leygardagur 17. september 1955síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
17. SEPT. 1958
SOSIALURIN
Utgevari:
FØROYA JAVNADARFLOKKUR
Bladstj.:
Villi Sorensen.
Box 76.
PRENTSMIÐJAN Á HEYGSBREYT
TELF. 1820
Hitt einasta sanna
virðið.
Arbeiði er keldan til alt virði,
tí eigur alt úrslitið av arbeiðinum
at koma teimum, ið arbeiða, til
góðar.
Í tí núverandi samfelaginum
verður hin privati ognarrætturin til
framleiðsluamboðini (jørd, grund-
økir, verksmiðjur, maskinur, skip,
samferðslu o. s. fr.) stoðugt í sterri
mát tað amboðið, ið kapitalista-
stætturin ein lítil minniluti av
borgarum samfelagsins — nýtir til
at ogna sær úrslitið av arbeiði
mænnaættarinnar. Vald yvirklassans
framleiðsluamboðunum ferir
við sær politiskt ófrælsi, sosialan
ójavna, ósemju millum tjóðirnar
og skapar vesældóm fyri samfelag-
sins arbeiðandi og framleiðandi
íbúgvar.
Fjøldin av fólkinum verður gjørd
til ognarleysar lønarbeidarar, og
hin øgiligi tekniski framburðurin,
id av røttum åttu at komid øllum
yvir
borgarum samfelagsins til góðar,
trýstir í stødugt størri mát hin
stóra meiralutan, ikki bert teir
veruligu lønarbeidararnar, men eis-
ini hin partin av tí arbeiðandi
fólkinum, inn undir vald og eyð-
ræning peningavaldsins.
Henda samfelagsskipanin — ka-
pitalisman forðar øllum rætt-
vísum byti av úrsliti samfelagsar-
beiðssins, alir fram plánleysa fram-
leiðslu, hvarvið øgilig virði fara
fyri skeyti, skapar kreppur og ar-
beiðsloysi, spjaðir samfelagið og
økir stigvist um stættarmunin, sum
endaliga orsakar stødugt vaksandi
stættarstríði millum tey múgvandi
og tey ognarleysu. Tí krevja og
berjast javnaðarmenn fyri eini heilt
nýggjari samfelagsskipan teirri
sosialistisku.
Út frá hesum grundsjónarmiðjum
er tað mið og mál javnaðarmanna
at savna allan arbeiðarastættin í
ein stættarsterkan sosialistiskan ar-
beiðaraflokk, at taka ræðið í land-
inum, at taka av hin órættvísa ka-
pitalistiska ognarrættin, at gera
samfelagið til sosialistiska felags-
og fólkaogn og at samskipa, menna
og upplýsa hina arbeiðandi fjøld-
ina til at yvirtaka og leiða fram-
leiðsluna í tí sosialistiska samfelag-
num.
Fyri at fremja
tænir felagsskapur teirra arbeiðandi
á tí økonomiska og politiska øk-
hesi endamál
SOSIALURIN
Rættvisiskrøv sosialistanna:
Lóg og rættur eins fyri øll —
bæði fátæk og múgvandi.
Fandilsmonopol Dimmalættingar í lógarmálum má takast av.
Ókeypis rættargongd fyri oll.
land byggjast<,
skrivað oman-
»ViO lóg skal
stendur so vakurt
fyri inngongdina til dómhúsið í
Havn. Hetta ljóðar frálíkt, ein
kennir á sær ein vissan tryggleika
av at liva í okkara sokallaða »de-
mokratiska« samfelagi, har lóg og
rættur er eins fyri øll.
Men hetta, sum alt annað í tí
kapitalistiska »demokratiska« sam-
felagnum, hevur bert litid og einki
av veruleika aftanfyri. Sannleikin
er tann, at á pappirinum kann lóg
og rættur tykjast at vera fyri øll,
men í roynd og veru er tað heilt
øOrvisi.
Í fyrsta umfari eru lógirnar í tí
kapitalistiska samfelagnum soleiðis
smíðaðar, at tær ikki bjóða hini
stóru fjøldini av fólkinum nakra
sanna og fullkomna vernd og
tryggleika.
Í Feroyum tað soleiðis, at
her kann ein og hver doyggja í
hungri. Tað finst eingin lóg, hvar-
eftir samfelagið hevur nakra skyldu
at forða fyri hesum.
Bæði fiskimenn og arbeiðarar
kunnu verða riknir út í vinnuloysi,
men tað er eingin lóg, ið sigur, at
tað er samfelagsins skylda at forða
fyri, at teir, teirra konur og børn
ikki líða hungur og hall.
Tað finst eingin lóg, ið tryggjar
øllum landsins børnum og ung-
dómi atgongd til at troyta landsins
lærdómskeldur. — Hin hægri skúla-
skapurin í Feroyum er einans fyri
tey múgvandi.
Tað finst eingin lóg, ið tryggjar
hverjum einasta íbúgva mat í
munnin og klæði upp á kroppin.
Soleiðis kundi verið hildið áfram,
men er hetta nóg mikið fyri at
vísa á, at vit ikki eiga eina lóg-
gávu, ið fult og heilt tryggjar hin-
um einstaka borgara samfelagsins
eina menniskjansliga tilveru og
sjálvsagda livsrætt — RÆTTIN AT
LIVA
Og rætturin til at kenna lógir-
nar,hvussu er hann?
Jú, um tú yvirhevur skalt hava
líkindi til at kenna lógir landsins,
verður tú tvingaður til at
halda Dimmalætting — og harvið
er
gongdina og standin í tí kapitalist-
iska samfelagnum.
Fremian av sosialistiskari felags-
ogn og sosialistiskari framleidslu
vil beina burtur allar formar fyri
eydræning av ødrum menniskjum,
kúgan og sosialum ójavna. Hon vil
við samarbeiði millum alt fólkið á
tí materiella og andliga framleiðsl-
uni føra við sær eitt higartil ókent
rikidømi bæði á ti materiella. sosi-
ala og mentunnarliga okinum. Men
inum, útbreiðsla av upplýsningi og í frígeringin av arbeidarafjøldini er
serstakliga kunnleika til manna- | arbeiðarastættsins egna verk.
styðja sambandsflokkin. Við ødrum
orðum skal Dimma gera handil
burtur úr hvørjari lóg, áðrenn hon
verður fólkinum kunnug. Og henda
handil hevur Dimmal. monopol
uppá.
Tey, sum ikki hava ráð at halda
Dimmalætting, hava eingi líkindi
at kenna lógir landsins.
So evarska lítið er okkara >de-
mokrati« vert.
Hvussu roynist so rætturin?
Eisini hann er lítið annað enn
vanlig handilsvøra.
Fólkið hevur ongar víðari at-
stødur gjølla at kenna landsins
lógit og mannagongdina í rættin-
um. Samfelagslæra er útihýst í
skúlunum, og á annan hátt eru
ikki stórvegis líkindi at sekja sær
løgfrødisligan kunnleika.
Skalt tú gera nyttu burtur úr
lóg og rætti, mást tú leita til ein-
hvønn sakførara. Ikki minst teir
eru dúgligir at gera handil burtur
úr rættarmálum borgaranna.
Vanliga kostar eitt rættarmál so
nógv, at tað eru tey flestu, ið ikki
hava ráð til at gera nyttu burtur
úr lógum og rætti landsins.
Hjá teimum flestu eru tær pen-
ingaligu umstødurnar soleiðis, at
tað er einki at hugsa um at skjóta
eitt rættarmál til hægri rætt, lands-
rætt ella hægstarætt.
Niðursteðan verður tí tann,
rætturin — sum alt annað í hes-
um spilta samfelagi — er fyri tey
múgvandi, tey ríku.
Smámaðurin er
leysur.
Javnaðarmenn siga tí:
Hetta gongur ikki.
at
veruliga rætts-
Lég og
rættur skal vera eins fyri øll.
Javnadarmenn krevja tf, at sett-
ur verður ein DEFENSOR (verjari)
og ein AKTOR (anklagari). Teir
verða løntir av samfelagnum. Allir
borgarar skulu hava rætt til
ÓKEYPIS at gera nyttu burtur úr
rætti landsins.
Allir borgarar
kunnu skjóta síni rættarmál heilt
upp til hægstarætt uttan at tað
kemur at kosta teimum eitt
oyra.
Men henda rætt kanst tú einans
koma til vil at fylkjast um hina
SOSIALISTISKU stevnuna.
landsins skulu
Norðoya javnaðarfelag sigur
frá, at øll javnaðarfólk yvir 14 ár
í Norðoyum kunnu gerast límir í
felagnum, ið nú ger fyrireikingar
til vetrararbeiðið. M. a. er ætlanin
at halda upplýsandi fyrilestra- og
tjakfundir, har vinnuligir, sosialir,
mentunnarligir, kommunalir, felags- |
ligir 0. a. spurningar koma til um-
rødu. Nærri frágreiðing um hetta
og mangar aðrar tættir í felagsar-
beiðinum verður felagið at senda
limunum beinleiðis.
sa
NR. 356
Landspolitikkur
ella
persónpolitikkur
Í tí politiska lívinum er tað í
flestum, at hver flokkur hevur sítt
blað, ið er ætlað sum málgagn
flokksins skal umboða flokkin
politiskt -— halda lív í flokkinum;
men tað skal vera eftir politiskum
sjónarmiðum. Men í flestum forum
er tað tíverri soleiðis, at tað ikki
er politikkur tað veruliga snýr seg
um, men verður bert hongt seg í
einstakar menn innan flokkin —
og í flestum forum eru tað teir
forandi fyri flokkin, sum standa
fyri skotum — slíkt er ikki sunnur
politikkur, og eigur tí at verða
skúgvaður til viks av rætthugsandi
fólki.
Tey blød ella flokkar, sum dríva
ein persónpolitikk ístaðin fyri ein
heildarpolitikk, og meina á tann
hátt at skaða mótsteðuflokkin við
slíkum vápni, er einans sær sjálv-
um og sínum egna flokki at bana
í so máta. Tíverri hoyrir ein fólk
ikki so sjáldan siga sum so: Ég
kann ikki líða handa flokkin, ti
tey kenna eitt ella annað persón-
ligt brek við flokksleiðaranum —
tey tonkja yvirhøvur ikki uppá,
hvat týdning viðkomandi flokkur
kann hava — hvat hann kann av-
rika til frama fyri tey — ella hvat
stevnuskrá flokksins sigur.
Tað, at dríva ein slíkan persón-
politikk ístaðin fyri ein landspoli-
tikk ein heildarpolitikk, er í
forum ein tann størsti meinbogi
fyri at kunna gera tað meguligt
at skapa slitmanninum 100 pst.
tryggari arbeiðs- og livilikindir enn
hann veruliga hevur tað. Hevði
fólk duga betur at sæð burtur frá
teimum persónligu brekunum, ið
tey so væl duga at finna við ein-
støkum monnum innanflokks, og
heldur tonkt uppá flokksins polit-
iska fyrimun í allar mátar, sum t,
d. at viðkomandi flokkur hevur
betri vilja og dugnaskap at leggja
eitt trygt og haldgott stødi undir
minna mannsins slit og strev. Tí
eitt er givið, at skal tað verða
farið at leita eftir persónligum
brekum, so er íkki at ivast í at
øll hava meira og minni brek, og
tí eigur at verða latið slíkt hvíla í
sær sjálvum tá tað snýr seg
um politikk — og tá ein flokkur
skal umboðast ella farið skal
verða til eitt veljaraborð — halda
seg eftir tí politiska snórinum.
Lærir fólk at síggja burtur frá
slíkum persónligheitum og smá-
fjanti, tá fyrst koma tey at hava
møguleika fyri at fáa tað rætta úr-
slitið við atkveðu síni.
Fólk, sum duga at taka politikk
út frá tí rætta sjónarringinum og
vilja sær sjálvum sítt egna besta,
hongja seg ikki í einstakar persón-
ar, sum tey møguliga einaferð hava
funnið eitt ella annað smáligt brek
við, tí tað eru ikki einstakir menn
ið tað snýr seg um — men tað er
politikkurin — flokkurin sum skal
stuðlast fyri at hann kann verða