Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-10-08, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 1955síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN FRÆLSI JAVNADUR Ohugnaligt leygarkvøld vid | politijagstran. Øgilig ljóðaðu tidindini úr Klakks- vík, og álvarsamar vóru tær hend- ingar, ið fóru fram seinasta leyg- arkveld, tá ið politimenninir tóku til gassarnar og fóru at reka fólkið burtur ið statt var á havnarplássi- num. Klokkan 11 á kveldi funnu unglingar uppá at slíta ravmagns- streymin, so bygdin lá í myrkri til klokkan 3. Unglingar fóru tá at stuttleika sær við at rópa eftir po- litinum. Havnarplássið varð beinan vegin upplýst við ljóskastarum frá Rolf Krake. Aftur fóru politimenn- inir at rudda havnaplássið. Politi- jagstranin rakk langt út á teir um- liggjandi vegirnar. Gassarnir vóru á lofti í heilum. Fólk, id vóru úti á getuni í friðaligum grindum, hildu sjálvandi ikki undan. Tey vardu einki, men kendi seg skjótt illa fyrikomnan, tí politiið eirdi ongan. M. a. vórðu 2 menn niður- slignir. Annar teirra fekk rygg- vøddarnar kroystar og mátti leita sær læknahjálp. Ein ung kvinna var so meint rakt at hon fekk heilaskjálvta. Upp í hesa orrustu komu nakrir Norðmenn. Ein teirra varð niðursligin. Hann varð meinsl- aður, tó ikki verri enn so, at hann er aftur á sildaveiðu. Ein bilur varð stegaður, fólkið út, og eisini her mátti onkur lúta fyri gassan- um. Henda politijagstranin vakti mikla andstygd millum fólk, tí ikki er vanligt á okkara leiðum, at friðafólk fær slíka viðferð. , Nýggj politiskipan fyri Føroyar. Tað er langt síðan, Richard Long boðaði frá, at landsstýrið hevði biðið um at fáa ríkispoliti her á landi. Nú er nevnd sett at gera nýggja politiskipan fyri Foroyar. Í hesi nevnd sita V. Boas, legmála- ráði, Jóhan Djurhuus, fulltrúi, Elkær- Hansen, ríkisumboðsmaður, Feilberg- Jørgensen politimeistari, og umboð fyri ríkispolitiið, fangahússtovnin og legmálaráðið. Støda skal m. a. takast til stodd, skipan og útgerð nýggja politiliðsins. Smádrongur druknaður í Havn. Hóskveldið hendi aftur ein synd- arlig ólukka í Havn. Ein smádrong- ur, Heðin, sonur Hjørleif Hansen, elektrikara, fór niður fyri Konga- brúnna og druknaði. Hann varð 7 ára gamal. Seinasta drongurin var sæddur var um 7-tíðina. Foreldrini vóru úti og leitaði eftir honum, og seinni á kveldinum varð eisini heitt á politiið. Um hålvgum tólv- tíðina varð hann funnin. Hann lá á botni úti fyri tí ytsta dráttinum á Kongabrúnni. Hann hevði óivað ligið leingi, so har gjørdist einki. Fyrr á degnum var ein smá- genta, eitt systkinabarn henda drong dóttin á sjógv. Hon varð tó bjargað, men mátti fara á hospi- talið. Hon sigst kortini at liva væl nú. Havnini tervar eitt spælipláss, sum má fáast til vega. Tað kundi hjálpt nakað til at hildið tey smáu burtur úr sjóvarmálanum. lavnaðarflokkurin mótmælir! Tíðindastova Ritzaus hevur ígjár fingið handað fylgjandi kunngerð: I anledning af begivenhederne i forbindelse med Rolf Krakes an- komst til Klaksvig, ønsker det so- cialdemokratiske parti på Færøerne at udtale følgende: Idet man tager afstand fra de seneste begivenheder, der gav an- ledning tíl politiaktionen mod Klaksvig, anser man dog politiets optræden ved dets ankomst og ved flere senere lejligheder for at være af en sádan art, at man finder det absolut nødvendigt overfor alle ansvarlige instancer at nedlægge den skarpeste protest. Vi finder det envidere nødvendigt på grund af den uhold- bare situation med bl. a. fortsat arbejdsnedlæggelse, indtrængende at henstille til myndighederne at for- anledige at fregatten Rolf Krake hurtigst muligt forlader Klaksvig. aldeles Færøernes socialdemokratiske parti D. pD. V. Einar Waag. Landsstyrinum er sent fgjår so- ljóðandi : BRØDRALAG Í samband við politiatsøåknina móti Klakksvík loyvir javnaðar- flokkurin sær at siga frá: Uttan at bera í bøtuflaka fyri tær seinastu hendingarnar, ið góvu orsøk til politiatsóknina móti Klakks- vík, halda vit framferð politistanna hava verið so vorðna, at vit álv- arsliga og harðliga mega tala at og mótmæla atgerðum landsstýr- isins í hesum máli. Somuleiðis krevja vit, at lands- stýrið syrgir fyri, at herskipið Rolf Krake verður beint burtur av Klakksvík. j Vegna Føroya javnaðarflokk Einar Waag. | Hitt vanlukku „fatið““. Frásagnirnar frå, tá »salatfatid« varð lossað umborð á Tjaldur í Keypmannahavn, har lossumenninir noktaðu at koyra tað umborð, eru kendar um allar Føroyar, Men tá hetta sama »fat« kom til Klakksvíkar, var eingin har, ið vildi geva tí eina hjálpandi hond, so tað kundi fáast í land. Har lá ein týskur dampari við kaiuna, og vórðu so hesir menn bidnir um at fáa fatið í land, og skiparin játtaði; men tá farast skuldi undir arbeiðið, noktaði maðurin, við spælið stóð, so fullkomuliga at nema so mikið sum ein fingur við hetta arbeiði. Skiparin setti tí stýrimann sín til spælið, og so kom fatið á land. NR. 39. LEYGARDAGIN 8. OKTOBER 1955 28. ÅRG. Joen Hans Jacobsen, Midvågi, 63 år i dag. Joen Hans Jacobsen hevur ikki dansað á rósum gjøgnum arini, Hann var ungur, tá faðirin doyði, og mátti tá sum mangur annar tíðliga fara til sjós. Tá hann var 14 ára gamalur fekk hann sess á báti, og í teirri tíðini var ikki sum nú at rógva út tá vóru eingir motorarnir, so strævið var mangan. Mangan andróðurin róði hann, og mong tung tekini mátti hann taka. Eisini var hann á ung- um árum úti og fiskaði við slupp- unum. Fyri 8 árum síðani misti hann konuna, sum hann helt so nógv av. Bern áttu tey eingi; men kort- ini kann barnatal teirra teljast upp í 7 bern, sum tey aldu upp í heimi sínum. Eisini fyri hesi børn var tað ein stórur saknur, tá kona hansara, Thomina, doyði. Ja, tað var teimum, Jóan Hans og Thominu, altíð ein stór gleði, tá tey kundu veita eðrum eina hjálp. Jóan Hans hevur verið ein góður javnaðarmaður. Frá teirri stund flokkurin varð stovnaður hevur hann stuðlað hann væl — hann hevur m. a. verið stillari til løg- tings- og fólkatingsvalini. Til lukku við degnum. Vinur. Tá ið herskipið legði at landi Um 8-tíðina leygarmorgunin sást herskipið Rolf Krake koma undan á Pollinum. Frammanundan sigldu tvey fylgisskip, Lundin og Skarvurin. Eina letu steðgaðu tey á pollinum. Síðan kom Skarvurin spakuliga siglandi inn á vágna fyri at vita, um farvatnið var reint. Tá ið einki var til hindurs, kom Rolf Krake og legði seg við bryggjuna. Skjótt komu politimenninir í land, bóðu fólkið á kaiuni fara niðan frá og seinni eisini mannfjøldina á havnar- plássinum. Fólk vildu treðugt skunda sær. Tá ið politistarnir sóu hetta, gjørdust teir harðrendir, løgdu hond á og slógu tey, ið fyri vóru og sum eftir teirra tykki ikki vóru nóg kvik til rýmingar. Sum kunnugt hava blødini Dimma- lætting, Dagblaðið og 14. sept. ferð eftir ferð annaðhvert skýrt ella skrivað alnalangar um »rebellar« og »uppreisnamenn« í Klakksvík. Alt hetta er tugt niður í fólk í meira enn 2 ár, og ivaleyst hevur henda skriving havt eina slíka ávirkan manna millum — og íkki minst millum myndugleikamenn — at politimenninir veruliga hava hildið seg verið komnar millum frekastu uppreisnarmenn og tí verið til reiðar at sligið eisini friðafólk niður sum yvirgangskroppar. Eyg- sýnliga vóru hendingarnar í sam- band við hesa landgongu eitt stórt og álvarsamt mistak, ið meira enn nakað annað hevur skakað fólk og elvt fram kenslur av óhugna og andstygd manna millum. Politiliið okt Áður enn Cæfridurin brast á, vóru 4 politistar í Klakksvík. Við Rolf Krake komu 32, og nú seinast komu 15 politistar og 4 kriminal- politistar við Tjaldrinum. Sostatt eru í letuni meira enn 50 politistar í Klakksvík. Aftrat hesum koma so 149 marinuhermenn. — Nú liggur væl fyri at stýra landinum, Håkun! Ternan á Klakksvík! Ígjár varð Ternan hurlað av skipasmiðjuni í Havn, og fór hon grøvandi norður á Klakksvík. Menn gita, hon skal vera »flydende arrest« — legtingsins verjuskip!