fríggjadagur 19. apríl 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 74 - 19. apríl 2002
Nr. 74 - 19. apríl 2002
5
Ísraelska avgerðin at
endurherseta fleiri
palestinskar býir er
tann størsta forðingin
fyri einari vápnahvíld
í Miðeystri, sigur
amerikanski uttan-
ríkisráðharrin eftir ta
miseydnaðu friðar-
ferðina
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Amerikanski
uttanríkis-
ráðharrin, Colin Powell, var
týðiliga vónsvikin, tá hann
endaði friðarferð sína í
Miðeystri. Tvær vikur eftir
at amerikanski forsetin,
George W. Bush, hevði
kravt ísraelska afturtøku,
mátti Colin Powell, ásanna,
at ísraelsku hermenninir
framvegis eru í teimum
palestinsku býunum, og at
teir hava hersett fleiri
bygdir og býir síðani.
- Hetta er tann størsta
forðingin fyri, at tað ber
ikki til at fáa vápnahvíld
millum partarnar, segði
amerikanski uttanríkisráð-
harrin.
Ímeðan geva ísraelsmenn
og palestinar hvør øðrum
skyldina av, at einki kom
burtur úr ferðini hjá Colin
Powell. Palestinski sam-
ráðingarleiðarin,
Saeb
Eerekat, segði í gjár, at
ísraelski forsætisráðharrin,
Ariel Sharon, hevði gjørt
alt fyri at forða fyri, at
Powell skuldi fáa nakað
burturúr.
Ráðgevin hjá Sharon,
Dore Gold, segði miku-
kvøldið, at ísraelsmenn
vóru til reiðar, men at
palestinski leiðarin, Yasser
Arafat, hevði einki tilboð
um vápnahvíld.
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Dýrari
bústaðir
Alt bendir á, at tað
verður dýrari og dýrari
at keypa sær bústað í
Noregi. Ein forsøgn hjá
norsku
byggivinnuni
sigur, at umleið 24.000
bústaðir verða bygdir
um árið tey bæði næstu
árini, samstundis sum
kanningar vísa, at tað er
neyðugt
at
byggja
30.000 bústaðir um
árið, um prísvøksturin
skal halda seg á sama
støði saum tann vænt-
aða inflasjónin.
Byggivinnan sigur, at
ov fáir bústaðir verða
bygdir, tí trot er á
grundstykkjum
og
byggi- og býarætlan-
um. Harafturat verður
víst á, at Húsbankin
nøktar ikki eftirspurn-
ingin.
SAS gevst
Skandinaviska flogfe-
lagið SAS missir nógvar
pengar av rutum, sum
geva hall, og tí hevur
felagið sett sær fyri at
gevast við flúgvingini á
fleiri leiðum. Samstund-
is er ætlanin at umskipa
hina flúgvingina.
Eitt nú er ætlanin at
gevast við flúgvingini í
Norðurnoregi, sum fe-
lagið Widerøe skal yvir-
taka, og flúgvingin mill-
um Keypmannahavn og
tríggjar smærri býir í
Svøríki verður niður-
løgd.
SAS hevur eisini gjørt
av at gevast við flúgv-
ingini til Syðra Streym-
fjørðin í Grønlandi, tí
hon gevur hall. Tann
rutan steðgar 1. apríl
næsta ár. Grønlandsfly,
sum SAS eigur 38
prosent av, flýgur eisini
til Syðra Streymfjørðin.
Verða
kanska
skattað
Fleiri norðmenn, sum
hava keypt sær íbúðir
umborð á marglætis-
skipinum "The World",
kunnu nú vænta sær
rokning
frá
norska
skattavaldinum. Skatta-
valdið hevur roknað seg
fram til, at teir einstøku
eigararnir kunnu vænta
sær
rokning
upp
á
millum 2000 og 3000
krónur um dagin ella
upp í umleið eina milli-
ón krónur um árið.
Talan er bæði um inn-
tøkuskatt og ognarskatt.
Skattavaldið sigur, at
tølini eru fyribilstøl, tí
tey eru ikki liðug at
virðismeta
íbúðirnar
umborð á skipinum.
Úr Norðurlondum:
Í skúla við
hús
Í Noregi vísir ein nýggj
kanning, at talið á børn-
um, sum ganga í skúla
heima við hús, er nógv
størri, at almennu skúla
myndugleikarnir siga.
Kanningin vísir, at 385
børn fáa frálæru í
heiminum, og tað er
tríggjar ferðir so nógv,
sum talið hjá myndug-
leikunum er.
Á lærda háskúlanum
í Oslo, sum hevur gjørt
kanningina, halda tey,
at tann stóri munurin
stendst av, at skráset-
ingin hjá myndugleik-
unum er ikki nóg góð,
men ein orsøk er iva-
leyst eisini, at almennu
skúlamyndugleikarnir
hava lítlan áhuga í at
nema við evnið, siga
tey. Norsk bløð skriva,
at síðani ein skipan við
heimafrálæru kom í
gildi fyri níggju árum
síðani, eru tað alt fleiri
og fleiri børn, sum
velja at ganga í skúla
við hús.
Alt ov nógv
Stýrið
fyri
teimum
donsku
dómhúsunum
hevur nú boðað stjórnini
frá, at tað ber ikki til at
taka av tey 480 skriv-
stovustørvini, sum stjórn-
in ætlar at spara burtur
innan dómsvaldið næstu
fimm árini. Stýrið sigur
seg hava roknað seg fram
til, at umleið 100 størv
kunnu takast av.
Stýrið fyri dómhúsun-
um
sigur,
at
ætlar
stjórnin at taka meiri
enn umleið100 størv av,
fer tað at darva einari tí,
sum stýrið kallar eina
rímiliga
menning
í
teimum donsku dóm-
stólunum.
Vænta ófrið
Felagsskapir, sum ætla
sær at skipa fyri mót-
mælistiltøkum í sam-
bandi við fundin hjá
Heimsbankanum í Oslo
í juni mánað, eru ó-
samdir um framferðina.
Á einum fundi í vikuni
skutu nakrir av felags-
skapunum upp, at til-
tøkini skulu vera friðar-
lig, men ein triðingur av
umboðunum vildi ikki
taka undir við tí. Løg-
reglan í Oslo ber tí ótta
fyri ófriði í sambandi
við fundin.
Upprunaliga
skuldi
Heimsbankin
halda
fundin í Stockholm, men
tá svenska løgreglan helt
seg hava fingið nóg
mikið
av
ófriðinum
undir ES-fundinum í
Gøteborg, valdi bankin
at flyta fundin til Oslo.
Ongar tekniskar
forðingar eru fyri, at
Ísland kann søkja um
limaskap í ES
ÍSLAND OG ES
Árni Joensen
Seinastu tíðina hevur nógv
verið gjørt burturúr, at ein
stórur meiriluti av íslend-
ingum er fyri, at Ísland skal
taka upp samráðingar við
ES um limaskap. Hetta
hevur serliga vakt ans í
Noregi, og nógvir norskir
politikarar hava gjørt greitt,
at fer Ísland at søkja um
limaskap, eigur Noreg at
gera tað sama beinanvegin,
so londini kunnu samráðast
samstundis. Norsku po-
litikararnir siga, at tað er
betri at samráðast saman
við íslendingum enn at
hava íslendingar sum mót-
part seinni.
Íslendski
forsætisráð-
harrin, Davið Oddsson, er
ímóti
íslendskum
ES-
limaskapi, og tað sama er
norski forsætisráðharrin,
Kjell Magne Bondevik.
Dávið Oddson hevur sagt,
at íslendskur limaskapur
kemur neyvan upp á tal fyrr
enn umleið 2010, og tí
hevur norski forsætisráð-
harrin roynt at sissa hinar
norsku politikararnar og at
vissa teir um, at norðmenn
hava góða tíð.
Ongar forðingar
Men forkvinnan í ting-
bólkinum hjá íslendska
javnaðarflokkinum, Brynd-
is Hløðvarsdóttir, heldur
ikki, at íslendskur ES-
limaskapur er so fjarur,
sum forsætisráðharrin vil
gera hann til.
- Tað eru ongar tekniskar
forðingar fyri, at Ísland
kann søkja um limaskap,
og at tær neyðugu broyt-
ingarnar
í
grundlógini
síðani verða framdar eftir
stuttari tíð. Er politiski
viljin til tess, kann hetta
gerast aftan á altingsvalið í
mai næsta ár, og so kann
grundlógin broytast, tá tað
nývalda Altingið kemur
saman næsta heyst, segði
íslendski andstøðuleiðarin
við norska blaðið Aften-
posten í gjár.
Hon ávarar norðmenn
ímóti at halda, at nakrar
formligar forðingar eru fyri
einari skjótari ES-tilgongd
í Íslandi.
- Tað eru veljararnir, sum
avgera, hvussu farast skal
fram.
Metingarnar
hjá
forsætisráðharranum vísa
bara hansara tvørrandi vilja
í
ES-málinum,
sigur
Bryndis Hløðvarsdóttir.
Norski forsætisráðharrin,
Kjell Magne Bondevik,
hevur víst á, at skal ís-
lendska grundlógin broyt-
ast, skal broytingin sam-
tykkjast tvær ferðir við
einum altingsvali ímillum,
og at tað fer at taka rúma
tíð. Forkvinnan í tingbólk-
inum hjá íslendska javn-
aðarflokkinum vísir í hes-
um sambandi á, at í Íslandi
kann tingið upploysa seg
sjálvt, og tí er einki ávíst
mark fyri, hvussu langa tíð
ein slík lógarbrotying tekur.
Norska Stórtingið skal
harafturímóti sita alt val-
skeiðið.
Ísland kanska ES-búgvið
longu næsta ár
Ísraelska hersetingin er tann
størsta forðingin fyri friði
– Ísraelska hersetingin av bygdum og býum á Vestara Áarbakka er størsra forðingin fyri friði,
sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell
Mynd: Reuters
Danski forsætisráð-
harrin stendur ikki til
at vika í sínari áskoð-
an um Føroyar. Tað
ger Tórbjørn Jacob-
sen heldur ikki, og
mikudagin brustu
teir báðir enn eina-
ferð saman í Fólka-
tinginum. Líka
ósamdir sum hinar
ferðirnar, teir hava
verið í hólmgongu í
fólkatingssalinum.
FYRISPURNINGUR
Magnus Dam
Keypmannahavn
Hóast Tórbjørn Jacobsen
hevði boðað frá, at uttan-
umtosið nú skuldi fáa ein
enda, so hava orðini hjá
danska forsætisráðharra-
num neyvan ljóðað sum
annað enn júst hetta í oyru-
num á føroyska fólkatings-
manninum.
Teir báðir brustu enn
einaferð saman í fólka-
tingssalinum mikudagin,
og eins og hinar ferðirnar,
forsætisráðharrin
hevur
svarað fyrispurningum frá
Tórbjørn Jacobsen, kom
ósemjan teirra millum týði-
liga til sjóndar.
Teir eru ikki samdir um
støðu Føroya, og tað letur
til, at sama hvussu nógvar
fyrispurningar,
Tórbjørn
Jacobsen setur, so koma
teir ikki nærri einari semju.
Tórbjørn Jacobsen vildi
hava forsætisráðharran at
viðurkenna, at føroyska
fólkið sambært fólkarætti-
num er ein tjóð, eitt fólka-
rættarligt subjekt, og at før-
oyska fólkið hevur sjálvs-
avgerðarrætt samsvarandi
fólkarættinum.
Landsstýrið og undanfar-
na stjórnin vóru alt annað
enn samd um hesar spurn-
ingar, og Tórbjørn Jacobsen
segði seg hava varhugan av,
at nýggja stjórnin hevur
somu støðu sum stjórnin
hjá Poul Nyrup Rasmussen.
Hann vildi tí hava eitt greitt
svar uttan uttanumtos frá
danska forsætisráðharra-
num um hesar spurningar.
Sama svar sum áður
Standardsvarið hjá undan-
farnu stjórnini var, at av-
gerðin um fullveldi liggur í
Føroyum, og kemur ein
umbøn um hetta úr Føroy-
um, so verður hon eftirlík-
að í Danmark. Sama svar
var aftur at hoyra í fólka-
tingssalinum mikudagin.
Anders Fogh Rasmussen
kundi ikki viðurkenna tað,
sum Tórbjørn Jacobsen
vildi hava hann at viður-
kenna.
– Nýggja stjórnin hevur
júst somu støðu sum undan-
farna stjórnin. Nevniliga, at
stjórnin og Fólkatingið fara
at virða eitt ynski frá føroy-
ska fólkinum um fullveldi,
um eitt sovorði ynski kem-
ur. Tí kann eg ikki geva
Tórbjørn Jacobsen ta vátt-
an, sum hann vil hava,
segði
Anders
Fogh
Rasmussen.
– Tað er púra greitt, at
Føroyar eru ikki ein statur,
og líka greitt er tað, at før-
oyska fólkið er eitt fólk. Alt
hetta kunnu vit síggja í
heimastýrislógini, og tað er
hana, stjórnin heldur seg til,
segði
forsætisráðharrin,
sum vísti á, at orðið ”tjóð”
ongan greiðan rættarliga
týdning hevur, og at fólka-
rætturin brúkar orð sum
”statur” og ”fólk”.
Ikki færri enn tríggjar
ferðir endurtók Tórbjørn
Jacobsen spurningarnar hjá
sær, og triðju ferðina setti
hann seg sjónliga ónøgdur
niðuraftur í stólin hjá sær.
– Tað er ikki danska
Fólkatingið, sum skal sita
við rættinum til at gera av,
um Føroyar skulu vera ein
statur ella ei. Hesin rætturin
liggur eina og aleina hjá
føroyska
fólkinum.
Eg
endurtaki
spurningarnar
einaferð enn, tí eg haldi, at
føroyska fólkið hevur krav
uppá svar, segði Tórbjørn
Jacobsen.
Skuggaboksing
Men forsætisráðharrin kun-
di bert geva sama svar, sum
hann fleiri ferðir var komin
við. At tað ikki er danska
stjórnin, sum forðar fyri, at
Føroyar fáa fullveldi.
– Kemur ein tílík umbørn
úr Føroyum, so verður tað
so. Tí havi eg eitt sindur ilt
við at skilja, hvat Tórbjørn
Jacobsen
heldur
vera
trupulleikin, segði Anders
Fogh Rasmussen, sum helt
framferðina hjá Tórbjørn
Jacobsen
minna
um
skuggaboksing.
–
Tórbjørn
Jacobsen
kann gott halda, at Føroyar,
føroyska løgtingið, føroy-
ska fólkið stendur yvir don-
sku grundlógina, men tað
er og verður eitt rættiliga
teoretiskt kjak. Tað hevur í
veruleikanum ongan týdn-
ing, tí ein breiður meiriluti í
Fólkatinginum og skiftandi
danskar stjórnir hava stað-
fest, at kemur eitt ynski frá
føroyskari síðu um full-
veldi, so fáa føroyingar tað.
–
Tórbjørn
Jacobsen
roynir tí at halda lív í einum
teoretiskum kjaki, og hetta
er skuggaboksing móti ein-
um ósjónligum fígginda,
segði
forsætisráðharrin,
sum fekk seinasta orðið í
hesari hólmgonguni teirra
millum.
Eitt fólk – ikki statur
Tórbjørn Jacobsen roynir at
skuggaboksa móti einum
ósjónligum fígginda, heldur
danski forsætisráðharrin,
sum mikudagin var í enn
einari hólmgongu við
føroyska fólkatingsmannin.
C
M
Y
K
5
4