leygardagur 9. juli 1955síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FRÆLSI
JAVNAÐUR
Sýta Íslendingar
føroyskum skipum olju?
Norðlýsið segði í gjár frá, at
tey tíðindi gingu, at Íslendingar
sýttu føroyskum skipum olju. Hesi
tíðindi hevdu teir frætt frá fiski-
monnum, ið aftur eru komnir úr
Íslandi. Hetta kemur av, siga teir,
at Danir sýta fyri at lata íslendsk
skip fáa olju í Grønlandi. Teir
siga tó frá at skipini hætta sær
avstað aftur kortini, tí roknað má
verða við, at Íslendingar fara at
veita Føroyingum sømdir viðvíkj-
andi oljusølu har yviri.
Síðani leggur blaðið aftrat, at
skip hava fingið væl av fiski á
leiðini við Kolmúla og Giletting.
10 ára skúlagongd.
Á seinasta landsfundi Noregs
arbeiðaraflokks segði undirvísingar-
málaráðharrin m. a.
— Hin stóri veikiíkin við okk-
ara skúla í dag er, at hann hevur
ov stutta tíð, tilfarið, ið lærast
skal er ov mikið í mun til tíðina,
ið skúlin ræður yvir. Vit verða nú
skjótt at fáa hitt áttanda skúlaárið
fyri oll børn. Eg haldi, at vit eiga
at hava 9 ára skúla fyri øll, og
síðan framhaldsskúlar fyri tær ym-
isku lærugreinirnar og yrki. Minni
enn 10 ára samlaða skúlagongd
átti ungdómurin ikki at verið nøgd-
ur við, og minni eigur sumfelagið
ikki at bjóða ungdóminum.
Skal
Oyrnafjall
seljast?
Tað tykist, sum landsstýri okk-
ara einans hevur í hyggju at fáa
fatur á pengum, sum tað kann
nýta í letuni og so »aftanå okkum
kemur syndflóðin<!
Nú hevur eitt reiðarí í Turka-
landi givið boð uppá Oyrnafjall
— 1)/, mill, — Um selt verður,
vita vit ikki; men tað verður helst;
tí 1'/, milj. eru jú eisini pengar.
At vit so aftur. standa á berum,
hvat farmasigling viðvíkir, ja, tað
heldur landsstýri væl fara at verða
harvið.
Hent kundi tað kortini verið,
um handilssóttmáli fekst í lag við
Russar, at havt hetta skip at flutt
okkum sildina har eystur og so
siglt heim aftur til okkara við
neydsynjarvørum úr Ruslandi.
ss [Å[ [[[[ [[ [[[ [|] [[[[—————
Hvalaveiðan. Terje kom inn við
hvali í gjár. Hann kom inn norðan
fyri Streymin. Nú eru tilsamans
skotnir 104 hvalir. Ígjár lógu bát-
arnir stillir fyri toku,
}
j
170 skpd.
hava 200 skpd.
hevdi um tys-
Hon skal
Håenni
dagin.
fyri at vera fullfermd.
Hundarnir. Ymiskt hevur verið
skrivað um politihundarnar
borð á Parkeston. Fólk hava fregn-
ast eftir, hvussu mangir teir vóru
í tali. Ikki var hundaliðið so stórt
— 6 í tali, 1 dobberman og 5
shæferhundar.
um-
Bjarma Dam av Tveroyri hevur
fingið starv við preliminerskúlan í
Vági við matematikk sum høvuds-
er
Louis Apol
deyður
Týsdagin andaðist Louis W. me
Hann var ikki fyltur sítt 62.
Apol, sum hann vanliga år
nevndur manna millum var ein
fryntligur maður og stillferur, av-
hildin og væl umtóktur av ellum.
Hann doyði á báti — fekk helst
hjartaslag. Tað mundi ongan varða
at hann skuldi fara so bråddliga
frá okkum, tí fermur og frískur
gekk hann okkara millum til deyða-
stund sína.
Hann var hálendskur statsborg-
ari. Sjómaður var hann á ungu
døgum sínum og heyði skipara-
prógv. Hevði eisini ført skip. Hann
var enn ein ungur maður, tá hann
kom til Feroya. Her dámdi hon-
um sera væl, og hann varð ver-
andi her.
Tey fyrstu árini tókst hann við
ymist arbeiði. Tá landshandilin
varð stovnaður, gjørdist hann ann-
ar stjóri handilsins, og rekti hetta
starv væl, til handilin varð avtikin
við ársskiftið.
Louis Apol var javnaðarmaður,
limur av Suðurstreymoyar javn-
aðarfelag. Sum hálendskur borgari
hevði hann ikki atkvødurætt til
valini her á landi; men hann var
felagnum og stevnuni ein hollur
stuðul í aðrar mátar.
Louis Apol var hálendskur kon-
sul í Feroyum.
Vit hava mist ein
hollan partamann og
sakna hann.
Við tøkk fyri
trúgvan og
vin, og vit
gott samstarv og
góðan vinskap lýsa vit frið yvir
minnið.
K. F. U. M.-skótar úr Klakks-
vík skuldu í gjár koma til Vidar- |
eiðis, har teir skulu verða í tjald-
búðum eina tíð. Busch prestur er |
fyristoðumaður.
Í halda
SOSIALURIN
BRØDRALAG
17. MAI-DÁMUR
17. maí er stóri tjóðskapardagur
Norðmanna. Hann verður hátíðar-
hildin við lít. Í so máta var sein-
asti 17. maí ivaleyst ikki stórt
ødrvisi enn hesir dagar vanliga
plaga at vera, men tað, at teir so
nógv umreddu Klakksvíkingarnir
hava verið ansaðir í teirri stóru
skrúðgonguni, kemur tydiliga fram
av hesum ummælinum í »Arbeider-
bladet<:
»Der var ellers baade hu-
mør og smil i toget. Der var
eventyrgildet paa Kampen med
konjakkfatet og der var tuli-
panpiker, klakksvikinger ...<
Revsadir fyri
grindadrápið.
Vejle-grindin í Danmark varð
nógv umrødd í donsku bløðunum.
Grindamenninir vóru bert 20 í tali.
Nú verða teir 19 ætlandi revsaðir.
Tað er danska djóraverndarfelagið,
ið hevur klagað og stevnt teir fyri
djórapínslu. Hesir 19 brúktu knív
í drápinum. Tá ið hin 20.indi ikki
varð stevndur, var hetta orsakað
av, at hann brúkti riflu.
Hetta er reint humanistiskt iva-
leyst rætt; tí oll mugu vit ásanna,
at grindadráp er djórapínsla við
lít. Í ollum heiminum er tað bert
tarvamorðini í Spaniu, ið kunnu
sammetast við grindadráp.
ÚR HVALBA
Sunnudagin var 2. lid Tb's her
og leikaði móti »Royn« og endaði
leikurin við sigur til »Royn« við
5—0. Hetta var ein landskapping-
ardystur.
Sum fyrr frásagt hevur tað verið
í umbúnað hjá Roynds kolaselu at
keypa eitt annað skip at flyta kol
við, í staðin fyri Stapan sum er ov
lítil og ikki hóskandi at sigla við
——————J
NR. 28.
LEYGARDAG
9. JULI 1955
28. ÁRG.
Við hesum verður
kunnugt ætt og vinum,
kæri maður mín, pápi
abbi okkara,
L. W. APOL
gjørt
at
og
andaðist 5. í h.
Jarðarferðin verður úr Bethel
leygardagin 9. í h. kl. 14.
Tjakina, born og barnabørn.
á vetratdegi um Suðuroyarfjorð.
Nú er hetta keyp komið so mikið
at skipið kann væntast at
koma higar einaferð síðst í hesum
mánaði. Skipið eitur »Mik« og er
frá Danmørk, lastar 150 tons og
keypspeningurin er kr, 185.000.
Tað er eitt tungt tak at
at keypa kolaskip fyri so
pening, men uttan skip er tað ikki
gjørligt hjá Hvalbingum at dríva
kolaframleiðslu, og tað er tí at
vóna, at hetta nýggja skipið má
hava eydnu at flyta mangan kola-
farmin um Suðuroyarfjorð.
åleidis,
noyðast
stóran
Dj.
Noregsferðin. Foroyska dansi-
liðið, ið verið hevur á altjóða
dansistevnu í Oslo, varð væl fagnað
har. Hóskveldið hevði norska út-
varpið nekur tíðindi frá hesum
dansiliði og fagnaði tað væl.
Komnir til Keypmannahavnar,
vórðu Feroyingarnir bodnir at
dansa fyri ymsum monnum ið at-
huga hava fyri fólkadansi. Eisini
her vórðu teir væl fagnaðir.
70 ár. Sanna Joensen, Torshavn,
fyllir 70 år í dag.
60 ÅR. Í morgin fyllir Dánjal
Petersen á Viðareiði 60 ar.
Smáligt hevur verið fyri snerin-
um hjá Viðoyingum í seinastuni.
Ísur tarnar fiskiskapi
í Gronlandi
Gronlandsfelagið veit at
so er ísurin farin at ger-
fiskiskapin í Gren-
Eftir tí,
siga frá,
ast bágin fyri
landi.
Hvørki Tinganes ella Svínoy eru
enn komnar til Ravnsoynna, ísurin
tarnar teimum, og tær liggja báðar
í Foroyingahavnini enn. So nógvur
ísur er nú út av Føroyingshavnini,
at skipaferðslan inn á og út
havnini er heldur hættislig. Menn
ikki, at at
havnin verður heilt stongd
at tað
a V
vandi er fyri,
men teir óttast fyri, kann
henda, tí nógv a
norður við
lítið
anvert hana
Á útiróðri hevur fingist
av ísi; |
ísi rekur sunn- !
landinum. |
seinastum, tí ísurin hevur tarnað í
| stórum.
Trolararnir verða eisini tarnaðir
av ísi, og kanska summir teirra
fara at seta kósina heimá av hesi
orsøk. Gullfinnur siglur heim við
90 tonsum. Annars frættist, at
Venus og Norðfarið hava hver
sini 120 tons inni.
Hesi skip hava landað kalva:
Royndin góð 6 tons, Gulenni sløk
| 8 tons, og Suðuroy, id áður hevur
landað 9 tons, hevur nú landað
góð 3'/, tons, Krógvalíð tilsamans
13 tons.
Norðast á Fiskanesbankanum og
á Fylla banka er fiskandi enn.