hósdagur 28. juli 1955síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
BRØDRALAG
FRÆLSI
Olavsøka.
Aftur í år stevna fólk úr øllum
Foroyum til Havnar at halda ólav-
seku.
Ýmsar stevnur hava verið hildn-
ar hesi síðstu árini, og tað tykist,
sum tær allar hava fest so góðar
røtur, at tær verða at liva. Her
skulu vit nevna Norðoyastevnuna,
Jåansøkustevnuna og Vestanstevn-
una. Allar góðar stevnur.
Og tað er bara gott, at allar
hesar stevnur hava livilikindi; ti
tað er mennandi fyri fólkið at
hittast fjølment til veitsluhald og
ítróttarkappan.
Men ólavsekan er hin sama,
henda góða gamla fragdartíð. Hon
stendur enn so klettaføst í føroys-
ka fólkalívinum. Tað, at fólkið
eisini kemur saman til stevnur
aðrastaðni, tykist ikki at vika hina
gomlu, tradisjónsbundnu 6lavsøku-
stevnuna í Tórshavn. — Hon ber
ein yvir allar, hon er rótfest í før-
oyska fólkalyndið. Hon er stevnan
yvir ollum steynum.
Ólavsgkan er nú mest merkt av
ítróttinum; men ein reiðiliga stórur
partur av Olavsøkugestunum kemur
til Havnar fyri at hittast á kristi-
ligum samkomum — og soleiðis
eigur tað at vera; tí lívið er ikki
einans spæl; og tað er ikki ævigt
her á jørd. Navnið 6lavsøka ber í
sjálvum sær ein kristiligan dám,
og hóast tann tid er farin, tá vit
hildu tær ymsu vekurnar halgar,
so er tað ikki einans gott, men
tað er púra beint og hartil neyð-
ugt, at hátíðarhaldið henda dag
ikki bara ber ein dám av kristin-
lívi; men tað eigur sjónskt at
kunna síggjast henda dag — sum
aðrar — eg ikki minst henda dag,
at Feroyingar eru eitt Gudsrekið
fólk.
Ein stórur partur av fólkinum
kemur til Havnar á ólavsoku fyri
at kappast við landsbrødur sínar í
ítrótti ella fyri at síggja ítróttar-
kappingarnar. Hetta man vera meg-
inparturin av gestunum. Og hesir
gestir skulu vera hjartaliga væl-
komnir. Tað er mennandi bæði
fyri likam og sål at hittast á leik-
vøllum ella við ár í hendi. Ung-
menni eiga at íðka ítrótt. Men vit
eiga allir at minnast til, at vit ikki
leggja so stóran dent á ítróttin, at
hann kemur at skapa illstoður
millum menn, bygdir ella oyggjar.
Sannir ítróttamenn eiga at duga at
bera seg eies hábærisliga, um teir
tapa, ella tnir vinna. Ítróttastevnan
eigur at skapa og menna vinskapin
millum bygdir og oyggjar, ja, mill-
um landspartarnar. Tað eigur ikki
at vera tað fremsta, fyri alt í
verðini, at sigra. Vinnur tú í ár,
ja, so vinni eg nokk næsta ár ella
JAVNAÐUR
A —T—
arlsberg Lys Pilsner
(Grlsberg Ny Porter
arlsberg Mineralvand
Hr
NR. 31.
HÓSDAGIN
20. JULI 1955
28. ÁRG.
aftur næsta — latið okkum vera
eins góðir vinmenn fyri tað.
Eitt lýti, ið ofta hevur merkt
ólavsekuhaldið, er hin ómátaligi
drykkjuskapurin.
Tað er lítið at siga til, at menn,
sum hittast í veitslulag, gerast kát-
ir; men tað lýtir ólavsekuhaldið,
tá drykkjuskapur skal seta sín dám
á tað. Hetta eigur ikki at vera so.
Mangur maður hevur iðrað seg
eftir, hvussu hann helt ólavsakuna.
Tá Feroyingar fara at kenna seg
sum eitt fólk, eiga teir eisini at
leggja dent á at bera seg sum eitt
fólk —- sum ein mentað tjóð!
At Føroyingar av fyrstu tíð komu
til Havnar á ólavseku, skyldast
óívað, at tingið varð sett henda
dag. Og hetta er helst orsøkin til,
at Føroya fólk gjøgnum øldirnar
hevur stevnt til Havnar henda dag.
Enn verður tingið sett ólavseku-
dag. Stutt situr tað vanliga hesa
setuna; tí hin reiðiliga tingsetan
byrjar nú á degum fyrst í oktober
mánað. Men er tað enn bert ein
tradisjón, at tingið verður sett —
lat tað so verða, tað er ein góð
regla. Hóast tingið ikki hevur ta
manning, sum vit kundu ynskt, so
ynskja vit tingmonnunum vælkomnar
til Havnar á ólavseku og vóna, at
teir arbeiða væl fyri fólki og landi
okkara.
Ólavsekugestir, verið væl komnir
til Havnar!
Olavsøkuteiti.
Studentarnir fara sum vant at
hava kabarett sina á ólavseku.
Sjónleikararnir í Havn skulu hava
nakað í Sjónleikarhúsinum, sum
teir nevna ólavsgkuteiti. Hetta er
væl nakað tað sama sum ein ka-
barett. — Legið kortini, at tað eru
sjónleikararnir sjálvir, ið tykjast at
skipa fyri hesum, og ikki sjón-
leikarfelagið.
Fødingardagar. 31. iuli fyllur
Peter Pauli Poulsen á Kirkju 74
ár og Steffan Steffansen, Árnafirði
65 ár.
1. august:
Svínoy, 82.
6. august: Heine Nygaard, Eldu-
vík, 77, frú Jóhanna Hansen, Mikla-
dali, 75, frú Maren Elisabeth Han-
sen, Tórshavn, 72, og frú Johanna
Jacobsen, Klakksvík, 60 ár.
7. aug.: Kongsbóndi Peter Jacob
Eliasen, Klakksvík, 60 ár.
9. aug. fyllur elsti íbúgvi Kals-
oyar, frú Jóhanna Eliasen, Mikla-
dali, 87 ár. Sama dag: Frú Christi-
ane Poulsen, Eiði, 55.
Frú Birthe Johanne
Michel Fr. Olsen,
11, august:
Danielsen, Svínoy, 89 ár.
2 Steffan Kunoy, Kun-
2. august:
Qy, 50 ár.