Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-09-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 1955síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hitt mikla læknastríðið. Flest øll kenna uttan iva nakað til tað mikla læknastríð í Norður- oyum, og ikki bert her um okk- ara leiðir men eisini aðrar staðir. Tað er nógv skrivað um hetta mál, og man tí neyvan vera neyðugt at skriva stórt meira um tað, sum er farið fram í hesi víðagitnu læknatrætu. Men tá ið tað nú verður trivið í hetta mál, so er tað mest av tí, at nú er útkomið »manuskript til fólkatingsreðu P. M. Dams í læknamålinum«, sum gevur fólki hevi til at ogna sær eitt eintak av hesum manuskripti, har fólk kunna hava møguleika at síggja tað greiðu stødu, javnaðar- flokkurin ella kanska rættari Dam, flokksims leiðari, hevur havt i hes- um kring knettin so nógv kenda máli, og hvussu hann við sínum ríku evnum hevur roynt at fåa loyst málið á ein so friðaligan og lógligan hátt sum gjørligt, hóast hann hevur fingið harðar ábreiðsl- ur frá sínum - mótstoøðumonnum fyri at vera atvoldin í hesi stóru og víðakendu læknatrætu. Somuleiðis fær fólk hevi til — bæði tey sum vilja ásanna Dams mikla verk í hesum máli, og tey sum vilja lýsa hann og flokk hans- ara fyri at hava oyst olju í eldin og gjørt hetta mål til eitt eldhav. Hetta útkomna manuskripti lýsir læknamálsins framferð frá byrjan til enda. Fólk yvirhovur kenna vist nakað til framferðina í læknamál- inum og vita, hverjir hava verið grimmastir mótsteðumenn Norður- oyinga — líka til dagin í dag. At landsstýrið hevur havt yen tvetydig Holdning« til hetta mål kann ikki noktast. Og somuleidis tann gerð, sum legmaður gjørdi, tá ið hann átók sær myndugleika til at beita politistyrki til Feroyar — man vera grimmasta gerð, sum higartil er framd av nøkrum Før- oyingi — móti sínum egnu lands- monnum. Men tað, at tað ikki bleiv til annað enn tað, at teir komu higar til landa, hava Feroy- ingar nógv at takka P. M. Dam fyri. Øl sum hava høvi til at ogna sær eitt eintak av hesum manuskriptið — eiga at gera tað. »Hardir harrar skulu stokkut valda !< D. ]. Sørensen. Panting. Tað verður her gjørt kunnigt, at dómarin hevur góðkent, at eftir- støður av kommunuskatti og húsa- skatti fyri 9. og 10. gjald 1954/55, 1., 2. og 3, gjald 1955/56 og eldri eftirstødur, sum áður eru pantaðar til einkis, innheintaðar við panting. Farið verður undir pantingina uttan aðra ávaring tann 6. oktober verða í ár. TÓRSHAVNAR BYRÅD, t. 15. septbr. 1955. NR. 37 SOSIALURIN 24, SEPT. 1955 28, ÁR. Føroya Kriggstrygging . Føroya Brunatrygging.. Bátar - skip - veru - hús - innbúgv - ferðagóðs Rema av innskoti við uppsøgn uppá 3 mánaðar 4 pst. p. a. | Bankin er opin 10—12 og 14—16 — Suðuroyar deild opin kl. 10—12 og 13—15 10—12 og 13—14 TELEFON 1020 — 4 LINIER Hovuðsskrivstova : Suðuroyar deild : TÓRSHAYN TRONGISVAGI Tlf. 1350 Tf. 32 Skipafelagið Føroyar P.F TRYGGINGARSAMBANDIÐ FØROVAR telf. 1086 telf. 1089 Føroya Vanlukkutrygging telf. 1721 Vit tryggja: bilar o. a. Foroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging (Stovnaður 1906) leygardag - - TELEFON 1225' Tórshavn FÆRØSK MARGARINE Vita No | VITAMINISERET FÆRØSKT PRODUKT GROT OG SKERVUR Øl, ið vilja keypa skerv ella gråt, eiga at venda sær til Føroya Sjóvátrygging ... telf. 1086 FØROYA BANKI | Leygardag 10—12 FINT PRODUKT FODERSTOFFER Foderblanding, malet Byg, malet Majs, knust Majs. Hønsefoder »Rekord«, Kyllingefoder, hel Byg, hel Hvede, Hvedeklid, hel Havre, hel Dari. STØRSTE LAGER BILLIGSTE PPISER P-F VALDEMAR LUTZEN | kommunukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar verða ámintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðs- manni fyri kommununa. FROÐBIAR SÓKNAR KOMMUNA Lýsið í SOSIALINUM! Í | | Í Í | Staddir í vanda Mikudagin vóru tríggir bátar úr Fámjin útiróðnir. Ókyrt var, tá teir komu aftur at landi. Teir komu inn um boðan. men tordu ikki at herja á, og tá ikki varð farandi út um aftur, noyddust teir at verða liggjandi har. Frá landi kundu teir unga hjálp fáa. Hvalbátar fóru vestur um oynna; men heldur ikki teir fingu veitt teimum nakra hjálp, so ókyrt og tjúkt í mjørka tað var. So hildu teir á. Fyrsti báturin fekk eitt brot á rivinum, kom tvør- ur og breyt skrúuna, men hann breyt inn á pollin og varð bjargaður. Annar báturin varð fyri somu lagnu. Esini hann breyt skrúuna, men breyt ikki inn um fyrr enn í ødrum broti. og tá kom hin síðsti báturin eisini og teir turnaðu saman, men inn á pollin komu teir. Mannskaði varð tíbetur ikki. Teir hevdu fiskað væl. Ein teirra hevdi 16 centnar. Hinir hver sínar 10. Flakavirkið á Tvøroyri hevur avskipað fiskafløk til Danmarkar. Teir senda eisini avfall — høvd og ryggir —. Hetta verður eisini fryst, og teir fáa 35 oyr. fyri kg. GÁTA Hevur egg, men verpur ikki, hevur rygg, men ongar ryggjageislar, hevur odd, men einki vel! hevur síðu, men eingi rivjabein? Gitið hesa gátu og sendið hana inn til blaðið áðrenn 4. oktober. Brævbjálvin skal vera merktur: SOSIALURIN. box 76. Tórshavn, (og niðast fyri framman) GÁTA. — 3 bókpremiur verða givnar eftir lutakasti millum teirra, ið gitt hava Loysnin og nevn teirra, ið heiðurs- lenina fáa, koma í blaðið 8. oktober. Gitið: j 1. Hvor segði, at bíbliuumseting V. Danielsens var »Gengivelse«? 2. Hvør segdi: EINGIN YVIR OG EINGIN VIÐ SÍÐUNA AV FØR- OYUM? 3. Hver segði: >Læknamálið er, sæð frá einum LØGFRØDISLIGUM SJÓNARMIÐI tað sama sum UPP- REISN ? 4. Hvor segði: »Lég er brotin, og lóg skal brótast?< 5. Hver segði: >Í Føroyum skulu Før- oyingar ráða, og ikki danskir sosi- alistar ?“ (Svar í næsta blað) MATPRÁT Nýliga er útkomin kinesisk kókibók í danskari umseting. Har er uppskrift til DADLUKØKU úr hesi bók: 250 g av finthøgdum dadlum við ong- um steini, 100 g kokusspønir, 100 g fint- høgdar valnøtukjarnir, '/2 knivsodd av st. sukri, 2 spsk. av smøri, rismjøl. Tilfarið verður blandað saman, so mikið av rismjøli, sum blandingin kann taka, elt uppí. Verður gjørt til terningar, ið verða „dampaðir“. Um lo min, eru teir liðugt gjørdir. Borðreiðast kaldir. Góð ráð: Tað er oyðslusemi at tøma steikipannuna aftaná nýtslu. Feittið kann nýtast einaferð aftrat — uttan avsmakk. Tað er bert at hava eitt epli niðri í, meðan feittið verður kókað á ødrum sinni — tað tekur burtur allan avsmakkin.