leygardagur 1. oktober 1955síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
FRÆLSI
Sjúkrahússtýrið endaði a pol
JAVNAÐUR
í Klakksvík.
Avgerðir stýrisins um setan av 2
nýggjum læknum vórðu afturtiknar
Fundur nýggja sjúkrahússtýrisins
í Klakksvík týsdagin endaði held-
ur óvanliga. Drúgvur fundur heyði
verið og stórmál á dagsskránni:
setan av 2 nýggjum læknum og
útbyggjan av sjúkrahúsinum. Hetta
var fyrsti fundurin hjá hesum
nýggja stýri. -— Allir limir vórðu
møttir: Fischer Heinesen, valdur
av tjóðveldisflokkinum, Obert Jo-
ensen, valdur av sambandsfl., Ro-
bert Joensen, valdur av fólkafl.,
ríkisumboðsmaðurin og landslæknin
valdir av ríkisstýrinum. Við var
eisini sjúkrahússtjórin Johan Djur-
huus. Hetta stýrið varð sum kunn-
ugt ikki valt sambart ynski og
krev Norðoyinga,
M. a. hevði hetta nýggja stýri
samtykt at loysa læknarnar Jordal
og Jarnum úr starvinum 1. nov.
og seta 2 nýggjar læknar: dr. med.
Seedorff (serkønur sum skurðlækni
og serfrødingur í barnaføding og
kvinnusjúkum) og Einar Lund. Hin
fyrri — sjúkrahúslæknin — skuldi
eftir ætlanini koma til Føroyar 11.
nov, og hin seinri — medisinskur
hjålparlækni á sjúkrahúsinum
seinast í oktbr, Upprunaliga skuldi
hesin seinri verið kommunulækni,
men stýrið hevdi samtykt at taka
til viðgerðar á seinrí fundi: fram-
hald ella niðurlegu av kommunu-
læknastarvinum.
—
Sjúkrahússtýrið setist
aftur.
Um 7-leitið skuldi Thorshavn
fara av aftur Klakksvík, men á
kajuni kravdi fólkið at fáa fundar-
bókina upplisna, Hetta varð játtað.
Allir sjúkrahússtýrislimirnir uttan
Robert Joensen, ið var farin til
hús, fóru inn á politistødina, har
Fischer Heinesen frá einum vind-
eyga las upp gerðabókina. Fólk,
ið var statt í Klakksvíkargarðin-
um, kravdi at fundaravgerdin um
læknasetanina varð gjørd til einkis.
Fischer heitti tó á fólkið um
at spjaða seg, so menninir kundu
sleppa av stað aftur, men einki
batti. Eisini ríkisumboðsmaðurin
talaði til fólkið.
Hann segði m. a., at tað fram-
vegis vóru punktir í læknamálssem-
ingini av 9. mai, ið stóðu opin og
einki var gjørt við. Samráðingar
vóru farnar fram við Jordal og
Jarnum um at halda áfram sum
fyribilslæknar, hagar til læknamálið
var endiliga greitt, men hesar sam-
ráðingar vóru endaðar úrslitaleysar.
Tí var neyðugt við enn einari fyri-
bilssetan av 2 læknum. Stýrið
hevði samtykt at fáa hesar lækn-
arnar at vátta, at teir vildu sita Í
starvinum til málið var loyst.
Hann hevdi roknað við, at málið
longu skuldi verið at enda komið,
men seinrøkni frá stovnum, ið
høvdu åtikid sær skyldur í sam-
band við semingina, hevði orsakað,
at endaliga loysnin av málinum
var drigin út longur enn væntað.
Orð og áheitanar Fischers og
ríkisumboðsmannsins høvdu tó onga
ávirkan. Ríkisumboðsmaðurin,
id var sjúkur og hevdi høgan fep-
ur hesa nátt, var seinri noyddur at
søkja sær lækna.
Eisini Hákun
á politistoðina.
Hákun Djurhuus, ið var staddur
í Klakksvík henda dag, skuldi
suður aftur við Thorshayn. Hann
Sjúkrahússtýri tjóðveldimanna var í
BRØDRALAG
men noyddist
har
var komin umborð,
at fylgja við á politistoðina,
eisini sýslumaðurin og teir 4 poli-
tistarnir í Klakksvík vóru staddir.
Seinri komu so nakrir av sóknar-
stýrislimunum aftrat, so politistoð-
in var rættiliga væl mannað av
myndugleikamonnum at enda.
H. C. Hansen statsminist-
ari kemur upp í leikin.
Um midnáttina setti ríkisumboðs-
maðurin seg í samband við H. C.
Hansen, statsministara. Samráðing-
ar fóru so fram um náttina. Hesar
— og samráðingar sjúkrahússtjórn-
arlimanna millum endaðu við,
at avgerðin um læknasetanina varð
afturtikin, og at fíggjarmálaráð-
harrin Viggo Kampmann einaferð
enn skuldi koma upp í leikin.
Um 3J-tidina fekk Klakksvíkar
sóknarstýri fjarrit frá H. C. Han-
sen, har hann heitti á sóknarstýri
um at syrgja fyri at alt fór fram
í frið og sóma, og at sjúkrahús-
stýrið ikki varð forðað at fara
aftur til Havnar.
Kl. hålvgum seks silgdi Thors-
havn.
r
roynd og veru eitt eiggiligt mistak.
Nú åsannadust orð okkara um
valið av nýggju sjúkrahússtýrinum
so eiggiliga. Hetta var tó ikki fyrsta
svikabragdið móti Norðingum og
teirri seming, ið varð gjørd í vár.
Tað er eyðsæð, at landsstýrið, sum
alla tíðina hevur barst so harðan
móti Norðoyingum, ikki hevur for-
hastað sær, tá ið galt um at gera
sína skyldu samhært læknamáls-
semingina. Teir skuldu taka upp
samráðingar við E. Rubek Nielsen
fyri al fáa hann úr starvinum sum
lækna, men einki er hent. Hetta
hevur aftur orsakað, at Halvorsen
einki hevur gjørt fyri at greiða
sína sek. Hvat skal hann veruliga
gera, tá ið annar maður framvegis
situr í hesum umstrídda sessi? Til
fulnar hevur Klakksvíkar sóknar-
stýri gjørt sína skyldu og greitt tey
mál, ið tí varð álagt í semingini.
Men tað er bert hin eini parturin.
Valið av sjúkrahússtýrinum prógv-
aði týðiligt, at landsstýrisflokkarnir
als einki vildu gera; ja, veruliga sá
tað út eins og teir beinleiðis sabo-
teraðu semingina, so tað skuldi
koma at síggja soleiðis út, at
Kampmann í síðstu syftu kom at
standa við endan. Ongatíð betur,
enn øll åbyrgdin kom at hvíla á
donsku stjórnini; men hetta vildi
tó verið villleiðing við lít, tí ikki
eru Norðoyingar tápuligari enn so,
at teir væl skilja slíka krabbagongd.
Norðoyinga ynski og krøv í
sjúkrahússtjórnarmálinum var, at
Norðoyingar sjálvir skuldu hava
stóra og víttfevnandi ávirkan á hesi
val, men her fullu tjóðveldismenn
hesum rættvisiskrøvum í ryggin, tóku
burtur allar møguleikar, hvareftir
Norðoyingar fingu innstillingar- og
harvið avgerarrætt, tá ið valt varð.
Einki hevur meir enn hetta stuðlað
landsstýrinum til ikki at kvika sær
at fingið málið loyst. Henda gerð
tjóðveldismanna var dyggasti stuðul,
ið landsstýrið kundi fáa á hesum
sinni.
Men her varð vilji landsstýris-
manna framdur, og ikki vilji Norð-
oyinga.
Hitt nýggja sjúkrahússtýrið, ið
tjóðveldismenn hava lovprísað til
skýggja, endaði á politistødini í
Klakksvík. Hvussu oftani lótu ikki
Jóhan Simonsen og Erl. Patursson
14. sept. vita. at tað var
lesarar
itistødini |
NR. 38.
LEYGARDAGIN
1. OKTOBER 1955
28. ÅRG.
Hin
besta gåvan
å
bókadegnum
er
7 SØGUR
Bókadagurin
Békadagsnevndin hevur sent øllum
skúlum hetta skriv:
Bókadagurin er leygardagin '.
oktober.
Ætlanin við degnum er at minna
fólk á at lesa og keypa føroyskar
bøkur.
Fyrst og fremst eiga vit at visa
børnunum á, at nógv gott er
skrivað á feroyskum máli, og ti
loyva vit okkum við hesum at biðja
tygum gera só væl at skipa fyri, at
brot úr føroyskum bókum verða
lisin fyri børnunum í skúla tygara
bókadagin.
Uttan at mæla til upplestur úr
ávísum bókum, loyva vit okkum at
siga frå, at hesar barnabekur eru
at fáa í békasølunum:
Jacob R.
Robinson.
Eilif Mortansson: Ein ribbaldur.
Jonathan Swift: Ferð Gullivers.
Barbara Ring: Peik.
Daniel Defoe: Robinson Kruso.
Í Skýmingini. Skjaldur og ævintýr.
Dirk van der Hei de: Systur og eg.
Rudyard Kipling: Ævintýr.
Hans A. Djurhuus: Ritsavn.
Poul Karbech Mouritsen: 7 søgur
Knud Hermansen: Palo í Gren-
landi. Myndir eftir Ernst Han-
sen. Týtt hevur Jóannes Enni.
Feroya lærarafelag gevur út.
32. bls. 3 krónur. Bókin kemur
út til bókadagin.
Annars eru sjálvandi aðrar bøkur
við hóskandi innihaldi, t. d. fyri
eldri børn: Heðin Brú: Feðgar á
ferð, Flokatrøll, Martin Joensen:
Fiskimenn, Tað lýsir á landi, Útrák,
Jens Pauli Heinesen: Degningsælið,
H. M. Eidergaard: láívsins rættur
og Johs V. Jensen: Nornagestur. —
Johs Enni hevur týtt tvær aðrar
bøkur, sum Foroya Lærarafelag
gevur út. Felagið hevur harumframt
2 aðrar barnabekur í umbúna.
Hesar bøkur koma út í vetur.
Í Bókadagsneyndini sita: Marius
Ziska, Finnur Winther, Knút Wang,
Poul Johs. Lindberg og Ludvig
Petersen (valdur av Foroya Lærara-
felag).
Sverdrup: Svalbard
»vilji fólksins, ið teir høvdu framt.
Í dag mugu teir ivaleyst hava eina
aðra uppfatan av »vilja fólksins<.
Tað er tó eitt mark fyri reingjan
og villleiðing — eitt mark, sum
14. sept. hevur torfort við at finna.