fríggjadagur 19. apríl 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 74 - 19. apríl 2002
Nr. 74 - 19. apríl 2002
9
Olaf Olsen, reiðari
hjá Beta, var í Vigo í
Spaniu herfyri.
Afturkomin staðfestir
hann, at byggingin av
nýggju trolarunum
gongur sum ætlað
– Vit vænta at fáa tvey
góð skip í oktober,
sigur reiðarin
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Sambært byggisáttmálan-
um skulu nýggju trolararn-
ir, sum P/F Beta í Saltang-
ará letur byggja í Vigo í
Spaniu, verða lidnir, 27.
september í ár.
Olaf Olsen, reiðari, hevur
nýliga verið í Spaniu og
skoðað verkið. Hann vænt-
ar, at byggitíðin fer at
halda, og at trolararnir
verða í Føroyum í oktober.
– Hetta er nú blivið til
tvey skip, sum standa á
skipasmiðjuni í Vigo, og eg
haldi, at skipini síggja gott
út, sigur Olaf, sum var í
Spaniu fyri góðari viku
síðan.
Beta letur tveir nýggjar
trolarar bygga í Vigo, sum
koma inn í fiskiskipaflotan
fyri tríggjar av gomlu
Cuba-trolarunum. Enn er tó
ikki avgjørt, hvørji skip
fara úr flotanum, og heldur
ikki er alment kent, hvør
skal føra nýggju trolararn-
ar. Nøvn eru nevnd, men
Olaf vil ikki vátta nakað
enn.
Størri veiðiorku
Nýggju trolararnir eru 37-
38 metrar langir og 9,5
metrar breiðir. Cuba-trolar-
arnir eru tað sama til longd-
ar, men 1,20 metur smalri.
Gomlu skipini hava eina
maskinu, sum er 1200 hk.,
meðan maskinan á nýggju
skipunum er 1305 hk.
– Nýggju skipini hava
størri veiðiorku enn tey
gomlu; tí fara trý skip úr
flotanum fyri tey bæði
nýggju.
Olaf vísir á, at veiðiorku-
talið er samansett av brottu
tonsum og hestamegi, og í
hesum førinum merkir tað,
at trý skip mugu út fyri tey
bæði, sum koma inn í flot-
an.
Maskinverkstaðurin,
FJM í Runavík, skal gera
arbeiðsdekkini á nýggju
trolarunum, eitt nú pavnar,
bond og annað. Hetta ar-
beiði verður gjørt í Føroy-
um, og síðan fara menn hjá
FMJ niður til Vigo at seta
arbeiðsdekkið upp.
Gott tekin
Olaf Olsen sigur annars, at
fiskiskapurin hjá teimum
átta Cuba-trolarunum hev-
ur verið hampiliga góður í
vár, tó ikki heilt so góður
sum í fjør vár.
– Tað hevur viðrað nógv
verri í vetur enn í fjør vetur.
Vit hava ikki havt nakað
serligt harðveður, men tað
hevur verið keðiligt fiski-
veður ein stóran part av
vetrinum og várinum, sigur
reiðarin.
Spurdur,
hvat
hann
heldur um, at upsin, sum
skipini fáa, er so smáur,
sigur Olaf Olsen:
– Tað er rætt, at upsin er
heldur smáur, men hann var
eisini smáur í fjør vár. At
nógvur ungur fiskur er til,
taki eg ikki sum nakað ringt
tekin, sigur reiðarin at
enda.
Vænta skipini heim í oktober
Ein tíma eftir, at
Sjóbjargingarstøðin,
MRCC-Tórshavn,
fekk fráboðanina um
skaðan, var tyrlan hjá
Atlantsflogi á leiðini
og flutti mannin
beinleiðis á
Landssjúkrahúsið
ARBEIÐSSKAÐI
Vilmund Jacobsen
Ein blaðungur maður fekk í
vikuni álvarsligan skaða í
høvdið umborð á norska
svar tkjaftaskipinum,
Hargun. Maðurin bløddi
illa, og tørvur var á at flyta
hann á sjúkrahús beinan-
vegin.
– Vit fingu fráboðanina
mikumorgunin, 17. apríl kl.
11.00, sigur Sjóbjargingar-
støðin, MRCC-Tórshavn í
tíðindaskrivi.
Hargun, ið er av sama
skipaslag, sum Christian í
Grótinum, var staddur einar
107 fjórðingar í ein útsynn-
ing úr Akrabergi, tá ið
óhappið hendi.
– Skiparin á Hargun varð
ígjøgnum Tórshavn Radio
settur í samband við Lands-
sjúkrahúsið til tess at
greiða lækna frá støðuni,
sigur Sjóbjargingarstøðin,
sum hevur til uppgávu at
samskipa leiting og bjarg-
ing í føroyskum sjóøki.
MRCC-Tórshavn
bað
tyrluskiparan hjá Atlants-
flogi gera BELL 412 tyrl-
una út til at fara eftir mann-
inum. Síðan kunnaði Sjó-
bjargingarstøðin Tjaldrið,
løgregluna,
Færøernes
Kommando, Landssjúkra-
húsið og flogvøllin um
støðuna og kannaði eftir,
hvørja útgerð tyrlan skuldi
hava við sær út til svart-
kjaftatrolaran.
– Síðan sendu vit tyrluna
avstað, sigur MRCC.
Og skjótt gekk, má sig-
ast, tí longu um middags-
leitið var tyrlan hjá Hargun.
– Í samskifti við vakthav-
andi lækna á LS varð avrátt
av flúgva mannin beinleiðis
á Landssjúkrahúsið, har
hann nú er innlagdur og liv-
ir eftir umstøðunum væl,
sigur Sjóbjargingarstøðin.
Arbeiðsskaði
Sosialurin royndi at fregn-
ast hjá MRCC, hvat veru-
liga hendi unga fiskimann-
inum umborð á Hargun,
men tað høvdu teir ikki
fingið at vita.
– Okkara uppgáva var at
fáa mannin undir lækna-
hond sum skjótast, og tað
eydnaðist
tíbetur
bæði
skjótt og væl, sigur MRCC.
Sum skilst, varð norski
fiskimaðurin
raktur
av
einum arbeiðsskaða, sum
endaði í øllum góðum.
Fekk skaða í høvdið umborð á svartkjaftaskipi
Enn hevur P/F Beta ikki
endaliga avgjørt, hvørji skip
fara úr flotanum fyri
trolararnar, sum felagið
byggir í Spaniu. Heldur ikki
er alment kent, hvørjir
skipararnir verða. Í báðum
førum eru nøvn nevnd, men
enn vil reiðarin, Olaf Olsen,
ikki vátta nakað í hesum
sambandi
Ein tíma eftir, at MRCC-Tórshavn fekk fráboðanina um arbeiðsskaðan umborð á norska
svartkjaftaskipinum, Hargun, var tyrlan hjá Atlantsflogi á leiðini og kundi flyta mannin á
Landssjúkrahúsið. Í gjár livdi maðurin væl eftir umstøðunum.
Lærarafelagið noktar
limum sínum at røkja
serstovur og amboð í
fólkaskúlanum. Hetta
hevur við sær, at einki
tilfar verður keypt
inn til hesar læru-
greinarnar. Úrslitið
er, at næmingarnir
ikki fáa nøktandi
undirvísing í teimum
handaligu lærugrein-
unum og mugu bara
sita hendur í favn
FÓLKASKÚLIN
Stefan í Skorini
Handaligu lærugreinarnar í
føroyska
fólkaskúlanum
liggja í dvala. Orsøkin er, at
einki nýtt tilfar verður
keypt inn. Endin er sjálv-
andi, at einki tilfar er eftir
tá avtornar.
– Tað, sum hendir nú, er,
at tilfarið gongur undan í
teimum handaligu læru-
greinunum, har vit skulu
keypa nógv inn, sigur
Jógvan Martin Mørk, vara-
skúlastjóri í Eysturskúlan-
um. Hann ásannar, at undir-
vísingin ikki fer fram, sum
hon eigur, og hesum kann
skúlin ikki liva við.
Hetta rakar serliga tær
handaligu breytirnar, sum
næmingar í 10. flokki hava
tveir dagar um vikuna.
Einki tilfar er eftir, og tí fáa
næmingarnir onga veruliga
undirvísing í hesum læru-
greinunum.
Vit frætta frá fleiri næm-
ingum, ið ganga á teimum
serligu handaligu breytun-
um í Havn, t.d. hand-
arbeiðs- og listabreytunum,
at næmingarnir í fleiri før-
um bert sita og trilla tumlar
ella sita hendur í favn, tí
einki tilfar er at arbeiða við.
Tað rakar tó ikki bert
breytirnar, men allar handa-
ligar lærugreinar í øllum
fólkaskúlum kring landið.
Niels Nattestad, skúla-
stjóri í Venjingarskúlanum í
Havn, ásannar, at tilfarið
minkar so hvørt. Hann fílist
tó á framferðarháttin hjá
Lærarafelagnum í hesum
málinum. Hann ivast í, um
hetta er rætti mátin at hand-
fara málið.
– At leggja arbeiðið niður
rakar bæði lærarar og næm-
ingar hart, tí lærararnir
skulu framvegis undirvísa,
hóast einki tilfar er til taks,
og tað er sera strævið fyri
báðar partar, sigur Niels
Nattestad.
Hann leggur tó afturat, at
hann tekur undir við krav-
inum hjá Lærarafelagnum
um at fáa skipað viðurskifti
á hesum økinum.
Skúlastýrini vísa á
trupulleikan
Skúlastýrini í Tórshavnar
Kommunu hava gjørt vart
við trupulleikan. Fyri ein-
um góðum mánað síðan
sendu umboð fyri øll stýrini
í kommununi landsstýris-
manninum við skúlamál-
um, Óla Holm, eitt skriv.
– Støðan í skúlanum er
nú, at børn okkara ikki
kunnu fáa ta undirvísing,
tey hava rætt til og krav
uppá, stendur í skrivinum,
sum er dagfest 18. mars.
Víðari stendur, at skúlastýr-
ini vilja gera vart við, at
undirvísingin í fleiri læru-
greinum ikki er nøktandi.
Nú er ein mánaður liðin,
síðan skrivið kom lands-
stýrismanninum í hendi, og
støðan er versnað síðan tá.
Skúlastýrini taka ikki
støðu fyri ella ímóti nøkr-
um av pørtunum í málin-
um, men tey átala harðliga,
at málið viðvíkjandi røkt av
serhølum og amboðum ikki
er loyst enn. Tey heita á
myndugleikarnar um at
finna eina loysn á trætuni.
Gamal trupulleiki
Elsa Birgitta Petersen, for-
maður í Føroya Lærarafel-
ag, sigur, at felagið noktar
limum sínum at røkja ser-
stovur og amboð, fyrr ein
skipan er sett í verk fyri
savnsrøktirnar. Orsøkin er,
at hetta málið hevur ligið á
láni í fleiri ár.
– Málið um savnsrøktirn-
ar stavar frá 1977, tá lands-
stýrið og Lærarafelagið á
fyrsta sinni avtalaðu at fáa
eina skipan setta í verk. Vit
hava eisini gjørt avtalur
bæði í 1999 og 2000 um at
fáa viðurskiftini í rættlag,
men einki er hent. Ikki fyrr
enn vit blokera uppgávurn-
ar til próvtøkurnar í summ-
ar, tástani vakna myndug-
leikarnir, sigur Elsa Birgitta
Petersen.
Samráðingarnar millum
Lærarafelagið øðrumegin
og Mentamálastýrið, Fíggj-
armálastýrið og Kommunu-
samskipan Føroya hinu-
megin fóru í gongd miku-
dagin, tá partarnir avtalaðu,
hvussu
samráðingarnar
skulu fara fram.
Eingin ivi er um, at hetta
er ein stórur trupulleiki,
sum má loysast beinanveg-
in. Næmingar og foreldur
vísa á, at støðan er ótolandi,
og skúlastjórar gremja seg
um vantandi tilfar.
Olaus Jespersen,
deildarstjóri á
Fólkaskúladeildini í
Mentamálastýrinum,
sigur seg ikki skilja,
hví einki tilfar verður
keypt inn. Hann vísir
á, at hesum hevur
skúlastjórin ábyrgd-
ina av hesum, og
hann kann tí keypa
inn
FÓLKASKÚLIN
Stefan í Skorini
– Sum eg havi skilt málið,
so hava lærararnir boðað
frá, at teir nokta at gera
arbeiði, sum teir ikki eiga
at gera. Eg skilji ikki, at
hetta hevur við sær, at einki
tilfar verður keypt inn.
Hann vísir á fólkaskúla-
lógina, sum greitt sigur, at
skúlastjórin hevur fyrisit-
ingarliga og námsfrøðiliga
leiðsluna í skúlanum. Stjór-
in kann tí syrgja fyri, at til-
far verður keypt inn til tær
ymsu lærugreinarnar.
– Tað skuldi ikki verið
nakar trupulleiki, at lærarar
hava lagt hetta arbeiðið nið-
ur, tí leiðslan hevur ábyrgd-
ina av innkeypum og ikki
lærararnir.
Tað eru sostatt skúla-
stjórarnir, ið leggja arbeiðið
niður, um teir ikki keypa
inn.
Fáa ikki gjørt alt
Hanus Joensen, skúlastjóri
í Tórshavnar kommunus-
kúla og formaður í skúla-
leiðarafelagnum, ásannar,
at stjórin hevur alla ábyrgd-
ina av virksemi skúlans.
Hann vísir tó á, at ein
skúlastjóri ikki kann vera
við í øllum virksemi. Ein
skúlastjóri býtir uppgáv-
urnar út til lærararnar, sum
síðani fremja tær í verki.
– Vit kunnu ikki fara at
keypa inn til allar læru-
greinarnar, har einki tilfar
er eftir. Vit hava ikki nóg
gott innlit til tess, tí tað eru
lærararnir, sum vita ná-
greiniliga, hvat skal keyp-
ast. Vit kunnu tí einki gera í
hesum
málinum,
sigur
Hanus Joensen.
Samráðingarnar millum
partarnar um savnsrøktina
eru farnar í gongd. Men so
leingi eingin sáttmáli er
undirskrivaður,
verður
einki tilfar keypt inn til
undirvísingina, og serliga
handaligu lærugreinarnar
eru hart raktar.
Olaus Jespersen leggur
afturat, at hann væntar, at
partarnir kunnu samráða
seg fram til eina semju, og
at ein loysn verður funnin.
Hann sigur, at partarnir
hava víst góðan samráðing-
aranda, og tí hevur hann
góðar vónir.
Tilfar gongur undan í Fólkaskúlanum:
Næmingar sita hendur í favn
Tilfar er við at ganga undan
í teimum handaligu
lærugreinunum í
fólkaskúlanum. Smíðstovan í
Kommunuskúlanum stendur
so symbolskt tóm.
Næmingarnir fáa ikki nóg
mikið av tilfari at arbeiða við
Mynd: Jens Kr. Vang
Skúlastjórin hevur ábyrgdina
Olaus Jespersen, deildarstjóri á Fólkaskúladeildini í Menta-
málastýrinum, heldur ikki, at tað skuldi verið nakar trupulleiki,
at lærarar ikki vilja røkja serstovur og amboð
C
M
Y
K
9
8