leygardagur 9. apríl 1955síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 15
FØROYSK
FRAMLEIDSLA
Henda grein varð
okkum til síðsta blað,
hon kom okkum tíverri ov
seint í hendi til at kunna
koma við tá.
send
Í »Dagbladnum« nr. 24 verður
sagt frá ymiskum stovnum, sum í
felag hava lagt skriv inn á ting,
um at lata foroyska framleiðslu fáa
frammihjárætt í vissum forum. Tað
skal við tað sama verða sagt, at
tað er ógvuliga gleðiligt at síggja,
at allir, ið strevast vid føroyskari
framleiðslu, vilja krevja av Før-
oya legtingi, at tað tekur sær um
reiggj at skipa so fyri, at foroysk
framleiðsla skal hava frammihjárætt
fram um útlendska, hvat slag hon
so enn umfatar. Nú er eftir at
síggja, hvat lagnu ið henda lands-
ins týðandi áheitan kemur at fáa
av okkara háttvirdu tingmonnum.
Tað mátti verði uppá tíðina nú
hjá okkara fólkavalda tingi at
fatað, hvat ið betur er bæði fyri
land og fólk — at økja um før-
oyska framleiðslu og harvið spara
útlendskan valuta — ella hin vegin,
at drepa alt tað, ið føroyskt er,
og samstundis minka um arbeiði
hjá landsins egnu íbúgvum og so-
leiðis koma okkara landi og fólki
í svára peningakreppu av skilaleys-
um handilspolitikki. Gamla Dimma
boðaði frá nakað herfyri, at vit
høvdu eitt valutaundirskot uppá
9,6 mill. kr., og skyldaðist hetta
einamest av ti, at vit høvdu flutt
inn í dýrum dómi av verum, sum
vit sjálvir hava í hópatali av, sum
t. d. kol. Tað nýtist ikki nakar
figgjarfrødingur til at siga tað, at
skal eitt samfelag skipast á einum
haldgóðum og uppbyggjandi grund-
arlagið og harvið trívast, so er tað
fyrst og fremst av ellum neyðugt
at royna at økja um alla innlend-
ska framleiðslu, sum kann geva
arbeiði til nógvar hendur og har-
við hava peningin í landinum, í
staðin fyri at royna soleiðis at
keypa í stórum tali av vorum, sum
landið sjálvt kann framleiða, og
drepa landsins egnu framleiðandi
kreftir — slíkt er jú vituligt, at
tað er at kollsigla samfelagið.
Tað eru nógvar verur, ið kunna
framleiðast í landinum sum kunna
spara okkum ómetaligt av útlend-
skum peningi, um tær verða allar
nýttar. Tað er at vóna, at okkara
háttvirdu tingmenn koma at geva
hesi áheitan góða og sámiliga við-
gerð, soleiðis at hon kemur at
verða allari føroyskari framleiðslu
ai gagni í framtíðina.
Vónandi verður okkurt gott at
spyrjast í hesi tingsetu, so at okk-
ara tingmenn ikki koma aftur sum
av torvheidum.
Tað, at velja menn á ting
bert at dýkja fólk undir meira og
meira toll fyri hverja tingsetu —
tað er lítið at rópa fyri.
Neyðars fátæka fólk, ið má knógva
undir skatta- og tollokinum.
D. J. Sørensen.
inn
hurra
men '
SOSIALURIN
| Sosialistiskur uppbyggingarpolitikkur
mótvegis afturhaldspolitikki
borgarligu
Framhald
Vanlukkutryggingin.
Ferð eftir ferð hava javnaðar-
menn reist málið um at tvífalda
skaðabeturnar frá Vanlukkutrygg-
ingini eins og gera aðrar neyðugar
broytingar. Tað hevur altíð verið
felt. Nú hevur tjóðveldisflokkurin
reist hetta uppskot av nýggjum.
Munurin á teirra og okkara upp-
skoti er, at meðan javnaðarmenn
altíð hava sagt, at Tryggingarsam-
bandið og landskassin skulu bera
allan tann kostnaðin, ið trygging-
argjøldini mugu hækkast, siga tjóð-
veldismenn, at tryggjararnir sjálvir
skulu bera allan kostnaðin. Av tí
at bæði fiskimenn og arbeiðarar
eru ovbyrjaðir við toll-, skatta- og
ødrum gjøldum, áttu vanlukkutrygg-
ingagjøldini ikki at verið hækkaði.
Men verða skaðabeturnar tvífald-
aðar, er hetta so stórur fyrimunur,
at tíkið má verða við tí,
ast kann á hesum sinni,
tað verður ófullfíggjað.
sjálvt um
Bankalagið.
Eisini
náttúru, at tað átti at verið lands-
ogn, so bankavinningurin óskerdur
kann falla tí almenna — fólkinum
ið vinn- |
bankalagið er av tílíkari |
| unum. Tað er hjá øllum javnaðar-
flokkanna.
lut. Yvirtøkuuppskotini frá
javnaðarmonnum hava ikki trotið,
men afturhaldið hevur ikki verið
til at vika hin mikli ágóði
bankanna skal falla bankspekulant-
unum í lut.
— 1]
Oljusølan.
Okkurt årid sigst vinningurin av
oljusøluni at vera komin upp í 1
milj. kr. Hetta er mikil vinningur
— t. v. s. privatvinningur. Oljan
hevur verid ov dyr eisini. Javnadar-
menn hava hildið fram, at fólkið
alt er um oljunytsluna, tí eigur
eisini fólkið alt hitt almenna
— at ognast vinningin. Tá kundi
annaðhvert prísirnir verið niður-
settir ella eisini vinningurin komið
fólkinum og vinnulívinum til góðar
á annan hátt. Men afturhaldið
hevur her, eins og alla aðrastaðir
— tænt nekrum fáum stórmonnum,
heldur enn at tæna fólkinum.
Skatturin.
Skattaórættvísið er stórt. Skatta-
skipanin ov gomul. Óneyðugt er
at siga, at hesi mikli brek harðast
raka tey við teim smærru inntøk-
monnum eitt hjartamál at koma
hesum brekum og hesum órættvísi
Keypið føroyska sápu og vaskievni
Grønsåpu (í leysum og í !/»kg. pakkum)
Rita stongsápu
Mjøll vaskievni
Rita såpuspønir
Teeo-vask (i fløskum)
R. A. skúripulvur
Soda
Nógv sløg av toiletsåpu, m. a.:
Mopa
Grena
Favorit
Okkara hondsápu
Barbersápu
Skókrem, svart og brúnt. Bonevoks, Hondreinsipasta.
Fabrikk OKKARA Tórshavn.
holl realskúlans í
tekningum,
Tey,
1. júli.
sum selt verður,
Á Ólavsveku hittist
okkara umdømi,
H. D. JOENSEN, landslækni
| LISTAFRAMSÝNING
Listafelag Foroya fyrireikar aftur í ár framsýning í fimleika-
Havn á komandi Ólavsveku av málningum,
skurðmyndum og heggmyndum.
sum vilja vera við mugu
ritaða frá, hverjar lutir, tey ætla at senda (við tilskilan av navni
og eigara ella prísi á hvørjum einstakum luti).
Lutirnir sjálvir mugu vera sendir undirritaða í seinasta lagi |
Nevnd felagsins tekur sær rætt til at meta um,
teimum innsendu lutunum sleppa við,
til gjald av útreiðslum.
í Havn nøgd av fólki,
oyggjunum og úr útheiminum, og hevur tað tí stóran tydning fyri
at foroysk listafólk royna at gera teirra besta.
áðrenn 15. juni siga undir- |
hverjir av
og felagið tekur 5 9/, av ti,
bæði hiðani úr
LISTAFELAG FØROYA
formadur
| 7 IE PR ER NO OF UTN DR SPD SÆLNSEEE KODE SORTE NO ØRBNCDA SDK. BESØG SI KASTI MEN BOSS FE
|
|
9, uu 2 APRÍL 1955 1955
til lívs. Tí hava javnaðarmenn havt
frammi fleiri uppskot um ein ser-
ligan stórmannaskatt. Við tí dýr-
tíðarviðgerðaruppskoti, ið javnaðar-
menn hava havt frammi, vildi allar
inntøkur undir 2300 kr. verið
skattafríar. — Frádráttarpeningurin
vildi verið hækkaður soleiðis, at
ein skattagjaldari við t. d. 6000
kr. vildi havt rætt til at drigið
3700 kr. frá inntøku síni. Inntøkur
omanfyri 6000 kr. — hvussu høg-
ar tær enn vórðu fingu heldur
ongantíð loyvi at draga meira frá
enn hesar somu 3700 kr. Tá vildi
allar stórinntgkurnar komið undir
eina skipan, hvareftir tær vildu
goldid fullhøgan og rættvísan skatt.
Men bæði hetta og mong onnur
rættvís skattauppskot javnaðar-
manna hava afturhaldsflokkarnir
kveistrað til viks. Småinntøkurnar
skulu órættvíst pínast eftir hvorjum
einasta oyra, meðan stérinntøkur-
nar sleppa fríar samstundis sum
stórmenn skalta og valta við teirra
skattauppgávu, sum teir sjálvir
vilja.
Har er munurin á kapitalistiska
og sosialistiska skattapolitikkinum.
Fólkatryggingin.
Eitt av høvudsendamålum javn-
aðarmanna hevur verið at fingið í
lag eina fólkatrygging umfatandi
ellistrygd, avlamistrygd, skaðatrygd,
einkjutrygd, barnatrygd, trygd móti
arbeiðsloysi o. s. fr. Fólkatrygg-
ingin skal umfata allar borgarar
samfelagsins uttan mun til innteku,
Fullfíggjað uppskot hevur flokk-
urin havt frammi um hetta, men
higartil hevur tað ikki eydnast at
vunnið ein meiraluta fyri hesum.
Afturhaldið hevur verið ov væl
mannað á tingið.
Ellisrentan.
Leingi bardust javnaðarmenn
einsamallir fyri at fáa í lag ellis-
rentuskipanina. At enda gingu aft-
urhaldsflokkarnir við til eina kryp-
ulsellisrentu. Ikki fyrr enn javn-
aðarmenn gingu saman við sam-
bandinum í landsstýrið, eydnaðist
tað javnaðarmonnum at fáa sam-
bandsmenn at ganga við til sina
munandi bøtan, ið eisini umfataði
avlamistrygdina. Her er vunnið,
men enn er langt á mál. Javnadar-
manna endamál - er framvegis at
veita teimum gomlu, sjúku, av-
lomnu, ja, øllum treingjandi full-
| høga trygd. Sosialu forsorgina mugu
vit fáa á hædd við tað, sum gald-
andi er í hinum Norðanlondunum.
Sjúkratrygdin.
Javnaðarmenn hava roynt at fingið
ymsar åbøtur her, men lítið hevur
borið til. Her er almikið at tríva
í. Fyrsti táttur má vera at veita
ollum íbúgvum landsins ókeypis
sjúkrahjálp og ók-ypis medisin. Í
dag ovurdýrt at vera sjúkur,
men læknahjálpina mugu vit hava
— og tá sjálvandi soleiðis, at hon
ikki verður nerva aðrar
góðar í tí einstaka heiminum.
Framhald.
Haldið Sosialin!
er
livs-