leygardagur 17. september 1955síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 36
SOSIALURIN
Føroyskt útvarp |Ja, vissuliga vil hon.
Fg las i onkrum blad ein dagin,
at landsstyrismadur harra Mitens
var farin at fregnast eftir einum
útvarpi, ið hóskaði til okkara her
í Feroyum. Hetta útvarp skuldi
kunna heyrast — tonk — um alt
Foroya land, og kanska eitt sindur
longur.
Tað er nú alt gott og væl, sjálvt
um tað hevði verið gott, um út-
varp okkara hoyrdist væl í granna-
londunum — tå ið vit nú, kanska,
skulu hava eitt tílíkt.
Men eitt útvarp kostar ikki ein-
ans teir pengar, tað verður keypt
fyri. Hin dagligi raksturin av ein-
um tílíkum er ikki bíligur. Og her
kann tí væntast, at árligt gjald
verður kravt av hvorjum radiotóli,
ið nýtt verður her á landi. Hetta
man heldur einki vera at siga til,
um hetta gjald er rímiligt. Og tá
eg sigi rímiligt, so meini eg, at tað
ikki eigur at vera hægri enn van-
ligt er í øðrum londum, t. d. Dan-
mark. Vit lata jú so ovurhonds
nógvan pening til logtingið, tá vit
keypa radio. Tollurin er so høgur.
Tað má tí vera rímiligt, um hitt
árliga gjaldið ikki verður so hegt.
At reka radiostød er ikki bíligt,
um útvarpið skal hava nakað virði,
og heldur ikki er tað lætt í longd-
ini at fáa til vega athugavert til-
far at varpa út á føroyskum, so
fámentir vit eru. Verður roknað
við at vinna munandi við útlend-
skum lýsingum, so hugsi eg, teir
rokna galið. Keypiøkid er ov lítið
til, at slíkt kann loysa seg fyri
teir, ið lýsa.
Eftir er so hitt árliga gjaldið
sum einasta munandi innteka. Latið
tað ikki verða ov hegt, tit góðu
menn!
Lurtari.
Er nakað galið?
Saltfiskaprísásetingarneyndin hev-
ur ikki gjørt so fá mistekini,
síðan hon tók við — og iva-
leyst hava hesi mistøk ofta verið
fiskimonnum at dyggum meini. —
Fiskimenn, ið hava fyrsta flokks
kunnleika um hesi brek, hava kært
sína neyð, men ilt tykir vera at
koma teimum til livs.
Eitt dømi er fiskurin, id veiddur
verður eystanfyri.
Tá ið fiskurin fer upp úr skip-
inum er mátið fyri tosk 22 tumm-
ar, men so hvert sum fiskurin fer
tvørturum landingarvektina, verður
hann skildur av nýggjum. Tá gild-
ur annað mát. Nógv av tí fiskinum
ið fiskimenn hava avreitt sum
millumfisk, verður nú til tosk —
alt omanfyri 19 tummar.
At her er nakað galið, og at
her ivaleyst er talan um dýrmettan
miss fyri okkum fiskimenn er eing-
in ivi um. Tað fer lítið at bera
til at krevja nakað av reiðarunum,
tá ið vit fáa alt annað enn rætt-
vísa viðferð av okkara egnu.
Fiskimaður.
„Men íkki bert hevur hetta bóklærda fólkið verið
búgvið at taka landið; heldur hevur tað eisini stappað
foroysku tjóðina við vónloysi, sum verður tungt at rísta
av okkum aftur. Tað er ikki at siga menn illar fyri, at
teir verða vónbrotnir, táið hin bókliga lærdi ungdómurin
royndist so herviliga illa, sum seinastu åratiggjur —
serstakliga — hava sýnt“.
Hetta er úrdrag úr grein í >14.
sept.« — grein av sama slag, ið
staðið hevur dagliga í blaðnum
heilt síðan tað á fyrsta sinni sá
dagsins ljós. Henda sama greinin
vil óivað koma at ganga aftur í
teigum blaðsins, so leingi tí verður
lív lagað. Orðaljoðið broytist eitt
lítið sindur fyri hvenn dag. Fólk
kenna hana, fólk eru leidd
av at lesa hana, og fólk
trúgva henni ikki. Heldur bondsk-
liga tikið til, heldur tú. Nei! Tað
er soleiðis! Tað er bert ein ásann-
an, og ikki ein reingjan av veru-
leikanum. Teir, ið greinina skriva,
vita tað eisini. Hitler segði eina-
ferð í sínum vælmaktsdøgum: Tað
er bert at endurtaka eina lygn nóg
ofta, so trúgva fólk henni at end-
anum. Ljúgva so hesir menn fyri
fólki — og við vilja? Ja, tí mált
við vanliga fínum máti er hetta
ein av teimum stóru lívsly g'n-
unum.
Tað, sum henda lívslygnin er
grundað á, er loysingin.
Men eingin má fara villur í tí, at
tað at vera loysingurin, er óærligt.
Nei, slættis ikki. Tað er ein rein,
greið og ærlig staða. Ja. teir, ið
vóru loysingarmenn undan okkara
núverandi loysingarmonnum, vóru
enntá so frumærligir, at teir bein-
leiðis søgdu: Loysing krevur mikl-
an pening. Vit orka ikki at bera
alt, ið einum nýmótans samfelagi
krevur. Vit skulu tí bert hava tað,
ið vit eru mentir at bera. — Hetta
kann tykjast veikt, men ærligari og
greiðari kann tað ikki sigast. Men
ein lívslygn er tað nú kortini: tí í
politiska lívinum er alt, ið íkki
miðar ímóti støðugt hækkaudi livi-
líkingum hjá fólkinum, ein lívs-
lygn.
Okkara núverandi loysingarmenn
eru nógv ødrvisi. Teir vita fullvæl,
at í dag vil fólkið venda sær burt-
ur frá ollum, ið á nakran hátt vil
skerja 'livilíkindini. Tey hava eitt-
ans ynski og eittans krav: at liva
— og liva sum tað sømir seg ein-
um mentaðum fólki í einum nú-
tíðar samfelagi. Vit hava havt nóg
mikið av botnleysari nationalismu.
Vit hava havt nóg mikið av yna-
tionalum« politikkarum, ið livdu
stórt, sótu í tryggum sessum og
dugdu at draga at sær sjálvum,
men sum stóðu málleysir og orku-
hugsjónarleysir, tá ið tað av sonn-
um galt um at beta um korini hjá
fólkinum. Vit hava eisini havt ov
mikið av politikkarum, sum við
»nationalum« málageipi hava vill-
leitt fólkið, og sum hava nýtt »na-
tionalismuna« sum eitt skálkaskjól
fyri egið gagn at frernja. Men teir
eru avdúkaðir, standa í dag spil-
(Úr 14. sept.).
tæna sam-
naknir, orkuleysir —
bandinum við lív og sál.
Men hvat hevur fólkið vunnið?
Sjálvt ikki hin gløggasti rokni-
meistarin verður at finna fram so
mikið sum eitt tveyoyra av sonn-
um vinningi, ið fall í lut fólksins
av tí »ovurnationala« dansinum
um gullkálvin.
Alt hetta vita okkara núverandi
loysingarmenn, og ikki eru teir
slíkir tápulingar, at teir fara at
endurtaka hesa somu villleidingar-
læruna. Nei, tá eru tær paradis-
isku lovprisingarnar av øllum ti,
id ognast skal hesum illa farna
fólki, tå ið loysingin er framd, ein
heilt annar kostur. Teir geva ti
tey allra fagrastu lyfti um alt hitt
besta og mætasta, dýrmetta og
framburðarmikla, ið ognast skal
hesum fólki, ið her býr. Hesi ovur-
føgru lyfti skulu so tæna sum
skálkaskjól fyri
num: loysingini.
Men øll tey, ið duga at hugsa
eitt lítið sindur, og sum nýta hesa
hugsunnargávuna til nærri kann-
ingar av teimum veruligu umstød-
unum, verða skjótt meinkunnug
við, at hetta ikki er annað enn
veingjaleys hugflog og mikil lívs-
lygn.
Fólkið veit og kennir, hvat tað
eigur og hevur at liva av. Tað
hevur einki ov mikið, tíansheldur
tann stórpening at lata av, ið hvort
mansbarn verður at mergsúgvast
eftir, tá ið vit — alt á einum sinni
— skulu til at gjalda landshúsar-
haldsútreiðslurnar einsamallir. Livi-
líkindini eru í dag skerd at ytsta
marki, eingin tolir sterri skerjan og
allra minst fleiri ferðir meira skatt
og meira toll, enn vit gjalda í dag.
Ein loysing í dag vildi tí eyðsæð
dripið sjálva lívsvónina hjá hinum
einstaka og harvið sjálva sjálv-
bjargingarhugsjónina, sum undir
sambandinum og fólkaflokkinum —
við miklum stuðuli frá tjóðveldis-
monnum — hevur fingið ein so
dyggan smeit. Sjálvstýrispolitikkur,
ið ikki samstundis byggir á støðugt
betri og hækkandi lívslíkindi hjá
fólkinum, vil heldur brádrepa enn
menna og skunda undir hina mid-
vísu sjálvbjargingarhugsjónina og
harvið tað sjálvræðið, ið altíð vil
verða ein nátturlig og óumgongilig
fylgjaav sjálvari lívsmenningini í |
fólkinum.
Eitt illavorðið vápn, ið tæna |
skal loysingini, eigur eisini at
verða nevnt. Hetta vápnið er hitt
vanvirðisliga danskarahatrið, ið |
loysingarmenn so dúgliga kynda |
undir. Teim allraflestu tænir tað
til umberingar: at tey vita ikki,
hvat tey gera. Niðurlagið er hitt
høvudsendamåli-
e
i
|
|
Í
t
|
i
|
|
|
|
17. SEPT. 1955
sama; føroyskir arbeiðarar, fiski-
menn, starvsfólk skulu hata teirra
donsku starvsbreður, ja, Feroya
fólk skal hata hitt danska fólkið,
føroyska tjóðin hina donsku tjóð-
ina. Alt saman orsakað av einari
einsamallari í so máta vanskepl-
aðari mannasál, ið er boðberi fyri
tjóðarhatri samstundis sum allur
"heimurin tråar og leitar eftir broð-
ralagi, vinskapi og kærleika menn-
iskjunnar ímillum. Best hevur Erl.
Patursson sagt sína hugsan, tá ið
hann yvir fyri einum donskum
blaðmanni málbar seg soleiðis: Ég
hati alt, sum er danskt, — eg
hati allar Danskarar. Vit vita ikki,
men man søgan og heimurin kenna
eitt einasta domi av hesum slagi?
Tá id menn dúgliga prædika um
vónloysi, ið valdar, so gloyma teir
tó altíð aðaltáttin. Alt stendur og
fellur við tí eina: hvørji eru tey
líkindi, id samfelagið bjóðar sínum
borgarum at liva undir? Vit kenna
øll, hvat undanfarnir politikkarar
hava bjóðað fólkinum: trældóm i
einum kapitalistiskum samfelagið.
Vit kenna, hvat tjóðveldið, sam-
bandið og fólkaflokkurin bjóða
fólkinum: trældóm í einum kapita-
listiskum samfelagið. Longri koma
vit ikki við hesum flokkum. Hesi
samfelagsskipanini er illa livandi
undir. Vit mugu kollvelta hana —
og sum skjótast, og frá botninum
av, Vit mugu byrja á einum nýggj-
um grundarlagið, um hesum fólki
skal vera unnað lív í egnum landi
— hinum sosialistiska. Tað er bert
eitt, ið hittt arbeiðandi fólki leing-
ist og tráar eftir:
FÓLKAHEIMINUM FØROYAR
polit.
Den fås M — af
: fjere størrelser,
á í stuen.
VALDEMAR LUTZEN
Telf. 1020
Ki
Thorshavn.