Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-07-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 1955síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 29 Bygdarhús. Ungdómurin skal hava sína frí- tíð, og ætlandi verður frítíðarhald ungdómsins at taka til. Soleiðis er mannagongdin úti í heiminum og soleiðis verður staðan ivaleyst eis- | Fl rr ini einaferð her hjá okkum. Nógva- | staðni er tað í so máta komið so langt, at myndugleikarnir hava stórar trupulleikar við at seta í verk tiltøk, ið kunnu åvirka ung- dómin burtur frá at nýta frítíðina á slíkan hátt, at hon bæði verður til ógagns og skaða fyri ungdómin sjálvan og samfelagið. Hesi tiltok kosta pening, pening, ið torferur er at fáa til vega á einum sinni. Menn eru tí harmir um, at teir, ið frammanundan hava rátt fyri borgum, ikki hava verið meira framskygdir og longu fyri mongum árum síðan eru farnir undir at loysa henda spurning, so ungdóm- urin ikki verður ríkin út til einkis í tí tíðarbilinum, tá ið ongantíð verður gjørt ov mikið fyri at hann kann finna seg sjálvan og veruliga fóta sær fyri at gerast góðir og sannir samfelagsborgarar. Eisini vit verða at taka henda spurning til nærri umhugsan. Vit eru ivaleyst mikið verri staddir enn aðrar tjóðir á hesum økinum. Eitt hitt fyrsta takið, ið farið má vera undir, eru bygdarhús. Hús, ið kunnu verða ein miðstoð hjá tí uppvaksandi ungdóminum. Tílíkum húsum er stórtervur á í flestu bygdum. Skal ein politiskur ella kristiligur fundur verða hildin er ofta 6gjørligt at fáa hóskandi holi. Tey høli, id eru, eru ofta vånalig' og bjóða lítlan hugna. Peningaligu vánirnar eru íkki til staðar at halda eitt vakurt og snotiligt fundarhøli. Eitt nú fim- leikaviðurskiftini á bygdunum. Skúlarnir hava onga slíka holl, men um rætt varð atborið, kundi eitt slíkt bygdarhús lættliga tænst hesum endamáli eisini. Ja, stutt sagt. tað mest ótrúliga — til frama fyri bygd og fólk — kundi fingist burtur úr einum tílíkum bygdar- húsi. Men lat okkum ikki gloyma tað peningaliga. Almennur peninga- ligur stuðul er neyðugur. Fyrst og fremst eiga kommunurnar at hava eitt opið eyga fyri hesum, tað er beinleiðis teirra skylda yvir fyri ungdóminum og bygdini. Javnaðarmanna stuðul og væl- vild eigur henda hugsan altíð. Flokkurin setur hina einstaku menn- iskjuna fremst av øllum og ti verður hann eisini altíð at reka ein slíkan politikk, ið er til gagns og hevjar menniskjuna, einstakling- in, ungdómin. Ein táttur í hesum arbeiði verður altíð at skapa eina ungdómsmiðsteð í hverji bygd. — Fyri at henda brennandi spurning og tí verður tað ein aðal- loysa táttur hjá øllum teimum, ið seta hitt sosialistiska framburðsverkið hátt, heithjartaðir at ganga mo- ralsku og mentunnarligu krøvum ikki bert sum sum fullborið skapa Fólka- ungdómsins á meti, viðfáningsverk lið í adalstevnuni af heimið FOROYAR men SOSIALURIN Hugsunarhátturin Hugsunarhátturin er ógviliga ym- iskur, summi halda tað vera rætt- ast, sum tey halda uppá, og onnur halda tað vera blóðskeivt og halda teirra hugsan vera ta rottu so ójavnt eru vit menniskju innrættað í so máta — øll vilja halda teirra hugsan vera rættast, bæði í einum og ødrum føri, og verður hetta teimum flestu tíverri til óbetaligan skaða. Í tí politiska lívinum er tað eisini soleiðis, at hvor flokkur held- ur sína stevnuskrá vera ta rettu — tað vil soleiðis vera; men fyri ti er tað langt í frá soleiðis. Øll kenna støðuna, hvussu hon var, tá ið sambandsflokkurin og fólka- flokkurin kudaðist at hava valdið her á landi tað var sanniliga ikki nøkur gødingatid hjá fjøldini av Føroya fólki — hvorki teimum, sum vóru arbeidsfør og enn minni hjá teimum óarbeiðsforu — tá var eingin avlamisrenta og ellis- renta tí lík, hon var. Fólkið tá í tíðini var alt ov stuttskygt til at duga at síggja sítt besta, hóast tey uttan iva hava viljað havt tað annarleidis. Men til alla lukku kyknaði ein nýggjur flokkur upp fyrst í tjúgunum — tann sokallaði javnaðarflokkurin, og við honum íbirtist ein neisti til betri livilík- indir enn tey sum høvdu verið frammanundan. Men hesin flokkur hevur tíverri ongatíð verið serliga mannsterkur á tingi, soleiðis at hann fult út hevur kunnað tikid tey megnartøk, sum honum hevur ligið á hjartað; tí fólkið, sum altíð er stirvið og seint at fáa á glið til sítt egna besta, hevur verið ringt at fingið til at styðja henda ar- beiðsfúsa flokk. Ein flokk, sum av heilum huga hevur havt til enda- mál at skapa betri livilíkindir fyri fólk bæði á landi og sjógvi og somuleiðis at skapa betri kor fyri tey Oarbeidsføru (avlamis- og ellis- rentunjótarar). So legið er tó alt, at fólkið sjálvt er sín egni meinbogi fyri at skapa sær betri livilíkindir, sum tað tó alt strevast og tráar eftir dag og dagliga — men vil tó íkki víkja frá síni rangvørgu stødu. Ivaleyst hugsa og siga fólk sum so: Hvat kunnu tó javnaðarmenn gera fyri at skapa okkum betri livikor enn hinir flokkarnir. Megu javnaðarmenn ikki vera tað sama sum hinir — ella kannska verri — bert brúka stór orð. So er svarið tó so einfalt og lika til — lalið javnaðarmenn koma til róðrið — teir, ið eru einastu menn, sum av sonnum hava víst, at teir hava hug og eru til reiðar at skapa tað so liviligt sum gjørligt fyri allan ar- beiðarastættin bæði á landi og sjógvi oll skulu hava eins rætt at liva sum menniskju — og ikki bert einstakir geðingakálvar, ið liva í yvirflóð av slitmannsins ávum Har tað er blivid betri, er tað avgjørt av javnaðarmanna ávum, tí tað er einasti flokkur, sum av —r ollum alvi hevur barst fyri betri og tryggari korum. Sjálvandi vilja motstøduflokkarnir avnekta hetta: men tað nyttar teimum púra einki tí tað er ein royndur veruleiki. Tað er eitt vápn, sum mótstoðu- flokkarnir nýta upp undir hvert val — at geva veljarunum so og so góð lyftir — og púrt einki annað. Og hetta hevur fólk so tor- ført við at læra. Slík skålkabrøgd — av flokkum og monnum, sum tey ferð eftir ferð og ár eftir ár, einans eru ferd út í størri figgjar- ligt ófori av. Varð ikki javnaðar- flokkurin til, so var heldur ikki tann bati í ymiskum vinnulivs- tættum og eðrum, sum tað er. Hetta kemur av teirri orsek, at sjálvt um javnaðarflokkurin ikki hevur havt tað avgerandi valdið á løgtingi, so hevur hann havt tað ávirkan, at hann hevur skorað á hinar flokkarnar, soleiðis at teir eru noyddir at glíða meira, enn teir annars høvdu gjørt. Javnaðar- flokkurin hevur soleiðis verið at- voldin í, at afturhaldsflokkarnir eru noyddir at glíða við síni flokks- stevnuskrá fyri hvort val, tí ann- ars vildu teir longu verið sovnaðir burtur — og tá serliga sambands- flokkurin við síni negativu og stokk- KALKSALPETER 16. JULI 1955 konservativu stevnuskrá. At javnaðarmannaleiðin er ein- asta og hollasta leiðin at ganga, er ikki bert nakað tómt skról, tí við javnaðarmonnum er avlamis- og ellisrentan hækkað munandi, og við honum kom lønjavningin, for- skotsrindanin og prísviðbótin. Javn- aðarflokkurin verður mangan kall- aður fyri uppskotsflokkurin, men av javnaðarmanna uppskotum er tað blivið til tann bata tað er, bæði á ein og annan hátt, sjálvt um tað ikki er blivið so fullfíggjað sum teirra uppskot hava ynskt tað. Hinir flokkarnir eru uppskotsleysir og kallast tí teir uppskotsleysu flokkarnir flokkar, ið einans hava til endamáls at áleggja okk- um tyngri byrðir. Vóru nógv av teimum uppskot- um, sum javnaðarmenn hava lagt inn á ting blivin ein veruleiki, so nýttist ikki okkara landsmonnum at farið burtur í fremmand lond og við fremmandum skipum, fyri at vinna sær og sínum dagligt breyð. Nei, tað skal leingi javnaðarmenn sláast fast, at so ikki koma at sita við róðrið, so leingi verður tað ikki liviligt hjá fjøldini av Feroya fólki. Dj. KUNSTGØDNING 18%o SUPERFOSFAT (grannuleret) 50%o KALI AMONSULFATSALPETER NITROPHOSKA Største lager — billigste priser mod kontant betaling. A.S Valdemar Liitzen, TELEFON 1020 Thorshavn. TELEFON 1020 | TRYGGINGARSAMBANDIÐ | FØROYAR Foroya Kriggstrygging . telf. 1086 Føroya Brunatrygging.. telf. 1089 Føroya Sjovåtrygging ... telf. 1086 Foroya Vanlukkutrygging telf. 1721 Vit tryggja: Bátar - skip - voru - hús - innbúgv - ferðagóðs bílar o. a. Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging FÆRØSK MARGARINE VITAMINISERET | FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT