Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-04-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. apríl 1955síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

23. APRÍL i955 SOSIALURIN SOSIALURIN Útgevari : FOROYA JAVNAÐARFLOKKUR Blaðstj.: Villi Sorensen. Box 76. PRENTSMIÐJAN Á HEYGSBREYT TELF. 1820 FRÁ LØGTINGI: Útróðrarmenn. noyddist sínum Aftur á hesum sinni afturhalds-landsstýrið við meiriluta á tingi at fremja eitt av teim málum, sum vit javnaðarmenn hava lagt inn á ting og barst fyri. Hesu ferð er tað studningur til heimaútróður. Endiliga hin 1. apríl, beint áðr- enn tingið skuldi fara heim, kom uppskot fram um at veita útróðrar- monnum 2 oyru í studningi pr. kg. tó skulu menn í teim bygdum, sum liggja longri burtur enn 10 km frá næstu útflutningshavn fáa 5 oyru pr. kg. Løgmadurin legði málið fram og við 1. viðgerð var Poul Peter- sen fyrsti reðari. Harnæst bað Danbjørg um orðið og helt so- ljóðandi rødu: Sjálvandi vilja vit javnaðarmenn styðja uppskotið um at veita út- róðrarmonnum studning. — Men nakrar viðmerkingar má eg tó loyva mær at framseta. Til P. Petersen er at siga, at mær dámar ikki hansara uppskot um, at málið skal troðkast igjøgn- um uttan at verða viðgjort í nevnd. Tá ið P. P. undirstrikar, at nú er eingin tíð til nakra nevndarvid- gerð, so er tað harmuligt at noyð- ast at ásanna, at tíðin er farin; men tað hava javnaðarmenn onga skuld í. Vit løgdu málið inn á ting langt áðrenn jól, og vit skutu uppá at veita útróðrarmonnum 25 oyru pr. kg. Nú fáa teir 2 oyru, og sum viðskera fingu teir 20 oyru í toll pr. 1. av benzin. Ja, tíðin er farin, og tessvegna vil eg ikki krevja neyndarviðgerð, tí eg vil ikki tarna málinum at verða framt skjótt. Til håttvirda løgmannin vil eg siga, at hann kemur seint við hes- um uppskoti og sigur, at fyrr vóru ongar inntøkur at gjalda studning- in við; men av benzintollinum fær tingið tær neyðturvuligu inntokur. Hann legði aftrat, at tíverri vildu javnaðarmenn ikki stemma fyri tollinum. Hertil má eg viðmerkja, at okkara uppskot um 25 oyru pr. kg. í studningi kom fram langt áðrenn jól, og tá var rúm tíð til tingingar um inntøkur og annað; men mål okkara fekk onga við- gerð. Tað fekk somu lagnu sum so mong onnur av okkara málum, sum eru burturbeind, men so koma tey fram aftur í heilt ødrum skapi og tá koma tey so seint, at eingin tíð er at viðgera tey ! evnd lesa í lagnu hava vit javnaðarmenn haft øll tey seinastu 5 árini, og tað tyk- ist sum, at sama lagið verður at halda áfram. Eisini málið um 20 oyru í toll pr. 1. benzin fekk onga nevndar- viðgerð. Javnaðarmenn vilja enn eins og ofta áður vísa á inntøku- leiðir, men eingin vil tingast við okkum. Teir koma fram við upp- skotum um toll og annað, onga neyndarviðgerð, bara avgera málið beidan vegin. At greiða atkvødu fyri at tolla benzinið við 20 oyru meir liturin aftaná, at okkara upp- skot um at frítaka útróðrarmenn frá hesum tolli var fallið og aftaná at okkara uppskot um studning til útróðrarfisk eisini varð burturdottið kundi eingin javnaðarmaður hugsa sær til, serliga tá ið okkara upp- skot um aðrar inntøkur eisini er burturkveistrað. Ja, vit javnaðarmenn greiða at- kvoðu fyri at veita útróðrarmonn- um studning; men hvussu hetta kemur at ganga, vita vit ikki, utt- an so er, at hitt almenna fylgir við prísinum í heila tikid. Vit javnaðarmenn hava ferð aftaná ferð havt uppskot um at stovna almenna fiskasølu, sum so eisini skuldi hjálpa útróðrarmonnum at fáa rættan prís fyri teirra veiðu. Men tíverri fall eisini hetta, So er einki annað at gera enn at áleggja prísásetingarneyndini at áseta prís- in eisini fyri útróðrarfisk. Tá fyrstani kunnu vit líta á, at út- róðrarmenn fáa fult gagn av til- skotinum. At privatir fiskakeyparar einsamallir ráða yvir prísinum, kann lætt føra við sær, at fiska- prísurin fellur í staðin fyri at hækka — kanska ikki beinan veg- in, men sum frálíður, Men sum sagt: Vít menn vilja greiða atkvoðu fyri hesum uppskoti í vón um, at út- róðrarmenn fáa gagn av hesum, tó nakra vissu um hetta hava vit als ikki. Á handverkaraskúlanum í Has- lev hava Olaf Hálvdansen úr Vest- manna og Erik Hansen úr Klakks- vík tikið prógv sum timburmeist- arar. Sveinaprógv hava hesir tikið: Torkil Hentze úr Skopun, Poul Hansen úr Fuglafirði (timbursmíð), Sigmund Gregoriussen, úr Havn (jarnsmíð) og Henning Heinesen úr Porkeri (málari); hesin síðsti fekk rós. Mánadagur. Bretskir læknar siga at krímsjúkurnar eru ringast mána- javnaðar- , vv ——”>88Æ— dagar, Teir siga, at hetta kemur ; av, at folk fara ov seint til songar leygarkvøld, sunnudag verður etið ov míkið av kraftigari foði, og verður hesin dagur ofta mødislig- ur, t. d. av nógvari gongd. Tað er bara ein máti at gera stórar andar smáar: at hyggja beint í andlitið. Haldið Sosialin! Í at SJÓNLEIKARHÚSIÐ TELEFON 1231 NR. 17 „Mýs og menn“ Sjónleikur í 3 portum eftir JOHN STEINBECK verður framførdur fyri seinastu ferð leygarkvoldið 23. apríl kl. 8. Atgongumerki á 3,50 kr. verða at fáa í Sjónleikarhúsinum í dag kl. 12 — Program 50 oyru. Til limir Føroya Arbeiðarafelags. Eftir áheitan frá Alþýðusambandið Íslands lýsir Feroya Ar- beiðarafelag hervið bann móti at avgreiða íslendskar trolarar úr undantiknir eru tó hesir fjørdi Juni, Juli, August, Bjarni Riddari og Goðanes. f. Foroya Arbeiðarafelag JOHAN HENDRIK JOENSEN Reykjavík og Havnafjorði, 2 “ og 6—8. IKKI FYRI BORN av Havna- form. ÁRSAÐALFUNDUR | Ársaðalfundur í Norrena felagnum komandi leygarkveld 23. apríl kl. 20 á Feroya Fólkaháskúla. Aftaná heldur Axel Tórgarð, prestur, réðu. Kaffiborð 3.00 kr. fyri hvenn. Stjórnin. | PRENTSMIDJAN Á HEYGSBREYT TORSHAVN AVRIKAR ALT PRENTINGARARBEIDI TELF. 1820 GAM!LAMANNASKRØGG Eftir Herbert Ernest Bates Skyldmenn minir Silas og Kosmo vóru hver úr sínum húsi, men báðir runnir av somu rót kortini. Kosmo var lítil á vøxtri og knøgg- utur, við snaraðum yvirskeggi og gullketu á búkinum og gullringi á høgru hond. Hann gekk altíð und- ir grønum hamborgarhatti og hevdi stav við glitrandi silvurknetti á, og tá sá hann út til at vera tað sum hann altíð helt seg vera — ein leyva, kongur skóganna. Og hóast Silas, av summum var hildin at vera svarta fár skyldfólksins, er einki at ivast í tí, at tað vóru teir sum heldur hirdu Kosmo í tann partin. Eina brotsgerð framdi hann, sum eg haldi eingin hevur kunnað fyrigivið honum, og hon var tann hann dvaldist uttanlendis um vetrarnar. Tá sendi landslagsmyndir við appelsintroum í Mentonio, myndir av Napoli flógvanum, Vesuvi, gondolum Fen- hann okkum | myndakort skrivaði hann við treyst- ligum dámi: Haldi áfram til Hellas og Port Said í morgin, og áðrenn eg lúki ferð mini støkki eg mær til Seylonar. — Tað varð sagt, hóast eingin kundi prógva nakað, at hann hevði eina gentu í Nissa og sleygað varð eisini um einhverja óargagerð í Colombo. Tá ið hann tå kom heimaftur um várarnar, flutti hann við sær feskar appel- sinur, nýtiknar av trøunum, sikil- oyskar leirvørur, eysturlendsk skreyt- kerald, skeljar úr Suðurhevum, dungar av gullblandaðum frasi og frá ymsum blámanna- høvdingum, og við hollum ráðum um hvussu spaghetti skuldi etast rátt. Hann snaraði skegginum og segði frá løgnum heitum keldum á fjarstoddum suðurhavsoyggjum, har sum ein kundi fáa tjúgu bananir fyri ein penny, — ella um hólm- gongu við Proysara í Kairo, Væl stridsøxir oya og av sær sjålvum undir strå- Í royndur heimsmaður og konufólka- hatti í Pompeii á jólum. Og á hesi | Framhald á næstu s.