Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. apríl 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 74 - 19. apríl 2002 Nr. 74 - 19. apríl 2002 7 Oljufelagið Agip hevur tikið stig til at gera eitt telduspæl um oljuleiting. Spælið, sum hevur fingið navnið Xplore, er framleitt burturav í Føroyum. Ætlanin er, at føroyskir mið- námsnæmingar skulu fara at royna spælið komandi heyst, tá skipað verður fyri einari kapping SPÆL Heri á Rógvi Eitt nýtt føroyskt telduspæl hevur sæð dagsins ljós. Xplore er navnið á tí. Tað er oljufelagið Agip, sum hevur tikið stig til at gera spælið. Italska oljufelagið er við í oljuleitingini undir í Føroyum, og teir hava eisini bundið seg til at lata pengar til førleikamenning. Ein partur av hesum pen- ingi verður nýttur til at gera hetta nýggja telduspælið. Spælið eitur Xplore við undirheitinum Petroleum Exploration Business Game. – Endamálið við spælin- um er at geva miðnáms- skúlanæmingum innlit í leiting eftir kolvetni, sigur Ólavur Gregersen, sum er vinnuráðgevi hjá Agip í Føroyum. Hann hevur samskipað hesa verkætlan- ina fyri Agip. Talan er mestsum um føroysk framleiðslu burt- urav. Ávísir útlendskir kon- sulentar hava verið knýttir at verkætlanini. Agip hevur sum sagt staðið fyri og fíggja verkætlanina. KT- fyritøkan Tøkni hevur stað- ið fyri tí mesta av arbeið- inum í sambandi at út- byggja konseptið og leggja spælið til rættis. Føroyska fyritøkan Sansir luttekur eisini í verkætlanini. Eisini hevur Atlants Kolvetni havt ein fingur við í spælinum, og oljumálastýrið hevur eisini givið spælinum teirra vælsignilsi. Teld og borð Spælið er eitt telduspæl. Tað er tó ikki meira eitt telduspæl enn, at sjálv spæliplátan er verulig ella fysisk. Henda góða spæli- plátan er hornasteinurin í spælinum. Hon ímyndar eitt eftirgjørt oyggjaland, sum ikki er veruligt, men set í eitt samanhang, ið minnir um veruleikan. Tað er so frætt veruleika- kent, at olju er at finna í øk- inum rundanum oyggjar- nar. Eins og í einum oyggjalandi í Norður At- lantshavi, so verður eisini farið ígongd við at leita eftir olju. Spælararnir, sum eru tríggir á hvørjum liði, skulu gjøgnum allar teir ymsu fasurnar í sambandi við oljuleiting. Teir skulu bæði gera seismiskar kann- ingar, ganga saman í sam- tøk, bjóða uppá loyvi og mangt annað. Stutt sagt: alt tað, ið tú skalt gera í off- shore leiting eftir olju. – Tær nýtist ongan før- leika, áðrenn tú fer í holt við spæl. Spælið er bygt teirri uppskrift, at tú lærir, meðan tú spælir, sigur Òlaver Gregersen. Spælið gongur alt fyri seg gjøgnum alnetið, men við einari fysiskari spæli- plátu. Luttakararnir skulu loysa nógvar avbjóðingar, sum eru tiknar úr veru- leikanum. – Tað krevur bæði vitan og held, um tú skalt vinna í spælinum. Tað er sjálvandi best við nógvari vitan, sigur Ólavur Ellefsen, sum eigur og rekur Tøkni. – Vit vóna, at næming- arnir fara at taka vælímóti hesum. Hetta spælið meta vit inniheldur rættiliga nógv av tí, sum vit seta í samband við oljuleitingar av hesum slag, sigur Ólavur Gregersen, Kapping Sum áður nevnt er enda- málið við spælinum at geva miðnámsskúlanæmingum innlit í leiting eftir kolvetni. Í hesum sambandi skipa fyri einari kapping. Í næst- um fara fólk at royndar- koyra spælið, men tann stóra ætlanin er, at mið- námsskúlanæmingar skulu kappast í spælinu. Ætlanin er, at kappingi verður millum tretivu lið, sum eru mannað av trimum fólkum á hvørjum liði. Kappingin fer fram yvir tríggjar vikur, og tað er so ætlanin, at vinnarin fær eina góða virðisløn. Ætlanin er, at kappingin fer av bakka- stokki komandi heyst. Vinnarin er tann bólkur, ið eftir trý útbjóðingarumfør hevur funnið størsta samlaða virðið av olju. Kostnaðurin av spælinum táttar í eina millión kr., og hesir eru fyri tað nógva nýttir í Føroyum. Telduspæl um oljuleiting Fríggjadagin og leygardagin fer tann fyrsti KT-stevnan av sínum slag av bakka- stokki í Norður- landahúsinum í Havn. Stevnan savnar hundraðtals fólk innan KT-ídnaðin. Stevnan hevur lagt seg eftir at hyggja inn í framtíðina STEVNA Heri á Rógvi Í dag, fríggjadagin og í morgin leygardagin verður Norðurlandahúsið karmur um eina stóra KT-stevnu ella KT messu, sum onkur vil kalla tað. Stevnan hevur fingið KT 2002, og tað er her, at ein og hvør, ið kann seta seg sjálvan ella sína fyritøku í sambandi við KT, verður dagarnar 19. og 20. apríl. Á skránni hesa báðar dagarnar er eitt ótal av framløgum og fyrilestrum. So at siga allar KT-fyri- tøkur í Føroyum vera við til stevnuna, og tað skortar so avgjørt ikki við tiltøkum. Tjúgu fyritøkur fara at sýna fram, hvat tær hava at bjóða uppá, og tað er sama tal av fyrilestrum hjá teimum vitjandi at lurta eftir teir báðar dagarnar. Áhugin er eisini risastórur fyri stevn- uni. Tann fyrri dagin er fult teknað, 600 fólk. Stevnan er soleiðis skip- að, at tann fyrri dagurin er ein sokallaður business to business, har fólk skule melda seg til. Seinni daguri er so opin fyri øllum teimum, ið hava áhuga at síggja. Kostnað- urin fyri hesi er 80 kr. – Endamálið er, at fáa meira vitan um, hvat fram- tíðin hevur at bjóða. Stevn- an krevur nógva fyrireik- ing, men vit halda hana vera neyðuga, um vit skulu koma víðari, sigur Esbern Hansen. Hann er formaður fyri KT-felagið, sum skipar fyri messuni. Inn í framtíðina Temaið á messuni verður framtíðin. Lýsingarnar undan stevnuni hava koyrt við slagorðunum ein ferð inn í framtíðina. Tað gongur vanliga rættiliga skjótt innan KT- vinnuna, og tað er tí al- neyðugt at fylgja væl við. Fyrilestrarhaldarar eru eisini komnir uttanlands. Millum annað hevur Microsoft eitt umboð við á stevnuni. Esbern Hansen sigur seg vóna at síggja nógv fólk á messuna, ið enn líktist einum verri puslispælið, tá vit vitjaðu, men tað varð lovað, at alt skuldi koma uppá pláss, tá Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur í vinnumálum setur stevnuna fríggjarmorgunin kl. 10.00. Stór KT-messa: Ein ferð inn í framtíðina Tvær ferðir Ólavur. Ellefsen vinstrumegin og Gregersen høgrumegin. Teir hava í felag fingið gjørt eitt nýtt telduspæl, ið kallast fyri Xplore, ið hyggur nærri at oljuleiting. Mynd: Jens Kristian Vang Erik E. Thomsen v.m. og Esbern Hansen hava verið við til at fyrireika KT-messuna, KT 2002, ið verður fríggjadagin og leygardagin Mynd: Jens Kristian Vang Einki bendir á, at fiskur verður stygdur av Landgrunninum orsakað av seismisk- um virksemi. Hetta sigur Fiskirannsókn- arstovan í bóklingi, sum greiðir frá árin- unum seismiskar kanningar hava á fiskiskapin FISKIVINNA Ingrid Bjarnastein Fiskirannsóknarstovan hev- ur givið út bóklingin "Seis- mikkur og fiskiskapur – Hvat siga fiskimenn?". Fiski- rannsóknarstovan kannaði í 1999 árinini á fiskiskapin undir Føroyum av seis- miskari skjóting, og er tað úrslitið av hesum, ið er greitt frá í bóklinginum. Áhugin fyri at leita eftir olju undir Føroyum er vaksandi, og hevur hetta tí sjálvsagt eisini eina ávirkan á tali av seismiskum kann- ingum, ið verða gjørdar undir Føroyum. Síðani 1993 eru seismiskar kann- ingar gjørdar á hvørjum ári. Fiskimenn hava gjørt vart við, at seismisku kanning- arnar tarna fiskiskapin, og halda teir eisini, at hetta styggir fiskin, og at fiski- skapurin versnar. Eftir úrslitunum hjá Fiskisannsóknarstovuni at døma, bendir onki á, at fiskur verður stygdur burtur, tí seismiskar kanningar verða gjørdar. Henda niðurstøðan er tikin út frá veiðudagbókunum hjá skipunum. Ein møgulig ávirkan varðar bert í stutta tíð, og miðalveiðan, hvønn dag, broytist av náttúrligum orsøkum. Seismiskar kanningar hava verið gjørdar javnan síðani 1995. Fiskur kann venjast við ljóð, og kann hetta verða ein orsøk til, at í 1997 sæst lítil ávirkan á fiskiskapin. Ljóðið frá seis- misku kanningunum hoyr- ist víða, og kann fiskurin tey tvey árini talan er um hava vant seg við ljóðið, og harvið hava fyrstu seis- misku kanningarnar stygt meira fisk enn tær seinnu. kelda: Seismikkur og fiskiskapur – Hvat siga fiskimenn? Fiskur venist við seismikk Kósir við seismiskum kanningum undir Føroyum 1993 – 1998 Lesið -tað loysir seg C M Y K 7 6