hósdagur 25. november 1954síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
!
*
et —"."
Nr. 46
Á tí økonomiska økinum má sam-
felagið taka tey stig, ið eru neyð-
ug fyri at koma á málið. Mest
møgulig framleiðsla, og eitt rætt-
víst býti av úrtøkuni. Soleiðis verð-
ur tikið til í hini sosialistisku al
heimsstevnuni. Tað krevur ymisk-
ar loysningar, alt í samljóð við
framleiðslu. og arbeidsvidurskift-
ini í teim ymisku yrkjum og fyri-
tøkum, Men tað málið ein í øll-
um førum miðar ímóti, er at gera
fólkið til harra í egnum húsi.
Tað er samfelagsins skylda at
…
4
virka fyri eini tilikari skipan, ið
ger tað gjørligt hjá fólkinum at
byggja á egið eynaríkidømi.
Tessvegna treingja vit eisini
eina andliga frígering, sigur hin
stevnan. Andslivid
má vera frælst og ikki heft av
nøkrum almennum atgerðum. Tað
sosialistiska
må sláast fast sum ein ófrávíkilig
meginregla, at samfelagið má
stuðla alla fría gransking, alt
slóbrótandi upplýsingararbeiði og
alla virðismikla list. Samsvarandi
siðsøgu sína vil flokkurin gera sítt
til at støði verður lagt fyri einum
ríkum fólkaligum mentunnarlívi.
Sjálvir eru vit onga leið komnir
á hesum økjum. Tað er naggatódn
komin í og tað tykist, sum vit
verða standandi í sama stað. Ein-
ans eitt sosialistiskt stýrislag hev-
ur vilja og møguleika at fáa annað
lag á; men Føroyingar tykjast ikki
hugaðir at ganga ta einastu leið-
ina, ið til fullnaðar kann loysa
iesar brennandi spurningarnar.
Vit fara tí at kanna eftir, hvat
okkara grannar hava gjørt og taka
her grannan fyri eystan, Noreg, ið
hevur havt eitt sosialistiskt stýri
nú í mong ár.
Teir eru komnir væl áleiðis.
Teir mentunnarligu góðarnir eru
ikki meira nøkur serogn hjá teim-
um fáu. Teir eru við at gerast
felagsogn hjá øllum fólkinum.
Hetta er úrslit av longum, seigum
og miðvísum arbeiði.
Teir. organiseraðu arbeidarar
nir seta í fyrsta lagi kravið til
síns sjálvs. Felagsskapurin still-
aði teir yvir fyri nýggjum og krevj.
andi uppgávum. Úteftir sum inn-
eftir. Tað var tí neyðugt at ogna
sær dugnaskap. Hetta kom at
verða inngangurin til eitt umfat-
andi upplýsingar- og studiiarbeið,
sum nú er komið í fasta legu.
Av hesum kundi ein eisini við
nógv størri megi venda sær til sam-
felagið. Næstur teirri arheiðandi
fjøldini lá fólkaskúlin. Hann
mátti byggjast á eindarprinsipp-
ið. Og tað er longu langt síðan
viðtikið og gjøgnumført. Undir
bardaganum kom støðgur í og
tessvegna eru framvegis tung tøk
at taka.
Teir hægru skúlarnir standa nú
opnir fyri evnarikum ungdómi utt-
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Frítt andslív.
an mun til foreldranna økonomisk.
u og sosialu viðurskifti, Tað sam-
a gildur ungdóms- og yrkisskúlar.
Men støðugt má verða hildið á-
fram.
Friu gannskingini verdur givid
teir allar hestu møguleikar. Fak
eins og hin fagri litteratururin
verður gjørdur eins atkomuligur
fyri øll. Dúgliga verður virkað
fyri bókasøvnum, ikki minst úti
á teimum smærru bygdunum og
úti á landinum.
List er við at vinna fram á øll-
um økjum, í skúlum, samkomu-
húsum og á arbeiðsplássunum. —
Fleiri og fleiri vitja sjónleikarhús-
ini. Í Oslo hevur fólk fingið sítt
egna fólkasjónleikarhús og sítt
egna fólkasjónleikarfelag. Tað vil
kortini ikki siga, at tann fólka-
fjøldin, ið her verður talað um,
skal leita til eitt ávíst sjónleikar-
| hús, nei, tað er leikpallalistin sum
heild, ein vil vekja ans fyri. Eins
egna sjónleikarhús verður tí mið-
depulin fyri hesi veking.
Hitt frælsa andslívið hevur
vunnið eina sterka støðu, og tað
er eitt úrslit av teimum stóru fram.
stigunum, ið gjørd eru á tí øko-
nomiska og sosiala økinum.
x
Eisini vit verða at halda hesa
somu leiðina, tí eru vit eftir bátar
í mongum, eru vit tað ikki minst,
hvat tí frælsa andslívinum viðvík-
ir,
Hin sosialistiska fólkarørslan
verður at lúka eisini hesa uppgáv.
una.
—
Kortið og lendið.
Hin sosialistiska hugsjónin hug-
tekur allar framburðsmenniskjur.
Tann sosialistiska arbeiðs- og
framtaksskráin er tí miðdepilin
í politiska orðadráttinum kring
allan heimin.
Borgarligu flokkarnir hava
onga skrá og einki endamál at
seta fram, ið metast kann saman
við sosialismuna. Tað er tí lætt
at skilja, hví so fáar menniskjur
tosa um teir borgarligu flokkar-
nar og spyrja, hvat teir veruliga
vilja. Teir eru fyrst og fremst
ímóti tí flokki og teirri rørslu, ið
ber hina sosialistisku áskoðanina
og tey sosialistisku dagskrøvini.
Tað kortið, ið teir borgarligu
flokkarnir seta upp yvir teim so-
sialistisku landavinningunum er
sjáldan samsvarandi við lendið.
Í staðin fyri at rætta kortið, gera
teir hvøss álop í sosialistaflokkar-
nar og arbeiðararørsluna.
Tað, sum liggur fremst í hug-
anum hjá teimum borgarligu spá-
monnunum, er ognarviðurskiftini.
Hin sosialistiska arbeiðararørslan
hevur har aftur ímóti mestan á-
huga fyri, rættin skal hava til ræð-
ið t. v. s. tað veruliga og praktiska
við hesum spurningi. Tað er tí, at
kravið um ídnaðarligt og figgjar-
ligt demokrati verður sett fremst.
Arbeiðararørslan kennir seg
ikki bundnað til nakrar avmark-
aðar lærusetningar; men vil til
HÚSASKATTUR.
Sambært grein 16 í samtykt
fyri Tórshavnar kommunustýri
verða øll, sum hava avhent hús
síni, tikið tey niður ella annað
tílíkt, og sum tí ikki halda seg
vera skyldig at rinda húsaskatt í
Íramtíðini, biðin um at hoða
nevndini frá innan 1. desember
,
får,
TORSHAVNAR LIKNING-
ARNEVND, 17. novbr. 1954.
eina og hvørja tid virka útfrá teim-
um í løtuni ráðandi viðurskiftum,
| eins og hon vil byggja á tær erfar-
| ingar, ið vunnar eru. Men enda-
málið verður altíð hitt sama: at
framleiða so nógv sum gjørligt og
at fáa ígjøgnum eitt rættvíst býti
av teimum virðum, ið skapaði
verða. Til tess má fólkið vinna
sær rættindini til at ráða í arbeiðs-
og samfelagslívinum.
Tá ið borgarligu flokkarnir
meta um sosialistisku arbeidara-
rørsluna, skuldi hesar metingar
heldur verið vegleiðandi enn vill-
leiðandi.
ORBTØK:
Gott er at hava biskupp til móður-
bróður.
Barnið veit, hvør ið seg hatar. og
hvør ið seg matar.
Góður er gamalur í garði.
Livandi maður er góður at vænta.
Hann hevur grein í sínum máli.
Ongatid så eg so hvítan ein katt, at
hann var ikki gráur um hálsin.
Tråur lívir trevli.
Tað svíður ikki at hjartanum, ið
oyrað ikki hoyrir.
Veður og vatn má sær ráða.
Best er fjøður millum frændur ég
sund millum brøður.
Bestu vinir, ið sjáldnast finnast.
Bert er bróðurleyst bak.
Hann má so mangt gera, ið ongan
sonin eigur.
50 ára gomul reglugerð
Norðmaður, ið hevði verið 51 ár í
Ameriku, segði tá ið hann kom aftur
til Noregs: Tá ið fór hiðani 14 ára
gamal var reglan tann:
Sosialistene sier, vi skal dele,
Obyre vil ha det hele,
Så kan venstre få resten,
Det er det noen kaller kjærlighet til
næsten.
Hon segði, at tå hevði sagt tað,
sum eg segði, at tå ikki skuldi siga.
— Ja, men eg segði jú við hana, al
hon ikki skuldi siga, at eg hevði sagt
tað.
Ná, men sig ikki við hana, at eg
havj sagt, at hon segði, at tú hevur
sagt. tað,
25. novbr. 1954
Føroya
S0SIAL-DEMOKRATUR
Blaðstjóri
VILLI SØRKNSKEN
telf. 2172
Postbox 76
Prent:
A. ØSTER
LIVI-
KOSTNAÐURIN.
Niðanfyri er víst á, hvussu
leingi ein arbeidari í nevndu lond-
um mátti arbeiða fyri:
1 kg av breyði, 1 kg av smøri,
1 kg av osti, Í kg av oksakjøti, 1
kg av fleski, 1 lav mjólk, 10 egg,
I kg av skinku og 1 kg av sukri.
Sveits 15 tim. 55 min.
Vesturtýsklandi 18 tím. 5 min,
Fraklandi 22 tím. 10 min.
Belgiu 15 tím. 50 min.
Onglandi 10 tím. 5 min.
Danmark 9 tím. 55 min.
Svøríki 9 tím. 50 min.
Hetta eru ógviliga åhugaverd
tøl, og serstakliga arbeiðara- og
fiskimannaheimini eiga at kanna
tey gjølla.
Tey vísa greitt og týðiliga mun-
in á livikostnaðin í londunum, har
íhaldsflokkarnir sita við valdi-
num (kapitaliskt stýrislag) og
og teimum londunum, har javnað.
armenn sita við stjórnarvaldinum
(sosialistiskt stýrislag.) Í oman-
fyri nevndu londum ráða javnað-
armenn einans í Svøríki og Dan-
mark. Livikostnaðurin í hesum
londunum er eisini munandi lægst-
ur. Hetta er sjálvandi orsakað av
javnaðarmanna miðvísa príspoli.
tikki og teimum vittfevnandi at-
gerðunum fyri at tryggja teimum
arbeiðandi og minni mentu tey
allra bestu og lagaligastu livilik-
indi.
Hetta er sosialistiskur politikk-
ur íroynd og veru.
-
Telefonstøðirnar í Kirkjubø og
Velbastað eru niðurlagdar. Hesar
bygdir eru nú felagar undir Tórs-
havnar telefonstøð.
Partafelagin Tjørn í Vági er
farið i likvidatión.
Tveir manns spældu tennis. Eina-
ferð slerdi teir bóltin út um hegnið.
Teir leitaðu, men illa gekst at finna
hann aftur. Endiliga kom ein gomul
kona, ið hevði staðið og hugt at teim-
um til annan og teskaði :
»Orsaka tygum, men hevði tað ver-
ið ímóti reglunum, um eg segði tyg
um, hvar bólturin er?
So var tað tann letingurin, ið
hevði hjólhestin standandi við seingina
so tað skuldi vera lættari at ganga í
svøvni.
Ein maður byrjar at verða gamal.
tá ið hann hyggur meira at matsedli-
num enn servitrisuni,
2