leygardagur 30. apríl 1955síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Utgevari:
FØROYA JAVNADARFLOKKUR
Bladstj.:
Villi Sørensen.
Box 76.
PRENTSMIDJAN Å HEYGSBREYT
TELF. 1820
28. apríl 1955
Tað, sum í dag fyrst og fremst
liggur ollum Feroyingum á hjarta,
er, at ikki verður soleiðis framfarið,
at tað kemur til samanbrestir mill-
um politi og Klakksvíkingar.
Alt fólkið í Feroyum hevur hetta
ynski, hvat so annars støda teirra
til sjálvt læknastríðið er.
Men stoðan er ógvuliga hættis-
lig. Skipið við polítimonnunum,
sum landsstýri okkara hevur fingið
higar til landið, liggur enn á Skála-
firði. — Landsstýrið stendur hart
uppá ikki at víkja ein tumma frá
stoðu síni. Men einstakir ljósglottar
tykjast at vera. Samráðingar hava
farið fram millum Klakksvíkar
sóknarstýri og landsstýrið, og hóast
har einki er hent, sum sigast kann
at hava broytt støduna, ella sum
geva kann vónir um, at landsstýrið
vil broyta sína stødu, so má tað
kortini sigast at vera eitt stórt
framstig at samráðingar eru í
gongd.
Klakksvikar sóknarstýri hevur
sagt á hesum samráðingum, at um
so verður, sum av Havnar arbeiðs-
mannafelag er skotið uppá, at alt
læknamálið sum tað er, verður lagt
undir ein valdgerðarrætt, har ein
Svii, ein Norðmaður og ein Íslend-
ingur skulu sita, so ivast tað ikki
í, at fólkið í Klakksvík gevur seg
undir eina avgerð, ið hesin vald-
gerðarrættur tekur. Sostatt skuldi
her verið ein møguleiki at fingið
málið loyst á friðaligan hátt; men
hetta krevur jú at landsstýrið
gongur inn fyri at leggja málið
undir eina slíka avgerð. Og her er |
tað júst, ið alt tykist at vilja gleppa,
við tað, at landsstýrið ikki tykist
at vilja geva ein tumma út.
Hvussu leingi landsstýrið kann
halda hesa støduna, er ein spurn-
ingur.
Ríkisstýrið hevur sent Kamp-
mann ministara til Føroya at
kanna málið og luttaka í samráð-
ingunum, og hetta man týða uppá,
at ríkisstýrið hevur fatan av,
hvussu ålvarsom stødan er.
Hópur av feløgum og einstakl-
ingum hava vent sær til myndug-
leikarnar fyri at fåa teir til at lata
vera vid at senda politistyrkjuna
til Klakksvikar, so har ikki skal
henda óbetuligur skaði, og arbeið-
arafelog og fiskimannafelog eru
farin út í streiku fyri at undirstrika
fyri landsstýri okkara, hvussu álv-
arsamt tey síggja uppá stoðuna og
fyri at geva landsstýrinum til kenn-
at við sínum harðasta
ar, tey
vápni — streikuni — mótmæla, at
landsstýrið vil seta eina slíka poli-
timakt inn móti Klakksvíkingum.
landsstýrið
Men tykist at
| Kosmo suffaði
Húsaeigarar — hyggið her!
Heilautomatiska oljufýrið
OIL-O-MATIC
vid lågtrykksbrennara,
konstrueradur av fremstu verk-
smiðju í U.S.A. kann nú fáast til Føroya,
Fleiri fyrimunir.
brúki!
longdini!
Biligast
i
Biligast i
Serstakliga vælegnað til smáar ketlar.
OIL-O-MATIC oljufýrið
vinnur stóran sigur um allan heimin.
Nærri frágreiðingar gevur:
OLUF SIMONSEN, verkfroðingur — tlf. 1951
Tórshavn.
Broyting í avgreiðslutíð
Frá månadegi 2/5 verður avgreiðslutíðin á telefonverks-
skrivstovuni frá kl. 9 til 12 og 13 til 15.
Leygardag
sum vanligt kl. 9 til 12.
TELEFONVERK FØROYA LØGTINGS
púra kalt yvir fyri øllum hesum | og tað má finna ein útveg fyri at
áheitanum. At okkara føroyska
læknafelag er líka kalt sum lands-
stýrið kann ætlast, tí einki orð
hoyrist frá teirri síðuni.
Hetta fer ikki at bera til! Lands-
stýrið má viðganga, ið hvussu er
yvir fyri sær sjálvum, at tað er
gingið ov langt við at hava fingið
hetta stóra politistaliðið til Feroya,
koma Feroya fólki — og sær sjálv-
um við — burtur úr hesi hættisligu
stoðu, soleiðis at ikki kemur til
samanbrestir.
Kunnu partarnir ikki gjøgnum
eina samráðing koma til eina
semju, so má landsstýrið toyggja
seg so mikið, at tað letur uttan-
veltaðar menn gera trætnaðin av.
GAMLAMANNASKRØGG
eftir Herbert Ernest Bates
Framhald
— Å!
— Hvussu gongur tad vid ker-
astuni hjå tær i Nissa?
— Eg havi onga kerastu í Nissa.
— Har sært tu aftur. Bara stór
orð og atgerðarloysi.
— Hon er í Monte Carlo.
— Tað er tá einki iíllavorðið.
tungliga, stórlæti
hansara var skala. Hann fekk sær
ein stóran slurk av víni Silasar og
snerkti við, eins og var tað rottu-
eitur hann drakk, setti herðslu-
bragd á munnin og helt fyri:
— Tú skilur meg helst ikki. Tað
er ikki bara handan eina gentan í
Monte Karlo, Sílas. Tað er eisini
ein í Mentone og onnur í Marseil-
les og ein triðja á Fenoyggjum.
Og so havi eg eina vinkonu sum
býr í gamlari hell í Napoli, í
Rómaborg kenni eg tvær, sum gera
alt fyri meg. Og hina grikksku í
Athenu má eg ikki gloyma og tey
blómfegru drósini í Port Said, tvær
í tali. Allar tilbiðja tær meg. Ég
skal nú heldur ikki siga meg heilt
leysan av einari greivadóttir í Ko-
lombo og norskari gentu í Singa-
pore, og mær er Ogjørligt at minn-
ast um tær eru fýra ella fimm í
Shanghai. Ja, og so sjálvsagt í
Í Japan...
sita ;
— Bida nu litid bil, segdi Silas.
— Eg sum helt at tú fór til sjós
at vinna tær heilsubót ?
— Og so kenni eg eina russiska
gentu í Hong Kong, hon hevur lati
tatovera á seg ein lunda...
— Oja, ja, tað sýnist mær ikki
so legið kortini. Her niðri á Perl-
uni hevði ein genta tatovera á seg
ein skarv ella eitthvort annað...
Jú, akkurát, tað var ein
skarvur, segði Kosmo. — Eg skuldi
vita tað, tí tað var eg sum fekk
hana til tað. Henni dámdi altíð
meg so væl. Ja, akkurát, tað var
ein skarvur. Tí hevdu teir eisini
tað til orðatak har, at skarvurin
sást fyrr í Perluni enn aðrar staðir
í landinum.
Silas læt sum einki. Hugsandi
drakk hann langan slurk av glasi
sínum, rendi reyðu eygu síni rann-
sakandi upp í loft og alla tíðina
ivasamur og meinfýsin í ásjónd.
Og tá ið Kosmo segði honum frá
tveimum nunnum í Bologne, brendi
Silas leyst við eini harðrendari
søgu um adventistar á Skaganesi.
Og tá ið Kosmo segði frá tí at
at ein fransmaður einaferð hevði
rivið honum klæðini at
berari náttskjúrtini, stilla seg upp
við ein vegg og peika at sær við
einum upp
eina gamla søgu um ein varðmann
í Bedfordshire skóginum, sum eina-
av inn
revolvara, grov Silas
{ og fór inn
ferð skeyt hattin oman av honum
við tvímúlaðari byrsu. — Jú, stór-
bærari frásagnir Kosmos vóru, jú
betur mintist Silas á løgnu tilburð-
irnar í lívi sínum. — Havi eg
ongantíð sagt tær frá teimum trim-
um vikunum eg dvaldist í Arles
hjá fronsku greivafrúuni? segði
Kosmos.
— Nei, helt Silas, men havi eg
ongantíð sagt tær frá teimum mán-
aðunum eg dvaldi hjá hertogadóttr-
ini í Stoke Kastle? Hini hábornu
Súsonnu. tú minnist hana tó?
— Jú, hvussu langt er tað ann-
ars síðani?
— Tað var veturin nítiu trý, Tú
eigur at minnist hana. Hon koyrdi
altíð í býin í veiðuvogni tvær ferðir
um vikuna og hon bar ofta eitt
svart sjal við reyðari rond.
— Myrkhærd?
— Jú, akkurát. Stórt svart hår
og long svørt eygnahár. Yndislig
kvinna.
— Jú, Silas, nú tú lýsir hana,
minnist meg hana væl.
— Steðga nú, Kosmo, minnist tú
ikki eisini hvat allir søgdu um
hana?
— Jú.
— At hon ongantíð á ævi síni
heyði kveitt at mannfólki, vildi
ikki síggja mannfólk. Ísakeld eins
og fiskur. Ongum nyttadi at nærk-
ast henni. Mannfólk vóru henni
altíð í kjalarvørrinum, men einki
kom burturúr. Hon sat bara heima
í holl síni, hugdi út um gluggan
og málaði myndir. Minnist tú
hattar?
— Jú, jú, eg...
— Tú minnist væl eisini høllina
í Stoke, hon stendur niðri við
ánna?
— O, jú, jú, Silas,
heilt væl minnist meg.
heilt væl
— Vit eiga onga jørð fram við
ánni, segði Silas, — og sært tú,
so var eg stundum á ólógligari
veiðiferð í ánni, setti nøkur álanet
og nakrar línur. Ein morgun um
sexleitið eg kom framvið hallar-
vegginum við einum triti állum í
einari kurv, rópti hon á meg. Hon
sat við eitt uppi á múrinum og
málaði. Tað var farið at lýsa fyri
degi og seinni segði hon mær at
hon henda morgunin var farin at
mála sólarrisið yvir ánni. Ja,
ja, segði hon, — tygum hava verið
á tjóvaveiði. Ja, hvat skuldi eg
svara? Eg var í trongum skóm.
Hon hevdi meg í valdi sínum og
tað vitsti hon.
— Og hvat gjørdi hon so?
— Ja-ha, Kosmo, tað var nú
mikið legið. Hon segði við meg:
— Hetta tala vit einki um, um tú
vilt koma higar inn til mín og
lova mær at mála teg akkurát sum
tú ert. Sjálvsagt, í somu klæðum,
við álakurvini og alt samalt.
Hjá mær er ikki annað at velja
enn at taka tann kostin, segði eg,
til hennara, og hon
byrjaði at mála beinanvegin. Alt
| húsfólkið var farið onkustaðir fyri
veturin, so at vit vóru einsamell í
høllini, undantikid tænaranum, vogn-
manninum, segði hon. — Ja, ja,
og hereftir kemur tú higar hvonn
dag at veiða ál og kemur so inn