javnadarmenn høvdu
eitt orð at siga í landsstýrinum, var
hin óbeinleiðis skatturin, tollurin, 43.9
% av landsins inntøkum.
Í fíggjarárinum 1953 —54. tá ið jav
naðarmenn hava mist sítt avgerandi
orð. er hin óbeinleiðis skatturin, toll-
urin, hækkaður uppí 54.4 pst. av land-
sins inntøkum.
Við at flyta skattabyrðirnar frá bein
leiðis skatti til tollskattin lættir ein ti
stóra manninum við tað, at tað er hin
stóra fjøldin, sum nýtir rúgvuna av
tollvørunum og harvið verður at koma
undir tað tunga skattackið.
Tá ið hin fólkaflokkska-sambandska
samgongan hevur hækkað tollskattin
við 10.5 pst. vil tað siga tað sama sum.
at hetta vannlukku afturhaldsstýri hev-
ur lætt um hjá teimum stóru og í sama
muni okt um byrðirnar hjá fjoldini:
VEITST TÚ?
at hvørja ferð tú keypir eitt kilo av
| siroppi. syltutoy ella livurpostei. so
' mást tå gjalda 7 kr. í tolli.
Hvør hevur gjørt hesa ræðuligu mis-
gerðina móti teimum mongu smá-
mannaheimunum í Føroyum?
Sambandsmenn og fólkaflokksmenn !
..
Hvør?
Hvør vildi AVREIÐA okkum“?
Hvør BJARGAÐI okkum?“
Hvørjir vildu selja hvalastøðirnar
og hvalaveiðurættindi fyri lumpnar 2
milj. kr. at rinda gjøgnum nógv ár??
Fólkaflokksmenn og sambandsmenn
Og hvørjir vóru teir, sum við sínum
mótmæli bjargaðu Føroyingum frá
hesari ógerð við at fåa Danir al siga
nei???
Javnaðarmenn!!!
Kann nakar hugsandi maður ivasl
í at velja javnadarflokkin, sum í hesi
lagnutungu stund þjargaði — óviður-
gjaldsligu trættindum fyri Føroyar?
Veitst tú?
at tå ið tå keypir lær ravmagnsúl-
gerð av hvørjum slag tað nú má vera,
so eru 50 pst, av kostnaðinum tollur.
Hvørjir eru so teir. ið hesa ræðuligu
misgerð hava gjørt móti smámanna-
fjøldini?
Sambandsmenn og fólkaflokksmenn !
STOÐA DIMMALÆTTINGAR
í læknamálinum er henda:
>Rebellerne
skyldige« skulu vera straffaðir.
Oprørerne de
Har javnaðarmenn
hava ræðið.
Í Noreg sita javnaðarmenn við rein-
um meiraluta — hava alt ræðið. Har
verður tað stigvíst betur og betur at!
liva hjá fólkinum. Fyri stuttum hækk-
aðu teir ellisrentuna munandi 360
kr. fyri hjån og 240 kr. fyri einsamøll.
Nú fáa tey: Hjún/4240 kr. og ein-
samøll 2604 kr. um árið.
Soleiðis gongur tað. har javnaðar-
menn hava ræðið.
SILDAVEIÐAN
13. oktober:
Dráttur 750, Stella Argus 63,
Høganes 180, Skarvanes 309, Po-
larstjørnan 305, Sonja Egholm 95,
Agnes Louisa 306, Carlton 400,
Gøtunes 180. Guðrun Zoega 390,
Dragaberg 573, Minnie 109, Sjó-
løvan 300, Austerlits 416, Vest-
urvík 350, Kúrberg 380, Vestur-
skin 900, Norðfarið 408, Viðoy
146.
Innfarin:
Venus 1130, Vón 520, Elisa-
beth 424, Havfrúgvin 240.