leygardagur 5. mars 1955síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
DE RD
Få
NR. 10
Til minnis um
SOFUS SKORALID
úr Dali, sum først, tå ið trolarin
Føil Rauði fór á land í Íslandi
hin 26. jan. 1955.
Sofus Skoralíð var borin í heim
í Dali hin 4. sept. 1924. Uppvaks-
in í fátækum heimi var tað hjá
honum, sum hjá so mongum ødr-
um Føroyingi, eingin annar vegur
enn at fara til skips. Truliga hev-
ur hann røkt skipsstarvið, og nú
hann fórst, átti hann egið heim —
hevði konu og eitt barn. Men ym-
isk er lagnan; hin miskunnarleysi
deyðin hevur nú lagt sína keldu
hond yvir hetta so hugnaliga heim,
Tað, ið einamest sermerkti henda
dámliga og fryntliga mann, var
hansara serliga lyndi altíð at vera
beinasamur. Hetta lyndið hevði
hann ognað sær líka frá tí, hann
sum smádrongur fór at koma mill-
Sama gjørdi, hvat ein
var tað gjørligt, so
gjørdi hann tað; ja; tað mundi
ikki henda so sjáldan, at hansara
egna arbeiði lá á láni, meðan hann
gjørdi eitthvert fyri onkran annan.
Hetta lyndið hansara, saman við
einum góðum hjartalag til oll, ið
hann kom saman við, gjørdi, at
hann sum fáur kom at verða av-
hildin av ollum teimum, ið komu
at kenna hann. Tað vóru tí heldur
ikki nógv heimini í Dali, har Sofus
ikki av og á hugdi inn. Børnini
var hann so góður við sum fáur,
og hansara gloggu eygu vóru ikki
so sjáldan teimum smáu til hjálp-
ar, tá ið okkurt bilaði.
Hann var maður við evnum
sinnarliga at halda teimum uppi,
ið hann livdi ímillum, og tí kenn-
ist saknurin so mikið størri.
Tú ert farin, men minnið um
teg vil liva leingi.
Friður veri yvir minni tínum.
um manna.
heitti á hann;
Lag: Udrust dig helt fra Golgata.
Nú tegir bergsins stolta rødd
og stirnað er hvert strá,
hin fagra lindin burturmødd,
um sjóarmálan lá.
Nú blómubrosið stirnað er
av deyðans keldu hond,
nú trívist bert hitt kalda gler,
ið tekir fjallarond.
Men tú skalt aftur landið ná,
tá viknar vetrarvald
og reisist alt, ið lívleyst lá
og spreingir deyðans vald.
Ein vinur.
Sofus var av raskastu monnum
— sterkur sum fáur. Tað var
hann, sum norðuri í Kollafirði
sleit togendar av sama slag sum
Íslendingurin Ursus hevdi til roysnis
at slita.
„Tróndur í Getu“ fer á sleipi-
stoð á Skála, har hann skal fáa
nýggj ketilror: fer síðan á salt-
fiskaveiðu til Grønlands.
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
Hovuðsskrivstova :
TÓRSHAYN
TIf. 1350
| leygardag -
PF. FØROYA BANKI
Stovnaður 1906)
Renta av innskoti við uppsegn uppá 3 mánaðar 4 pst. p. a.
Bankin er opin 10—12 og 14—16 —
| Suðuroyar deild opin kl.
Suðuroyar deild :
TRONGISVÅGI
Tif. 32
Leygardag 10—12
10—12 og 13—1$5
10—12 og 13—14
Innbjóðing til tekningar av
partapeningi.
Stovnað er partafelagið LESTUR við partapeningi kr.
20.000.—, hvors endamál er at geva út ópolitiskt mánaðarblað
við almennum og blandaðum innihaldi.
Stovnararnir:
Hans Debes Joensen,
Leivur Liitzen,
bjóða við hesum til tekningar.
landslækni,
Jóannes Rasmussen, magistari,
Hans Niclasen, bókhandlari.
Djóni í Geil, keypmaður,
Sverri Fon, bókavorður,
Thomas Nygaard, skúlaumsjónarm,,
Niels Pauli Holm, eygnalækni,
landsrættarsakferari.
Listi til tekningar liggur frammi á hesum stoðum:
P/f Føroya Banki, Tórshavn,
P/f Sjóvinnubankin, Tórshavn,
Færø Amts Sparekasse, Tórshavn,
P/f Føroya Banki, Suduroyardeild, Tvøroyri,
Nordoya Sparikassi, Klakksvik,
Suduroyar Sparikassi, Vågi,
til 20. mars 1955.
Ævintyrid fyri rættin.
Haremst, prestur í Fuglafirði,
hevur stevnt Esmar Jacobsen, ma-
Hetta er úrslit av
»ævintyrinum«, sum Esmar í longri
tíð hevur skrivað í >14. Sept.«.
Hin beinleiðis orsøkin til stevn-
ingina er tann, at Esmar hevur
latid sett å prent, at Haremst i
skinsetara. —
Lorvíkar kirkju skal hava biðið
Lorvíkingar vara seg fyri Alfred
Petersen. Tá ið vit í gjár spurdu
um tíðindi úr Lorvík, varð okkum
sagt, at útróður hevði singin verið
hesa men at Eliesar í
Tjørnustovu, pápi at „Ævintýr“-
skaldinum, hevði verið har og
roynt eftir vitnum móti Haremst.
Ila hevði gingist; var farin heim-
aftur sum av torvheiðum.
vikuna;
Nú skal sparast.
At arbeiðarar í ollum demokrat-
iskum londum hava fingið betri
kor — størri sociala trygd, hægri
inntøkur, styttri arbeiðstíð, lógfesta
fritid við løn o. s. fr. er fyrst og
fremst fakfeløgunum at takka fyri.
Tað, at arbeiðismenn og kvinnur
stóðu saman, gav teimum slíka
styrki, at teirra rættvisiskrøv vórðu
gjøgnumførd, og væl hava teir duga
at vart einaferð vunnin rættindir.
Føroyar man vera einasta und-
so máta. Her hendir tað
at stjórnin í Føroya F..ki-
Paturs-
antak í
løgna,
mannafelag vid Erlendur
{
| | Tórshavnar
| | líkkistugoymsla
| | hevur telefon nr. 2206.
|
|
| Ymiskir prísir.
| JACOB C. JOENSEN
syni å odda skrivar til tingid um
at minstalønin, sum síðsta år var
800 kr., verdur sett til 650 kr. —
Verður roknað við, at ein fiski-
madur vanliga er burtur i 6 mån-
aðir, verður niðurskurðurin kr. 900
fyri eitt ár. Nú verður sagt, at
tíðirnar eru ringar, øg at nú ræður
um at spara, men undarligt sær
tað út fyri okkum fiskimonnum, at
bert vit skulu setast niður, meðan
allir aðrir stættir halda løn sína
ella verða settir upp. Onnur vóru
orðini undan valinum í vetur, tá
vóru tit fiskimannavinir við lít.
Eftir minstalønarskipanini, ið var
galdandi síðsta ár, vildi ein fiski-
maður, sum var mynstraður í 6
mánaðar fingið 4800 kr., meðan
hann eftir uppskoti Fiskimanna-
felagsins verður settur niður í 3900.
Eg má spyrja, var nekur sum
helst grund til at leggja eftir fiski-
manninum? Var ikki meira grund
til at minka um len teirra, sum
tjena 30, 40 ella 50.000. Hví
nálgast inni å okkum, sum eru teir
lægst lentu, og sum hava tað
mesta knossið. At tit fóru at royn-
ast so illa, tað hevði eg ikki trúð.
Fiskimaður.
5, MARS 1955
Eitt megnar tiltak.
Næstseinasta týsdag varð lógin
um realkredittstovnin viðtikin á
ríkisdegi. Áður er henda lóg við-
gjørd og viðtikin á Føroya løg-
tingi, har einans tjóðveldismenn
ikki. vildu greiða atkvoðu fyri, at
vit fingu 4,5 milj. kr. sum stovns-
fæ í realkredittstovnin, ið beinan
vegin kemur at hava 20 milj. kr.
tøkar til endurnyggjan skipaflotans,
Undir viðgerðini høvdu fólkatings-
menninir báðir, P. M. Dam og
Jóhan Poulsen, orðið. Vit verða at
steðgað við nærri umreðu av hes-
um máli, hagar til vit hava havt
viðtal við P. M. Dam, ið kemur
heim við Tjaldrinum og verður her
mánadagin.
Klakksvík—Vág.
Strandfarasiglingin er ikki væl
løgd til rættis. Framvegis eru ferða-
líkindi alt ov ólagalig, og tíverri
er eina verst vorðið við legting-
sins egna skipi — Smirli.
Eitt nú siglingin norður í Eyst-
uroynna. Á veg norður eftir fer
Smiril til Lorvíkar, Fuglafjarðar,
Oyndarfjarðar og víðari norður til
Gjáar. Á vegnum suður aftur legg-
ur Smiril ongastaðni at. T. v. $,
at ein Fuglfirðingur, ið ætlar sær til
Havnar má fylgja við líka norður
til Gjáar og so suður aftur —
framvið Fuglafjørdi. Ofta er ótesp-
iligt hjá ferðafólki at fylgja við
norður um. Hví ikki leggja at í
Fuglafirði ella Lorvík á suður-
ferðini? Ella hví ikki fara fyrst til
Gjåar og so leggja at í øllum
bygdunum á suðurferðini? Hetta
mátti verið ólíka betri. Urslitid er,
at Smiril missur ein hóp av ferða-
fólki.
Sum nú er mugu fólk úr t. d.
Klakksvík liggja bæði eina og
kanska fleiri nætur í Havn, um tey
ætla sær til Suðuroyar; men hetta
er fullkomuliga óneyðugt. Tað eru
smáting at skipa soleiðis fyri, at
ein lættliga kann ferðast líka úr
Klakksvík og heilt suður til Vágs
sama dag.
Smiril fer til Suðuroyar mánadag
og hósdag og kemur ikki norður
aftur fyrr enn týs- og fríggjadag.
Hann hevur góða tíð.
Bæði mána- og hósdag átti Smiril
ikki at fari úr Havn, fyrr enn
Pride var komin úr Klakksvík, t.
v. s. um 10-tidina, ella tveir tímar
seinri enn eftir núgaldandi ferða-
ætlan.
Tað er skylda legtingsins og
teirra, ið rekja innanoyggjasigling-
ina, at gera tað so lagaligt sum
gjørligt hjá fólki at ferðast; men
so er ikki í letuni. Omanfyri neyndu
besta prógv um hetta;
skilligt, at bert tær
'* vit her hava
Zerdalikindini
dømi eru
men tað er
smávegis broy
skotið upp, Via 56.»
hópin lagaligari.