Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-03-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. mars 1955síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 13 Harufelagið. Nú er ein teskan og tutlan, ein slotan, spyrjan og gitan í urðum og undir homrum, á flotum og í brekkum. Menn hava stovnað haru- felag; men harurnar vita einki um hetta, annað enn tær hoyra sum slatur, og mangar teirra illa við, sum ein og hver kann ætla. Av tilviljum spældi lagnan okkum í hendi ein korrespondanca millum eina harugentu og ein harudrong. Hóast okkum ikki er veitt loyvi til tess, loyva okkum at prenta upp aftur hesi brøv so við og við: | eru vit Grækarismessudag — Góði Mortan! | Ja, eg veit ikki reiðiliga, hvussu eg skal fáa byrjað; tí hetta verður íkki eitt av teim vanligu brovunum. Sum tú kanska longu hevur lagt til merkis, skrivi eg íkki annað enn „góði“ hesa ferð, og tað hevur — sum tú fær at síggja — sína orsøk. Tað er ikki tí, at eg ikki eri góð við teg longur; nei, Mortan, góðasti, tað mást tú endiliga ikki trúgva. Men eg må við hesum brævi siga tær, at tú íkki longur skalt rokna teg fyri at vera trú- lovaðan við mær. Ja, nú er tað sagt. Sjålvt um eg skilji, hvussu tungt, ja beinleiðis katastrofalt tað má falla tær at missa meg, so vóni eg tó, at tú ikki tekur tær tað alt ov nær, id hvussu er ikki so nær, at tú vid vilja ekur teg upp at einum byrsumúla. Tú hevur kanska hoyrt, at menn suð- uri í Havn hava stovnað eitt harufelag? Æltanin við hesum felag er at økja um haruna her á landi og at gera „slagið“ betur — foredla rasuna, sum teir síga har suðuri. Hetta má sigast at vera eitt vakurt endamál, og eg havi tí funnið útav, at eg skal tekna meg inn í hetta felag. Ætlanin er at flyta inn haru úr Noregi. Slagið skal vera so nógv betur har enn her. Og tú skilur væl, góði, at eg kenni tað sum eina skyldu at verða við til at skapa eina sterka. heilsugóða haruætt, ið íkki doyr í naglakulda fyri tí fyrsta heglingsskúrinum. Ber tí yvir við mær, góði; men eg má gera hetta, | tí eg kenni tað sum eitt kall at verða | við til at bjarga haruættini undan ti, | teir nevna degenerasjón. Nú havi eg ikki stundir at tí eg má fara at „snolla“ sindur upp. Ein kann jú hverja vænta at møta einum smørtum norskum harugutti her í Urðini — åh dú, åh dú sum lívið er romantisk. »Gamle Norge, stol på dine gutter, ja! skriva meir, | eitt løtu meg Vinalig heilsan frá tíni eks.-gentu Harulinu. Skattalistin. Tað verður her gjørt kunnigt, at skattaálíkningin fyri Tórshavnar | kommunu fyri skattaárið 1955—56 ; er til skjals í býráðssalinum frá 25. mars til 4. apríl í ár, báðir dagar íroknaðir, frá kl. 11 til 13 og frá kl. 15 til 17. Í Klagur yvir skattaálíkningina mugu verða sendar nevndini skriv- | | liga innan tann 7. april í ár. hin 22. mars 1955. Un 16 ára aldur, ynskist beinan g genia, < um 15 hjålp i handli i Havn (einans fyrrapartin). Bræv mrk. »Handilshjålp« verður vegin sum at senda blaðnum. ! i Í Tórshavnar likningarnevnd, | | Í 1 { Í FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Skipaútgerð Lanternur | Bátatangar | Bensintangar Grýtur Ketlar Vit hava annars alt sum skipinum krevst til matgerð og borðreiðing — eisini SHELL-gass. P-F. MARIA POULSEN & CO. TELF. 2000 — 2001 Tórshavn. Allir hesir lutir og fleiri | eru gjørdir á verkstað | okkara. | Styðjið foroyskt virki! | Tórsgeta 10 Telgr.-adr.: Blikk (IBIZA) á goymslu. Tlf, 24 & 111. SALT CO. | Telegr.-adr. NORTHSALT, Tvøroyri. | NORTH ATLANTIC Skipafelagið Føroyar TELEFON 1225 Tórshavn GRÓT OG SKERVUR Øll, ið vilja keypa skerv ella grót, eiga at venda sær til kommunukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðs- manni fyri kommununa. FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA FÆRØSK MARGARINE | Í Vita No í | VITAMINISERET FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT Føroya Bjór i ØL - og MINIRALVATNSVIRKI Føroya Citron sodavatn 3: Appelsin limonada | I ilsnar Hindber limonada | Jørdber limonada Ekta Maltøl. EINAR WAAG, Klakksvík — MÅLTRÅDUR 4 Vanillie limonada Áppolinat is Lýsið í SOSIALINUM! ” | | + av 26. MARS 1955 fr MARS 1955 S. M. T. M. H. i 2 3 67 8 9 10 13 14 15 16 17 20 21 22 23 24 2 | 27 28 29 30 3l AT MINNAST TIL: MÁNAÐSTOÐURNAR: 30. Fyrra kvarter 28. Foðingardagur drottningarinnar UR HVALBA Sunnudagin 20. framførdu skóta- liðið á Tveroyri væl- eydnaða »kabarett« her. Kabarett- in var fjølbroytt. Byrjað við einari opratión, síðan sjónleikurin >Mýrifólkinik og Mervin Dimon vísti gandakynstur. Síðani Jonna Mikkelsen og Johan sonsen við undirspæli av Birgith Hestoy ástar- og sjómannssangir. Hesir sangir vóru sera hugtakandi sungnir. Sólbjørn Olsen las upp. At enda sungu øll yTú altfagra land mítt<. Ein sera væl framførd kabarett var at enda komin. Tað er ikki hvønndagsverk, at síggja kabarettir í Hvalba; teir leikandi skulu tí eiga stóra tøkk, at tey vitjaðu norður higar, »Dråttur«, ið hevur verið í Havn til umvelingar, er nú komin suður aftur, og verður nú gjørt til at fara eystur eftir møguliga í hesi viku. Nakrir menn hiðani fara við enskum trolara og tveir við nýggja trolaranum »Boston Fury«, eina sera var »Køstaskodarar- nakað sungu Sam- Nir<. Tíðindamaður. 2=| KVINNAN |=s TÅ ID HITIN KEMUR Mjólk, smør og ostur smakka ikki væl, tá ið tey eru flógv. Hartil kemur, at vitaminirnar halda sær illa í fløvanum. So er at verja móti hitanum: Mjólkin kann haldast 5—7 hitastig undir stovuhita, um mjólkafloskan verð- ur ballað inn í eina váta avís ella vátan glasklút og sett í gjóstur. Smørid verður lagt í eina glasskál, sum verður sett í eina porøsa leiðurskál við vatni (ein urtapottur tváaður í vatni og holvdur niður í eitt vatnfat ger somu nyttu). Osturin goymist best, hann verður væl ballaður inn í ein plasticposa. Bið um eitt petti av staniol, tá id tú keypir ost. Legg staniolid á, har osturin er skorin, áður enn hann verður latin niður í plasticposan, ið má vaskast av og á fyri ikki at lukta. um LÍVSINS LITUR Hin reyði liturin er lívsins egni litur, sigur Dior. Hann lívar upp. Er ein íkki heilt ungur, er tann myrkareyði líturin bestur, heldur mótakongurin. Annars dámar honum svart sera væl. Hesin liturin hóskar bæði fyri tær ungu og tær eldru. Hvat viðvíkir neglunum, so dámar honum, eins og flestu mannfólkum, tær ljósareyðu best. Orðlokini viga tungt, tá tey síga, at ringt er at finna ein láorðað kvinna. Nøkur halda høsn. Onnur halda kjaft Hin seinra lenar seg ofta best.