Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-04-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. apríl 1955síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 16 Sosialistiskur uppbyggingarpolitikkur | SOSIALURIN mótvegis afturhaldspolitikki borgarligu flokkanna. Framhald 1-oyra stríðið. Tey fyrstu kríggsárini fingu ar- beiðararnir bert 0.85 oyru fyri hvorja ferð prístalið fór EITT stig upp. Leingi bardust javnaðarmenn fyri at fáa hetta broytt soleiðis, at arðeiðararnir fingu 1 oyra fyri hvert prístalsstig. Fólkaflokkurin og sambandsflokkurin vóru ímóti. Teir vildu ikki, at arbeiðarar fingu fulla viðbót fyri dýrtíðina — ar- beiðararnir skuldu vera undirlontir. Men so kom Krossmessuvalið í 1943. Fólkaflokksmenn tordu ikki út til veljararnar vid hesi syndini á baki. Teir slakaðu, tóku undir við javnaðarmonnum og arbeiðar- arnir komu at vinna henda stór- sigurin. Av sonnum eitt vunnið javnaðar- mannamál. Feskfiskaminstalgnin. At byrja við í stríðsárunum fingu fiskimenn ofta lítið og einki fyri ein ísfiskatúr, sjálvt um skipið seldi fyri í hundraðtúsindum av krónum. Javnaðarmenn komu tá við uppskotinum um, at fiskimenn skuldu fáa 700 kr. í minstulen. At enda góvu afturhaldsflokkarnir eftir, og tað eydnaðist javnaðarmonnum at vinna henda sigurin fyri teir, ið luttóku í hesi vandasiglingini. Men henda minstalønin varð av sam- bandsmonnum, fólkaflokksmonnum og tjóðveldismonnum av aftur tik- in í tingsetuni 1952. Í sannheit eitt afturstig fyri fiskimenn og ein mis- gerð av hinum borgarliga aftur- haldinum. Minstalgnin. Ár eftir ár hevdu javnaðarmenn uppskot á tingi um, at allir fiski- menn skuldu fáa 700 kr. í minstu- løn um mánaðin. Hetta varð hverja einastu ferð felt av afturhaldinum. Vit fingu hina kryplaðu 500 kr. minstulønina, ið teir tað eina árið aftur kryplaði niður í 390 kr. So gjørdi teir tað bragdi at taka hana heilt av, men tá bar ikki til. Javn- aðarmótsteðan á tingi saman við einum verkfalli forðaði hesum. Men | | 017 allir fiskimenn síggja, hvat hesir menn veruliga vilja. Varð uppskot javnaðarmanna um tær 700 kr. samtykt beinan vegin, høvdu vit neyvan havt eitt einasta av teimum mongu verkfellunum og hvat hevði ikki fólk og land vunnið við tí. Seinni kom minstalønin upp í 800 kr, men aftur nú hava sam- bands-, fólkaflokks- og tjóðveldis- menn kryplad hana niður í 650 kr. Hetta er talandi dømi um mun- in á sosialistiska arbeiðara og ka- pitalistiska stórmannapolitikkinum. Lonjavningargrunnurin. Uppskotið um lønjavningargrunn- | in, ið nú er ein so týðandi stovn- kom frå J. H. ur fyri fiskimenn, Danbjørg, frm. Suðuroyar fiski- mannafetags. Javnaðarmenn bóru tað fram á ting. Tað eydnaðist at fáa tað samtykt, um enn ikki í tí líki, sum av javnaðarmonnum ávíst. Prísviðbótin. Longu fyri jól í fjør legdu javn- aðarmenn fram uppskot um, at fiskimenn, annadhvørt teir fiskaðu við báti ella skipi undir Feroyum, Íslandi, Grønlandi o. s. fr., skuldu fáa eina prísviðbót uppá 25 oyru kg. aftrat teimum 800 kr. í min- stulon. Hetta uppskot vann ongan frama. Afturímóti varð eitt upp- skot frá tjóðveldismonnum, sam- bandsmonnum og fólkaflokksmonn- | í um. Eftir hesum uppskoti fáa lang- farafiskimenn eina prísviðbót, ið er samsvarandi uppskot javnaðar- manna, men afturfyri skerdu teir minstulønina vid 150 kr. um mán- aðin. Útróðrarmenn fáa hvørki minstuløn ella prísviðbót. Og so omaná alt skulu hesi hálvu fram- stig gjaldast við einum okurstolli, ið harðast verður at raka fiski- menn, útróðramenn og alt hitt ar- beiðandi fólkið. Hetta er misgerð við lít, ið seint verður gloymd. Framhald. 16 skattalógaruppskot Danska javnaðarstjórnin verður at leggja fram uppskot um nýggja skatta- lóggávu. Sekstan eru uppskotini í tali. Í stuttum umrøða hesi uppskot fylgj- andi: Ein nýggj skattalóg, sum eisini inniheldur eina lóg um kapital- vinning, strangari eftirlit við sjálvuppgávunum hjá íkki-løn- takarum. 2. Broytan av lógini um ognarskyldu til statin, soleiðis at bygnings- skatturin til statin stigvís fellur burtur. 3. Fimm uppskot av býtinum millum stat og kommunur av unsetingar- gjaldinum, stuttleikaskattinum og happadráttargjaldinum. 1. Uppskot til eina broyting í kommunuskattingini. 5. Uppskot um broytan av lógini um kommunalar ognarskattir, so teir verða meira javnir um alt landið. 6. Trý uppskot um broytan av stats- tilskotinum til kommunurnar og avtøku m. a, vinnulívsskattinum og tí millumkomimunala javning- argrunninum. Uppskot um i stadin fyri barna- frádráttur ar lata 330 kr. i barna: viðbót fyri hvørt barn í Keyp- mannahavn og tað tvifalda fyrsta liviár barnsins eins og 50 pst. eyka viðbót til einsamøll. 1 Seinast uppskot um broytan 8 av býtinum av viðbót eftir Hog: sosta uni, arbeiðslóggávuni rar 10 iarlóggár uni, | form. 16. APRIL 1955 | Føroya Bjór Føroya Citrón sodavatn Pil Appelsin limonada HSnar Hindber limonada Jørdber limonada Ekta Maltøl. EINAR WAAG, Klakksvík — MÁLTRÁÐUR 4 SJÓNLEIKARHÚSIÐ TELEFON 1231 Vanillie limonada Åppolinaris | Í „Mýs og menn“ Sjónleikur í 3 pørtum eftir JOHN STEINBECK verdur framførdur leygarkvøldid 16. april kl. 8. Atgongumerki á 3.50 kr. verða at fáa í Sjónleikarhúsinum frá kl. 12—2 og kl. 6—8. PROGRAM 50 OYRU IKKI FYRI BORN Eftir áheitan frá Alþýðusambandið Íslands lýsir Feroya ar- beiðarafelag hervið bann móti at avgreiða íslendskar trolarar úr Reykjavík og Havnafjørdi, undantiknir eru tó hesir av Havna- fjørdi Juni, Juli, August og Bjarni Riddari. f. Føroya arbeiðarafelag JOHAN HENDRIK JOENSEN Til limir Feroya Arbeiðarafelags. Innan miðjan mai rokna vit vid at hava brúk fyri hov- meistara, kokk, meistarar og kanska aðrar til »Oyrnafjall«. Skrivliga áheitan til skrivstovuna. Føroya Maskinistfelag hevur eykafund i Tórshavn á Hotel Hafnia mikukvøldid 20.—4. — 1955 kl. 8. Dagsskrå: Stødutakan til tilskot til fiskaprisin. Ymist. Nevndin. TRYGGINGARSAMBANDIÐ FJROYAR telf. 1086 telf. 1089 Føroya Sjóvátrygging ... telf. 1086 Føroya Vanlukkutrygging telf, 1721 Føroya Kriggstrygging . Foroya Brunatrygging.. Vit tryggja: Bátar - skip - voru - hús - innbúgv - ferðagóðs bílar 0. a. Foroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging Lysid í SOSIALINUM!