Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-04-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. apríl 1955síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jacob Jacobsen, lærari í Fámjun 75 ár. Mánadagin 18. í h. varð lærari Jacobsen í Fámjun 75 ár, og skal tað tí verða heilsað honum við nøkrum orðum. Sum kunnugt var Jacobsen lær- ari í Fámjun og Øravik eitt langt tíðarskeið, og var skúlatíðin soleiðis tá, at hann var 14 dagar í Fámjun og so aftur 8 dagar í Øravik, og kann av sonnum sigast, at Ørv- ingar allir sum ein bera honum æru og alt gott fyri ta longu tíð, hann við serligum hegni, dugna- skapi og trúfesti rekti tað starv honum varð givið upp í hendi at rekja. Ta tíðina, hann var lærari í bygdini, vóru bernini altíð nógv, ti hann hevði eisini børn úr Øra- vikarlid, og sótu oll í einum klassa, og einki av tí stóra barnaskara var misrekt av honum, tí gávurnar og viljan hevði hann framúrskarð- andi, sum fáur. Um hann kann sigast, at hann av sonnum var fult út pedagog. Tað kendist tí sum ein svárur saknur og eitt ógreðandi sár, tá tað frættist, at hann skuldi fara úr bygdini — og ivaleyst man saknurin hava kenst nívandi til tann dag í dag. Maður kemur aft- ur í manns stað, verður sagt; men tað kann tó verða sagt, at í viss- um førum man tað vera ringt at útfylla slíkt. Tann næmingur ella tað barn, sum hevði nøkur sum helst evnir og vilja til at læra, kundi fáa so mikið av lærdómi, at tey stóðu javnbjóðis øllum ødrum børnum — ja, kannska sjálvt teim í hægri skúlum, tí sjálvur var hann væl lærdur og væl útbúgvin í allar mátar. Sum næmingur hjá lærara Jacobsen, havi eg nógv gott at takka honum fyri, ta tíðina eg var næmingur hjá honum, sum er vert at leggja sær í geyma, og sum ongantíð vil ganga av minni, so leingi hjartað slær í mínum barmi. Tað man vera ógviliga torført at finna ein slíkan trúfastan og plikt- uppfyllandi lærara nú á døgum, sum hann var. Um hann hevdi sitið í sínum starvi enn, nú skúla- tíðin er skerd niður í einki um summari, so heyði tað ivaleyst kenst honum sárt, og hevði neyvan givið slíkum skúlasiði gætir, tí tað var honum í barmi borið at vísa, at hann var til fyri børnini og ikki børnini fyri hann. Tann nú- verandi lærarin í Fámjun hevur gingið í skúla hjá Jacobsen, so at tað kann uttan iving sigast, at hann hevur fingið eitt haldgott stødi at byggja á, og um hann gongur í sporum hans, verður tað uppvaksandi ættarliðið í bygdini at fáa sanna gleði og gagn av hon- um. At lærari Jacobsen hevur verið væl umtóktur og avhildin, kann best lýsast við nakað soljóðandi fjarriti, sum hann fekk fyri nøkrum árum síðani frá Føroya løgtingi: >Du har været en pryd for din stand og vi er stolte af dig«. Til sidst vil eg ynskja lærara Jacobsen blidar dagar nu å hansara ellis- árum og takka honum fyri alt tað góða, hann sáðaði niður fyri meg sum lærari. D. /. Sørensen. r E. Ellingsgaard. | Í FÆRØSK MARGARINE Vita No I VITAMINISERET FÆRØSKT PRODUKT | Afturlatingartidirnar fyri raki- og hårklippingarstovur okkara eru: Frá miðvikudegi tann 4. mei og fyribils 3 mánaðar frameftir, månadag, týsdag, miðvikudag og hósdag kl. 1730, fríegjadag kl. 18 og leygardag kl. 13. Klipping vaksin kr. 3.50. Klipping bern kr. 2.00. V. Frandsen. Føroya Bjór BL.“ og MINIRALVATNSVÍRKI V. Poulsen, Hj. Skaale. FINT PRODUKT Foroya Pilsnar Ekta Maltøl. EINAR WAAG, Klakksvik — MÁLTRÁÐUR 4 Citrén sodavatn Appelsin limonada Hindber limonada Jørdber limonada Vanillie limonada Appolinaris Skipafelagið Føroyar TELEFON 1225 Térshavn Frågreidingar frå løgmanni. 25. april Legtingið samtykti 2. apríl 1955 at heita å landsstyri og rikisstyri at fáa til vega lóglig læknavidur- skifti í Norduroyum sum skjóast, og í álitinum stendur, at Halvorsen lækni má fara frá sjúkahúsinum. So statt samtykti landsstýrið 14. apríl at mæla sjúkahússtýrinum til at biðja sorinskrivarin útseta lækna Halvorsen av sjúkahúsinum. Sjúka- hússtýrið gjørdi hetta og bað yvir- lækna Dahl um at lata seg kon- stituera sum sjúkahúslækna í Klaks- vík fyribils. 21. apríl var sorinskrivarin í Klaksvík fyri at útseta Halvorsen lækna frá sjúkahúsinum, so yvir- lækni Dahl kundi yvirtaka rektina. Sorinskrivarin varð við vold forð- aður av mannamúgvu, ið eisini brúkti vold móti landsstýrismanni, ríkisumboðsmanni og fúta. Sorinskrivarin hevur so biðið fútan, sum vanligt í tílíkum forum, at hjálpa sær at fremja útsetilsið. Fútin hevur hildið tað verið neyð- ugt at fáa økt ta politistyrkju, hann ræður yvir í Feroyum. Landsstýrið og ríkisumboðsmaðurin samtyktu at heita á ríkisstýrið um at gera hetta. Politistyrkjan er nú her fyri at fremja útsetilsið av Halvorsen lækna og tryggja Um Halvorsen góðvilliga fer av sjúka- læknarnir Jordal og lóglig viðurskifti. húsinum og Jarnum undir neyðturviligari poiiti- verju kunnu koma á sjúkahúsið í friði, verður makt ikki brúkt. * Aftaná samráðingarnar, ið fram fóru í Tinganesi millum landsstýrið og Klakksvíkar sóknarstýri týsdag- in, sendi landsstýrið seint á kveldi sama dag soljóðandi skriv til blødini: Fyri at eita eitt rættarsamfelag mugu tær avgerðir, sum fólkavaldi stovnurin her í Føroyum løg- tingið tekur, og teir lógligu myndugleikarnar, sum hava til upp- gávu at útinna innan fyri rammur lóginnar, respekterast. Tá se er ikki, fara vit út í lóg- loysi, har tann einstaki ella ein bólkur av fólki, sum heldur seg vera sterkast, tekur seg sjálvan til rættis. Tað er tað, sum hendir í Klakksvík í dag, og sum tilfelli hevur verið seinastu tíðina. Vold er brúkt móti myndugleikunum, ið fremja skuldu viðtøku løgtingsins. Myndugleikarnir hava higartil ikki viljað brúkt lógligu makt sína. Nú er komið so langt út í lógloysi, at spurningurin er, um tað er lógligt vald ella hann, sum tekur seg sjálvan til rættis, ið valdið skal hava. Myndugleikarnir, sum kenna sína ábyrgd fyri tí samfelagsskipan, vit liva undir, kunnu ikki longur tolorera hetta. Um samráðingar ongan veg fora, verður politivald nytt til fremjingar av lógligum til- standum í Klakksvík aftur. Hea uppgávu hevur politiid fingið álagt, og verður hon, um so er, framd. Ég heiti á allar góðar kreftir í Foroyum um at standa saman um lógligu stovnar okkara, so lóglig viðurskifti kunnu valda aftur, og tann skomm, sum í hesum degum fellur á feroyingar, kann verða tváað burtur. Tað hevur verið ein tung av- gerð at taka, at danskt politi skuldi koma til Føroyar í hesum ørind- um, men sum viðurskiftini eru, hevur eingin annar útvegur verið, um vit skulu halda fram sum fólk í einum demokratiskt stýrdum landi. Tá henda uppgåva er loyst, fer politiið aftur til Danmarkar. Tað, sum hent er í seinastu tíð- ini, vísir, at politivald okkara er ov veikt; tað má tí styrkjast. - Tí- líkar ætlanir eru í umbúna, og verða tær til sína tíð lagdar fyri logtingið. Samkenslutelegrammir Klakksvíkar sóknarstýri hevur fingið ein hóp av samkenslutele- grammum ymsa staðni frá. Mong av teimum sýna, at mál teirra verður skilt og hevur stóran athuga víða um. Summi bera har aftur- ímóti prógv um, at sendarin hevur ikki stóra fatan av málinum. Vit skulu her prenta uppaftur 2 telegram: Klakksvikingar hava frå kreft- kanningarháskúlanum í Chihago í Amerika fingið sendandi hetta fjar- rit — her í foroyskari týðing: Tit eru avmyndan av frælsi og rættvísi. Verjið virkisgrindina! Gud gævi, tit sigraðu. Amerika skuldi víst tílíkt dirvi til tess at halda kirkju sína frælsa, vísindagransk- anina og læknavalini somuleiðis. So er ikki her. Tykkara strid er fyrimyndarligt. Tykkara mótsteðu- menn eru óndir. Ókristiligir po- litikkarar eru eitt forbannilsi í ØLLUM londum. Vit seta tykkum hægri enn okkara elskaða Amerika. Avgreiðsluskrivari J. SINCLAIR, Amerikanska fría akademi fyri kreftkanningum. Norrena felagið sendi dagin hetta skriv: KLAKKSVÍKAR SÓKNARSTÝRI Norrøna felagið í Føroyum, ið er saman til fundar í Tórshavn, gevur hervið tilkennar sín harm um, at viðurskiftini viðvíkjandi læknastridmum í Klakksvík eru komin til tað, at allir partar halda seg vera noyddan til at seta hart móti herðum. Slíkur harðskapur, sum her hoyrist um, er ókendur í Foroya segu, og vit óttast fyri, at henda framferð verður at fáa óhugnaligar fylgir. Fundurin vendir sær tí hervið til Føroya landsstýri, danska ríkis- stýrið, Klakksvíkar kommunustýri og læknafeløgini um at taka upp samráðingar fyri at loysa spurn- ingin og lata maktbrúk fara. Vit hava allir áneyður til at ræðast fyri at maktbrúk verður at skaða standin ímillum Feroyar og sunnu- Danmark í stórum og gera vold á fólksins avgjørda mótboð móti maktbrúki. Fe'ngsins vegna HEÐIN BRU