leygardagur 25. juni 1955síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
-——
Kopping móti barnalamningi
(poliomyelitis)
byrjar fyrsta dagin.
Komandi vikurnar verður
farið undir at koppa øll skúla-
børn í aldrinum 7—14 ár her í
Foroyum móti barnalamningi.
Koppingin er ókeypis, men
verður bert gjørd, har
foreldrini framman
undan skrivliga hava
gívíð loyvi til tess.
Ein av teimum fyrstu døgun-
um fáa skúlabørnini frá lærar-
unum at bera heim ein prentað:
an seðil, har tað er greitt frá
hesi kopping. Á seðlinum, sum
upprunaliga er prentaður til
donsk børn, stendur, at bert teir
5 yngstu flokkarnir sleppa til
koppingar, men her í Føroyum
er hetta broytt til, atøll børn
í aldrinum 7—14 ár
(men bert hesi) kunnu verða
koppað. Niðast á seðlinum eiga
tey foreldur, sum ynskja børn
síni koppað, at skriva navn
barnsins, flokk og skúla, tað
gongur í, og við undirskrivt
vátta loyvi, og børnini mugu
síðani so skjótt sum gjørligt
bera seðilin aftur til læraran.
Koppingin verður í
skúlunum til ávísa tíð,
sum lærarin vil greiða nærri
frá. Koppað verður 3 ferðir —
umleið 4 vikur millum 1. og 2.
ferð. og 3. ferð umleið 1 ár
seinri. Skal varandi úrslit fáast,
er neyðugt at verða koppaður
allar 3 ferðir.
Við tí koppingarevni, sum her
verður nýtt, eru nú uttan nakað
óhapp koppað 400.000 donsk
skúlabørn, og stórar royndir í
U. S. A. hava prógvað, at henda
kopping veitir eina ógvuliga
munandi vernd móti barna-
Jamningi. Sjúkan hevur í fleiri
a
„Feroyatíðindi“.
Krákan flýgur best áleina, og
soleiðis við Feroyatíðindi. Væl ber
til hjá Feroyat. at dálka sínar
måtstødumenn, so leingi tað er
eingin, sum hirðir at dálka seg við
at geva tí aftursvar til tey óflýggja
urð, tað roynir at kasta eftir ødr-
um — tá tað eingi onnur ráð veit
sær, fyri at halda sær omaná og
roynir at floyma fyri onkrum, sum
tað heldur seg kuuna hava fyri-
mun við. Sjálvandi meinar tað at
vera so frammalaga, at tað er
eingin sum er førur fyri at geva tí
aftursvar ella teppa tað. Men so
skjótt at tað er onkur sum gevur
tí ein dyggan frammaná, ja, so
fellur tað í fátt, byrjar at hveppa
seg og verður heldur erkvisnari, tí
tað veit sær eingi ráð at fóta seg
aftur, tá tað hevur mist flogið —
roynir tó at umbera seg uppá allar
mátar. T. d. prálar tað av at vera
so meinaleyst við síni skriving, at
eingin skal taka tað fyri fult, sum
tað skrivar — tað hevur barna-
lyndið í sær.
Men Foroyatíðindi“s meinaleysa
skriving fær tó ikki longur fríar
ræsir millum manna, og tað er tað,
sum tað hevur fingið so
—— "——"——— "=
sålarliga |
londum hesi seinastu árini tikið
seg stórliga fram, og eingin veit,
nær hon eisini her hjá okkum
bráðliga kann stinga seg upp og
gera meiri um seg, enn hon hev-
ur gjørt hesi seinastu árini. Øll-
um foreldrum skal tí her verða
mælt til at taka móti hesum til-
boði og lata børnini koppa.
Vegna trot uppá koppingar
evni hevur ikki borið til, at
fingið hesa kopping í lag her í
Føroyum fyrr enn nú, summar:
frítíðin stendur beint fyri hond,
og summi børn tí fara at ferðast
út á aðrar bygdir. Men tað má
haldast at vera so umráðandi,
at tvær tær fyrstu koppingarnar
eru gjørdar, áðrenn sjúkan van
liga stingur seg upp Í august og
september, at øll, bæði foreldur,
børn, lærarar og læknar, hvør í
sínum lag mugu royna at hjálp-
ast so, at børnini hóast summar-
fritid og ferðingar verða koppað
so skjótt og regluliga sum gjør-
ligt. Hetta gerst bert við, at
børnini fylgja teimum boðum
um at møta til ávísa tíð bæði 1.
og 2. ferð, sum tey fáa frå lær
ara og lækna, tí tað verður
vegna trot uppá koppingarevni
og vegna tað ógvuliga stóra
barnatali ikki gjørligt at koppa
børnini uttan í skúlunum.
Eru børn, sum longu við 1.
kopping vita seg at vera stødd í
øðrum bygdum, tá 2. kopping
skal fara fram, eiga tey longu
1. ferð at siga frá hesum. Tey
fáa tá ein seðil við og skulu við
honum venda sær í skúlanum í
teirri bygdini, tey ferðast í, tá 2
kopping verður har.
H. D. JOENSEN.
landslækni.
ilt av — komið í svårasti barsils-
neyð við.
Í aftursvari í nr. 20 nevnt
„Eingin yvir«, prógvar hann í sin-
um ovursinta aftursvari, at hann
og blað hansara er at líkna við
eina slíggjuta suggu, sum stinkar
sum pestin yvir alt landið, og sum
fólk so við og við er byrjað at
taka avstand frá. Hetta prógvar
hann nú til fullnar. Og so sær út,
sum blaðstjóragreipan á Feroya-
tíðindi hevur trúð so høgt, at tað
er eingin, sum torir í bladtjak
móti slíkum vísdómspennum, sum
teir á Føroyat.; men so við eitt
vakna teir sum við kaldan dreym,
og síggja at teir hava mistikid seg
stærliga — tað nýtast ikki mæt-
astu pennar sum Dam og Joensen
til slíkt — tað er vorðið nógv
minni enn teir hava trúð. Og so
roynir tó hesin meinaleysi blað-
stjóri at kasta við ordinum »skriv-
visleiki« —- hetta ger hann aftur
fyri at meta sín egna visleika so
høgt, Men 'var hesin sami, so høgt
mentadur vid skrivvísleika,
so átti í minsta
langa starv sum blaðstjóri á Fer-
vunnið meira
sínum
lagi hansara ára-
oyatíðindi at havt
framá og fest djúpari retur millum
manna, enn tað hevur.
Tað, sum tygum hava avrikad
vid tygara vísdómspenni — og tað,
. sum tygum hava nátt,
. på
LA [AAA AA Af AA AA AAA AA AA AAA AA AA AA AAA AA AA AA AA AA AA AA AA AA AA [ff Af ff AA Af ff ff ff ff ff ff [ff ff [Af ff AA Af ff [Af ff ff ff [——|— i
—— Bø ——
— 2 — SEEMS ET ER SA Te —
megu teir
flestu náa, sum taka penn í hond.
Hvat munur tað er á eini blekk-
spruttu í havsneyð og heyggja-
spruttunum á Feroyatíðindi, skulu
tit sjálvir fáa loyvi at avgera. So
ósmæðin er blaðstjórin á Feroyat.,
at hann kemur sær at nýta orð,
sum megnarmenn og avrekskappar.
Man hann halda seg hava verið
ein megnarmann og avrekskappa,
síðan hann setti kós um Suður-
oyarfjørd og festi búgv undir Heyn-
um á Tveroyri — hvar eru tey
megnar- og avreksverk henda svarta
afturhaldshetjan hevur framt —
ikki ein einasti spíri er komin til
sjóndar enn, sum er rótfestur av
hesum mæta slóðbrótara. Tað lendið
tygum hava dyrkað, er einans eitt
svertidýki.
At enda skal eg lata tygum, Per
Næsvis, vita tað, at javnaðarmenn
ætla ikki at hava snobbarnar á
Føroyat. at útneyna eftirmann Dams
tá ið hann einaferð leggur frá sær,
tí tað fara vit sjálvir at klára, eg
tað er vónandi góð tíð til tá. Den
tid den sorg. Men møguliga vildu
tygum og tygara líkar ynskt, at
Dam legði frá sær nú.
D. ]. Sørensen.
Føroya Bjór
Hvalaveidan. Bátarnir vid Åir
høvdu til å middegi igjår fingid
75 hvalir. Teir høvdu vandað veður
einar 2 dagar, men fóru út aftur í
gjár.
*x
Oyggjarnevnd ravmagnsins i
Suduroy heldur konstituerandi fund
i Vågi månadagin.
Útbyggjan av oyggjaverkinum
verður fyrsta hevuðstakið oyggjar-
felagsins,
%
Verður Cl. Eliasen á Tvøroyri
stevndur fyri injuriir ?
— Tað rýkur av hesum Og
sjåldan gongur roykur av
brandi.
ongum
ms ————WwWII
Keypið
LITFAGRA-
MÅLING
tå fáa tygum eina
góða
pengarnir verða í
vøru, og
landinum.
TELEFON: 1834
(heima: 2003).
Ekta
Maltøl.
kommunukantórið.
heimtað.
Bilstjórar verða ámintir,
manni fyri kommununa.
FÆRØSK MARGARINE
Vita No |
VITAMINISERET
FÆRØSKT PRODUKT
Lýsið
| ØL- og MINIRALVATNSVIRKI
| Foroya Citrón sodavatn
| . Appelsin limonada
| Pilsnar Hindber limonada
|
| EINAR WAAG, Klakksvík — MÁLTRÁÐUR 4
Øll, ið vilja keypa skerv ella gråt,
Grót og skervur megu verða goldin fyrst,
TELEFON
Jørdber limonada
Vanillie limonada
Åppolinaris
GROT OG SKERVUR
eiga at venda sær til
áðrenn tey verða
at teir ikki kunnu heimta grót ella
skerv uttan við einum lími av vegnevndini ella einum umboðs-
FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA
Skipafelagið Foroyar
1225
Tórshavn
FINT PRODUKT
SOSIALINUM!