hósdagur 28. juli 1955síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
NK. 31
4 r Fr á r .
Ítróttastevnuskrá á ólavseku:
Olavsøkuaftan.
Kl. 15: Skrúðgonga, ið byrjar frá Realskúlanum (ítróttafólkið).
K< 17: Kappróður.
« 19: Fótboltur: K. Í. — H. B.
< 2030: Hondboltur: V.Í. F. — Neistin, kvinnur. Sandavág — Neistin,
2 lið, menn.
Olavsøkudag.
KI. 14: Kappriding. Farid verdur av Vaglinum (kl. 14).
« 14%: Svimjing á Vestaruvåg. Kappsvimjing og S. A. J.-svimjing.
« 16: Fótboltur: T. B. — B. 36.
« 1730: Hondboltur: V. B. — Neistin, 1. lið, menn. V. Í. F. — Neistin,
2 lid, gentur.
Var
annað væntandi?
Tað verður mangan funmist at
okkara landsstýri, men ikki verður
tað gjørt uttan orsøk. OIl vita, at
tað fer so mangt skilaleyst fram
av landsstýrinum — bæði tí fyrra
— og eisini av hesum sitandi. Tað
er ikki enn liðin so long tíð at
fólk hava gloymt tað viðagitna
læknastríðið — og hvussu har varð
framfarið. Tað var mangur tá, sum
ógvaðist yvir framferðina og ivaðist
ikki í, at teir vóru so mikið
mannsligir at teir fóru at geva
landsstýrisarbeiðið upp fyri skutil
og lótu aðrar betri koma fram at
— men so varð ikki — teir vildu
ikki víkja.
Nú stokkuta tíð aftaná, nú sýn-
ist aftur onnur grefliga skamsgerðin
at vera í nánd. Eftir útlendskum
blødum at døma, so hava teir for-
komið Føroyalandi slakar 20 mill.
kr. — slíkt er stýri at hava kjósað
sær at liva undir í 4 komandi ár.
Er tað nakað mannskykn, sum
kann vænta sær annað av teimum
monnum, har sita! Nú er tað
aftur meguliga onkur, sum spyr,
um hasir tríggir landsstýrismenn-
inir ikki nú megu fara at skamm-
ast og sleppa sær úr Tinganesi og
lata aðrar betri menn koma fram
at, sum teir vita eru betri búnir at
sita har og rekja tær nógvu tor-
føru uppgavur, sum landsins fólk
pínist sváran undir. Men sanniliga
skulu tó allir landsins íbúgvar
koma at sanna, at ikki fara hesir
tríggir landsstýrisjassarnir at gev-
ast, so leingi teir vita nakað vera
eftir á hesum landi, sum teir ikki
hava týnt til fullnar. Hetta kom
Feroya landi og fólki sum ein
dyggur bakstingur, at eingin silda-
sela kom í lag. Sótu nú aðrir
menn til róðurs, so var geðrvísi
vorðið. Nú megu tey óseku líða
fyri tey seku. Vita skulu tí bæði
sambands- og fólkaflokksveljarar,
at teir gera ein óbetiligan skaða,
bæði fyri seg sjálvar og aðrar við
at velja slíkar menn inn á ting,
ferð eftir ferð. Einaferð verður
skaðin so stórur, at hann ikki bøt-
ist aftur. Annað krevst til at vera
landsstýrismaður, sita væl
ílatin sum ein vekur pyntudukka.
Dagblaðið fyri týsdagin 19. juli
vil spýggja gor og gall úr sær, ti
tað verður sagt, at landsstýrismenn-
enn at
inir eru atvoldin í hesi lorkuti gerð.
Hetta, at Dagblaðið tekur sær
hetta so nær, kemur mest av tí,
at tað er eitt mál sum hvílur undir
tí mæta Hákuni. Væl ber tó til
hjá Dagblaðnum at fjala yvir gerð-
irnar, hvussu sjónskar og grefligar
tær .enn eru.
At mangur ógvast við, hvussu
trongir vinnuvegir landsins eru og
vísa seg at blíva úteftir, er einki
annað enn tann rami verunleiki,
og kannska er tað myrkari enn
nakar dugir at teinkja sær, tå
sjálvt hin afturhaldandi Dimma er
farin at seta skjóti! á hesum vid-
víkjandi, og tekur millum annað
soleiðis til orða móti landsstýrin-
um: »Sum staðan annars vinnuliga
er vorðin í Føroyum nú, mátti tað
verið hentari fyri Hákun Djurhuus,
sum eisini hevur handilsviðurskift-
ini við at gera, at farið at roynt
at fingið skil á útfluttningsviður-
skiftum okkara, heldur enn at
renna politisk sneisørindir í Kjøpin-
havn fyri privat føroyskt felag og
félkaflokkin«. Og hon sigur víðari,
at »Håkun er i gongd vid eina
sabotasju-roynd måti størsta partn-
ara hansara í landsstyrissamgong-
uni — ein ætlan, sum væl man
hóska til at fáa menn at umhugsa,
um ein umskipan av landsstýrinum
man fara at vera neyðug, um hildið
skal verða fram við teirri samgongu,
sum í letuni er.“
30 illa er landsstýrissamgongan
fyrikomin longu, at fyrst Dagblaðið
og síðan Dimma eru farin at hugsa
um at slíta samgonguna, sum sjálv-
andi hevði verið til tað besta fyri
teir og eisini fyri landsins íbúgvar,
at útskriva nýval beinan vegin,
áðrenn alt samfelagið verður koll-
siglt av ódugnaskapi.
D. J. Sørensen.
BLADID
Ætlanin er, at fólkið á prent-
smiðjuni skal hava summarfrítíð
frá 6lavsøkuni, SOSTALURIN kem-
ur tí ikki út aftur fyrr enn 20.
august. Tey bæði bleðini, ið hald-
ararnir verða snýttir fyri í næsta
mánað, vóna vit at kunna vinna
inn aftur seinni á árinum.
Blaðstj.
Tórshavnar
LI eo á .
tekniski skúli
Dagsskúlin byrjar fyrst í novbr,
Næmingar, á skúlan,
biðjast venda sær áðrenn 10. aug.
til Johan Ziska, tlf. 1957.
ið ætla sær
28. JULI 19 55
Sundalagið — Skålafjørdur
HÓSDAG 28. JULI
Sigmundur úr Havn kl. 7 inn á Skålafjørdin (Kaldbak —
Sund fyri suðurgangandi) sum mánadagar.
Tróndur úr Havn kl. 7 norð í Sundalagið sum mánadagar
(ikki Kaldbak —Sund).
FRÍGGJADAG 29. JULI
Sigmundur úr Havn kl. 7 inn á Skálafjorðin sum fríggja-
dagar.
Tróndur kl. 7 norð í Sundalagið: sum fríggjadagar.
Tórshavn, 23. juli 1955, P
A/S THORSHAVNS MÆLKEFORSYNING
& MARGARINEFABRIK
> GRONALITUR
Tit. sum ætla at rekja sildagørnini væl, nýtið GRONALIT,
tað gevur dygdina, og garnið fangar væl.
Alt vanligt tilfar til alla máling.
MÁLINGAVIRKIÐ LITFAGRA
TELEFONIR: 2003 — 1834
Føroya Fólkaháskúlafelag
kl. 15.
almennan fund á háskúlanum ólavsokuaftan
Sverre Dahl, fornfreðingur, flytur rødu,
Aftaná almenna fundin verður ársaðalfundur felagsins.
Framsýning av. handarbeidi næminganna verður Olavsøku-
aftan kl. 14—20 og Olavsøkudag kl. 10—20.
Felagsstjórnin.
FÆRØSK MARGARINE |
Vita No I
VITAMINISERET
FÆRØSKT PRODUKT
Plasticmåling |
Nú er tíð at mála við
Plasticmáling,
ið oll, bæði lærd og ólærd, kunnu nýta.
Plasticmálingin fæst best í LITFAGRA
Málingavirkið LITFAGRA
Telefonir: 2003 — 1834
hevur
FINT PRODUKT
Foroya Bjór
ØL- og MINIRALVATNSVIRKI
Citrén sodavatn
Foroya
Pilsnar
Ekta
Maltøl.
EINAR WAAG, Klakksvik — MÁLTRÁÐUR 4
———
Lýsið i SOSIALINUM |!
Appelsin limonada
Hindber limonada
Jørdber limonada
Vanillie limonada
Åppolinaris