Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-03-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. mars 1955síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

26. MARS i958 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Utgevari: FØROYA JAVNADARFLOKKUR |} Blaðstj.: Villi Sorensen. Box 76. PRENTSMIÐJAN Á HEYGSBREYT TELF. 1820 Góði Tummas, frændi! Mær er frægd at skifta orð við teg um móðurmálsspurningin, und- irvísingar- og aðrar skúlaspurning- ar. Men hví ber avbjóðing tín merki av ósakligum hugi? Hatta, at tú tveitir mær fyri at hava breggjað av alski mínum og verju av foroyskum máli, ber eitt farr av briksli. Og briksl, Tummas, er ringt grundarlag fyri sakligum orða- skifti. Men eg fari at tola tað ella bera yvir við tí og kortini skoyta nuk- ur saklig orð til títt opna bræv til mín. Tú leggur mær við at svara tær í 14. Septembir. Hví? Er tað so, at tær er andstygd at lesa tað sosialistiska blaðið Før- oya Sosial-Demokrat ? Haldið tað kundi verið rímiligt, at tú setti fram spurningar tínar í tí blaði, sum mær er til handa, og sum eg havi eitt orð uppi í við. Viðvíkjandi stoðu míni til móð- urmálsspurningin haldi eg, at tú, Tummas, hevur ongan rætt at brigsla mær breggj. Mítt starv fyri móðurmálið inn- anfyri skúlagátt, í politikki og úti millum maana gevur mær rætt at afturvísa speirekan tína og illgitan. Og so vóru tað hasir pedago- gisku og undirvísingarligu spurn- ingarnir móðurmálinum viðvíkjandi. At byr'a tíðliga at læra mál. Veit tað Tummas, at skúlafroðing- ar hava hildið og eru enn mangir, ið framvegis halda, at barnið helst eigur einans at læra og nýta móð- urmálið tey fyrstu skúlaárini, áðr- enn byrja verður við fremmandum málum, og lat meg viðganga, at eg sum ungur, óroyndur og bernum ókunnugur í praktiskum skúlaar- beiði eisini helt, at henda hugsan og stóða eyðsæð mátti vera tann beina. At flokja barnaheilan og sinnið inn í ein babyloniskan orða- leik frá ymsum londum mátti falla barninum ovboðið. Men lívið lærdi meg annað við- víkjandi barnsins evnum at nema og læra mál. Lat meg siga soguna, sum hon er: Átti dóttur, ið varð sjúk um 5 ára aldurin. Hon mátti niður. Varð burturi í hálvt ár. mikukvøldid 30. mars Gjøgnum svenska felagið apríl. Tann, ið hevur áhuga, 1. juli. Hóast hon ikki dugdi orð av donskum, taladi hon danskt sum nakað Keypmannahavnarbarn, tá ið hon kom aftur. Í einans !/, ár at hava lært orða- far og úttalu av fremmandum máli! Ótrúligt! Omøguligt fyri eitt eldri menniskja ! Ásannanin varð so tann, at barn- ið hevur nógv lættari við at læra orðafar og úttalu í fremmandum málum enn vaksin. Og jú yngri barnið er, tess storri tykjast evnini hjá tí at vera uttan stríð og baks at ogna sær fremmand mál. Hví so er, eru aðrir betri fyri at greiða enn eg. Tó, so er veruleikin. Men tað er kanska eingin gáta; er kanska bara so einfalt, at mannaheilin hevur størri evnir at taka til sin, jå yngri hann er. Frá teirri tíð havi eg sum skúla- lærari hildið, at barnið byrjar onga- „MÝS OG MENN“ Sjónleikur í trimum pørtum eftir JOHN STEINBECK verður framførdur leygarkvøldid 26., sunnukveldið 27., tyskvøldid 29., og Øll kvøldini kl. 8. Atgongumerki å 3,50 kr. verda at fåa til øll kvøldini i Sjónleikarhúsinum kl. 12—2 og kl. 6—8 hvønn dag. (Sunnudagin tó bert kl. 6—8). Program 50 oyr. Ikki fyri born! Frípláss til búnaðarskúla. biðist venda sær til Norrona felagið i Føroyum, Tórshavn, beinan vegin. LISTAFRAMSYNING Listafelag Føroya fyrireikar aftur í ár framsýning í fimleika- hell realskúlans í Havn á komandi Ólavsveku av málningum, tekningum, skurðmyndum og høggmyndum. Tey, sum vilja vera vid mugu áðrenn 15. juni siga undir- ritaða frá, hverjar lutir, tey ætla at senda (við tilskilan av navni og eigara ella prísi á hverjum einstakum luti). Lutirnir sjálvir mugu vera sendir undirritaða í seinasta lagi | Nevnd felagsins tekur sær rætt til at meta um, hverjir av teimum innsendu lutunum sleppa vid, og felagið tekur 509 av ti, sum selt verður, til gjald av útreiðslum. Á Ólavsveku hittist í Havn nøgd av fólki, bæði hiðani úr oyggjunum og úr útheiminum, og hevur tað tí stóran tydning fyri okkara umdømi, at foroysk listafólk royna at gera teirra besta. LISTAFELAG FØROYA H. D. JOENSEN, landslækni »Norden« er svenskum búnaðarskúla til føroyskar dreingir. FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR SJONLEIKARHUSID Telefon 1231 leygarkvøldid 2. apríl. boðið 8 frípláss á Skúlin byrjar 24. STJÓRNIN formaður tíð ov tíðliga við at læra mál í skúlanum. Og tað er mín roynd, at tað ampar eitt yngri barn minni at fáast við tvey mál ísenn enn eitt eldri barn. Ég havi altíð byrjað við donsk- um og føroyskum á jøvnum feti í fyrsta klassa við líka tímatali. Tað hevur ikki nervað barnið at læra bæði málini. Tverturímóti. Mær hevur tað roynst soleiðis, at hesin undirvísingarháttur hevur framt lærdónin í bndum málunum so væl, at barnið við árslok dugir ' føroyskt ella danskt líka væl, sum um tað hevði verið undirvíst bara í viðkomandi eina máli. Tað er jú ein royndur lutur, at undirvisingin í tí eina málinum eisini fremur og lættir um at læra onnur mál. Hetta ræður serliga við- víkjandi lærdómi í norðurlendsk- NR. 13 um málum. Her er jú orðatilfarið tað sama. Fléstu orðini hava somu rót og uppruna, eru skyld og sip- ast hverjum ødrum frá einum brødralandi til annað. Setningsbygningurin. Viðvíkjandi bending, úttalu og setningsbygningi er munur. Hvert málið hevur fingið sítt snið og vakstrarlag. Men flestu orðini eru sum sagt tey somu, og fyri ein part ell1 í mongum syftum er setningsbygningurin tann sami í teim norðurlendsku málunum, har- undir føroyskt og danskt. Meiri enn hetta er heldur ikki sagt í Folkeskolen. Er tað rætt at hava sama tímatal í foroyskum og donskum? Tímatalið eigur at avgerast so- leiðis sum neyðugt er fyri at læra málini væl. 5—6 tímar um vikuna í hverj- um av málunum hevur roynst væl. Móðurmálið er høvudsmålid hjá okkum sum hjá øllum tjóðum. Men danskt skal lærast væl og virðiliga. Hetta er skrásett, eisini hvat ið viðvíkjur skúla okkara. Skúlin hevur sína uppgávu mál- inum viðvíkjandi. Men hann orkar ikki einsamallur at geva tí lívs- megi og góða lagnu. Stoða einstaklingsins uttan fyri skúlan hevur almikið at týða. Hansara alskur til móðurmálið „roynist á, hvussu hann málber seg í talu og skriving, og í, hvat ið hann annars ger til frama fyri foroyskt andslív og mentan. Móðurmálið hevur vunnið sín rætt. - Nú stendur á mær og tær — á fólkinum, um okkara máli og mentan er lív lagað. Her fílist mær á, tíverri. Við heilsan Pætur. BOKUR Bókatíðindi frá Gyldendal. Út er komið lítið hefti við stuttum frá- søgnum um tær bokur, forlagið Gylden- dal hevur givið út og gevur út í hesum hálvári. Her finnast mangar nýggjar bokur, men flestar eru uppafturprent. Tað er íkki lætt í einum stuttum um- mæli at velja tað besta burturúr; men vit kunnu nevna, at her eru bøkur av t. d. Blicher, Broby-Johansen, Dons, Eliot, Freuchen, Gunnarsson, Martin Hansen, Kipling, Hans Kirk, Laxness, Andersen-Neksø og 2 av Steinbeck. Vit finna eisini William Heinesen millum hesar bókaútgávur. Hann hevur gjørt eitt úrval úr yrkingum sínum frá unglingaárunum, og hetta úrvalsrit, ið kemur út ein av teim fyrstu dogunum, hevur fingið eitt sera gott ummæli av forlagnum. 150 ára minningardagur H. C. Ander- sens verður 2. ápríl, og er tað tí sjálv- f sagt, at Gyldendal millum útgávur sínar hevur eitt av ævintýrum hansara. Tað til „Den grimme ælling" prentað vid vøkrum litmyndum. Fróðskaparrit. 3. bók er nú at fáa í bókabúðunum. Limir felagsins fingu hana á ársaðalfund- inum. Í hesi bók eru greinir eftir Arn- bjørn Mortensen, Chr. Matras, R. K. Rasmussen, Ingimar Óskarsson og Leif Dahl. +