leygardagur 9. juli 1955síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 28
. . , a
Kirkjumálið.
Tað er ringur fuglur, sum drítur
í egið reiður.
Hr. Hans Iversen! Ég síggi
tygum sýnast at hava fingið ilt, av
tí at Lenvig sigur, at tað Guds
orð, sum hevur verið og sum
verður sáað (framborið), hevði
borið betur åvøkst, um tað var
framborið á móðurmálinum
fyri á útlendskum. Hetta,
at føroyskt skal hava frammihjá-
rætt fram um tað danska, er tað
at níva tygara
sambandshjarta, og sum hevur
fingið tygum at tríva í pennin;
men tygara pennur er ikki reinur.
Hvat ið viðvíkir nógv av tí, sum
tygum framdraga, so skal tað slá-
ast fast, at ikki var tað út av lagi
kundu sungið okkara
á móðurmálinum
aðrar tjóðir
at
staðin
sum mest sýnist
um vit nú
kirkjusálmar
tað sama, sum allar
gera — á sínum egna móðurmáli,
og íkki á fremmandum. Hví skal
tann føroyska tjóðin hagreiða sítt
mál verri enn aðrar?
Eg veit, at tygum eru ikki førur
fyri at avnokta tað, at fólk yvir-
hevur geva eini føroyskari guds-
tænastu betur gætir, annaðhvert
tað so er lestur ella prædika —
hetta megu tygum viðganga, hóast
tygum eru komin nógv til árini og
elska danskt mál meira enn tað,
sum tygum sjálvur tosa. Her er
tað, eg haldi, at tygum so eiggi-
liga dríta í egið reiður. Tygum
spyrja um eitt mál kann kallast
fyri fremmant sum er nýtt í yvir
400 ár? Svarið verður ja, tí tað
er ikki okkara egna mál — og tí
kann tað ikki blíva annað enn
fremmant mál. Hvussu væl okkara
gomlu fedrar skiltu danskt mál og
ikki, so eiga vit fullan rætt til at
slóða so fyri, at okkara móðurmál
skal blíva bæði sungið, lisið og
prædikað innan kirkjuvegg. Tað var
tann tíð táið gll mannaættin her á
fold talaði eítt mál, men aftaná
syndflóðina blandaði Gud tungu-
málini, so at hver ikki skilti ann-
an. Tað mál, sum vit hava fingið
at nýta í talu og skrift, er fer-
oyskt, og hetta mál eiga vit at
læra og æra og elska — at nýta
fram um nakað annað — tí tað
er móðurmál okkara — tað eigur
at blíva sungið inn í hjørtur våra.
O móðurmál, tað halda oll,
at tú manst órætt líða:
tú dømt ert millum Føroya fjøll
sum útistongt at bíða.
Tú neyvan kemur undir tak —
kanska í lágu smáttu;
tú nýtist mest til smáligt tjak,
tó størri rætt tú átt.
Tað nitir meg í merg og mon'
um tú ei virðist meiri.
Fært tú ei skúla- kirkjustól,
ei altarpláss at prýða,
í Foroyings barmi fanst tú skjól,
tann kirkja er tær vígað.
So leingi føroyskt blóð er heitt,
og føroyskt hjarta bankar,
tú verður nýtt og tolkar greitt
hop, vónir, fríðar tankar.
Soleiðis hevur tygara gamli
flokksleiðari yrkt —
um árum, og hetta eigur at rera
SOSIALURIN
KALKSALPETER
50%6 KALI
TELEFON 1020
Foroya
Pilsnar
Ekta
Maltøl.
FÆRØSK MARGARINE
FÆRØSKT PRODUKT
Føroya Bjór
EINAR WAAG, Klakksvík — MÁLTRÁÐUR 4
Vita No I]
VITAMINISERET
KUNSTGØDNING
18% SUPERFOSFAT (grannuleret)
AMONSULFATSALPETER
NITROPHOSKA
Største lager — billigste priser
mod kontant betaling.
A.S Valdemar Liitzen,
Thorshavn.
TELEFON 1020
Citron sodavatn
Appelsin limonada
Hindber limonada
Jørdber limonada
Vanillie limonada
Åppolinaris
FINT PRODUKT
Happadråtta-
seljari
Framihjåstarv sum happadråtta-
seljari i Sandavågi pg Miðvági er
leyst og verdur at seta frå 1. au-
gust 1955.
Samsýningin er 7% av seluni.
Umsóknir mugu verða landsstyr-
inum í hendi innan 15. juli 1955.
Føroya landsstýri
Háppadrátturin.
ss [ff
hjartastreingirnar bæði á tygum og
eðrum, sum virða sítt mál so lítið.
Tað svitast ikki, at sterri órætt
hevur eingin liðið enn okkara kæra
móðurmál, og tað er tí uppá tíð-
ina, at tað verður troðkað á, so-
leiðis at tað kann koma at njóta
tann rætt, tað er borið til á hesum
klettum.
Tað er neyvan at taka seg aftur
í, at tey, sum vilja unna foroyskum
at verða hovuðsmál í hesum landi
hava betur virðing fyri donskum
máli og tí sum danskt enn
tygum og onnur sum hava hug at
tað hevur
er,
spæla »fanatikarar«
fólk tíverri lyndi til í so nógvum
forum. Vit elska føroyskt, tí tað er
helst á ung- | móðurmál okkara.
D. /. Sørensen.
Just Justesen, Viðareiði.
Seinasta sunnudag andaðist ein
vælkendur Viðingur — Just Juste-
sen, vanliga nevndur Jústi í Eiðsvík
— á Klakksvíkar sjúkrahúsi — 84
ára gamalur. Jústi var ein av teim
góðu, gomlu Feroyingum. Frálík
hevði hann framberingarevnini, ja,
í so máta var hann ein hendingur.
Nógv las hann, og hann hevdi sera
gott skil å øllum dagsins spurning-
um. Mesti lestur hansara mundi
vera kristiliga litaður, tí hann var
sera gudrøkin maður. Í bjørgum
og við báti ella skipi var hann
kendur fyri at vera av allra ferm-
astu og djarvastu monnum — í so
máta var hann hildin at vera bein-
leiðis óttaleysur, og kom hetta at
verða ein stimbrandi táttur í teim
mongu avreksverkum, ið hann var
við til at útinna. Opið hjarta hevdi
hann fyri teimum minni mentu í
samfelagnum, teim ognarleysu, teim
treingjandi og teim sosialt mis-
farnu. Hetta ávirkaði aftur hansara
reinu og føstu politisku áksoðan |
— javnaðarhugsjónin var livandi
fyri honum. Við honum er bygdin
vorðin ein merkismann fátækari.
Friður veri yvir minni hansara.
Vinur.
Viðoy siglur heim úr Gronlandi. ;
9, JULI 1955
Landslid
ella
r .
byarlid?
Ígjár fór føroyska landsliðið vid
Tjaldur til Hetlands at royna seg
í boltleiki móti Hetlendingum.
Vit skulu ikki finnast at einum
einasta av teim monnum, sum eru
úrvaldir teir eru óivað allir
góðir fótboltsspælarar: men vit
megu síga, at urtøkunevndin hevur
ikki verið heppin. Hetta lið, id nú
fór av landinum er jú einki annað
eitt býarlið úr Havn, styrkt
við tveimum monnum úr Klakks-
vík: men eingin Suðuroyingur er
Við.
Vit vita væl, at Tverá boltfelag
ikki kom norður til Havnar síðsta
sunnudag at leika úrtokudystin
móti B. 36; men tað mátti kortini
verið ov mikið avgjørt at útihýst
Tvørå Boltfelag — ja, allari Suð-
uroynni — fyri tað, tí tað hevur
einki dulsmál verið, at Í.S. F.
hevur havt njósnarar úti um landið
við urtøku til landsliðið fyri eyga,
og tað skuldi ikki verið óhugsandi
at Suðuroyarliðið, sum á joansøku
vann dystin móti býarliðinum úr
Havn, hevur menn, ið avgjørt eiga
pláss í landsliðinum. Her kunnu
vit nevna nakrar royndar spælarar
sum Mannbjørn, Arni og Mervin
ur Tvørå boltfelag. Onkur Vågbing-
ur og kanska eisini onkur Hval-
bingur er so mætur spælari, at vit
kundu hugsa okkum hann å lands-
liðinum. Men ið hvussu er hesir 3
Tvøråmenninir eru gitnir og roynd-
ir millum teir bestu, vit eiga, so
tað mátti verið spell at útihýst
teim ollum.
At K. Í. ikki fekk meir enn 2
menn á liðið sær eisini heldur legið
út: men hetta skulu vit tó ikki
hefta okkum við nú — teir eru tó
uppi í, kortini — lið teirra er í
ár ikki so gott, sum tað hevur
verið árini herfyri.
Hvussu nú fer at gangast hesum
landsliði, er ikki gott at vita. Vit
vóna kortini, at tað fer at standa
seg væl móti Hetlendingum; men
enn
einki er at ivast í, at vit kundu
havt fingið eitt landslið, ið ikki
var veikari enn hetta, um Suður-
oyggin eisini var umboðað við
sínum bestu monnum, og tá serliga
Tvørå boltfelag — elsta boltfelag
landsins.
Lidid, sum for, er frå målmanni
til vinstra vong:
Kris Guttesen B. 36
Kjartan Festirstein HB
Olavur Lambaa HB
Brynjer Gregoriussen HB
Jógvan Johansen HB
Jógvan Jacobsen B. 36
Arnold Hansen B. 36
Eivind Dam HB
Sakaris Lydersen KÍ
Bent Olsen B. 36
P. Vágsgarð KÍ
Eykamenn:
Helge Finn Larsen KÍ
Karl Isaksen KÍ
Wenningsted Mortensen HB
Marius Johan Jensen HB
Hans J. Egholm B. 36