Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-09-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 1955síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

24. SEPT. i955 SOSIALURIN SOSIALURIN Utgevari : FØROYA JAVNADARFLOKKUR Bladstj.: Villi Sørensen. Box 76. PRENTSMIDJAN Å HEYGSBREYT TELF. 1820 Tá ið uppgjørt verður Eitt í gerðum so fólkafígginda- ligt landsstýri sum hetta, ið nú situr, hevur ikki fólksins álit. Hetta hava teir ivaleyst varhugan av sjálvir, men tað er so eiðasert, at teir royna at vera fólkinum til vildar og leggja á annan bógy, tí- ansheldur at leggja frá sær, so fólkið — aftaná rættiliga álvarsam- ar hendingar í teirra landsstýris- tíð — fær sagt sína hugsan. Men einaferð verður uppgjort. Tað verður sanniliga ikki so lítið, ið teir skulu svara fyri, og fólkið døma teir fyri. Tað sær ikki ann- arleiðis út, enn at teir hvonn dag dragna meir og meir burtur frá sanna vilja fólksins í nærsagt øll- um týðandi spurningum. Avreidingarpolitikkurin í 'sjó- marksmålinum er ivaleyst størsta misgerð, ið hetta landsstýri hevur framt. Henda avreiðing er so mik- il, at hon er uttanfyri alla manna- metan; men øll skilja, at tað ér ovur vandamikil politikkur at av- reiða okkara egna landgrunn til fremmandar, samstundis sum frem- mandir reka okkara fiskimenn burt av teirra landgrunni. Sildasølan til Rusland fór fyri skeyti. Hvørjum manni er greitt, at her hvilir ålvarsom åbyrgd å landsstýrinum. Besta prógv fyri, at teir hava verið nógv ov seinir á veg at leita til samráðingarborðið, er svar russa: Vit hava longu keypt alla ta sild, ið vit hava brúk fyri. Seinrøkni landsstýrisins hevur í hesum máli elvt okkum miljónatap. Samstundis sum teir hava røkt henda nidurgongupolitikk, hava teir ikki smæst at gjørt livilikindini fólksins munandi verri. Saman við tjóðveldismonnum hava teir skert hina frammanundan so nógv skerdu keypikraftina av fólksins hartvunna peningi enn meira. Landshandilin tóku teir av og góvu harvið nøkrum einstøkum spekulantum fríar ræsur at taka ovurvinning av teimum neyðsynjar- verum, ið alt fólkið hevur fyri neyðini, Minstuløn fiskimanna hava teir skert við 150 kr. um mánaðin úr 800 niður í 650 kr. Tað ger ikki misgerðina minni, um tað so vóru tjóðveldismenn, sum í hes- um máli hjálptu teimum við at koma við uppskotinum. Mong onnur eru málini, alt ov tíverri. Niðurgongupoli- tað við lít. mong — tikkur hévur verið CTC . og tað sum vegar nakað: Einki danahatur Maðurin — blaðstjóri 14. sept, —, ið ikki vil lætta sær á, tå ið menn heiðra kong, er nú vorðin kongavinurin mikli. — Danski for- sætisráðharrin H. C. Hansen er nú snøggliga vorðin ein stásmaður — ja, hann hevur bert lovorð til allar Danskarar — eisini teir, sum her á landi búgva. Hann hevur aldri skrivað, tala, ella mælt til Dana- hatur. Hann er púra æsekur, tå ið moralskt og mentunnarliga veikar sálir — sum eitt úrslit av skriving 14. sept. — lesa forbannilsi yvir Danir og alt, ið danskt er. Alt hetta sigur hann frá í blaðið sín- um. — Og hann leggur aftrat, at hansara yndi til allar Danskarar og alt, ið danskt er, altíð hevur verið so stórt, at hann aldri vildi funnið uppá at sagt við ein dansk- an blaðmann, at >eo hati allar Danskarar og alt, ið er danskt“. Tað er Gudsbarn, ið batnar. Hátíðarliga gevur hann tað lyfti, at hann aldri vil nýta »Danahat- ur« í stríðnum fyri loysingini. — Hetta mátti hann tó havt lært fyri langari tíð síðan, tí aðrir undan honum hava nýtt »Danahatur« i dekans máta, men øll kenna vit hitt syrgiliga úrslitið av hesum flokkum. Fleiri eru farnir undir heilt, og aðrir eru í ferð við at fara sama veg. Teir eru prógv fyri, at vit einki sjálvræði vinna her í landinum við hesi falslæruni, ið blaðstjóri 14. sept. so hátíðarliga er farin at avnokta. Livilíkindini eru vorðin munandi verri. Peningurin hjá fiskimonnum og arbeiðarum røkkur styttri enn nakrantíð áður — og hartil kemur so seinrøkis- og avreiðingarpolitikk- urin, hvers fylgir ikki koma fyrr enn seinri. okkum eina Sanniliga tervar dyggiliga uppgerð. CTC er ketilin ið dugur — hin besti av teim bestu. Hann er vælumtóktur í Sveríki og serstakliga vælhóskandi til tað bleyta vatnið í Feroyum... Lagaligur í brúki. Sera væl isoleradur. Kann nýtast til alt brenni samstundis: fast brennievni. CTEC ketilin er nú eisini royndur her í Føroyum við besta úrsliti. Einahandlari fyri Foroyar: P-F. MARIA POULSEN & Co. TÓRSHAYN — TELF. 2000 Lágan skorsteinshita. Olju, kol ella annað Asannan og reingjan 14. sept. ásannar nú ferð eftir ferð, at oll tey brek, ið vit hava víst á í samband við hina kapita- listisku samfelagsskipan, er púra rett. Tó tykist blaðið, eins og teirra menn á tingi, ikki vera hugað fyri nakrari broyting, Fólkið skal framvegis haldast niðri, bæði vinnuliga, sosialt og mentunnarliga. Sostatt er eingin stuðul væntandi haðani, tá ið talan er um tey stór- tiltøk, ið neyðug eru fyri munandi betan av livilíkindum fólksins. Men annað var ikki væntandi frá hesum afturhaldsbólkinum. Blaðið spyr, hví einki er hent hesi seinastu áramálini fólkinum til bata. Javnaðarmenn hava rått í Danmark, og javnaðarmenn hava verið uppi í stýrinum her heima. At javnaðarmenn, ið ongatíð hava átt meira enn 6 av 20 ting- monnum, aldri hava havt líkindi at fingið nakra munandi broyting í okkara kavrotnu samfelagsskipan, skilur 14. sept. fullvæl. Eisini veit blaðið, hverjar ómetiligar trupul- leikar, ið javnaðarmenn hava havt, tá ið tað hevur rátt um at fingið afturhaldskropparnar við til sjålvt tær minstu broytingar fólkinum til frama. Heldur ikki javnaðarmenn i Danmark hava nakrantíð havt meiraluta. Danmark er tí framveg- is eitt kapitalistiskt land. — Men javnaðarmenn har hava havt tann fyrimun, at hitt arbeiðandi fólkið bæði politiskt, fakfelagsliga og handilsliga hevur staðið sum ein heild. Hesa heildarkraftina hevur afturhaldið í mongum forum verið noytt til at lúta fyri. Tí er ikki so lítið vunnið. Hesa heildarkraftina eiga vit ikki. Vert er at nevna, at so illavorðið hevur afturhaldið her á landi verið at tað ikki hevur himprast við at forða fyri framstigum, id Danir NR. 37 hava boðið okkum ájavnt við danska fólkið. Sum dømi er nóg mikið at nevna ellisrentuna. Danska javmaðarstjórnin setti sjálv uppskot Í um, at tey gomlu í Føroyum skuldu I || Í Í | 3 F | | — 2 kunna fáa somu ellisrentu sum tey í gomlu í Danmark; men sambandið | og sjálvstýrið vrakaðu tilboðið. Tí Í hava vit í Feroyum havt eina krypulsellisrentu, Slik hava líkindini verið fyri sosialistiskum framburðspolitikki — og nú hevur hitt sameinda aftur- haldið fingið ein dyggan stuðul aftrat — tjóðveldið. UR HVALBA Sunnudagin varð sýnd kabaret til frama fyri tey eftirsitandi eftir Niclas Hovgárd í Hovi, sum so bráddliga fór inn í deyðan mitt undir arbeiði sínum. Kabarettin varð sýnd tvær ferðir henda dag og var tað stúgvandi fult báðar ferðir. Kabarettin var ógviliga fjalbroytt og væl framførd í allar mátar. Tey leikandi vóru av Tvøroyri. Tað er tað at siga, at tað er gott at ein hjálpandi hond verður rætt tí, ið treingir til hjálp, sum í slík- um forum. Henda kabaret-innsavn- anin varð væl stuðlað í Hvalba. Tíðindamaður. Góður fiskiskapur, Nólsoyingar hava, tá tað viðrar, fingið nógvan fisk, upp í 2600 pd. á bát, 4 menn. Hetta er besti fiskiskapur, menn vita um um hesar leiðir. i % så : ln oe ET et e virkelig Ønsker D billig varme, behagelig 99 varme og den mulige konstant pasning nemmest skal De vælge Hess-O Matic. Den fås nú i flere størrelser, 09 den pynter í stuen. so} HESS SØ TE (0530) VALDEMAR LUTZEN Telf, 1020 Thorshavn.