mikudagur 17. november 1954síða 2
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
17. novbr. 1954
FØROYASOSIAL-DEMOKRATUR
Nr. 45
Fer oya
| SOSIAL-DEMOKRATUR
Blaðstjóri
VILLI SØRENSEN
telf. 2172
Postbox 76
Prent:
A. ØSTER
Søgan endurtekur seg.
Størsta bardagamisfostur okk-
ara var fólkaflokkurin við einari
øgiligari øsing eydnaðist tað hon-
um at vinna hald í fólkinum, men
framskygnir menn søgdu beinan
vegin at neyvan fór hesum flokki
at verða langt lív lagað, og hesir
menn fingu rætt. Tí sum øllum
kunnugt minkaði hesin flokkur í
stórum val aftaná val. Hann tynn-
ist, rivnar og spønast.
Men var annað at vænta?
Ein so skurvblandaður flokkur
við loysingarmonnum, fullveldis-
monnum, sjålvstyrismonnum, sam
bandsmonnum, kommunistum, so-
sialistum, liberalum og konserva-
tivum, arbeiðarum og arbeiðsgev-
arum, fiskimonnum og útgerðar-
monnum, tænastumonnum o. s. fr.
kundi ikki liva, átti ongar lívsvón-
ir, var deyðamerktur og deyðs-
dømdur longu í barsilskjallaran-
um, har hettar illgresið fekk inn-
blástan politiskan lívsanda.
Hann var føddur í øsing. Hann
slóknar í øsing.
Aftur nú kom nýggjur flokkur
— sama skurvblandingin — við
loysingini sum hin samlandi mið-
depelinum.
Tjóðveldisflokkurin er
annað uttan onnur útgáva av fólka
flokkinum, men hann hevur lagt
sín øsingarpolitikk uppá annan
bógv; roynir at vinna sær atkvøð-
einki
ur millum arbeiðarar og fiski-
menn, tó at hasir fullvæl vita at
teir ikki koma at verða annað enn
leikapetti í hasardspæli loysingar-
manna, og teir fyrstu til at bráð-
doyggja undir øllum tí okursskatt-
inum, og -tollinum. ið loysingin
miskunarleyst og hjartaleyst vil
føra við sær.
Men ein og hvør kann
fullvísur í, at oddafiskarnir í loys-
ingarflokkinum nokk skulu tryggj
a seg bæði virkisliga og peninga-
liga, áðrenn nakað tílíkt hendir.
Hyggið bert at teimum í dag.
Hvør løta má tí verða vígd bar-
daganum móti ørvitispolitikki øs-
vera
ingarmanna.
Eysturoyingur.
Hjartans tokk.
veita vit-øllum teimum sum við
fjarritum, gávum og á annan hátt
sýndu okkum heiður á brúðleyps-
deginum 9. oktbr.
Klakksvk, 11. nov. 1954.
Sigrid og Ragnar Samuelsen.
LOYSINGIN
Loysingarmenn vunnu fram í
stórum til hetta valið; men valla
man tað vera sjálv loysingin, ið
hevur ligið monnum fremst í huga,
tá farið varð til vals.
Øll hugsandi menniskju vita, at
tað er vónleyst og ógjørligt á ein-
um sinni at taka loysing og sam-
stundis bøta um livilíkindini í
landinum. Nei, eitt er vist; eingin
loysing uttan livilíkindini gerast
nógv ringari.
Vitskulu gjalda munandi meira
skatt og toll, tá ið loyst verður.
Meira skattur og meira tollur vil
sjálvsagt ongatíð bøta um livilík-
indini, Tvørturímóti.
Ein loysing vil seta okkum utt-
anfyri øll framíhjárættindi í Grøn-
landi. Hvat tað vil siga, kenna
allir Føroyingar. Teir, ið harðast
verða raktir av hesum vera fiski-
menn og fiskimannaheimini. Og
hvat tey hava at lata burtur av,
vita øll.
Loysingarbløðran vil tí fyrr
sum seinni bresta á sama hátt
sum folkaflokksblådran.
Jólaheilsur
Aftur í ár sendir danska út-
varpið jólaheilsur til Føroya. Um-
sóknarbløðini skulu vera »Statsra-
diofonien« í hendi seinast 30, nov.
Tað kunnu bert sendast heilsur til
allra næstu skyldfólk og bert heils.
ur, ið lisnar verða av sendaranum
sjálvum.
Sakarmálið móti Sjóvinnuban-
kamonnunum er nú farið fyri hæg-
starætt,
20. nov. verður fundur hildin
í London um friðing av gýtingar-
grunnum. Rikard Long, landsstýr-
ismaður, umboðar Føroyar. Hann
fór hidani við Tjaldrinum.
Sildaveian hildin uppat. ... ......
Sildaskipini eru nú øll hildin
uppat í ár. Í seinastu viku vóru
tey 3 Klakksvíkarskipini Draga-
berg, Polarfarið og Polarstjørnan
úti. Dragaberg og Polarfarið komu
inn aftur við ongum, meðan Polar-
stjørnan fekk 100 tunnur. Sildin
stóð nú djúpt — á 30 favna dýpi.
Úrslitið fyri árið varð umleið
200.000 fiskapakkaðar tunnur.
Ruslandsprísurin er ikki so
góður, men har aftur ímóti hava
einstøk skip í seinastuni landað
fyri 165 kr. tn. Henda sildin fer
til Svøríkis.
>Argo<, ið hevur verið í Grøn-
landi eftir útróðrarmonnum og'
veiðu teirra, kom á Havnina leyg-
ardagin.
BLAÐIÐ
Vegna sjúku hevur tað tíverri
ikki eydnast okkum at fingið blað-
ið út; og kemur tað tí núfyrstani
og bert í hálvari stødd. Vit vóna
at koma aftur í heilari stødd fyrsta
dagin,
ÚR HVALBA
Øl] fjallgonga er liðug her, og
var skurðurin sum miðal ár plaga
al vera.
Eplavøksturin var heilt ójavn-
ur, onkur hevur fingið nógv, men
tey flestu låta illa at. Nú verður
arbeitt við kolanámini av kraft og
nógv kol verður umbiðið og av-
skipað. Tað hevur hent seg at 3—
4 skip hava verið her eftir koli
ein dag, men ikki hevur staðið fyr!
hjá Hvalbingum at fylt tey, uttan
at hava noyðst at arbeitt um nátt
ina sum onkur av tingmonnunum
segði tá ið kolaumsóknin var til
viðgerðar á tingi.
Fyrra partin av oktober hevði
Hvalbingar nógv annað sum var
neyðugt at gera, sum t. d. fjall
gongan og eplini máttu eisini tak-
ast upp.
Ikki vóru allar minirnar í líka
góðum standi til at kunna fram-
leiða nógv kol, orsakað av at tær
høvdu staðið stillar í fleiri mán-
aðir, men hóast hetta fór einki
skip av stað aftur við ongum koli.
Ni eru kanska tær flestu komn-
ar aftur i toluligan stand, so at nå
skuldi komið at gingið betur.
Tíðindamaður.
Sildaavskipingar.
»Louisa Bornhofen« hevur
fermt 8000 tn. í Vági, fríggjadag-
in og leygardagin 8000 tunnur í
Klakksvík og leygardagin 8000
í Runavíkini.
Donsk skonnart »Frida« hevur
fermt 2500 tn. í Gøtu og á Skála.
Hollendska skipið »Eljo«, nor-
ska skipið »Tejo« og danska skip-
ið »Linda Dan< skulu í næstum
ferma ávikavist 3.400, 9000 og
10.000 in. Fyrst í desember kem-
ur »Fastraum« eftir 8.200 tn,
Henda sildin fer øll til Rus-
| lands.
Arbeidsdrongur.
Pláss sum arbeidsdrongur á te-
| lefonverkstaðnum í Havn er leyst
| fyri ein 15—16 ára gamlan drong.
Viðkomandi kann, tá hann er
18 ár, verða settur sum telefonar-
beiðari og tá hann er 21 ár, sum
telefonmontørur.
Persónlig áheitan ynskist ikki.
Skrivlig umsókn verður at!
senda til
TELEFONVERK
FØROYA LØGTINGS
Foderstoffer.
Foderblanding, Hvedeklid, malet Byg, Hønsefoder »Record«,
hel Byg, hel Hvede,
STORSTE LAGER
hel Havrn, hel Dari
BILLIGSTE PRISER
A.S. VALDEMAR LUTZEN,
THORSHAVN.
FÆROSK MARGARINE
VITA N2 1
VITAMINISERET
FÆRØSKT PRODUKT
FINT PRODUKT
Skipafelagið Føroyar
Telefon 1225
Térshavn
|
Miðalhavs sjósalt, sum í royndum hevur prógv-
að at vera fyrsta flokks til sildasaltingar,
á goymslu.
Kr. 65,00 pr. ton f.o.b.
NORTH ATLANTIG SALT COMPANY A/S