leygardagur 23. apríl 1955síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Gamlamannaskrøgg . . .
revur — í stuttum sagt, Kosmo
frændi var hugtakandi.
Einasti maðurin sum ikki
hugtikin av Kosmo, var Siias.
Nú hevur tú sveima um
knettin í allar ættir, Kosmo, hevdi
hann fyri at siga, men einki
petti hevur tú avrikað.
— Havi eg ikki, ha? Ég havi
ferðast um hálvan knettin, Silas,
meðan tú hýkur her og veltur epli.
Jú, satt er tað, Kosmo, so
er. Men vit hava ikki annað
prógvið enn tað sum tú skreggar
fyri okkum. Okkara vegna kundi
tú fyri alt tað einsvæl havt búð í
einhvørjari matsølu í grannabygd-
ini Brighton í allan vetur.
— Silas, segði Kosmo, eg kundi
sagt tær frå søgum ur øllum stød-
um hidani og lukst til Adelaide og
tær so mergjadar at tú hevði verið
bæði grenur og gulur á snáðini.
Stoðum sum...
Ja, loys bara frá posanum.
Tað forðar tær eingin.
var
SOSIALURIN
23, APRIL 1955
NR, 17
— Lurta nú. Eg skal nevna eitt
tilbrigdi av so mongum. Í Assýriu
er ein oydimørk sum eingin nakr-
antið hevur ferðast um enn, og tað
er so langt tvørtur um hana at
tað man taka manni trý ár at ríða
tað á kamel. Eina ferð...
Hevur tú ferðast yvir um hesa
oyðumerk?
— Nei, men...
— Hvussu fjandin veitst tú tá,
hvussu langa tíð tað tekur?
— Jú, tað er...
— Har sært tú, segði Silas. Hvat
segði eg. Tú hevur hoyrt sagt frá
hesum, Kosmo, tú hevur hoyrt sagt
frá ollum fjandanum og tú hevur
ferðast nógva staðir, men tú hevur
ikki avrikað nakað til nyttu sjálv-
ur. Sig tú mær heldur okkurt um
konufólk.
Framhald
Stríðið í Klakksvík . . .
Framhald av 1 síðu
als onga ábyrgd frá tí! Tað ein-
asta, ið sigast kann, er, at teir 14
tingmenninir, sum gjørdu hesa váð-
iligu samtykt mangir kanska
uttan at hava hylling á, hvussu
vidgongd, hon kundi verða gjørd,
nú eisini hava tikid á seg eina
tunga ábyrgd, um málið ikki
skuldi kunnað verðið loyst á frið-
arligan hátt, hvat vit enn vóna, at
tað vorður.
Hvussu verður móttekan
í Klakksvík?
So er spurningurin: Hvussu verð-
ur móttekan, hetta mannsterka po-
litiið fær í Klakksvík? Og hvussu
ætlar politiid at fara fram, um tað
skuldi hent, at Klaksvíkingar ikki
geva seg undir?
Ja, tað er ikki gott at siga. Ein
kann einans vóna, at har ikki
kemur til stríð.
Og vit vilja enn einaferð ráða
til, at samráðingar verða royndar,
áðrenn nakað sum helst annað
verður gjørt. Høvdu tingmenn havt
tikið ta stødu, at samráðingar áttu
at fara fram, áðrenn hugsað var
um at gjørt nakað annað, so
hevði stoðan kanska ikki sæð so
hættislig út í dag.
Vit settu í gjár fram nakrar
spurningar fyri = politimeistaran
vegna tey donsku javnaðarbleðini,
ið hava biðið okkum sent sær tíð-
indi viðv. hesum máli. Vit loyva
okkum her at endurtaka nakað av
tí hann segði.
Vit spurdu hann m. a., hvussu
hann ætlaði at fara fram, tá teir
donsku politimenninir vóru komnir
til landið.
Hann svaraði:
yMan vil gennemfere udsættelsen
af læge Halvorsen. De pågældende,
der foretager sig noget ulovligt í
denne sag, vil blive draget til an-
svara.
hvat
vit spurdu hann,
hann vildi gera, um politiið motti
mótstøðu, svaraði hann:
»For så vidt der ikke foreligger
andre instrukser, så må man jo
bryde al modstand«.
So ålvarsom er stødan nu!
Nú í síðstu løtu eigur at verða
gjørd ein roynd at fáa samráðingar
í lag, so ein loysn kann fáast, um
tað á nakran hátt er gjørligt.
ÚR HVALBA
Triðja páskadag tann 12. í h.
kom »Smiril« inn á Hvalba men
fekk ikki bryggjusamband, tí tað
var nakað av vestanvindi, og hann
mátti sostatt blíva liggjandi í ein
heilan tíma og bíða við eini fjøld
av ferðafólki, sum nakað nógv
skuldi í land í Hvalba og restin
norðureftir — og síðan ein riðil
av ferðafólki, sum skuldi umborð.
Av hesum ferðafólkum, sum skuldi
umborð var onkur fremmandur —
hvat mundi hann tonkja, at so
ússaligt skal vera í Hvalba nú á
degum at noyðast at blíva
fluttur umborð á ferðaskip í einum
árabáti. Onkur var hann, ið mátti
liggja eftir henda dag, tí hann ikki
hætti sær at fara umborð í ára-
bátinum. Bæði Hvalbingar og eisini
fremmanda fólk kunnu spyrja, hver
ið hevur skuldina í hesum,
Hvalbingar ikki fyri langt síðan
hava fingið eina meira tíðarhósk-
andi bryggju, enn hesa ið er.
At sóknarstýrið hevur eina skuld
í hesum kann væl vera — og helst
teir, ið sótu alla gulltíðina — men
Føroya løgting skal heldur ikki
sleppa óskalað undan síni stóru
åbyred og skuld fyri tað, at so
lítið er gjørt í Hvalba, bæði á ein
og annan hátt. Hvalba kundi tað
sama átt eina tíðarhóskandi bryggju,
sum aðrar bygdir, ið kunna met-
ast javnt við hana i stødd.
I Hvalba hava sanniliga verið
at
————————"{£.X
nógvir av fólkaflokkssambandi-
num, men áveksturin av hesum
politikki hevur verið syndarliga
vánaligur, so at hvønn annan po-
litikk teir høvdu havt valt, so
hevdu teir ikki staðið aftarlagari í
mangar mátar enn teir standa í
dag. Kr. Djurhuus, legmaður, ið
fyri ikki so langari tíð síðan stóð
á politiskum fundi við floymandi
rødd yvirfyri sínum veljarum í
Hvalbiar bygd og segði hvussu
vekur ið bygdin lá, og at her var
eitt fólk sum arbeiddi. Men tað, at
bygdin er vekur, er frá skaparans
hondum og ikki av Kr. Djur-
huus'ar åvum. Lítið man hann
tonkja um sínar veljarar. Annað
krevja veljararnir at liva av enn
floy nandi orð av einum og ødrum
slag á einum politiskum fundi.
Teir, ið hava umðoðað ta stóru
veljarafjøld í Hvalba skulu vita, at
vit liva i 1955 og ikki í Gabels-
tíðini.
D. J. Sørensen.
Mýs og menn:
— einaferð enn!
Aftur í kveld verður sjónleikurin
Mýs og menn sýndur í Sjónleikar-
húsinum. Sum lýsingin sigur frá,
so verður tað síðsta ferðin. Men
tað man vera heilt einastandandi,
at ein sjónleikur verður sýndur
heilar 10 ferðir fyri stúgvandi full-
um húsum í Havn.
Hesar reglur skrivi eg eina mest
fyri at taka undir við frú Kirstinu
í Stórustovu. Hon heyði um dag-
irnar ein greinastubba í Dimmal.,
har hon rósti leikarunum men
hevði at áskoðarunum, ið íkki
dugdu at síggja álvarað, ið er
undirtónin undir øllum leikinum
men sótu og flentu sjálvt at
teim mest álvarsomu hendingunum.
Eg má siga fyri meg. Áskoðarar-
nir — ein partur av teim — tíggj-
aði sær soleiðis, at tað var mær
ógjørligt at fáa tað burtur úr leik-
inum, sum eg átti at fingið, so
væl sum leikurin varð framferdur.
Og hetta harmar meg. Ég skal
einki siga til, at fólk stuttleikaðu
sær yvir Lenna í fyrsta parti,
áðrenn tey til fullnar skiltu, hverj-
ar mannalagnur, sýndar vórðu; men
at tey ikki kundu sýna nakað av
álvara í teim síðstu so lagnutungu
pørtunum — tað var harmiligt.
Her skal tó sigast, at soleiðis
var ikki øll kveldini. Eini tvey
kvold tyktust allir áskoðararnir at
vera so bugvnir at teir skiltu leikin.
Fyri sjónleikarar er einki so
niðurbrótandi, sum tá teir merkja
at áskoðararnir ikki skilja teir og
tann leik, teir sýna.
Havnarmadur.
Fiskanes fór ut úr Grimsby í
morgun kl. 7 og kann væntast at
verða á Havnini mánadagin seinna-
partin. Báturin er merktur TN 50.
28. ÁR.
FLAGGDAGURIN. Mánadagin
25. í h., verður skrúðgonga byrjað
frá Vágsbotni. Øll skótaliðini og
Havnar hornorkestur luttaka í hesi
skrúðgongu. Aftaná ein lítlan stoðg
verður fundur á tinghúsvellinum,
har M, Johannesen, háskúlastjóri
og H. v. Høgadalså, løgtingsmadur,
tala.
Brúdleyp. Í dag giftast í Havn
frk. Kata Róin úr Fuglafirði og
Asbjørn Olsen, úr Havn.
SKEMT
Skiparin og maskinmeistarin á einum
dampara komu at trætast um, hvor teirra
hevði hitt torforara arbeiðið at útinna.
Teir samdust um at býta um pláss. —
Skiparin fór niður í maskinrúmið og
maskinmeistarin upp á brúnna. Eina lotu
seinni kemur skiparin við sveittabrot
upp á brúnna og við maskin-
meistaran:
— Tað er Ogjørligt at fáa fulla ferð á
maskinuna!
— Tað ger einki, svaraði maskin-
meistarin; vit sigldu á land fyri einari
lotu síðan.
sigur
Sálin er tað einasta, ein kann selja,
og so kortini hava hana sjálvur. Tað eru
tí so mong, sum selja sálina.
Lærarinnan var í ringum hýri, og hetta
orsakaði, at næmingarnir fingu av at
vita. Tá ið hon hevði deilt eina lotu,
reisti ein drongur seg og heit fyri:
— Vit hava eina kúgv heima, sum
eitur „froken“, eisini hon er so fålka-
alskin.
— Hvussu ofta hava tygum verid gift,
fra Holm?
— Tað er næstan skomm at siga frå!
— Tvætl, á okkara døgum — í atom-
aldrinum.
„Tað er júst tað, eg havi bara verið
gift einaferð!
Tórshavnar
kommunuskúli
Foreldur ella verjar, sum ætla at
lata børn í kommunuskúlan í kom-
andi skúlaári, skulu melda tey inn
í skúlan týsdagin hin 26. apríl í
kommunuskúlanum millum kl.
3 og 5.
Eisini børn úr ødrum skúlum,
sum í komandi skúlaári ætla sær
at ganga í kommunuskúlan eiga
at siga frá um somu tíð og á sama
stað.
Bernini eiga at hava koppaseðil
við.
Tórshavn, hin 20. apríl 1955.
Z. Sørensen.
Timbursmid.
Tað er altid best at lata fak-
útdannaðar meistarar utføra ar-
beiðið tí tað verður best og
bíligast.
Eg átakið mær at gera fyrsta
flokks trappusmíð — gamlar
trappur kunnu eisini >moderni-
serast<.
Annars alt annað timbursmíð.
Snúgvið tygum til
JÁKUP FUGLØ
timburmeistara Klakksvík.
| Tórshavnar
| lí .kistugoymsla
| hevur telefon nr. 2206.
Ymiskir prísir.
|
JACOB C. JOENSEN |
—————iiie—