Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-07-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 1955síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

. * Óvanligur hiti. Viðareiði. tíðina hevur hitin verið av tí allra mesta. Fríggjadagin í seinastu viku vóru 27 hitastig, leygardagin 28 um middagsleitið og ikki minni enn 22 kl. 11 á kveldið, sunnudagin minkaði hann niður í 22 stig, men ovurheitt tyktist kortini vera. Meðan hitin var upp á tað mesta her og skýggj ikki sást á loftinum, segdu bátar Seinni kring Føroyar frá greyttjúkkari toku. Seinasta leygardag hendu tvey óhapp her. 5 ára gomul smágenta var yvirkoyrd av syklu. Hon breyt pannubeinið og fekk heilaskjálfta. Ein KFUM-skóti var óheppin at stinga ein slíðraknív djúpt í lærið, skar eina pulsæðr tvertur av og bloddi illa. Bæði vórðu flutt á Klakksvíkar sjúkrahús. Hitt foroyska landsliðið Ítróttarsambandið hevur fingið manga ábreiðsluna, síðan lands- liðið, ið verið hevur í Hetlandi, var úrvalt — mest tí at Suður- oyggin varð hildin uttanfyri, og tá helst Tverá boltfelag, ið hevur nakrar av mætastu boltspælarum landsins. Feroyatíðindi hevði síðsta leygar- dag ikki minni enn tvær blaðgrein- ir um hetta evni. Vit loyva okkum her at prenta aðra uppaftur: Við Tjaldrinum ígjár fór eitt lið av norðoyingum til Hetlands fyri at spæla fótbolt. Hetta skuldi eit- ast at vera eitt »landslid«, men tað fer ikki at bera til, tá ítróttasam- bandi í Tórshavn við sínum »splen- did isolation« politikki hevur úti- hýst suðuroyingum. Tað er víst, at »Royn« í Hvalba, Vágs boltfelag og Tveroyrar boltfelag kunnu stillað eitt landslið, sum lættliga kundi sigra yvir norðanmonnum. Hetta svikabragd, sum ÍSF við úrtoku- nevndini hevur framt móti fót- boltsfeløgunum í Suðuroy og har- við eisini móti landsliðnum, vil óivað såa split innan føroyska ítróttin og verða ítróttasamband- inum at bana. Tí tað er veruleiki, at framman- undan stendur ÍSF ógvuliga veikt við ikki at yvirhalda tær lógir, sum sambandið nú endiliga hevur fingið uppá prent og so sjálvandi eisini må hava vidtikid skulu vera galdandi fyri ítróttin í Føroyum! Grindagarðurin í Hvannasundi. Seinasta grindin í Hvannasundi slapp. Hetta var mikið óhapp, ið altíð kann henda við eini grind. Men rættiliga ofta hevur hent, at grind- farnar gjøgnum Ikki hevur borið til at vent ir eru norður Sundi. teimum aftur. Hetta hevur verið tvørligt bæði fyri grindamenn og onnur, ið á ein ella annan hátt hava havt við grindina at gera. Fyri at forða fyri, at eingin grind fer norður um, nýtist bert ein SOSIALURIN NR. 29 16, JULI 1955 28, ÅR. Nýggi bók i næstu viku Mikudagin kemur út nýggj bók, ið nevnist 7 SOGUR P. Karbech Mouritsen hevur skrivað hana. Nakrar av søgunum hava verið prentaðar áður í jóla- heftum, hóast tær ikki eru jóla- | | | | | i | i søgur. Bókin er prýdd við myndum av Oskari Hermansen. Myndin oman- fyri er ein av teimum. Ummæli av bókini kemur í næsta blað. stuttur garður, tí stutt er um Sundið. Nú mugu vera eini 15 ár síðan, at menn — ivaleyst eftir løgtingssamtykt — fóru undir at gera grindagarð, men framvegis er sama óskilið. Tó øll hesi árini er tað hent, at 10 pst. av allari grind- ini, ið eftir er, tá ið matarhvalur, formannshvalur, partur sýslumanna 0. s. fr. er avfarin, verður seld fyri henda sama grindagarð. Fyri henda pening kundu menn havt gjørt fleiri grindagarðar av sama slag, ið her er tørvur á, men einki er hent. Nú halda vit grindamenn, ið hava havt so mangt baksið við grind her norðanfyri, at hesin garður må gerast brádliga. Um ikki, má Hvannssund skjótast gjørl- igt verða avtikin sum grindavág. Vit eiga ein landsstýrismann, ið ivaleyst má vita skil á hesum. Hetta verður skrivað honum til nærri umhugsunnar, so málið kann verða reist av nýggjum. Grindamaður. Begrundet Familiefest lukkes vor Forretning Mandag den 18de Juli KÍ. 12. Fa. A. BREND | | i vist fyri hesum reglum: Foroyska landsliðið tapti Teir vóru nú ikki so væl fyri at spæla tann fyrsta dystin, sjálva landskappingina, tí hon varð leikað leygarkveldið, sama dag sum Tjald- ur kom til Hetlands. Skipið var fult av ferðafólki, so íkki vóru menninir úthvíldir, tá teir fóru á vøllin. Úrslitið var 1—0 til Het- lendingar, og minni kundi tað so ikki vera, tá teir skuldu tapa. Hetlendingar = spæla ikki bolt sunnudag, so tá var hildin friður. Månakvøldid spældi býarliðið úr Havn móti Lerwick. Har vunnu okkara menn 2—1. Tveir dystir vóru aftrat, og hver parturin vann sín dystin. Hver var stødan? Harra blaðstjóri! Gev mær inni- | læknamálið varð loyst hevur ofta verið trætað um, hverjir veruliga styðjaðu Norðoyingar fyri at fáa eina loysn. Kunnu tit greitt svara mær, um tjóðveldismenn av fullum huga styðjaðu Norðoyingar? J, P, Nei, avgjørt ikki! Støda teirra var henda: I. Tá id læknamálið var fyrstu ferð fyri á tingi, vóru teir ímóti at gera læknamálið til tingmál og | i í á Aftaná at | | í vatninum 1 samd. ! em langar bílar. | at geva tí tingviðgerð. (Hanus við Hegadalsá rýmdi út og D. P. Danielsen atkvoddi ikki). 2. Tá id R. Jacobsen setti fram uppskot um eina loysn, atkv. nakrir fyri greinini um serstakt sjúkrahússtýri = fyri = Norðoya læknadømi; meðan bert ein (Johan Simonsen) atkvøddi fyri teirri avgerandi greinini, nevnliga at ganga ynski Norðoyinga á meti fyri at fáa Halvorsen settan. 3. Annars var stoða tjóðveldis- manna henda: a. Halvorsen skuldi rekast úr starvinum og ongar megu- leikar hava at fáa tað aftur. b. Samráðast skuldi við E.R. Nielsen um at siga starvið frá sær. c. Ein tridji lækni skuldi setast. Hetta var veruliga støda tjóð- veldismanna. So kann ein og hver meta um teirra svik og teirra dup- ultspæl. Blaðstj. s=| KVINNAN |=s Ongum tørvar meira eina góða fritid enn húsmeðrunum. Í dagliga yrki sínum eru tær staðbundnar og trongligt og lítið fjølbroytt er virkisøki teirra. Tað er eitt stoðugt og ofta ótakksamt slit at vera húsmóður. Hennara aibeidi fær ikki ta heiðurligu virðing, ið tað av sonnum eigur uppiborið — og tíans- heldur tað frá almennari síðu verður gjørt nakað fyri at takka og heiðra hús- móðurini fyri hennara ómetiliga stóra og ábyrgdarfulla starv í tænastu sam- felagsins. Henni torvar fritid, mennandi og heilsubótargevandi hvíld. Men hvat hava vit at bjóða húsmóðurini? Hvussu veitir hitt almenna sín stuðul? Nei, hesin sosiali stovnur er framvegis ikki í føding! Men, hygg Norðmenn! Teir hava fri- tíðarheimini. Teir syrgja fyri húsmeðra- hjálp. Í ár hevur ríkiskassin latið 110 kr. til hvørja húsmóður til fritidarhald í 14 dagar og 55 kr. til hvort barn, ið húsmeðurnar annaðhvort kunnu hava hjá sær, ella eisini kunnu tær senda børnini til barnafrítíðarheim. Eingin kann til fulnar meta um hin alstóra týdning av hesum; men vit kenna á okkum, at vit ikki kunnu rópa okkara samfelag fyri eitt fólkaheim, fyrrenn eisini hesin spurningurin er loystur, Skemt Ein ferðarmaður var komin til gisting- arhúsið og spurdi vertin, um hetta staðið veruliga var so sunt, sum propagandan: vildi vera við. — Um tað er? svaraði verturin; hetta er avgjørt sunnasta stad í heiminum. Ja, men eg metti einum líkfylgi á gøt- uni í dag. Á, ja, tað var líkkistusmiðjurin. Hann flutti higar fyri 2. árum síðani, hóast allar ávaringar. Hann er nú deyður í hungri. i MATPRA | in Súltutoy. 3 kg rabarbur — 1 kg fikur — 1 sitrén = - - 1'/, kg sukur — I Í vatn. Sker fikurnar í tunnar flísar; bloyt tær Sker rabarburnar í Fíkurnar, rabarburnar og sukrið verða løgd í logum í grýtuna | og bloytingarvatn helt útá. Aftaná små- | | kók ein tíma verður sitronsaftin latin útá, og kókað verður í lo min. aftrat. Minst tíl, at tað kann brennast við botnin! Lat hitt kókandi súltutoyið í heit : gløs, og lat tey aftur beinanvegin. -— Verður goymt á myrkum, keldum stað