Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-05-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 1955síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Úr Hvalba. Hóast Dimmalætting leygardagin 30. apríl ber tey tíðindi út millum manna, at Suðuroyggin ikki var við at streika, so er hetta so ósatt sum tað er sagt, tí bæði Hvalba og Tveroyri hava verið við í streikuni. — Møguliga trýr gamla Dimma, at Suðuroyggin er so væl stuðlað av tí svarta sambandsslag- num, at teir ikki vilja stoyta seg móti landsstýrinum — men kanska Dimma fer skeiv við sínum høga tanka; so mikið man hetta hava gjørt um seg, at nú man vend vera komin í á mongum sam- bandsreiðri. Hann sjálvur trúboðar- in á Tveroyri, sum er næstformað- ur nú í Froðbiar sókn, ætlaði reið- iliga at gera um seg, tá ið hann gjørdi sær ómak at ringja Hvalbiar sóknarstýri upp og biðja tað verða við at senda fjarrit til landsstýrið, harí tað sympatiseraði við lands- men hetta sýtti sóknar- Tíðindamaður. stýrinum, stýrið fyri. ilmandi) HUGSKOT Egen HVAT ER KÆRLEIKI? Hann var Hon dóttur borgmeistarans. Al tær genturnar vórðu forelskaðar í listarmál- aranum, tí hann var so vakur, og origi- nalur á tann hátt, sum ein rópar geni- alur í einum býarunga. Hon var trú- lovað við einum ungum manni sum lærdi. Men tá ein av vinkonunum tvætl- aði um, at hon ein av fyrstu døgunum vildi klokka býin við at trúlova seg við listarmálaranum, fór hon sjálv og gjørdi tað. Fólk talaðu nm hetta. Tað mátti vera frálíkt hjá borgmeistaranum at fáa ein listarmann til verson. Hann mátti koma at uppliva eitt sindur av hvorjum! Men so var íkki. Hon lærdi beinan vegin at halda í teymarnar á honum. Hann mátti hanga í, mátti arbeiða, so hann onga tíð hevði til elskhugarævintýr. Tað gong- ur ikki ein dagur uttan hóttanir um skilsmissu. Veruliga kunna tey ikki liva uttan hvort annað, og oll mugu ásanna, at hitt dagliga klandrið hevur verið teimum báðum at gagni. Eingin hevði trú, at hann skuldi verða so stórur listarmaður. Hann er vorðin máttmikil og áhaldandi eitt sindur ráðaríkur eisini. Elskar tú hann, spurdi ein vin- kona. Ég veit íkki, svaraði hon, men — ja, hann er øll mín tilvera. — Elskar tú hana? spurdi ein vinur. Hvussu skal eg greiða handa spurningin, svaraði hann — men uttan hana var eg einki! — Ja, hvat er kærleiki? — — Hm rs var ungu listarmaður. ar Prestahúsini. Tað eru bert fá ár umlidin, síðan prestur varð settur í Hval- vík. Fyrst rekti núverandi Havnar- prestur, Viderø, hetta starv, men seinri er so Petur Petersen úr Klakksvík settur at rekja hetta starv. Nú hava sóknarfólkini keypt hús til prestsins. Fyri at fáa greitt hetta keyp er nú avgjørt at halda basar. Hesin basarur verður ætl- andi fyrsta sunnudag í julí. Hetta tiltak er ógvuliga væl undirtikid í Norðstreymoyar prestagjaldi. | Tórshavnar | li«kistugoymsla hevur telefon nr. 2206. Ymiskir prísir. JACOB C. JOENSEN 7, MAI 1955 Føroya Bjór Føroya Pilsnar Maltøl. EINAR WAAG, Klakksvik — MÁLTRÁÐUR 4 SOSIALURIN 28, ÁR. Citron sodavatn Appelsin limonada Hindber limonada Jørdber limonada Vanillie limonada Åppolinaris PRENTSMIDJAN Á HEYGSBREYT Ekta TELF: | | TORSHAVN | | | AYRIKAR ALT PRENTINGARARBEIÐI 1820 GRÓT OG SKERVUR Oll, ið vilja keypa kommunukantórið. skerv ella grót, eiga at venda sær til Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðs- manni fyri kommununa. FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA FÆRØSK MARGARINE Vita No I VITAMINISERET FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT GAMLAMANNAÅSKRØGG eftir Herbert Ernest Bates Endað. — So segði Silas frá, hvussu tey høvdu etið steiktan og tala saman um myndina, og hann segði seg hava latið orð falla um tað at hann kundi ikki døma so avgjørt um myndina eftir so stutta skoðan av fyrimyndini. — Vit síggjast aftur í morgin- árini, segði hon og soleiðis hildu tey fram, hon málaði seg sjálva og hann hugdi at, eftir ti sum Silas sjálvur segði frá. Og eftir einum mánaða hevði hann veitt so at siga hvønn einasta ål sum i ánni var. — Tú minnist, at eg segði at hon hevði verið keld, segði hann, — og at hon hevdi aldri komið nær mannfólki og aldri tráa eftir mannfólki. Langt frá tí, Kosmo, tað mást tú íkki halda. Tað er satt, hon fekkst einki við mann- fólk, men hon leit at einum manni og tú skilur hvor hann var. — Og hvat voldi ti at hetta samanhald slitnaði? Slitnaði? Heilt login hend- ing, Kosmo, heilt legin. Tað vóru í hellini og ál = | nógv sovikømur har vit svóvu skiftivís í teimum øllum. Men eitt kveldið havi eg helst verið mest sum í ørviti og lorkast inn í annað kamar. Beint eg komi innar, sá eg hana í seingini við einum eðrum manni. Og hon rópti so andskræmuligt: — Maður mín, rópti hon, og eg snúði á hæli, sprakk av stað, leyn út um gluggan og rendi meg niður takrennuna. Men tað løgna við tí var tað at hon var als ikki gift og eg eri ongantíð komin eftir hver ið hesin maðurin var. — So, so, tú komst ongantíð eftir tí, segði Kosmo. Nei, segði Silas mær eydnaðist ongantíð at koma fram á hann. — Ja, ja, segði Kosmo tað er so langt síðan hetta hendi, so eg haldi tað sakar einki um eg sigi tær tað. Eg veit sum er av tilviljan hver hesin maðurin var, Silas. — Nú ja. Ja. — Og hvor var hann? spurdi Silas. Kosmo dróg andan djúpt, snar- aði skeggið og var samstundis bæði iðrandi og sigursælur á bráð- ini. — Silas, segði hann, — mær dámar illa at noyðast at siga tað, men tað var eingin annar enn eg sjálvur. Silas steintagdi í eitt minutt ella meir. Blunkaði og kveitti út í gluggan. So hugdi hann gjella at - víninum í glasi sínum. Og loksins hugdi hann upp á Kosmo. — Kosmo, segði hann. Tú hevur farið víða og tú hevur hoyrt hvert av sínum, men tú hevur ikki sæð nógv. Veitst tú ikki at eingin hell er í Stoke? Og har er eingin á heldur. Kosmo svaraði ikki. Og hevur tú eisini gloymt hvar tú vart veturin nitiu try? Kosmo svaraði heldur ikki hesum. — Tað er ikki longri síðan enn í gjár, segði Silas, at tú segði mær frá tí, at tú hevði verið í Barbados tað árið og skemta tær kostuliga við dóttir biskuppsins har? Er hettar annars ikki stór- merkiligt? „Der mødtes to skibe pá havet«. Umborð á ødrum vóru føroysk- ar skúlagentur, ið vóru bodnar til Danmarkar at syngja fyri Dønum., Á hinum vóru prúðir danskir politistar, ið bodnir vóru til Fer- oya av Feroya landsstýri fyri at berja Føroyingar. joe KVINNAN |= Góð ráð: Ikki allir nylonsokkar kunnu brúkast saman, tí teir eru ymiskir á liti. Hesin vandin er lokin, um tú ógviliga varliga roynir hesi ráðini: Legg allar sokkarnar niður í eitt ílæt við vatni — lat alt kóka varliga í lo minuttir. Rør í og lat sokk- arnar kølna í vatninum. Urslitid skuldi tá verið, at allir sokkarnir fáa sama lit. Tað finnast mong sløg av bakipulvuri í handlinum. Tey flestu eru góð; men vil ein hava tey enn betri, kann ein lata smør upp í tey og hava róma ella mjólk at røra upp við, tá ein skal brúka pulvurið. Er osturin vorðin turrur, hjálpir væl at leggja hann millum tvær flísar av ný- bakaðum breyði. Hann verður nærum sum nýggjur aftur. Brúkar ein súra mjólk ella róma, tá ið ein bakar, er best at røra bakipulv- urið útí mjólkina (róman). Tað gevur betri smakk. 7 So var tað hin øgiliga stóri hogguslokk- urin, ið gifti seg við einari frágera vakr- ari hogguslokkagentu. Tá ið tey vóru gift, fóru tey út arm í arm - arm í arm - arm í arm - arm í arm - arm í arm. — Tygum meina, at bilstjórin kundi havt latið verið við at koyrt tygum yvir? — Ja, ja, har stóðu eini 3—4 onnur fólk í sama stað. Happadráttar- seljari. Frammihjåstarv sum happadrátt- arseljari í Fuglafirði verður leyst frå 1. juli 1955. Samsýningin er 70%/, av søluni. Umsóknir sendar lands- stýrinum innan 1. juni 1955. verða Føroya Landsstýri.