leygardagur 9. apríl 1955síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
9. APRÍL i955
SOSIALURIN
SOSIALURIN
Utgevari:
FØROYA JAVNADARFLOKKUR
Bladstj.:
Villi Sørensen.
Box 76.
PRENTSMIDJAN Å HEYGSBREYT
TELF. 1820
. ,
Frælsi — åbyrgd.
Undir hesum heiti hevur svenska
fráhaldsráðið sett í verk eina lands-
umfatandi propagandu fyri sjálv-
disiplin og fólka-fráhaldi. Brenni-
vínshandilin er vorðin fríur, so nú
ræður um at fyribyrgja teimum
vánaligu avleiðingum, ið ætlandi
vilja koma til sjóndar at byrja við.
Staturin hevur sett hóp av pen-
ingi í hetta upplýsingararbeiðið, ið
nú er sett í verk. Allar fólka-sam-
skipanir skulu luttaka. Filmur og
nýmótans reklamateknikkur verða
tikin í brúk. Alkoholspurningurin
skal lýsast frá medisinskum eins
væl og sosialum sjónarmiði. Og
alkoholforsorgin skal betast. Ein
hin stersti vandin er hitt sokallaða
»ungdomssuperiet«, ið er at finna
í ollum samfelagsstættum. Skúla-
ungdómurin er einki undantak,
tverturímóti. Viðurskifti, ið leggja
stóra ábyrgd á skúlan eins og
heimini.
Ræðandi reður og skriv hava
onga sjónliga ávirkan. Tað kann
vera freistandi at mála hin versta
upp á veggin; men ein kemur onga
leið við at nýta negativ virkisam-
boð. Tað eru bara tey positivu, ið
hava nakra ávirkan.
Menniskjan má kenna seg frælsa.
Hetta gildur fyrst og fremst tey
ungu. Tí megu tey varnast alt tað,
ið bindur og ger tey ófræls, hvat
teir gomlu drykkjusiðirnir so ofta
enda við. Ungdómurin má heldur
ikki ganga leiðir, sum tey eldru
hava slóðað; men heldur sína egnu.
Okkara tíð hevur so nógv at bjóða
av ødrum fjølbroyttum møguleik-
um, id kunnu hugtaka hitt unga
sinnid, at alkoholid ikki eigur at
verda so avgerandi.
Vid frælsi fylgir åbyrgd — yvir
fyri sær sjålvum eins væl og ødr-
um. lkki ein ábyrgd, ið kennist
sum ein tvingsul, men heldur sum
Frælsið í einum de-
mokratiskum landi er treytað av
solidariteti og felagsskapi. Tann
ótryggleiki, tað vesældømi og tað
offur, ið alkoholisman hevur við
sær, er tí eitt mál, ið viðkemur
ollum. Hver einstakur eigur tí eftir
fyrimuni at gera sítt besta fyri at
nøra um røttu uppfatanina av ti
frígeringararbeiðinum, ið her liggur
fyri.
Fremsta mál er at venda fólka-
hugsanini: at fólkið, og tá fyrst og
fremst ungdómurin, skal fata, hvat
ið her leikar á. Tá vilja fólk vísa
virðing fyri teimum avmarkingum,
ið altíð vilja
band við rúsd
eini rættindi.
vera neyðug í sam-
kaspurningin, ann-
aðhvert ein er samdur við teimum
ella ikki.
Praktisk tiltok eru eisini av
størsta týdningi, serstakliga við
endamálinum at gera frítíðina so
ríka og nyttuga sum gjørligt. Dám-
urin í øllum lupplysingararbeidinum
má gerast friskari og ljósari. Hetta
ar nakað, ið serliga limirnir í frá-
haldsrørsluni eiga at leggja sær í
geyma.
Einans fult frælsi, sætt og væl
skipað upplýsingararbeiði kann
loysa rúsdrekkaspurningin til fulnar.
Arbeiðsins vigvøllur.
Tap av mannalívum og materi-
ellum virðum í bardagatíðum ella
av náttúrhendingum kunnu skaka
okkum. Vanlukkur, sum henda í
dagliga arbeiðslívinum, eru ikki so
heilt óvanligar, men tær skaka
okkum ikki á sama hátt.
Úr Noreg verður sagt, at har
henda 100.000 arbeiðsvanlukkur ár-
liga. Hitt beinleiðis framleiðslu-
tapið av hesum er 300 milj. kr.
Leggur ein heraftrat tey minkaðu
arbeidsevnini, sjúkrahjálp og tær
négvu útreiðslurnar, ið heimini
mugu bera, kemur hin samlaði
missurin upp í 500 milj. kr. Aftrat
hesum koma so tær ávirkanir, ið
hin skaddi og hansara familja má
bera. Nógvar meður og bern sita
ofta eftir við ongum.
Arbeiðsvanlukkur verða altíð at
henda. Fiskimenn og sjómenn eru
altíð í vandafullum arbeiði. Eisini
arbeiðarar uppi á landi eru ofta í
slíkum arbeiði, at vandin fyri van-
lukku er til staðar. Tað finnst valla
eitt yrki, har ikki vandi fyri lívi
og limum er til steðar í vissum
forum.
Við góðum atgerðum kunnu
hesar vandaumstødur í flestu forum
minkast niður í lítið og einki. Ar-
beiðstíðin hevur ovurstóran týdn-
ing. Tey sum gera vandamikið ar-
beiði mugu altíð vera í form. Hitt
Kemiskar reinsimaskinur.
Ein ungur maður kann fáa eitt sett kemiskar reinsimaskinur til
eitt klædningareinsarí, fyri uttan nakra sum helst útbetaling. Við-
tey
komandi kann fáa tólini uppá avbetaling ella eisini kunna
gjaldast við partabrøvum í fyritøkuni,
Áhugaði kunna senda tilboð og fyrispurningar til
POSTBOX 175 Í HAVN
GRÓT OG SKERVUR
ið vilja keypa skerv ella grót, eiga at venda sær til
Øll,
kommunukantórið.
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða
heimtað.
Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella
skerv uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðs-
manni fyri kommununa.
FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA
Lysid í SOSIALINUM!
minsta brekid, orsakað av mødi,
kann føra til vanlukku fyri tey
sjálvi og onnur við. Har, ið arbeitt
verður við maskinamboðum, má
strangligt eftirlit fara fram, so
ongar vanlukkur kunnu henda av
barum óskettni. Eingin arbeiðari
eigur nakrantíð at geva seg til ar-
beidis við amboðum, ið ikki åvisi-
liga eru í slíkum skili, at hann við
tryggleika kann líta á, at tey und-
ir ollum vanligum umstødum kunnu
verða honum at meini.
Teir, ið arbeiðsamboðini eiga,
tosa ofta um, hvat teir váða, men
teir seta kortini ikki lív og heilsu
í váða. Teir kunnu missa og vinna,
alt eftir sum príslagið skikkar sær.
Missur og tap standa ofta í sam-
band við hina dagligu leiðsluna.
Nakran persónligan vanda eru
vinnulívsmenninir ikki útsettir fyri.
Um tað gongur illa við eini fyri-
tøku, hevur tað sjáldan nakra
ávirkan á lívsuppihald ella trygg-
Síðan vit tala um mýs og menn.
»Hvadan kemur hasin demitturin
frå% Tað er nu langt síðan, at
gomlu hjúnini sótu við eldin og
konan setti manninum henda spurn-
ingin og fekk til svar: >Spyr eftir!
Hann kemur frá Amerika, haðan
allur óreinskapurin kemur frå«,
Ikki var logið, hon spurdi so. Har
sprongdu teir nú í bygdini, leyst
og fast, dvørgasteinar og kyrja-
steinar, so hart, at verøldin skalv.
Og vakran morgun sær
sólin, hon kanska bara
nakrar svartar bræddar steinar,
har sum vit nú hava eitt grønt
land. Kjarnorkuspreingjan hevur tá
gjørt sítt verk.
Men hetta er ikki alt Amerika.
Nú hava vit sitid í Sjónleikarhúsi-
num og nomið ein annan part av
fjara landi, upplivað eitt
kensluborið listarverk, seint
ein
tá rísir,
hesum
sum
man kámast. Væl verið tykkum,
Havnar sjónleikarfelag og frú Sig-
urleifsdóttir.
Jú, Amerika er annað og meira
end kjarnorkuspreingjan. Hvussu
hava vit ikki — í stórsta meina-
loysi, sjálvandi — havt teiti í >býtt-
linginum«, vitfirringinum, sum so
láturverdur og bylkjandi gekk mitt
innan ímillum øll okkum yrætt-
siktadu«. Pearl S. Buck gav okkum
bókina »Barnid, ið ongantíð vaks
upp«, ævisøguna um barnið, henn-
ara egna hold og blóð, sum hon
við blødandi hjarta mátti lata frå
sær — »jarda tað livandi« tí tað
ikki hevði fingið vit sum hini.
Nú er vent á firðinum. Hesi
mannafelagsins stjuikbørn eiga nú
livsins rætt eins væl og tey rætt-
síktaðu. Teirra sål er viðurkend.
Stór fjøld av heimsins bestu monn-
|}
|}
|
|}
Í
leika hins einstaka vinnulívsmanns-
ins.
Heilt annarleiðis er vorðið hjá
teimum, sum í arbeiði teirra berj-
ast við vandar og tíðum seta lív
og heilsu upp á spæl annaðhvert
á sjógv ella landi. Tey lata seg
ikki klokka og geva ikki upp, um
ein vanlukka hevur nomið tey pín-
liga, ella um vandaumstødurnar
framvegis eru til staðar. Tey leggja
út av nýggjum, fara aftur til ar-
beiðis, sum um einki var hent.
Tað er nakað stórt og virðismikið
í slíkum holdningi.
Fyrst og fremst má tað tí vera
samfelagsins skylda at leggja til
brots fyri at tryggja tey arbeiðandi
móti vanlukkum, og síðan at tryggja
tey móti sakni og troti, um van-
lukkan hendir. Eitt sindur eru vit
komin ávegis, men framvegis er
hetta eitt arbeidsøki, har nógvir
nýskipanir og nógvar broytingar
eru at gera.
um og kvinnum eiga her lut í
máli. Har hava vit ikki minst hev-
undum sum Pearl S. Buck og John
Steinbeck at takka.
Vit hava nú nomið hjartaslagið
av Ameriku. Tað sakar einki um
»hann heldur sær at teiti, ið ikki
varir av« tey flestu av okkum
mundu vera rørd til tára av Lenna,
vitfirringinum. Har var sanniliga
sál. Og sæl eru tey í andanum fá-
tæku, har fór hann við hevjadum
hondum og glampandi eygum inn
í hitt fyrijáttaða landið, inn í tað
himmiríkið, sum blámaðurin stakka-
lin hevði og
fleiri við honum.
mist trúnna uppá,
At fara at drepa vin sín, heldur
enn at lata hann falla í manna-
hendur, eru tung spor. Hini kundu
tó væl verið tyngri, eingin er førur
tað, ti
saman
ytað er eins
maður
at meta um
og at meta hov,
ongantíð hevur skamtað dýpið f«.
Sælur hann, ið teimum sporum
er -spardur.
Hans Dalsgaard