Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. apríl 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 74 - 19. apríl 2002 Nr. 74 - 19. apríl 2002 3 TÍÐINDASKRIV Ásannandi at støðan hjá fólki við menningartarni als ikki er nøktandi í før- oyska skúlaverkinum, staðfestir Javni hesa yvir- lýsing: Børn og ung við menn- ingartarni hava – sum øll onnur – rætt til framhald- andi skúlagongd, sum skal vera lagað til ser- staka tørvin, antin í skúla, tey náttúrliga hoyra til, ella í serskúla. Virkast má fyri, • at fólkaskúlin fær umstøður at taka sær av næm- ingum við serligum tørvi, • at sernámsskúlar fáa dagførdar og betraðar karmar at virka undir, • at lærarar og stuðulsfólk fáa hóskandi útbúgv- ing og eftirútbúgving til dygdargott og miðvíst at kunna undirvísa næmingum við menningar- tarni eftir næmingsins fortreytum, • at øll hava møguleika at velja hóskandi skúla – uttan mun til bygd ella bý, • at ung og vaksin við menningartarni fáa at- gongd til eftirskúlar og háskúlar. Yvirlýsing frá Javna Tøkk Eg vil takka tykkum hjartaliga, sum heiðraðu meg á mínum 60 ára føðingardegi 19. mars. Gud signi tykkum øll. Heilsan Helgi Augustinussen Hóskvøldið andaðist John Dam, skipari og fyrrver- andi reiðari í heiminum í Hoydølum, 70 ára gamal, eftir langa sjúkralegu. Fyri John Dam var sjógvurin stóri parturin av lívinum, frá tí hann fyrstu ferð fór til skips við pápa sínum, 13 ára gamal. John Dam var ættaður úr Vestmanna. Hann var sonur Viggo Dam – Viggo í Skúlanum – og Mathildu. Hann giftist við Unn Niclasen, dóttir Birruna og Zacharis á Skipafelagnum. Tey áttu børnini, Hans Andreas, Maritu og Zacharis. Unn doyði í 1966. John giftist seinni upp- aftur við Oddvør Jacob- sen úr Fuglafirði, dóttir Jóhannus, Skómakaran, og Ellifíu. John var ikki bara kendur sum rokskipari, men hann var eisini maðurin, sum royndi eftir nýggjum fiskasløg- um, eitt nú eftir hemara í Kanada, eftir laksi við gørnum undir Grønlandi, og hann var maðurin, sum seinast í sekstiár- unum legði lunnar undir rækjuveiðina undir Grønlandi. Hann gjørdi eisini drúgvar royndir at veiða skeljar við tí nýggj- asta Fame. John Dam farin MANNARÆTTINDI AI Føroya Deild Amnesty International Før- oya Deild fegnast um, at 66 lond nú hava undirskrivað sáttmálan um Altjóða Brots- mannadómstólin. Hetta hevur við sær, at dómstól- urin verður settur á stovn í dag, 11. apríl 2002, og um stutta tíð kann fyrsti altjóða brotsmannadómstólurin í heimssøguni fara til verka. Hetta er týdningarmikið stig í arbeiðinum at fáa sett persónar, sum hava framt álvarsom brot móti manna- rættindunum, fyri ein rætt. Dómstólurin verður ein týðandi partur av arbeiði- num at skipa altjóða rætt- vísi og at steðga brotum á altjóða mannarættindini. Líka síðani Seinni Heims- bardagi endaði hevur verið arbeitt við at fáa stovnað ein slíkan altjóða dómstól, men ikki fyrr enn nú hevur politiski viljin verið nóg stórur til, at ein slíkur dóm- stólur kundi verða settur á stovn. Í grundini eru hugsanir- nar aftanfyri dómstólin sera einfaldar, men hóast hetta er talan um kollveltandi hugsanir sum t.d.: - Altjóða samfelagið hev- ur felags ábyrgd av brotum á altjóða mannarættindini. - Einstaka menniskja hevur ábyrgd fyri sínum gerðum. - At siga at gerðir vóru gjørdar eftir boðum frá hægri myndugleikum frí- tekur ongan fyri at hava ábyrgd av mannarættinda- brotum. - Heldur ikki statsleiðarar eru frítiknir frá revsing fyri brot á mannarættindini. Til ber at lesa meira um Altjóða brotsmannadóm- stólin á heimasíðuni hjá Amnesty International: www.amnesty.org Altjóða brotsmannadómstólurin settur á stovn BÓKADAGUR Tíðindaskriv Jørundur, ella St. Georg sum hann eisini verður nevndur, er kendur frá enskum søgnum fyri at hava dripið ein griman dreka. Hesar sagnir kunnu so væl hava sama uppruna sum tær hjá okkum so væl kendu um Sjúrð, sum á Granabaki gjørdi av við drekan. Sjúrðarkvæðini eru okk- ara størsti skaldsligi arvur, so dagurin kann valla verða betur valdur, sæð við okk- ara eygum. At royna at gera vart við bókina ein serligan dag er ikki nakað nýtt uppfinnilsi – Tað hevur verið roynt av og á at havt føroyskar bóka- dagar síðani einaferð í sekstiárunum. Og UNESCO heldur eis- ini sum vit, at tað er týdn- ingarmikið at seta fokus á bøkurnar. Fyrimyndin var ein gamul traditión úr kata- lonska partinum av Spaniu. Har er siður á Jørundsdegi at geva eina rósu og eina bók til ein, mann er góður við. Rósan ímyndar kær- leikan og bókin forstáilsi, tolsemi og samrøðu. Tað sum hendir í SMS er upplestur úr nýggjum, før- oyskum barnabókum. Tað eru tey trý frá barnaløtuni hjá útvarpinum Jonna, Kári og Katrin sum koma at lesa úr nýggjum føroyskum barnabókum. Tey siga frá søgunum so- leiðis: Klokkan 10.30.11.15 – Margreta og Mjólkin og Tá ið Findus lítli hvarv Klokkan 14.00-14.15 – Ì Geyma og Tá ið Leiku liva Klokkan 16.00-16.45 – Geislasteinar og Tsatsiki og mamman Bókin “Gita hvussu góð- ur eg eri við teg” verður seld so leingi nøkur er á goymslu fyri einans 10,- kr. Hendan ótrúliga fitta bókin um lítla harungan er seld í metstórum uppløgum úti í heimi. 23. apríl – Santa Jørundsdagur er heimsins bókadagur TÍÐINDASKRIV Amnesty International Føroya Deild Tekningarnar, sum komu inn til barnateknikapping- ina hjá Amnesty í novem- ber, eru lagdar á heima- síðuna: http://www.amnesty.fo Undirtøkan var stór til kappingina, umleið 140 myndir komu inn. Aðalfundur Aðalfundurin í ár verður hóskvøldið 18. apríl kl. 19.30 á Landsbókasavni- num. Á skránni er umframt frágreiðingar frá farna árið m.a. uppskot til lógarbroyt- ing. Vit meta, tað er neyð- ugt at broyta lógina, í fyr- sta lagi tí at viðtøkurnar fyri Amnesty International vóru broyttar á ICM, al- tjóða aðalfundinum í Dakar í august 2001, og í øðrum lagi tí summar ásetingar í lógini eiga at verða dag- førdar. Um onkur hevur hug at lesa uppskotið til lógarbroyting, finst tað á heimasíðu okkara: http://www.amnesty.fo undir Nýtt. Miðeystur Í sambandi við álvarsligu kreppuna í Miðeystri hava vit fingið Hans Holm at koma á aðalfundin at greiða frá um Miðeystur. Hann fer m.a. at greiða frá søguni aftanfyri stríðið millum partarnar. Amnesty fylgir neyvt við gongdini í Miðeystri. Áhugaði kunnu lesa meira á altjóða heima- síðuni: http://www.amnesty.org Amnesty: Barnatekningar á internetinum KONSERT Tónleikafelagið Sjey00 Í annaðkvøld, leygarkvøld- ið 20. apríl kl. 22.00, skipar tónleikafelagið Sjey00 fyri konsert í mentunarhúsinum Atlantis í Klaksvík. Á hesi fyrstu konsert hjá felagnum verða bólkanir Chain, Iris og Stinkfist at hoyra. Nógv hevur ikki verið at hoyrt frá hesum bólkum - umframt at hava spælt m.a. í Atlantis, hevur Chain spælt til eina Free Føroyar konsert, meðan Iris og Stinkfist áður hava luttikið í Prix Føroyum - men leygarkvøldið fáa klaksvík- ingar so høvi at hoyra hvat teir lokalu rockbólkarnir hava at bjóða áskoðar- unum. Bilettur til konsert- ina fáast við dyrnar. Sama leygardag kl. 17.00 verður stovnandi aðalfund- ur hjá tónleikafelagnum Sjey00 í býráðshøllini í Klaksvík, har øll áhugaði eru vælkomin og har tað m.a. ber til at tekna seg sum lim í felagnum. Rock konsert við Chain, Iris og Stinkfist í Atlantis Fótbóltur Fótbóltur Alt um liðini í 1. deild: – leikarahópir – samrøður – bakgrund – hagtøl Fleiri ungir føroyingar leita sær uttanlands Landsliðsárið 2002 Serblað 60 síður Kostnaður 30 kr. 2002 Fæst í sølubúðum kring landið C M Y K 3 2