Sosialurinarkiv
Sosialurin 1954-11-17, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. november 1954síða 1

allar 2 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Førova Sosial-Demokratur JAVNADUR FRÆLSI Lýsingarprísur fyri min; 20 eyru á I. síðu, 15 oyru á 3: og 4 síðu Mikudag 17. novbr. BRODURSKAPUR = Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og i 1954 kostar kr. 3,20 + porto um a fjórdingsárið 27. árg Logtingsvalið. Løgtingsvalið 8. nov. var eitt Ó- sigursval fyri hina føroysku ar- þeiðararørsluna — javnadarflokk in. 80 vóru atkvøðurnar færri enn seinast, og við teimum mistu vit ein tingmann, soleiðis at arbeiða- rarørslan nú bert verður umboð- að við 5 monnum á landsins tingi. Hetta er harmandi, men atløgur- nar vóru øgiligar. Allir flok- ar vóru rørandi samdir um at knasa javnaðarflokkin og harvið forða fyri, at sosialisman — ar- beiðararørslan — skuldi ganga somu sigursgongdina her á landi eins og hent er í hinum granna- løndunum. Hitt grima afturhaldsstýrið, ið sitið hevur tey seinastu fýra árini, hevur elvt fram eitt ovurstórt mis- treysti og sum tað hendir í øll- um londum, har fjøldin av teim- um stýrandi verður hildin niðri á armóðsmarkinum, hava teir trýst mestaparlin av teimum misnøgdu yvir til teirra, ið reist hava ein øsingarpolitikk upp á tað niður- brótingarverk, ið teir stýrandi sjálvir hava verið meistarar fyri. Ikki tí, Føroyingar eru eingir loysingarmenn. Teir vita, at hesin ørvitispolitikkurin verður at raka hina arbeiðandi fjøldina so harð- liga, at livilikindini verða sett nið- ur á og niður um hungursmarkið orsakað av tí ovurhøga tolli og skatti, ið náttúrliga verður fylgjan av einari loysing í næstu framtíð. Eingin flokkur hevur so eiggi- liga brotið veljaralyfti síni sum sambandsflokkurin, Øll minnast hina øgiligu skrivingina móti fólkaflokkinum undan 1950-vali- num. Øll minnast tey føgru lyft- ini um, at sambandið nú vildi siga eitt korta nei fyri meira tolli og skatti. Og so var sannleikin kort- ini tann, at ongatíð í søguni hev- ur meira tollur og meira skattur verið dýktir á Føroya fólk. Tó hetta má veljarafjøld sambands- ins hava gloymt á valdeginum. Ongatid hava vit havt eitt so spjatt løgting sum nú aftaná hetta valið. Arbeiðslíkindini koma und- ir ongum umstøðum at verða góð, hvør so kemur at skipa hitt nýggja landsstýrið. Tað er ramur veruleiki, at ong- atíð hevur Føroya fólk — og tá fyrst og fremst hin arbeiðandi fjøldin — komið so veikt og spjatt burtur úr einum løgtingsvali sum hesi ferð. NÝGGJA LØGTINGID Í nývalda løgtingið koma at sita 27 tingmenn — 20 valdømisvaldir og 7 eykavaldir. Tingmenn javnaðarflokksins: P. M. Dam, J. H. Danbjørg, J. P, Davidsen, J. Fr. Øregaard og Rikard Jacobsen. J. P. Henriksen, ið seinast var eykavaldur kom ikki inn hesi ferð. Tingmenn fólkaflokksins: K. Nygaard, Tvøroyri. Rikard Long, Tórshavn. Fr, Blåhamar, Vestmanna. Samuel Ellefsen, Miðvági. Hákun Djurhuus, Klakksvík. Th. Petersen og Antonius Sør- ensen vórðu ikki afturvaldir. Tingmenn sambandsflokksins: Kristian Djurhuus, Tvøroyri. Andreas Djurhuus, Vági. Tr. Samuelsen, Tórshavn. Johan Poulsen, Strondum. J. Chr. Olsen, Toftum. Hans Iversen, Kvívík. Leon Joensen, Sørvági. Í Norðoyum varð O. F. Joensen ikki afturvaldur. Í Suðuroy vann sambandið ein mann, neyniliga A. Djurhuus. Hesin hevur dó verið á tingi seinastu fýra árini, meðan K. Djurhuus hevur verið løgmaður. Tingmenn tj6dveldisflokksins: Hanus við Høgadalsá, Tórsh. Erlendur Patursson, Tórshavn. D. P. Danielsen, Miðvági. Frederik Hansen, Søldarfirði. Olaf Ellingsgaard, Eiði. Johan Simonsen, Klakksvík. Av hesum eru allir uttan H. v. Høgadalsá og D. P. Danielsen ný- valdir. Tingmenn sjálvstýrisflokksins: S. P, Zachariasen, Klakksvík. Djóni í Geil, Tórshavn. Djóni er nývaldur. Sjálvstýris- menn mistu sín mann í Eysturoy, Jóhan Kallsoy. Teir, ið komu inn sum eyka- menn vóru: Knud Nygaard, Samuel Ellel- sen, Poul Petersen, J. Fr. Øre- gaard, Johan Simonsen, S. P. Za- chariasen og Djóni i Geil. Javnaðarflokkurin hevur so- statt mist ein mann og fólkaflokk- urin tveir. Javnaðarmenn mistu umleið 80 atkvøður og fólkaflokkurin tætt við 1100. Harvið hevur fólka- flokkurin mist umleið 2700 at- kvøður tvey tey seinastu valini, men samanlagt bert tveir ting- menn. FISKIVEIÐAN z Í árinum 1953 veiddu Føroy- ingar tilsamans 71.694.204 kg av fiski. Av hesum varð veitt undir Íslandi 17.873.787 kg. Undir Før- oyum 7.856. 358 kg. Norður No- reg, Barentshavinum, Spitsbergen og við Bjarnoynna 18.380.130 kg. Undir Grønlandi 17.583.929 kg. SILDAVEJDAN Í árinum 1953 veiddu Føroy- ingar tilsamans 17.061.750 kg av sild, Av hesum vórðu veidd: Norð- anfyri Føroyar 16.151.750 kg, í Norðsjónum 690.000 kg og innan- syndis í Føray um 220.000 kg. Valið í Norðoyum. Norðanfyri vóru tað ikki so heilt fá avbygdafólk, fiskimenn og onnur, ið stødd vóru í Klakks- vík undan valinum. Tey máttu tí atkvøða við brævi, men so illa kom at bera á, at ikki fekst samband við Svínoynna og Fugloynna sjálv- an valdagin. Brævaatkvøðurnar | komu ti at liggja eftir í Klakks- | vík. Úrslitið varð, at hesar atkvøð- | urnar ikki vórðu upptaldar — fór u fyri einki. Tann møguleiki er til staðar, at um hesar atkvøðurnar | komu vegin fram, kundu tær havt snarað valúrslitini ikki so heilt lítið. Aftaná. Samanlagt hava vit mist atkvøð- ur. Í einstøkum bygdum er atkvøð- utalið tað sama sum seinast; men hóast afturgongdina hava vit vunn- ið fram í 23 bygdum. Hesar eru: Klakksvík, Kirkju, Vidareidi, Hvannasundi, Múla, Årnafirdi, Kunoy, Mikladali, Trøllanesi, Gjógv, Fuglafjørði, Hellunum, Norðskála, Gøtu, Lamba, Strond- um, Kaldbak, Nólsoy, Hesti, Mið- vági, Mikinesi, Skopun og Pork- eri. Mestu framgongdina høvdu vit í Klakksvík, har vit fóru frá 255 upp til 501 atkvøðu. Har eru vit eisini nógv størsti flokkur. Eisini í Tvøroyri eru vit nógv størsti flokkur við 366 atkvøðum; men hartil er at siga, at vit á Tvøroyri høvdu stóra afturgongd, frá 531 niður í 366; men hvør bygd, hvør fyritøka, hvør fiskimaður, hvør ar- beiðari, hvør arbeiðskvinna og hvør politikkari hevur verið úti fyri so nógvum, hørðum, óndsinn- aðum, kaldhjartaðum og beinleið- is drepandj ålopum, sum Tvøroyr- ar bygd. Eingin! Ikki ein í heiminum! Men tit sambandsmenn, fólka- flokksmenn og tjóðveldismenn: alt tykkara óndsinni, allur tykkara harðskapur og øll tykkara hjarta- leysu álop móti A.T., fiskimonn- um, arbeiðarum, arbeiðskvinnum og politikkaranum P. M. Dam, hava miseydnast. Eingin av tykkum var mentur at taka hesa borg arbeiðararørsl- unar, og enn minni tit vera tað í framtíðini. Samkenslu og samhug eiga øll hesi virkisfåsu á Tvøroyr — kvinnur sum menn —. Tapt hava vit hesi ferð; men Føroya mest virkisfúsa bygd, Klakksvík, hevur nú lagt rygg til. Hon er fús at geva teimum, ið fyrst brutu sló fyri arbeiðararørsluni, sín dygga stuð- ul. Aðrar bygdir fylgja eftir. Vón- in livir hóast lagnan við hvørt tykist døkk og døpur. Tøkk havi tit Tvøroyrarmenn | sum manniliga hava staðið í bar- daganum hóast ágangir og mót- gangir hava verið svárir. Okkara samkenslur og okkara virkisfúsni røkkur tykkum í dag. LONJAVNINGARGRUNNUR SKIPSFISKIMANNA Viðbót fyri 1954. Bløð til umsóknir um lønarvið- bót verða flýggjað út hjá sýslu- monnunum (í Skúvoy og Mykinesi hjá sóknarstýrinum) og á skriv- stovu grunnsins í Tórshavn (tlf. 2143). Tað verður mint á, at umsóknir- nar eiga at vera innkomnar innan I. mars 1955 saman við avrokn- ingunum fyri 1954. N.B. I. Umsóknir, ið koma aft- aná 1. mars verða ikki viðgjørdar. N.B. II. Halda menn seg eiga viðbót og hava ikki fingið avrokn- ingar, eiga teir kortini at senda umsóknina inn áðrenn 1. mars og skila til, nær avrokningarnar kunnu væntast og senda tær tá. Eru Avrokningarnar ikki komn- ar innan 1. jan. 1956 felt um- sóknirnar burtur, sbrt. 4. grein í reglugerðini. NEYNDIN