Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-10-23, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. oktober 1954síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Foroya Sosial-Demokratur FRÆLSI I. síðu, 15 oyru á 3. og 4. síðu Lýsingarprísur fyri mm: 20 eyru á | JAVNAÐUR Loysingarmenn vilja einki gera loysingin er framd. sjómarksmálinum, fyrr enn Hetta siga teir sjálvir í 14. Sept. nú í vikuni. Men harvið hava teir sett seg uttan fyri allan positivan politikk í sjómarksmálinum. Eingin, ið vil sjómarksmálinum væl, kann tí velja loysingarmenn til hetta valið. Eingin, ið beinavegin vil fremja hetta mál líka langt sum Íslend- ingar vinna, kann velja loysingar- menn. Javnaðarflokkurin hevði tað einasta sterka og praktiska upp- skotið til fremjan av sjómarksrætti okkara nú beinavegin. Javnadarmannauppskotid skar hvalin á hálsin í sjómarksmálin- um við at kreyja, at Bretar nú bein avegin bundu seg til at góðkenna Føroyingum somu sømdir sjómark inum viðvíkjandi sum Íslending- ar verða at vinna við Haagdóm- stólin ella á annan hátt. Hetta kundi loyst knútin beina- vegin, tí hetta fyndaruppskot kun- du Bretar, um teir vilja kallast gentlemenn, ikki bera seg undan. Men loysingarmenninir vildu ikki greiða atkvøðu fyri hesum lí sterkasta, fyndugasta og ein- asta beina uppskoti, Ti TEIR VILDU og vilja einans nýta sjó- marksmålid partapolitiskt til at fremja loysingina, Ja, so stórir fanatikarar eru loysingarmenn, at teir enntå ikki aftra seg við at nýta sjómarksmál- ið, lívsmál Føroyinga, partapo- litiskt, eru til reiðar at offra tað fyri loysingarpolitikkin eins og Erlendur Paturssonur gjørdi, tá ið hann í 1953 offraði verkfallssig- urin fyri loysingarpolitikkin, bant føroysku fiskimannafjøldina til hin viðgitna trælasáttmálan held- ur enn at taka ímóti hjálpini frá donsku kammirátunum ígjøgnum Føroya Arbeiðarafelag, TÍ hann kvíðaði fyri at ein verkfallssigur fyri fiskimenn í felagsskapi við teir 700.000 donsku kammirátar- nar vildi skaða øsingar- og loys- ingarpolitikk sín. SAMBANDIÐ OG FÓLKAFL. GJØRDU MISSGERÐINA MIK- LU i SJOMARKSMÅLINUM vid ikki at stemma fyri javnadat- og sjálvstýrismannauppskotinum. Fyri hesa missgerð megu deir bøta við at missa fólksins álit. Á hesar flokkar kann eingin sjómarksmálavinur stemma tann 8. november. HANN, IÐ VIL NÁA SKJÓT- AST OG LONGST Á MÁL Í SJÓ- Leygardag 23. oktbr. 1954 MARKSMÁLIN., KANN BARA GREIÐA ATKVØBDU FYRI JAV- NAÐARMONNUM : LISTA C! at bon skal koma sær ... Sambandsflokksins vegna setti Kritian Djurhuus sum finansmi- nistari uppskot um: yvirtøku av landsbókasavninum yvirtøku av vrakarastovninum, rindan av royndarstøðunum og yvirtøku av øllum teimyvirtiknu málnum uttan navigatiónarskúlanum. Hon smæist ikki, >Dimmalætt- ing<, tá ið hon hættir sær at bron- kla tað hagar, at javnaðarmenn skulu hava skyldina fyri alt tað skatta- og tollokrið, ið sambands- flokkurin og fólkaflokkurin hava dýkt fólkið undir við hesi 4 árini, hesir flokkar hava verið saman- rottaðir. Javnaðarmenn hava ikki bara ikki greitt atkvøðu fyri hesum 6- lógum, men mótmælti teimum hvassliga, hvørja ferð ið tær vóru til viðgerðar. Tað skulu vera sjálvstýrismenn og javnaðarmenn, sum hava av- stemmað sambandið og troðkað igjognum tær ymsu yvirtøkurnar! Er einki reinføri í blaðstjóra »Dimmalættingar«? Hann veit, at hetta eru ósann- indi. Og hann veit, at ein og hvør kann sannføra seg um, at hann her fer við ósannindum. Og kortini ber hann seg so karakterleyst at. Ein má óttast og ein má harmast. Í fyrsta landsstýri sótu: sam- bandsmenninir A. Samuel- sen (løgmaður) og Kristian Djur- huus (finansministari) og javnað- armaðurin J. P. Davidsen (sosial- ministari) og sjálvstýrismaðurin Louis Zachariassen (mentamála- ráðharri), altso tveir sambands- menn við avgerðarrættinum, tí løg maðurin er avgerandi, tá ið tað stendur á jøvnum í atkvøðum. Javnaðarmaðurin kundi yvir- høvur einki gera einsamallur — og tað er vist heldur eingin, sum illgitir Davidsen fyri at vera grammur at yvirtaka byrðir og leypa fram av — og hann kundi heldur einki gera einsamallur sam an við sjálvstýrismanninum, um z sambandsmenninir báðir vóru i- móti. Men har afturímóti kundu sambandsmenninir samtykkja upp skot i landsstyrinum einsamallir uttan mun til, um annar ella báðir hinir landsstyrismenninir vóru ímóti. Og sannleikin er tann, at finans ministari Kr. Djurhuus var í fyr- sta landsstýri — eins og hann hev- ur verið tað í seinasta — sjúkur eftir at yvirtaka, upprætta embætir og »stillingar«. Og fyri hvørja yvirtøku ella fyri hvørt embæti var ein Djurhuus meiri í admini- stratiónini. Hetta hevur sambandið ábyrgdina fyri. Mundi tað ikki vera so, at sjálv- ur Andrass Samuelsen við hvørt kendi seg »yvirrendan« fyri ikki at siga tiknan við nøsini, t. d. tå ið hann og hinir landsstýrismenni- nir uppdagaðu, at tann góði sam- bandsins finansministari hevði smoykt orðið »bolig« á yvirtøku- listan. Harvið hevði hann forkom- ið Føroyingum tey lagaligu stats- láni- og statsstudningskorini viðv. húsabygging, sum Danir hava, og sum vit kundu haft í dag. ALLAR YVIRTØKUR, ið gjør dar eru, er sambandið upphavið til uttan yvirtøkuna av navigatión- arskúlanum. Ein javnaðarmaður greiddi atkvøðu fyri-hesi yvirtøku, meðan allir hinir vóru ímóti. T. d. ráddi formaður javnaðarflokksins ímóti at yvirtaka navigatiónarskúl- an burtur úr øllum skúlaskapin- um. Hinar yvirtøkurnar eru fyrst og fremst sambandsmaðurin Kr. Djurhuus sum finansministari í báðum landsstýrunum maðurin. Og tað er sami sambandsmað- urin, ið hevur ábyrgdina fyri teir- ri yvirvaksni Þadministratiónini<, og við honum hevur sambands- flokkurin ábyrgdina fyri teimum milliónum, ið fólkið nú bløðir ov nógv í administratiónarútreiðsl- um. Javnaðarmenn bjargaðu ríkisfe- lagsskapinum við uppskotinum til ta nýggju stjórnarskipanina, tá ið sambandið við Jóhann Poulsens viðgitnu orðum >her lades alt háb Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og kostar kr. 3,20 4 porto um fjórðingsárið BRÓÐURSKAPUR | 27. árg ude< hevði yvirgivið sambands- skansan til fólkaflokkin. Henda stýrisskipan sigur, at vit hava rætt til, men ikki skyldu, so við og við at yvirtaka mál og øki. Hvørki sjálvstýrismenn ella javnaðarmenn hava kroyst sam- bandið til nakra yvirtøku. Men tær yvirtøkur, ið gjørdar eru, eru gjørdar við sambandsins (K.D.s) initiativ, embætismanna og »stil- lingar<girnd.. So frægt mannfólk má blaðstjór in á »Dimm.« vera, at hann við- gongur hetta og letur vera við sum eitt neyðardýr nú til valið at kasta skuldina á aðrar. Einasti vegur burtur frá skatta- og tollokrinum er at kollrenna sambands- og fólkaflokksstýrið og velja javnaðarmenn, ið hava heilt aðrar inntøkuleiðir, ið ikki nerva hin minna mannin. Tey 21 ára gomlu, Ikki ber til at siga, at okkara ungdómur hevur verið nógv polit- isk skúlaður. Teir ymisku flokk- arnir hava stutt sagt einki gjørt á hesum økinum, og tí vil taðvera so, at ungdómurin neyvan hevur stórvegis skil á politikki. Tó mugu vit vóna, at hetta er nakað, ið kem- ur so við og við sum heilin fer at festa seg, og støðið fyri politisk- um fastleika verður meira fast og haldgott. Tá ið eg nú fyri fyrstu ferð fái loyvi at fara fram at valborðin- um, er tað við teirri gleðiskensl- uni, at eg harvið eisini fái loyvi til at teljast millum tann øgiliga miljónheria av javnadarmonnum kring um heimin. Men i fyrstu syftu røkkur gleði mín hagar til at eg á komandi vali kann leggja rygg til og stuðla arbeiðararørslu- na her á landi; hesa rørsluna, ið stendur yvir fyri tí øgiliga bar- daga at vinna sigur og so aftaná stovnseta hitt sosialistiska fólka- heimið Føroyar, har »få hava ov mikið og færri ov litid«, sum skal- dið tekur til. Sum ungur sosialistur loyvi eg mær at senda mína heithjartaðu á- heitan til øll ungfólk í Føroyum um at gera tað sama. Søgan og al- heimspolitikkurin prógvar til full- naðar, at ikki verður livandi í lan-