leygardagur 9. apríl 1955síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
APRÍL 1955
SS M. T. MH FIL
1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
| 17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
a —————————————————
AT MINNAST TIL:
10. Páskadagur.
14. Summarmáli (summarhálvár byrjar).
25. Flaggdagur. Markusarmessa.
MÁNAÐSTOÐURNAR:
11. longst frá jorðini. i
15. seinna kvarter.
22. tendring. Einmánasól (vársól).
23. næstur jørdini.
20, fyrra kvarter,
SKIPINI:
Tjaldur: Drottningin:
15. úr Keypml. 13. úr Keypmh.
pE
22. - Føroyum 23. Foroyum.
29. Keypmh. 30. - Keypmh.
27. Aðalfundir: Foroya ríðingarfelag kl.
15 á Hafnia. Havnar klubbi kl. 16. í
Aðalfundir: Thorskavns Sygeplejef.
kl. 7'/, í Losjuni, Tórshavnar sjúka-
kassi kl.8 í Losjuni. — Farið verður
at ganga til í Fuglafirði.
Le]
jer]
EUT
HUGSKOT
rr
Í Ameriku hava teir nyliga kannað |
eftir, hvat konurnar halda um menninar,
og hvat menninir halda um konurnar.
Konurnar halda menninar hava nógv
Val
a
brek. Í rættari raðfylgju eru tey hesi:
Tvorrandi samkensla og samhugi.
Drykkjuskapur.
Leti.
Trongd til at ráða.
Ov nógv úti.
SPULND
Menninir afturim6ti klaga yvir, at kon-
urnar:
Deila og meyla.
Brúka ov nógvan pening.
Ganga ov nógv úti.
Slatra.
Duga illa at fáast við heimið.
Konurnar omanfyri 50 ár halda,
menninir hava ov góðan hug at
inn á gólvið í vertshúsunum, hugsunnar-
loysi kemur sum nr. 2, og leti sum nr.
3. Konurnar millum 30 og 49 halda, at
leti mannsins er lættari at bera, enn
trongd teirra til at vera úti um kvoldarnar.
Menn í 21—29 ára aldrinum klaga
meira enn teir eldru menninir yvir at
konurnar ganga ov mikid úti, men
høvudsklagan er, at konurnar deila og
meyla ov mikið. Menn millum 30 og
49 ár halda, at størsta brekið hjá kon-
unum er hin stóra peningaoyðslanin.
SUN
a=| KVINNAN [2
Ofta verður sagt, at tvey kunnu liva |
eins bíliga og ein einsamallur. Fyri at |
fáa greiðu á hesum, hava menn í Ame-
ríku roynt at kanna hetta mál. Teir eru
komnir til tað úrslit, at ein amerikonsk
kvinna giøgnum alt livid etur:
5 kålvar, 10 oksar, 300 høsn, 10000
egg, 5000 kg av eplum, 4000 kg av
sukri, 7000 kg av frukt og grønmeti og
600 kg av breyði. Aftrat hesum drekkur
hon 6000 I av mjólk, umframt ta øgiligu
mongdina av te, kaffi og ætlandi ødrum
drykkjuvørum.
Tað verður ofta sagt, at kvinnan brúk-
ar so nógvan pening til snáking av hári
og andliti, Ein kanning í Ameríku hevur
nú prógvað, at mannfólkið brúkar væl
meira av peningi í rakistovum,
kvinnurnar í hárfríkkannar- og vakurleiks-
hollum.
enn
Gloym íkki hálsin. Nógvar kvinn-
ur, ið annars royna at pynta upp á and-
SOSIALURIN
NR. 15
3, APRIL 1955
28, ÁR.
litsútsjóndina, gloyma hálsin, ið sostatt
verður rukkutvr alt ov tíðliga í tidini,
Einfald ráð fyri vakurleika hálsarinnar
eru at tveita hina høgu hevdapútuna,
fáa sær eina lága í staðin fyri — men
best er onga at hava, Ov trongir kragar
eru herviligir. Brúkar ein náttkrem til
andlitið, eigur ein eisini at gníggja eitt
sindur upp á hålsin — men varliga.
GOD RÅD
Varrastifta-blettir eru ofta ringir at fáa
burtur; men á toy, id kann vaskast,
kann ein smyrja blettirnar við smøri og
vaska toyið í heitum sápuvatni nakrar
) minuttir seinri.
Nýggir blekkblettir á borðum ella
beinkjum fáast burtur við edikki.
rr ATP rig"
hn
Niðúrlogd sild.
Vatna speygisildina út einar 12 tímar.
Reinsið hana og skerið flokini frá ryggja-
beinunum. Sildin verður legd á eitt flat
fat. Sitrónsaft verður dryppað niður
yvir og síðan sáað við pipari og sukri,
soleiðis skal sildin standa nakrar tímar:
— Sker síldina í hóskanei bitar og legg
hana í lødum níður í eina krukku.
Blandið 2 partar av hvítvíni og ein part
av matolju við sitrón í — ella edikki —
og hellið henda lakan niður í krukkuna,
so sildin ltggur heilt undir. Eigur at
standa eina viku, áður enn hon verður
etin.
Haldið Sosialin!
KUNSTGØDNING
KALKSALPETER
18%
500
Største lager — billigste priser
mod kontant betaling.
A.S Valdemar Liitzen,
Thorshavn.
TELEFON 1020
Skipafelagið Føroyar
Tórshavn
FÆRØSK MARGARINE
Vita No I
VITAMINISERET
FÆRØSKT PRODUKT
SUPERFOSFAT (grannuleret)
KALI
AMONSULFATSALPETER
NITROPHOSKA
Barnateigurin.
Børn og bio.
f Noreg er øllum børnum undir 7 år
bannað at sleppa í biograf, Eisini er
mark sett fyri eldri børn. Tvinnanda
mork eru galdandi — eitt við 12 ár og
eitt við 16 ár. Skilanevnd ger so av, nær
tey undir 12 ella tey undir 16 ár kunnu
fáa loyvi til at síggja ein film. Nú eru
Danir og Svíar farnir at hugsa um
henda sama spurning. Áttu ikki eisini
vit at gjørt tað sama?
Bern og litbloð,
Stovnur í Ameriku hevur kannað eftir,
hvussu litblødini tekniseriurnar —
ávirka bornini. Í frágreiðingini verður
sagt, at litbloðini orsaka, „at tað góða
í barnanna kenslulívi so sum samvitska
og samkensla fyri oðrum menniskjum,
og virðingin fyri kvinnuni sum kvinna
og ikki bert sum lutur fyri seksualkensl-
um ella sum virdisløn, ið kappast verður
verður lidad sundur.“ Eisini verður
sagt, at
um,
„up aldir verða ættarfordómir, ið
orsaka, at talið av ungdémsband-
um, hvors einasta endamál er at
forfylgja børnum, ið eru annar-
leiðis litað, veksur.“
Frágreiðingig endar: „Spæl barnanna
er vorðið meira rátt av seriuheftalesn-
aðinum.
Born og mjólk.
Floskuborn fáa oftari meslingar enn
bróstaborn. Oyrnasjúka og einstakar
aðrar sjúkur fyrikoma 4 ferðir oftari hjá
fløskubørnunum enn hjá teimum, ið fáa
hina náttúrligu fødina frá mammuni.
Bróstaborn ern klænri enn fløskubørn,
men tey eru kortini sunnari.
TELEFON 1020
1225
FINT PRODUKT
KO |———[—>ÉÉ||———————m— mb —re LÆ [[——————[—Z —[—[[[[[[[[ [ff — | ——— [ [[ f——— ———|[|"—|£—=—————>———y—O——————|o ereee——————"—Urmm—22oommm——>=————=——=——=—————————e—— [DL ff
a ÆT.
—
HUSARHALDSSKULI
2. mei byrja vit eitt 3 månada skeid:
KOKING
REINGERING
KLIPPING
SEYMING
BRODERING
Nærri frågreidingar fåast hjå
Franciskanarasystrunum.
. 71 , …-
Ein lítil frágreiðing
um ringu viðferðina, ið út-
róðramenn í Føroyingahavnini
fingu í fjør.
Ég var ein av teimum, ið var
til útróður í Grenlandi seinasta
summar, Róð út frá Feroyinga-
havnini og royndu sum best at fáa
hina frægastu úrtekuna. Sum ollum
kunnugt varð fiskiskapurin ikki so
stórur hjá øllum, men vit vóru
kortini toluliga væl negdir við
endaliga úrslitið, og eftir umstoð-
unum roknaðu vit við at fáa eina
hampuliga summarinntøku.
Men tå id avroknað varð, vísti
alt seg heilt annarleiðis, ti hin dýra
bátafluttningin {til Grønlands, ta
dýru húsaleiguna og húkarnir, sum
nú liggja rustaðir við botnin har
yviri fingu vit ikki loyvi at draga
frá sum útreiðslu.
Endaliga uppgerð okkara visti,
at vit høvdu vunnið 9.500 kr.
Men tá ið tað kemar til lon-
javningina verður innteka okkara
sett upp í slakar 12.000 kr. Hetta
kemur fram á tann hátt, at slakar
3.550 kr., ið vit hava havt sum
beinleiðis útreiðslur, verða rokn-
aðar okkum sum beinleiðis inn-
tøka.
Á henda hátt verður minnsta-
lønin — óskerdar 800 kr. — ið
vit sambært løgtingslog áttu og
sum vit sjålvir høvdu goldið okk-
ara ríkiliga part til, skerd við, at
teir aftrat veruligu inntøkuni leggja
meira enn !/s av útreiðslunum.
Hvussu hetta kann bera til og
verður gjørt, skal verða ósagt her,
men hver skilamaður dugir at
síggja hetta ræðuliga órættvísi, ið
her verður framt móti okkum, ið
vórðu noyddir at leita so fjar-
lagdar leiðir sum til Grenlands
fyri at vinna nóg mikið til lívsins
uppihald.
Vit verða ikki at lata okkum
trýsta á henda hátt. Vit hava gjørt
okkara skyldu og krevja nú okkara
rætt — óskerdan.
Hetta er páskagávan, ið konan
og bernini fáa! Tí er ikki so stutt-
ligt at koma heim at halda páskir,
tá ið lítið og einki er at keypa
fyri. Hetta verður so páskaheilsa
mín til konuna og allar aðrar
konur, ið eru fyri somu lagnu.
Illa royndur útróðrarmaður.
Aðalskrivarin í kommunistaflokkinum
í Polen kom stórleypandi inn til ovastan
fyri loynliga politinum og segði honum
frå, at tjóvar høvdu verið inni og brotið
upp pengaskápið.
— Vóru nógvir pengar í skåpinum?
— Pengarnir — teir høvdu einki at
siga — men tjóvarnir hava stolið úrslit-
ini av valinum komandi ár.