Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-04-16, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. apríl 1955síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI JAVNADUR Håkunsar autoritetur og orðhaldni Á fundi úti í Grøv 18. juli 1954 segði Hákun Djurhuus, landsstm. um læknamålid: >... Logtingið kann tó gera eina broyting í núgaldandi skip- an, soleiðis atvit fáa eitt sjúkra- hússtýri valt innanfyri umráðið her (Norðoyar sjúkrahúsdomi), har teir 3 limirnir vera Norð- ovingar. Tá hava vit vunnið tað, at ein meiraluti úr Norðoyum hevar tað avgerandi orðið at siga. Hendingar, sum núverandi læknatræta, kundu so ikki farið fram. Jað eru eisini aðrir møguleikar. Sjúkrahúslæknin n 'Ýt- ist ikki at vera organiseraður. Tað, sum forðar her, er sjúkra- kassapraksissið, ið sjúkrahús- læknin hevur rætt til. Verður Halvorsen settur, kann hetta fáast av vegnum við, at mað- urin bara verður settur sum sjúkrahúslækni og íkki hevur sjúkrakassapraksis, Bæði hesi punktini, ið eg her havi uevnt, mugu ganga gjøgnum logtingið, og vit KUNNU FAA hetta vid- tikid...« Seinni i rødu sini segdi Håkun mangt annað: >Eg vil leggja allan mín au- toritet í fyri at fáa hetta gjørt...“ Og Hákun endaði við hesum orðum: >... var eg ikki 100 pst. vís- ur í, at tað kom at ganga, vildi eg ikki havt tikið orðið her í kvøld«. Hetta var alt frålikt. Men hvat hendi? Nú hevur málið verið fyri á tingi um at seta eina sjúkrahús- ———BiWVWY—i8i Brendur av krúti. Týsdagin vildi so illa til úti á 10 ára gamal Argjum, at ein drongur — sonur Tummas Dam, keypm. — festi í eitt sindur av krúti, ið hann spældi sær við. Hann brendist nakað ílla í andlitið og mátti á hospitalið; men livir hampuliga væl nú. Drottningin væntast her um 9- tíðina í dag. Fer ætlandi ikki til Íslands orsakað av verkfallinum. Hósdagin fór løgmadur til Dan- markar vid »Esbern Snare«. Hann skal vera við til vígsluna av danska húsinum í Paris og seinni luttekur hann í fiskimálafundi í Rom. »Mys og menn« varð framførd- ur fyri fullum húsi bæði hóskveldið og fríggjakvoldið. Hann verður upp aftur tikin í kvold. nevnd fyri Norðoyar, har 3 Norð- oyingar komu at hava sæti. Atkvøddi Hákun fyri hesum? NEI!!! Í sama málið var uppskot um, at loysa Halvorsen frá sjúkra- kassapraksissinum. Atkvøddi Hákun fyri hesum? NEL!!! Har hava vit so Hákunsar toritet og orðhaldni. So roynast álitismenn ! au- Klakksvíkingur. og ígjár vóru bátarnir úti. 1300 fiskar. Seinastu dagarnar hevur verðrið verið gott í Íslandi. Garnaskipini fáa væl av fiski. Vesturvík t. d. 2400 hósdagin. Fyrradagin fingu snørisskipini upp í 1300 fiskar. Lítil útróður. Úr Klakksvík sagt lítlum útróðri seinnu tíðina orsakað av rindum veðurlíkindum. Hósdagin Veiðan var frá 100 pund uppá stampin og niður eftir. verður frá Tingsetan ið fór — vunnið og tapt. Tað kann ikki noktast, at mong stórmál vóru til viðgerðar í setuni, men ymiskt varð, hvorja lagnu hesi mál fingu. Kanna vit manna- gongdina dylst ikki, at hitt biksvarta afturhaldið framvegis ræður fyri borgum. Tíverri hevur tjóðveldisflokkurin í nógvum forum teggjað seg upp í hetta sama afturhald — hetta mundi fáur hava í huga, men veruleikan koma vit ikki uttanum. Vit vera her at tríva í ymisk mál og kanna úrslitini. Sjómarksmálið. Nú vit so við og við verða troðkaðir burtur frá fiskileiðunum undan Íslandi er eyðskilt, at vit mugu royna aðrar leiðir. Fyrst og fremst her heima hjá okkum sjálv- um. Tað er náttúrligt. Men sum ollum kunnugt avhendi afturhaldið Onglendingum okkara fiskimið sein- asta heyst. Uppskot um uppsogn av 1901-sáttmálanum var aftur til viðgerðar í hesi tingsetuni, men afturhaldið var ikki til at vika, tó at — sum Øregaard tók til undir fíggjarlógarviðgerðini: »Ta0 nyttar okkum einki at smíðja fíggjarlóg- ir, so leingi sum sjómarksmálið, ið skal tryggja okkum inntokurnar, ikki er loyst«. Minstaløn og prísviðbót. Longu frammanundan jólum legdu javnaðarmenn fram uppskot um, at allir fiskimenn, ið veiddu við skipi ella báti undir Feroyum, Íslandi, Grønlandi ella aðrastaðir, skuldu fáa 800 kr. í minstulen og 25 oyr í prísviðbót fyri kg av fiski. Sjó- marksmálið undantikið, var hetta nógv størsta mál, ið vidgjørt varð í tingsetuni, men tíverri vann tað ikki fullan frama. Í staðin fyri at veita ollum okkara fiski- og út- róðrarmonnum fulla minstuløn og fulla prísviðbót sambært javnaðar- uppskotið, samdust afturhaldsflokk- arnir og tjóðveldisflokkurin um at skerja minstulønina niður í 650 kr., og at hvorki minstalonin ella prís- viðbótin ikki skuldi galda fyri út- róðrarmenn. Men so miklan hvøkk leyp javnaðaruppskotið og tann undirtoka, tað fekk millum veiðu- at hitt samlaða afturhaldið menn, móti endanum av tingsetuni gekk við til, at eisini útróðrarmenn skuldu fáa nekur oyru í prísvið- bót. Hetta vóru tó bert krypuls- vidtøkur í mun til krøv javnaðar- manna men kortini eitt stig framá á javnaðarleiðini. Tó, her hendi hin mikli sorgar- leikur, at tjóðveldið, sambandið og fólkaflokkurin samdust um ein hig- artil ókendan okurtoll, soleiðis at veiðimenn sjálvir verða at bera stóran part av útreiðslunum til hetta endamál — eisini teir veiði- menn, ið lítið ella einki fáa. Við hini skerdu minstulønini og tollin- um, ið hevur skert keypikraftina — fyrst og fremst hjá fiskimonn- um og arbeiðarunum — er veru- liga bert hálvvegis vunnið í hesum málið. Eitt eru telini á pappírinum eitt annað er hitt veruliga virðið aftanfyri tølini. Hetta eigur hin arbeidandi fjøldin á sjógvi og landi ikki at leggja sær í geyma — minst tey, hvers len miðar seg eftir prístalinum. Landshandilin. Javnaðarmenn royndu at fáa landshandilin aftur á føtur út frá ti óreingiliga veruleika, at hesin AA AA AA AA AAA — Høgur prisur - bilig útgerð Norsk motorfør verða nú í skundi gjørd til at fara til Grenlands. Tey fyrstu fara væntandi í kom- andi viku. Fiskaprísurin er ásettur soleiðis, at teir fáa 127 oyru fyri besta fisk ; men ikki hava vit frætt, hvat prís- urin verður yvirhevur. Útreiðslurnar hava Norðmenn roynt at lækkað mest gjørligt, fyrst og fremst tryggingargjøldini. SOSIALURIN BRØDRALAG PT Me I NR. 16. LEYGARDAG 16. APRIL 1955 28. ÅRG. handil, rætt skipadur, kundi spart fiskiveiduni í hundraðtúsindum av krónum, við tí munandi ódýrari stórinnfluttninginum, kundi spart hverjum einasta heimi munandi húshaldspening við at mjølid og aðrar neyðsynjarverur vildi verðið Framh. á 3. s. Foroya arbeiðarafelag. Stjórn F. A.s hevur verið saman og vidgjørt spurningin um bann móti at avgreiða íslendsk fiskifor frá Reykjavík og Hafnarfirði, so leingi streikan har yviri stendur vid. Samtykt varð at nokta útgerðan av fiskiførum frá teim plássum, har streikað verður. Undantiknir hesum banni eru tó trolararnir: Júni, Júli, Águst og Bjarni Ridd- ari, á Hafnarfirði eigur. Hesir verða uttanfyri bannið orsakað av, at kommunustyrid í Hafnarfirði er gingið undir krøv arbeiðaranna. Sosialistar hava meir- luta í hesum kommunustýri. ið kommunan Ævintýrið. Týsdagin 19. apríl kemur sakarmálið millum Haremst, prest, og »ævintyrskaldid« Esmar Jacobsen fyri rættin. Havnar kommunuskúli, Timburarbeiðið við Havnar skúla, ið Petur í Gong fekk at gera, verður ikki byrjað í hesum mán- aðinum, tí timburid, ið nýtast skal, er ikki komið til landið enn. Tað er Kjølbro, id skal lata tað. Polo er farin eftir tí. Hon kann vænt- ast at verða aftur um einar 14 dagar. Sjálvt stoypiarbeiðið er liðugt. Nú standa í gerð 2 stórir septik- tank brunnar. Pussiarbeiðið verður útboðið í næsta mánað. Gronlandsfelagið hevur sett rá- fiskaprísin í Grønlandi til 35 oyru kg. Saltfiskaprísurin verður 90 oyr kg. Havnar fimleikarfelag hevur fram- syning í morgin. 2 kvinnu- og 2 mannslið luttaka. Maskinistfelagið hevur fund á Hafnia kl. 8 mikukvøldid. Enskur trolari, ið fer til Grøn- lands, kemur eftir fólki seinrapart- in í næstu viku. Havnargerð. Útlit er fyri, at Gøtumenn fara at halda áfram við havnargerðini í vár. Viðoy fer til Grønlands í dag.