leygardagur 23. juli 1955síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
BRØDRALAG
FRÆLSI
Sjónleikarfelagið ?
Í Dagbl. stóð tíðindastubbi ígjár
frá eykaaðalfundi Havnar Sjónleik-
arfelags mikukveldið, um nýbygg-
ing, sum endaði so at skilja:
... av teimum sum samtyktu
uppskotið um bygging, vóru fram-
sett tey sjónarmið, at tá ið sjón-
leikur gevur so lítið av sær,
verður fyrst og fremst bygt til
biograf og dans...
Hvar er Sjónleikarhúsið farið at
flóta ?
Alt annað var ætlanin hjá teim-
um gomlu Havnarmonnunum, sum
løgdu sítt til at byggja Sjónleikar-
húsið og fremja ans fyri sjónleiki.
Í lógum felagsins stendur annars í
grein 2: Formál felagsins er at
framføra sjónleikir og annars at
virka fyri at fremja ans fyri dra-
matiskum skaldskapi.
Nú tykist umvent í holuni.
Hesi seinastu árini hava vit sæð
framúr góðar sjónleikir og teir
leikandi hava vist ongantíð í felag-
sins søgu skapað størri list enn
hesir, undir teimum trongu viður-
skiftum, sum húsið til slík megn-
arverk býður teimum. Lat okkum
minnast at áskoðarin krevur meir
og meir av teimum leikandi, t. v. s.
so krevur hann í sama viðfangi, at
viðurskiftini til at fremja góðan
leik eru til steðar.
Uppreisnin í
Norðurafríku
Í langa tíð hevur staðið stríð í
Marokko í Norðurafriku. Tað eru
Arabar, ið vilja koma sær undan
franska stýrinum. Teir hava fingið
eitt heimastýri, ið at kalla gevur
teimum alt valdið mótvegis sum
áður hevur verið, tá hin europe-
iski parturin av íbúgvarunum hevdi
alt valdid. Men hetta tykist teim
ikki at vera nóg mikið. Hin euro-
peiski parturin av fólkinum er á
hin bógvin ógviliga illa negt við
tær broytingar, ið gjørdar eru, og
hevur ikki hug at geva frá sær
valdið.
Sostatt eru báðir partar fúsir til
bardaga. Og har hava verið so
harðir samanbrestir, at fleiri hundrað
menniskju eru særd og eini 70
hava latið lív. Mordroyndir og
bumbuålop hava verið gjørd, og
franska styrid hevur i skundi flutt
herfólk til Casablanca, ið tykist at
vera midstødan fyri uppreisnar-
royndunum.
Partarnir fyra ikki fyri at seta
eld á bypartar hjá mótstoðumonn-
Nevnast kann, at europe-
inn á
unum.
arar ein dagin gjørdu
Arabar í býparti teirra og settu eld
á fleiri hús.
seg
Hetta var gjørt sum
JAVNAÐUR
hevnd fyri,
dripnir.
Í fyrradagin var ein samanbrest-
ur, har 25 menniskju vórðu særd.
P. Karbech Mouritsen:
7 SØGUR
EGIÐ FORLAG
PRENTSMIÐJAN Á HEYGSBREYT
»Sjålvgjørt er væl gjørt«. Snøgg
og snotulig lítil bók at taka upp i
hondina, vid tekning av smågentu
á umslagnum — tekning sum
líkist einari smágentu.
Lat upp bókina, og tú fær at
síggja, at innihaldið svarar til um-
búnan. Hetta eru søgur, sum børn
sita stív og lýða á, meðan lisið
verður, hetta eru søgur, ið øll lesi-
hugað bern gloypa uttan at
fáa ilt av teimum — og hetta eru
søgur — sum vaksin lesa og minn-
ast.
Vit eru oll góð við móðurmál
okkara, og unna tí alt tað besta.
Her hevur høvundurin sýnt, hvat
hann unnar tí — reinari og meira
ljómandi mál lesur tú valla. Nú
unna vit móðurmálinum ta sømd,
at vit keypa hver sína bók, foreld-
til at lesa fyri teimum smáu,
størri børn spari sær saman fyri
hana, og síðan hver av okkum;
hon eigur pláss millum bestu bøk-
ur okkara.
ur,
Hans Dalsoaard.
Johan Mouritsen
70 år.
Hósdagin fylti ein kendur Havn-
armaður 70 ár. Tað er Johan Mou-
ritsen í Barnastovu.
Hann er føddur og uppvaksin í
Havn. Á ungdómsárum sínum fór
hann, sum teir flestu ungu menn í
Havn tá á døgum til skips, síðan
róði hann út úr Havnini og var
eitt áramál formaður á motorbáti
til havróðurs.
Við síðuna av hesum starvi ar-
beiddi hann uppá grót saman við
pápa sínum, Augusti í Barnastovu,
ið var tiltikin góður grótsmiður.
Hesum arbeiði hevur hann hildið
áfram vid upp gjøgnum árini, og
mong ålitisstørv hevur hann havt í
grótsmíði bæði í Havn og úti um
bygdirnar. Enn tann dag í dag er
hann álitismaður hjá Havnar kom-
munu í hesum arbeiði. Í eini 30
ár hevur hann verið formaður í
grótbrotinum hjá kommununi. Ar-
beidsførur og arbeiðsfúsur er hann
enn, hóast tey 70 árini ein
fyrimynd fyri mangan yngri mann,
|
1
Hollur vinur ert tú Johan, frynt- |
ligur og hjálpsamur. Ég ynski tær
eina góða heilsu í komandi árum
— og til lukku við tí nýggja
árinum. Ein vinur
vit teimum, ið sýndu okkum sam-
kenslu í sorg okkara, tá sonur
okkara
JÓAN JAKKU
doyði og varð jarðaður. Eina ser-
liga tøkk til stjórn Farms, ið stíl-
aði fyri at fáa hann heim aftur at
hvíla í føroyskari og til
manningina — frá elsta til yngsta
Oyrnafjalli fyri tær
teir = sendu
jerð,
mann — á
hjartaligu heilsanir,
| okkum.
Argir, 20. juli 1955.
Olevina og Eli Petersen.
Torshavnar
tekniski skuli
fyrst i no-
ið ætla sær á
Dagsskúlin byrjar
vember. Næmingar,
skúlan, biðjast venda sær áðrenn
10. august til Johan Ziska, tlf. 1957
Komfyrur til solu.
Ein bruktur,
fyrur er til sølu.
TELEFON 2304.
uppmuradur kom-
Fødingardagar. Í morgin, 24.
juli fyllur Joen Magnus Lamhauge,
Rituvik 79 år.
Månadagin fyllur frå Cathrina
Heinesen, Klakksvik 76 år.
Tysdagin 26: Chr. Djurhuus,
Hvitanes 77 år. Fru Hilda Andre-
asen, Klakksvik 65 år.
Midvikudagin 27: Theodor Sa-
muelsen, Tórshavn 60 år. Bernhard
Fagralíð, Klakksvík 50 ár.
Hósdag 28: Fru Olevina Klett-
skarð, Haraldssund 55.
Olavsøkud. : Elias Matras, Klakks-
vik (av Vidareidi) 60.
Leygardag 30. juli: Kirkjuverji
Osvald Jacobsen, Funningi, 81 år.
Fótboltur. — Í meistaradeildini
leika í morgin T B móti K I í
Klakksvík, og H B móti B 36 í
Havn.
Einki fleyg. Úr Nolsoy frættist,
at einki hevur borið til við fleyg-
ingini higar til, og nú skuldi verið
hægsta fleygatíð; vedurlikindini hava
verið sera ólagalig. Teir hava
fingist við at fleyga einar 5—6
dagar; men so lítið er komið burtur
úr, at árið man vera av allar vána-
ligastu árum.
Etna goysir.
Í hesum døgum er vulkanin Etna
í Italiu farin at goysa. Hetta skal
stóru
heilt gos-
vera eitt av teim
unum; men einki hoyrist frá nøkr-
um stórvegis skaða.
í vegin hjá Smirli
NR. 30.
LEYGARDAG
23. JULI 1955
28. ÅRG. |
at 8 europumenn sn Hjartaliga takka | Postferðslan.
Nú í summartíðini ger >Tjaldur<
nakrar snarferðir millum Keyp-
mannahavn og Føroyar, sum sjálv-
andi einki er at siga til. Men so
tað ferðafólkini og posturin,
skal flytast suður skjótast
gjørligt. Men nú ber tað so á, at
Tjaldur ikki kemur á Havnina
fyrrenn fríggjadag sum Smiril siglur
til Suðuroyar tórsdag eftir ferða-
ætlanini. Men hesa ferð var tað
lagt soleiðis til rættis, at Smiril
ikki kom suður fyrr enn fríggja-
dagin eftir tað at Tjaldur var
komið á Havnina, men ikki norður
leygardag. Og so
»Tjaldur«s-
er
sum
aftur fyrr enn
hendi tað løgna,
posturin til Hvalbiar sum við røtt-
um skuldi uppskipaður i
Hvalba fríggjadagin, ikki til
sjóndar fyrr enn leygardag á norð-
at
verði
kom
urferð Smirils.
Somuleiðis kom norðanposturin
fyri leygardagin ikki á Hvalba fyrr
enn mánadagin alt av ti at
Smiril ikki silgdi norður aftur fyrr
enn leygardagin.
Tað at gera væl eina staðni og
verri eina aðra staðni er lítil rós-
andi bati. — Hvat skal vera í
at sigla norður
aftur sama dag á hásummarstíð?
»Smiril«s ferðaætlan átti at verið
skipað á ein annan hátt, soleiðis
at hann lá minst meguligt stillur
og ikki sum nú tvær nætur í
Suðuroy. Ein summar- og vetra-
ferðaætlan kunnu ikki í nekrum
forum verða eins.
Tað verður mangan klagað yvir
ferðaætlanina, og tað er sanniliga
eisini grund til tess.
Dj.
Ójavnt veðurlag.
Meðan vit um miðoyggjarnar og
sunnanfyri hava havt heldur baldr-
ugt summarveður við ælingi og sól-
loysi, hava teir norðanfyri — Klakks-
vík, Viðareiði og norðari partur av
Eysturoy — havt reiðiligt lýðveður
við terra og ofta brennandi sólskini
— yvir 25 hitastig viðhvert —.
Grasveksturin er góður, og einstakir
eru farnir at hoyggja fyri norðan.
eru komnir inn til
stødina við Áir. A miðdegi í gjár
sagt av stødini, at bátarnir
úti, men veiðilíkindini vóru
129 hvalir
varð
vóru
vánalig.
Hver báturin hevur fingið: Sumba
, Royður 27, Terje 26, Sirra 25
Heykur 18.
Setið lýsing tygara
SOSIALIN