leygardagur 5. februar 1955síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 6
Føroya
S0SIAL-DEMOKRATUR
Blaðstjóri
VILLI SØRENSEN
Postbox 76
|
|
Prent:
A. ØSTER
Minningarorð
P, M. Dams...
Framhald av 1. síðu.
vil standa sum lýsandi varði í manna-
ættini
Hin øldargamla dreymin um eitt
sameint Norðan nam Hedtoft sáli inn
at hjartarótum. — Men meðan menn
høvdu sýnst ikki at orka at bera hesa
stóru hugsjónina nærri at veruleika-
num, gjørdi Hedtoft við sínum brenn-
andi ågrytni skaratrongd og kærleika
til hugsjónina orð og dreym til verk.
Hann var høvuðskraftin at reisa ta
norðurlendsku beinagrindina, id allir
norðurlendskir flokkar og statsmenn
nú eru eldhugaðir at fullfiggja til hitt
stórhjarlaða og flógva fólkaheimið við
javnbjóðisrætti og rúmi fyri ollum
norðurlendskum tjóðum.
Henad frælsa, víðfloygda og ættar-
kæra grundáskoðan Hedtofts var sjálv-
andi avgerandi fyri hansara frælsu og
fríu steðu yvir fyri tí foroyska spurn:
inginum. Fåur fataði sum hann Feroy-
ingin sum eina serstaka norðurlendska
1j60, Út frå ásannani av, at tær norður-
lendsku tjóðirnar so hjartaliga væl
kundu renna saman við felags arbeiðs-
og búrætti á at kalla øllum økjum, fe
lags mentan, felags lógarskipan og lívs-
rætti uttan at nerva, men tvøriurim6li
styrkja tey av landslagi og vinnu — og
livskorum skaptu eydkenni hvør hjå
ødrum helt hann, at Føroyingar og
Danir framvegis kundu liva i besta
brødralag innanfyri sama ríkismark á
frælsum og fríum grundarlagi, ið heim-
ilar okkum at hava júst so langt heim-
aræðis- og sjálvstýrisboð, ið vit til eina
og hverja tíð verða at meta at geva
okkum ta størstu lukku og tryggastu
tilveru. Og tað var í hesum føri líka
so lítið sum í ødrum føri ikki bara orð
hjá honum. Hann stóð heilur og hollu:
aftanfyri við allari sínari stóru per:
sónligheit. Samstundis sum han uttar
at troytiast rætii sína vina og samar
beiðshond út móti Feroyingum fyri at
dugna teimum vinnuliga, sosialt, ment-
unarliga, var hin heitasti talsmaður
fyri at styrkja mål og alla føroyska
mennin. Við djúpastu virðing og takk-
semi minnist eg orð hansara, tá ið
han skipaði fyri, at okkara flokkur og
fakfeløgini, um tey vildu, á jøvnum
tóti við hinar norðurlendsku kammi-
rátarnar kundu taka lut í teimum
norðurlendsku sosialdemokratisku og
fakfelagsligu arbeiðarastevnunum. —
Hann helt fyri, at Danir ikki bara feg-
nir skuldu síggja Føroyingar vera við,
men tað skuldi vera ein æru sak hjá
teimum at sína heiminum, at innan-
lyri tað danska ríkismarkið kundi so
ogviliga væl ein lítil tjóð sum tann før
————nðøiitiwie
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
oyska trívast við øllum sínum natio-
ið hon ynkskir.
nálu sermerkjum og ollum ti sjålvstyri,
Tann frælsa og fria stødan, ið For-
oyingar og Danir funnust á hevdi Hed-
tofts fulla og heila samhuga. Og eg
veit, at tað var hansara hjartaligasta
ynski, at tað á hesum frælsa grundar-
lagnum skuldi eydnast í besta vinarlagi
og samarbeidi millum Føroyingar og
Danir a skapa so góð vinnulig, sosial
og mentunarlig kor fyri Foroyingar, at
at tað av sonnum skuldi kunna sigast,
at teir Iross tey ringu, kørgu og hørðu
lívskorkorini frá náttúrunnar hond
kundu vera á hædd við breðratjóðir-
nar í Norðanlondum.
Tey kreppu- og konjunkturólogini,
ið nú seinastu árini hava brotið inn
yvir Feroyar og syndrað vinnulívið,
gjørdi honum ilt og tað var hansara
brennandi ynski sum ministari fyri
Føroyar at gera alt tað, ið kundi ger:
ast fyri at stimbra og hjálpa Foroy-
ingum at vinna á kreppuni og koma
inn í aftur eina uppgongu- og fram-
burðartíð við góðum livilíkindum bæði
fíggjarliga og andaliga sæð.
At tað var Hedtofts dýnamiska kraft
og heita hjartalag fyri teimum neyð-
støddu Grønlendingum, sum skaptu ta
stóru broyting, ið hend er og hendur
við størri og stórri kraft í hvørjum
har uppi, er ollum monnum kunnugt.
Ég veit at ynski um at gera rásirnar
rúmari og arbeidslikindini betri fyri
Føroyingum uppi í Grenlandi eisini
taldi við í Hedtofts mikla arbeiði fyri
at umskipa grønlandsvidurskiftini. Eg
minnist soleiðis, tá ið hann á ferð síni
úr Grønlandi legði at í Føroyum og
var inni á Tveroyri, at hann, í tí hann
legði at, rópti til mín: >Nu kan jeg
glæde dig med, at der vil komme til at
ske store ændringer i de grønlandske
forhold der også vil blive til gavn for
den færøske fisker.«
Og soleiðis varð!
Tað er longu meiri enn settur spón-
ur í greytin, og tað verður vónandi at
henda enn og meiri til bata fyri okk-
ara fiskivinnu og kanska aðra vinnu
við í Grønlandi,
Eg havi haft tað eydnu at kenna
'edioft sum arbeiðaraforara, stats-
man og vin, og eg takki honum so
hjartaliga fyri vinskapin, trúskapin og
lyri sítt heita hjartalag fyri teirri før-
ysku arbeidarafjøldini og Føroying-
z
um í síni heild.
Hann er nú farin.
Men so leingi sum klettar halda vilja
verk og minni hansara liva eisini hjá
okkum í tekklæti og djúpari virðing.
P, M. Dam.
Nýggir
bjargingar-
bátar.
Aftaná at donsku dampararnir »Ger:
da Toft« og »Rikke Skou« gingu burt
ur, hevur bjargingarstjórin Claus Sø
rensen í Esbjerg sett fram uppskot um,
at gerast skulu betri og sterkari dekks-
lúkur, tá ið tað hevur víst seg, at ov
veikar lúkur ofta eru orsøk til at stór
skip ganga burtur.
Eisini hevur hann í uppskoti nýtt
slag av bjargingarbåtum, Tað skulu
vera afturlatnir, boyuformadir bátar
við rúmi til 15—18 manns. Hesir bát-
ar, ið halda í ollum ódnarveðri skulu
goymast ovarlaga á skipinum, so teir
kunnu flotna upp sjålvir, tå ið skipid
søkkur.
Z me Om om
rr
Kappróður.
Tað eru 30 ár umliðin síðan kapp:
róður gjørdist føst ítróttagrein; men
ongar hava kappróðrarreglurnar verið
og heldur ongar fastar reglur fyri bát-
astøddum, Á seinasta aðalfundi í f.S.F.
vórðu lógaruppskot um kappróðrar-
reglur vidgjørd og viðtikin. Hesar
reglur verða nú prentaðar og útgivnar
i bóklingi. Viðvíkjandi båtastøddun-
um fyriseta reglurnar 3 bátadýpdir
eins og longsta måt å kjøli, Hetta eru
framstig, id ivaleyst verða av avgerandi
týdningi fyri kappróðurin.
+
Á hesum sama fundi var loyvisbræv
til kappróður givið Vágsbátinum, átt
amannafarinum 7ofta Regin, ið nú er
umbygdur og heldur tey fyriskipaðu
mátini.
o
Sviar.
Av teimum 4.693 byråds og sóknar:
styrislimunum í Svøriki eiga javnaðar-
menn meira enn helmingin, Býtið mill
um flokkarnar sær soleiðis út:
Javnaðarfl. 2.433 (51.8 pst.)
Folkepartiet 1.113 (23.8 pst.)
Høgern 852 (18.2 pst.)
Kommunistar 192 ( 4.1 pst.)
Bondeførb. 88 ( 1.9 pst.)
Av hesum eru 664 kvinnur, harav
5. februar 1955
————h h”lhr ——————8————8——&————
312 eru valdar av javnadarflokkinum.
Javnaðarmenn hava reinan meira-
luta i 70 býum. Bert í einum býi —
Djursholm — er javnaðarflokkurin
ikki storsti flokkur.
HUGSKOT
Tað er bert ein máti at liva uppá.
um vit ikki vilja reika um uttan vit og
skil, uttan nakra meining aftanfyri
okkara tilveru, og tað er at liva sum
ein ýtandi limur í felagsskapinum, —
Ein og hver, ið vil royna at liva lívið
fyri seg sjálvan í teirri trúgv, at lívið
hevur eina meining í sær sjálvum, eitt
mál fyri seg sjálvan, vil skjótt raka við.
at lívið einki annað inniheldur uttan
ein gapandi tåmleika, Alt tað í okkum.
sum eingin hevur tikið ímóti, tann
trongdin at geva seg burtur, sum ikki
fann nakran móttakandi favn. tey
loyniligu tárini, sum eingin visti um.
tey glamp av takksemi, sum eingin var
varur við, allur okkara kærleiki og all-
ur okkara lívsbardagi, hann, sum einki
menniskja visti um, og sum einki rún-
arleknin kann avmynda, tær túsund
lotur, sum vóru so ríkar upp á lív, men
sum runnu burtur uttan spónur sást
eftir, og sum ikki so mikið sum liva
í minninum, alt hetia er ein partur av
lívi okkara, kanska ein partur, sum á
sín hátt eigur sín satleika, men mein-
ing og ífyllu og djúpa gleði veitir
hetta fyrst, tá ið tað fær loyvi at blóma
og bera åvøkstur millum sterri og
minmi flokkar av okkara javnaldrum
og teimum, ið skulu liva, tá ið okkara
eygu eru afturlattin. Tað er ikki minst
tey, ið eftir okkum fylgja, sum skulu
liva, tá ið vit eru burtur, sum geva lívi
okkara, hugsan okkara og gerðum okk-
ara meining og innhald.
——————————W.————a
Tíðum hevur verið framhildið, at ein
av kristindómsins størstu fíggindum
er sosialisman. Hetta stendur m. a. at
lesa í fleiri eldri lestrab6kum, Um hett-
a sigur K. K. Steincke, fyrrv. ráðharri:
— Hevði eingin kristindómur
verið, hevði heldur eingin sosialisma
verið.
GRÓT OG SKERVUR
Øll, id vilja keypa skerv ella grót, eiga at venda sær til kom-
munukantórið.
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað.
Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella
skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðsmanni
--
fyri kommununa.
FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA.
LÝSING TIL
FISKIMENN Í SUÐUROY.
Limum okkara í Suðuroyar sýslu gera vit kunnugt, at felagið hevur
hesar umboðsmenn í sýsluni:
Karl Niclasen á Sevmýri, Tveroyri.
Kjartan Nielsen, Fámjin.
Jóhann Hendrik Joensen, Sunnbæ.
Lars Davidsen, Vágur.
Jens Nordberg, Hvalba.
Til hesar umbodsmenn kunna limir felagsins venda sær i øllum fe-
lagsørindum, Hjá teimum verður eisini tikið móti nýggjum limum.
Lýsing um umboðsmenn í ødrum bygdum í Suðuroy kemur seinni.
FOROYA FISKIMANNAFELAG