leygardagur 19. mars 1955síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
19. MARS 1955
NR. 12
— MARS
S. M. T. M.
i 2
67 8 9
13 14 15 16 Foroya Kríggstrygging .
20 21 2* 23 Foroya Brunatrygging..
| 27 28 29 30
AT MINNAST TIL:
MÅNADSTØDURNAR:
24, Tendring
30. Fyrra kvarter
20. Midføsta
21. Vårsjavndøgur
25. Mariumessa — (um vårid) — hildin
til áminningar um bodan jomfrúnn-
ar Mariu
28. Fødingardagur drottningarinnar
SKIPINI:
Tjaldrid: Drottningin:
19. - Keypmannh.
26. - Feroyum. 25. - Keypmh.
19. Byrjað verður at ganga til í Kvívík.
Konfirmatiónin verður 17. apríl.
23. Suðuroyar-ting hildid á Tvøroyri.
24. Byrjað verður at ganga til á Tver-
oyri; konfirmatión 24. apríl.
Havnar timburhandil aðalfund.
C==
VÍSINDALIGA er nú prógvað, at
mjólkin ikki brennist. tá ið kókiílatið er
skolað við vatni, áður enn tað verður
sett útá. Eisini er ávíst, at vandin er
minni, tá id mjólkin fær hitt fyrsta
kókið við nógvum hita og síðan lidug
kókað við minni hita. Mjólk, ið er
brend føst í botnin á ílatum, er løtt at
fáa burtur, um ein letur eitt sindur av
sukri í ílatið og kókar tað í einum
sindri av vatni. Hin brenda mjólkin
verður tá at loysna og er lott at fáa
burtur.
BLÓMULEGGAR, ið ikki beinan veg-
in verða niðursettir, halda sær í fleiri
dagar, um ein potar teir niður í eitt
ókókað epli.
KATJA VAN DYK eitur heimsins
longsta kvinna. Hon er 245 cm., ættað
úr Hollandi, Heimsins longsti maður
er 230 cm. Tvær sengur mátti setast
saman til Katju, á gistingarhúsinum, tå
hon nýliga vitjaði Noreg.
Veitst tú?
at 60 pst. av allari mannaættiui einans
fær 2200 kaloriur um dagin, tó at
hvorjum menniskja tørvar 2500 kalo-
rur.
at mannsaldurin hjå hesum menniskjum
einans er 30 ár, meðan okkara livi-
aldur er 70.
at tað einans eru 17 læknar fyri hvørji
10.000 menniskju í hesum umráðum,
ella umleið 1 lækni fyri hvorji 588.
Vit hava hóast alt 1 lækna fyri
hvorji 168.
at 3 milj. menniskju doyggja á hverjum
ári í hesum umráðunum, tí tey einki
medisin fáa.
at bert 1 av 8 persónum í teim lágt
staddu løndunum duga at lesa.
at tveir tridingar av mannaættini, t. v.
s. 1,7 miljardir menniskju hava fjórð-
ingin av framleiðsluni í hondum,
meðan Nordamerika og Europa
(Sovjet frároknað) við fjórðinginum
av mannaættini hava tveir triðingar av
framleiðsluni í sínum hondum.
Tað finnast hava so
litið dirvi, at tey ikki tora at siga, at tað
- hvussu køld tey enn eru
menniskju, ið
er kalt
uttan tey fyrst hava hoyrt onkran annan
siga tað fyrst.
KVINNAN |=>|
TRYGGINGARSAMBANDIÐ
FØROYAR
Føroya Sjóvátrygging ... telf. 1086
Foroya Vanlukkutrygging telf, 1721
telf. 1086
telf. 1089
Vit tryggja:
Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs
bilar 0. a.
Foroyingar eiga at tryggja
í landsins egnu trygging
Skipafelagið Foroyar
TELEFON 1225
Tórshavn
—E———WI"WU——JEEE TREE KME [OOA AA,
PRENTSMIDJAN Á HEYGSBREYT
TORSHAVN
AVRIKAR ALT PRENTINGARARBEIDI
TELF. 1820
Føroya Bjór
ØL- og MINIRALVATNSVIRKI . |
Føroya Citrón sodavatn
Pi Appelsin limonada
ilsnar Hindber limonada
Jørdber limonada
Ekta
Maltøl.
EINAR WAAG, Klakksvik — MÅLTRÅDUR 4
Vanillie limonada
Åppolinaris
P-F. FØROYA BANKI |
Stovnaður 1906)
Hovuðsskrivstova : Suðuroyar deild:
TORSHAVN TRONGISVÅGI
| Tlf, 1350 Tlf, 32 |
Renta av innskoti við uppsøgn uppá 3 mánaðar 4 pst. p. a.
Bankin er opin 10—12 og 14—16 Leygardag 10—12
Suðuroyar deild opin kl. 10—12 og 13—15
leygardag - - 10—12 og 13—14
GRÓT OG SKERVUR
Øl, ið vilja keypa skerv ella gråt, eiga at venda sær til
kommunukantórið.
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða
heimtað.
Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella
skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðs-
manni fyri kommununa.
FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA
FÆRØSK MARGARINE
Vita No I
VITAMINISERET
FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT
| menningar hava
Eitt hundaskil.
Eg síggi í blødunum, at Vest-
lagt inn á ting
um at fáa hundaskattin eins um
Í alt landið.
Ég veit ikki. Her í Havn er so
nógv av hundi, at teir mugu gera
ein góðan mun sum »skattaborg-
arar« við tí skatti, ið nú er gald-
andi fyri teir.
Tað er einki at siga til, at menn,
ið góðir eru við hund, fáa sær
hund: men tað ið undrar meg, er,
at teir lata hundar sínar ganga
leysar úti nátt sum dag. Hetta lík-
ist púra ongum. Hundarnir eru
skjótt ein sonn plága fyri fólkið
her í Havn.
Kunnu vit ikki
á, so her kann koma
eins og i ødrum byum?
Ikki kennur ein seg tryggan, og
heilt sjáldan er tað heldur ikki, at
ein hoyrir um, at fólk, og helst
børn, eru hundbitin stundum
so illa, at tey eru komin undir
læknahendur. Og tað er bara undr-
unnarvert, at ikki frættist um størri
skaðar. Eitt nú, tá hundar í hópa-
tali koma stórleypandi og goyggj-
andi gjøgnum býin og gera born
bæði rædd og skøkk, so tey sansa-
leys leypa út á akvegirnar, har
tey kunnu koma undir bilarnar,
um ikki teir, ið stýra bilunum eru
sera varnir og kvikir.
Og nú er tað so galið eisini at
sjálvt schæferhundar strúka leysir
í gøtunum !
Hetta er eitt hundaskil ella
rættari óskil, sum eigur at verða
broytt í skundi.
Kann ikki politiið taka sær um
reiggj og fáa gjørt skil á hesum,
tá teir, ið hundarmar eiga, ikki
tykjast at hava ans fyri tí?
Ein Havnarmaður.
—
i MATPRÅT |!
að
SNARBAKAÐ WIENARBREYÐ:
150—200 g smør, 150 g sukur,2 dl roma,
400 g mjøl, 3 tsk. bakipulvur. — ÍFYLLA:
75—100 g smør, 100 g sukur, '/, dl.
rosinur, 2 høgd, syltað appelsinskøl (um
tå hevur tey), 10—20 høgdar mandlur
ella nøtur.
Smørid og sukrid verdur rørt hvitt,
eggið latið útí. At enda skiftivis róma
og mjøl sáað við bakipulvrinum. — Rør
deiggid leysliga saman. Rullað út á
mjølvad borð í stóran fýrhyrning. Ífyllan
breidd á og síðan lagt saman. Bakað
við miðalhita. Etin so fesk sum gjørligt.
fáa annað skil
at verða
Orðabókin.
1. Øskubikar: Ílæt, ein koyrir oskuna
í, tá ið einki pláss er fyri henni á
gólvinum.
2, Klæði: Vápn, sum kvinnurnar brúka.
Eins og hermenn leggja tær tey frá
sær, tá ið tær hava vunnið,
3. Trekkpappír: Nakað, ein
leitar eftir í ollum húsinum, meðan
blekkið tornar.
4. Tragedia: Tá ið ein arbeiðir seg
í hel fyri at uppnáa tað, ið ger lívið
vert at líva.
Haldið Sosialin!
sum