Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-06-18, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 1955síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURI BRØDRALAG FRÆLSI KONSERTIN Føroyar hava seinastu árini verið vitjaðar av nógvum, bæði fronsk- um, finskum, ungarskum og ødrum útlendskum musik-virtuosum og nú um dagarnar komu higar kongalig- ir danskir musikkarar á ferð. Teir høvdu frumkonsert sína í Havn mánakveldið. Hesin tónleikur, ið var borin okkum á palli Sjónleikarhúsins hetta kveldið var áhugaverdur. Fyrst varð leikað Septet av Beethoven í sex satsum, við fiól, bratsch, horn, klarinet, fagot, cello og kontrabass. Henda Septet tók eini trý korter, try ikki leiðilig korter, ein froi at síggja hvussu leikandi lætt hesir spælimenn handfara ljóðferi síni. Fyrsti fiólspælarin, N. S. Chri- stiansen, streyk síðani nakrar dám- ligar ljóðtættir á fiól síni og var hetta alt annað enn sálarleyst strok, hetta vóru omplamjúkir og tryggir tónar ið bórust av fiól hansara, við klaverundirleiki av Karl Clausen, ferðastjóra teirra. Næsti partur var Mozart: Dorf- musikanten, ið merkir torpmusikk- arar, ein parodi yvir óvandnan tónleik, við disharmonii inn imill- um við tónum sum liggja ødru- megin við hvønn annan. — Ein skemtligur partur, har øll ljóðfori vóru umboðað, uttan klarinettin. Síðan varð lokað við fýra tætt- um fyri strúkarar — ein fittligur endi. Spælimenninir vórðu klapp- aðir fram aftur og spældu umaftur Pissikato Polka eftir Joh. Strauss, uttan bogastrok eftir fiólstreingj- unum. Tað er mikið lop úr orkestur- eyganum á tí kongaliga og upp á pallin í Sjónleikarhúsinum og onkur hevði kanska væntað sær annað úrval á musikskránni. 1 / /2. Stuttleikaferð ella hvat? Við Drottningini fóru mánadagin til Danmarkar stjórin fyri Tórsh. el-verki og tríggir býráðslimir. Teir skulu fara at samráðast við felagið Burmeister & Wain um motorarnir ið keyptir eru haðani, og sum sagt verður um, at teir ongatíð hava verið í lagi. Men hví fara teir so mannsterk- ir? Ein skuldi trúð, at ein ella tveir kundu verið nóg mikið — um teir ikki hava onnur ørindi at reka. Ein slík invasjón sær login út í okkara eygum, og Danir munnu neyvan halda nakra orsøk vera til at endurgjalda eini kom- munu nakað, sum hevur ráð til at »flotta« sær á tílíkan hátt; men endurgjaldið má verða stórt, um JAVNAÐUR tað skal loysa seg, tí ein slík »delegasjon« kostar sanniliga ikki einki. Er hetta neyðugt, ella er hetta ein stuttleikaferð fyri kommunalan pening ? „Kunsten stiger”. Allir eiga at minnast á tær skaldagávur, legmaður á sinni lat koma til sjóndar, tá hann sendi blødunum sínar »dagsbefalingar« viðvíkjandi læknamálinum. Nú ger reservalogmaður Hákun Djurhuus sínar royndir sum lyrisk skald. Hann hevði týsdagin eina yrking í Dagblaðnum — ájú! Óváttað tíðindi úr Íslandi siga, at Mitens, landsstýrismaður, áðrenn langt umlíður skal syngja polynes- iskar sangir til feroysk log í ís- lendska útvarpinum. Feroyingar kunnu vera ernir av landsstýri sínum! Úr Suðuroy. Seinastu vikuna fiskadu Fåmin- ingar heilt væl, t. d. fiskaði ein bátur við sjey monnum 58 centnar, og var hann sostatt besti bátur tann dagin. Dagin eitir vóru tríggir bátar úti, og komu tveir av teim- um aftur til lands um middag av vissari orsøk, og fiskaðu teir um 11 centnar hver. Fiskin keypir N. J. Mortensen A-s., Tvøroyri. Eisini hava Sandvíksmenn fiskað heilt væl, teir hava ligið frá 70 til 100 kr. í part um dagin. Hvalbingar hava roynt vestan fyri nakrar dagar, og hevur tað víst seg at vera nógvur fiskur. Leygardagin vóru tveir bátar fyri vestan, og fiskaði annar 27 ctn. og hin 35 ctn. Eystan fyri hevur eisini borið væl til, teir hava fiskað 400—500 pund á sneri. Nú er tað so, at Hvalbingar hava eisini aðra vinnu at rekja — kolaframleiðsluna; men tó er tað onkur, sum hevur hug at koma út á havið ein góðan vakran summar- dag, fyri at fáa sær friska luft aftaná tann langa veturin, hann hevur ligið inni í tí ósunnu kola- luftini — og ikki er nógv at siga til tað, um nú ein sjómaður á hægstu summarstíð leitar út á ta speglblanka hav fyri at draga ein fisk til landa. Men so er aftur tað at siga, at skal kolaframleiðsluni verða lív lagað, so má hon jú rekjast og framleiða alla ársins tíðir, og íkki bert eina vissa tíð á árinum. Við- kolaframleidsluni verða eisini Hvalbingar at kenna sína ábyrgd -— sum teir altíð soleiðis at teir til allar tíðir víkjandi gjørt, eru førir fyri at framleiða tað nøgd, hava | NR. 25. LEYGARDAG 18. JUNI 1955 28. ÅRG. Føroyska politiið undir statin! Sum allir minnast, kunngjørdi landsstýrið undir samráðingunum við Klakksvíkingar viðvíkj. lækna- málinum, at tað vildi »til sína tíða seta fram uppskot um eina um- leggjan av politiskipanini í Før- oyum. Nú hevur landsstýrið eftir áheit- an frá Havnar býráð vent sær til ministeriið um at leggja politiið undir statin. Løgmadur hevur sam- ráðst við justitsministaran um hetta, og hann hevur játtað at leggja málið fram á fólkatingi. i Í | ikki Dagblaðið sigur seg ikki at dåma hetta reiðiliga; men tað man helst hava verið eftirspurt, helst tað fara at finna seg í tí Tað eru jú teirra egnu menn, ið hava skipað fyri hesum. Kanska man tað eisini fara at renna fram fyri tað, at tað á sinni stríddist fyri eini sokallaðari »real- union« við Danmark, har einasta felagsmál skuldi vera -— politi- og dómsvald. Ájú — tíðirnar skifta. man kortini. sum krevst av teimum. Á sumri er tað tó so mangt at gera fyri tann, sum eigur nakað á landinum. Tað er vert at leggja sær í geyma, at leygardagin 18. í hs. verður landsfelagsskapur stovnaður, landsins framleiðslu og handverki til frama. Tað má ásannast, at tað er gleðiligt, at allar góðar kreftur royna at nøra og stuðla landsins egnu fyritøkur og soleiðis økja um arbeiði til landsins egnu íbúgvar. Tað er at ynskja hesum felag góða eydnu. Dj. Smábátar norðan fyri Múlan í Norðoyum fáa nú væl av hýsu — eini 1500 pund einstakar dagar- Avreitt verður til Kjølbro í Hvanna- sundi, har fiskurin verður ísaður og seinni fluttur til ísfiskafluttnings- skipini í Klakksvík. FØROYSKA ÚTVARPIÐ 19. juni: Samrøda við Arna Ludvigsen, arkitekt, og Janus Øssursson um »Dansk-Færøsk Komitex. Peter Arthur Reinert: »Sjåldan kemur dúvuungi úr ravnseggi<. Essay. Koppseting. Í teim komandi vikunum verða børn millum 7 og 14 ár koppsett móti barnalamningi. Tað er mikið umráðandi, at øll foreldur lata bern síni koppseta móti hesi ræðuligu sjúku. Í næsta blað kemur ein grein frá landslæknanum um hesa koppseting. Góður fiskiskapur. Nærsagt alla staðni úr Feroyum frættist frá góð- um fiskiskapi. Tað munnu vera mong ár síðani smábátar hava fingið so nógvan fisk um okkara leiðir. Steinhøft kom úr Grønlandi í gjár á Havnina. Hann hevði 1600 tons av saltfiski inni; harav 800 tons føroyskur tiskur. Caribia liggur å Havnini i dag og fer væntandi til Grønlands i kvold. Tinganes fer í kveld yvir aftur til Grønlands. Hon tekur pakkapost við til Ravnsoynna. Havnarpakkhúsið. Gerð av havn- | arpakkhúsi í Havn hevur verið út- boðin. 7 boð eru innkomin. Lægsta | boð hevur Magnus Tórsheim 186.600 kr. Hægsta boð er 235.000 kr. Hver ið arbeiðið fær, er ikki av- gjørt enn. I Í Danskt má tað vera, sigur Dagblaðið, og so skrivar tað ummælið av konsertini á donskum. Jú, jú, andsfelagsskapurin og sam- arbeiðið við sambandsflokkin hev- ur sína ávirkan. Nú ruku teir saman Dagblaðið eina Tað nevndi Týsdagin hevði grein um bumbuna. greinina: Sama mesnið. Og hon var tað eisini. So legði Dimmalætting uppí miðvikudagin. Hon sló til høgru og til vinstru. Ígjár leggur Dagblaðið so á hana. Og so hava vit spælið gangandi. Fara nú bæði landsstyrisblødini at klandrast um bumbuna, so ætla vit okkum at standa og hyggja at — fyri fyrst. Johs. O. Joensen doyði í gjáranáttina. Hann varð 69 ára gamalur. J. O. Joensen hevur verið leg- tingsmaður og býráðslimur fyri sambandsflokkin. Eitt tíðarskeið var hann býráðsformaður. Kvinnufelagið og Norrøna felagið halda fund fyri limir mikukveldið 22. juni kl. 20 á Føroya Fólka- háskúla. Fru Dahlerup Petersen landsfor- maður fyri donsku húsmeðrafelog- ini heldur rødu um »Kvindernes Verdensforbund. Kaffiborð. Kostnaður 3 kr. Fer- oyskur dansur. STJÓRNIRNAR . LÅ er Licitatión. El-innleggingararbeiðið við gikt- epedemideild v. m. til Dr. Alexan- drines Hospital við J. C. Svabos- gøtu verður boðið út í almennari licitatión. Tekningar, frágreiðingar og treyt- ir fáast til láns hjá Olaf Morten- sen, arkitekti M.A. A., Bryggjubakka 14, móti kr. 25.00 í veðgjaldi. — Tilboð merkt »Bod uppá el-inn- legging< verða send skrivstovu Dr. Alexandrines Hospitali í seinasta lagi hésdagin hin 23. juni 1955 kl. 16.00, og verða tey tá opnaði í hjáveru teirra, ið boðið hava. Tórshavn, 15. juni 1955. Sjúkrahússtýrið.