Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-09-06, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 1955síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN BRØDRALAG FRÆLSI Klakksvik her! Seinasta leygardag fann Lorviks- báturin Søkin grind 10 fjórðingar úr Borðoyanesi. Hon var ríkin heilt í land, men myrkur kom á, og bátarnir máttu rýma frá henni. Seinrapartin mikudagin fann Hav- frúgvin stóra grind eystur úr Svín- oynni. Fleiri bátar vóru hjá henni, men eisini hon slapp. Jóannes Patursson kom hósdagin við slokum 300 tonsum. Tá ið hann fór eystanifrå høvdu Polar- farið og Viðoy útvið 100 tons og eru ætlandi á heimveg nú. Háenni kom í vikuni inn við 170 tunnum. Hetta var annar túr- urin. Barið er komið undan Íslandi við 55000 pd., harav 4000 kalvi. Klakksvíkar hornorkestur hevur fingið nýggjan fyribilsleikstjóra. Tað er ein av donsku politistunum í Klakksvík, Kurt Døhrer, ið er spælimaður í keypmannahavnskum politistaorkestri. K. Í. vann Føroyameistarin H.B. suðuri í Havn hin sunnudagin við 2—1. Ein hópur av bátum hava roynt eftir havhestaungum. Einstakir hava fingið tætt við 350. Av Viðareiði frættist at menn hava fingið tætt við 2000 havhestaungar í bjørg- unum. Í longri tíð hava menn arbeitt fyri, at læknabáturin Medicus fær loyvi at kalla á Klakksvíkar ra- dio í neydsynjarørindum, men tað tykist sum hetta ikki kann fáast í lag. Sjúklingar kunnu doyggja, heldur enn samfelagið veitir teim- um henda neyðars beina. Læknarnir Jarnum og Jordal skulu vera her umleið 2 mánaðir aftrat. Prestafrúan Petra Rasmussen, ið hevur røkt kennarastarv við Klakks- víkar skúla, hevur nú lagt frá sær, Prestafólkini verða at flyta til Danmarkar um ein mánaða. Ætlandi verður serligt bókadags- kveld hildið í bygdini í ár. Hóast terrin eisini seinri tíðina hevur verið hampuligur, er fram- vegis eitt sindur eftir at hoyggja. Í samband við ætla fiskakeyp úr Íslandi hevur Gunnar Nolsee, yvir- vrakaraeftirlitsmaður, verið har yv- iri og hugt at fiskinum, men ikki helt hann líkinda fisk vera at fáa. Mikkjal K. Michelsen er settur sum vrakarakontrollorur á Tver- oyri. Mikkjal hevur í fleiri ár verið stýrimaður á yBeinisvørð<. Hann er 38 ára gamalur. Havnar Sjónleikarfelag hevur aðal- fund í annadkvøld kl. 8 s. p. "OA — —f——>—— ie JAVNADUR Tidindi ur Danmark. Danir hava sjáldan so gott summar, sum teir hava havt í ár. Hitastigini hava ligið frá 26 upp í 32. Men terrin hevur ikki verið góð- ur fyri veksturin. Væl er tað so, at kornárið er um meðal eins og í fjør; men hálmi fáa teir lítið av, tí hálmstráini vóru ikki útrunnin meir enn til helvtar afturímóti tí, sum vanligt er her á landi. Grasvoksturin var góður. Teir hoyggjaðu sum vant síðst í juni; men terrin gjørdist so åhaldandi, at eftirgróðurin varð eingin. Neyt- ini hava ikki kunnað fingið mett- una á markini, og hava tí mjólkað so lítið, at stórt mjólkatrot hevur verið í Keypmannahavn og óivað eisini í eðrum býum. Sum eitt demi um, hvussu bágin terrin hev- ur verið fyri eftirgróðurin, og hvønn ávirkan grastrotið hevur havt á mjólkaframleiðsluna, kann verða nevnt, at á einum garði í Norður-Sælandi, har teir í august mánaði í fjør lótu 600 kg av mjólk dagliga, hava teir einans kunnað latið 320 kg í meðal í ár við sama neytatalinum. Eg talaði við hendan bóndan og spurdi hann, um teir ikki undir slíkum viðurskiftum fingu studning frá statinum. Hann segði: Nei, tað fáa vit ikki. Vit hava roynt at fingið hækkað prisin á mjólkini; men heldur ikki tað varð okkum loyvt. Sagt verður, at vit skulu fáa 2 oyru meira fyri kg í oktober mánað, men heilt vist er tað ikki, at vit fáa hesa viðbót, og heldur ikki ger hon stóran mun, nú mjélkanøgdin er so lítil. — Hvat fáa tit fyri mjólkina? Vit fáa einans 26 oyru kg; men tey, ið nýta hana, skulu noyðast at lata 66 oyru fyri hana. Tað er einki skil á, so nógv sum fer til millumhandlararnar. — Jú, men millumhandlararnir, eru tað íkki tit sjálvir. Tit hava jú andeilsmjólkasolur ? — So er; men kortini gongur so nógv av. Og tå eg sigi, at vit fáa 26 oyru fyri liturin, so er tað heldur íkki heilt beint; tí nakað av okkara egnu mjólk keypa vit aftur frá mjólkasoluni, tá rómin er tikin oman av henni. Hesa mjólk lata vit 10 oyru fyri pr kg. Vit nýta hana til grísafóðurs. Tíðindamaður. Piddi Hejgaard, skipari av Toft- um, doyði sum kunnugt á sjúkra- húsi í Danmark. Líkið kom heim til Føroya við Tjaldur ígjár. Jarð- arferðin verður í dag kl. I s.p. NR. 34. TÝSDAGIN 6. SEPTEMBER 1955 28. ÁRG. Fiskanøgd og seluúrslit í Bretlandi í august 1955 Aug. 4. Poppy, båtaf, Grimsby 497 kit £ 4.134— 9— 0 < 8. Havsoki Aberdeen 286 cwt « 811— 7— 0 < 9. Eystnes, bátaf. Aberdeen 515 cwt « 3.250— 7— 1 « 23. Havsøki Aberdeen 209 cwt « 521— 0— 0 « 26. Hoyvík Grimsby 271 kit < 1.301—10— 0 « 30. Poppy, bátaf. Aberdeen 211 cwt « 1.770—15— 6 1.504 cwt 768 kit £ 11.849—16— 9 aug. 1955: 115.011,2 kg — kr. 229.175.86 aug. 1954: 89.052,4 kg — kr. 136.776,83 Konfirmantarnir í Klakksvík byrja at ganga til 12. sept. Kon- firmatiónin verður 18. sept. Hetta er fyrr enn vanligt, orsakað av, at N. J. Rasmussen, prestur, um stutta tíð flytur til Haderslev. Nú fór Oyrnafjall. Landsstýrið hevur leingi havt í hyggju at selja Oyrnafjall, Og nú er skipið selt. Tað eru Turkar, ið keypt hava. Teir vilja lata 1,7 milj. kr. fyri skip og útgerð. Talað hevur verið um, at løgtingid fyri selupeningin skuldi keypa eitt minni skip, ið hóskaði betur til farma- sigling. Men p/f. Farmur skyldar um leið helvtina av sølupeningin- um til statskassan, so ilt er at ætla, um tað er fort fyri at útvega nóg miklan pening til nýtt skipa- keyp. Útvarp til Foroya Føroyska útvarpið úr Keypmanna- havn hevur lagt hesa skrá fyri tað, ið eftir er av sept.. Sunnudagin, 11.: Veðurtíðindi og vikuyvirlit frá Pressens Radioavis. Johan Nielsen hevur samrødu við feroyskar sjómenn í útlegd. Yrkingar eftir Tummas N. Djur- huus. Plátur. Sunnudagin, 18.: Veðurtíðindi og vikuyvirlitid frá Pressens Radioavis. Napoleon Djurhuus hevur sam- rødu við Fysikus Metz. Louis Zachariassen: Merkir eftir gamlar bústaðir í Fugloy og Svínoy. (fyrilestur). Sunnudagin, 25.: Veðurtíðindi og vikuyvirlitið frá Pressens Radioavis. Jákup Føroyar (fyrilestur). Ulf Zachariasen : oyum (fyrilestur). Joensen: Havekið um Gamalt úr Før- ! | SILDAVEIDAN Ila hevur gingið í hond við sildaveiðuni. Seinastu tíðindi, ið komu sunnumorgunin, eru, at tvey skip drógu !/» tunnu uppá garnið, 2 drógu !/; tunnu, 3 drógu !/, tunnu, Í dróg 1/; tunnu og 10 drógu svart. Okið, skipini royna á, er stórt: 659—670 10 min. norð, 7 til 80 30 min. vest. Skip, ið sigla inn: Verðan við 580 tunnum og Sjósekið við 420. Trolaralandingar Veiðan, ið Kallsevni landaði í síðstu viku vá um 360 tons. Teir fóru aftur til Grenlands. Hann hevur nú veitt um 1200 tons í ár. Stella Argus hevur veitt um 600 tons. Veiðan, ið hann landaði í síðstu viku vá um 170 tons. Fiskanes hevur veitt tilsamans í Grønlandi um 1400 tons. Fiskurin, ið teir landaðu í Føroyum í síðstu viku, vá um 350 tons. Teir sigla nú aftur til Grønlands. Fótboltsdystir. Sunnudagín vóru tvey lið úr H.B. norðuri í Klakks- vík og royndu seg móti K. Í. Tey taptu bæði — 3—1. Leivur Øssursson Vit hittu ein mann, ið verið hevdi við Baki og Barmi í Grenaa, har hesir bátar skulu høggast upp. Hesin maður sigur okkum, at Danir tóku til, hvussu stórt spell tað var, at Leivur Øssursson varð karvaður sundur sum gamalt jarn. Hesin bátur var alt ov góður at fara so. Plåturnar høvdu sína fullu tjúkt, og tær vóru so væl smurdar innan, at tær vóru so blankar sum nýtt stál, tá smyrslið varð tikið av teimum. At gomul utslitin for verða seld sum gamalt jarn, er einki at siga til; men ikki hava vit fleiri trol- arar enn so, at landið hevur íkki ráð til at lata bátar fara fyri skeyti, sum eru væl nýtandi til fiskiskap,