Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-12-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1955síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

23. DES. i955 SOSIALURIN Motorbáturin Óðin rak á land ígjár og varð vrak| Í landsynnings6dnini í gjár sleit motorbåturin „Óðin“, ið lá fyri teymi á Havnini, og fór á land undir Skálatroð. Hetta hendi um 1-tidina í gjár. Tá hann hevði slitið , rak hann so skjótt á land, at einki kundi gerast fyri at bjarga honum. Hann rak inn vestan fyri teir stóru klettarnar, ið liggja undir Skálatroð. Brimgangurin gjørdist enn verri aftaná at báturin var rikin á land, so hann verður ikki skip aftur. Longu í skym- ingini sást, at hann var illa løstaður, og tá var stýrihúsið farið oman av honum. Chr. Didriksen átti bátin. Minstalen og prísviðbót. Landsstýrið hevur sent okkum hetta skriv til kunngeringar: f skrivi 19.i hesum hevur semings- stovnurin greitt frá, at Jóannes Rasmussen, varasemingsmaður, 10. í hesum var biðin um at koma á fund 12. í hesum viðvíkjandi sátt- málatingingum millum Føroya fiski- mannafelag og Føroya reiðarafelag. Á hesum fundi vóru tingingarmenn fyri báðar partar til steðar. Greitt varð frá støduni og ti, sum fram er farið. Partarnir vóru samdir um sáttmálarnar, men ikki um studnings- veitanina, og við tað at hetta var einasta trætumál millum partarnar, gjørdi varaseminsgmaðurin partarnar kunnugar við, at semingsstovnurin onga lógliga heimild hevði til at royna seming. Einasti spurningur, sum eftir hesum stendur eftir at loysa, fyri at arbeiðs- friður kann vera á fiskiflotanum, er studníngsskipan tess almenna, og skal landsstýrið við hesum siga pørtunum í samráðingunum frå, at landsstýrið, tå ið tingid kemur saman, vil leggja fram uppskot um, at legtingslóg nr. 3, 18. februar 1955, um studningsveitan til løn- javningargrunnin verður framlongd eisini at vera galdandi í 1956, so- leiðis at landskassin eins og fyri árið 1955 veitir grunninum 4,5 mill. kr. í studningi til minstuløn og/ella viðbót til fiskaprisin. Hvussu tær gjølligaru reglurnar skulu vera, eiga sjóvinnufelogini at taka av- gerð, samanber $ 7 í lógarkunngerð nr. 16 frá 15. juni 1954 um av- rokning og lønjavningargrunn fiski- manna. Eisini skal landsstýrið siga frá, at tað leggur fram uppskot til løg- tingið, nú tað kemur saman, at broyta reglurnar fyri hverjir sita í stýri lenjavningargrunsins soleiðis, at landsstýrið velur ein, ið er for- maður, fiskimannafeløgini í felag tveir, Føroya skipara- og navigatør- felag, Feroya maskinistfelag og t Føroya motorpassarafelag í felag ein og Føroya reidarafelag ein. lagt verður afturat, at løgtingid eftir boðum frå løgtingsformanni kemur saman um 10. januar 1956. Framsyningin i Keypmannahavn Framsyning Føroya Listafelags i Keypmannahavn var væl umtókt, og tey mest týðandi Keypmanna- havnarblødini hava í ummælum sínum róst henni almikið. Tey hava fyrst og fremst tikið til málningar Stephan Danielsens úr Nólsoy, sum tey taka til sum sonn listaverk, hóast maðurin er púra ólærdur. Allir målningarnir, hann hevði á framsýningini, vórðu seldir. Trónd- ur á Treð varð stórliga fagnaður fyri træskurð sín. Eisini aðrir list- armenn verða róstir. Framsýningin var sera væleydnað og vakti miklan athuga. Klakksvík í dag Sjómarkið. 4 fjórðingamarkið hjá Íslendingum hevur nú aftur verið til umreðu í bløðunum. Onk- ur hevur tikið so dýran til henda vinning, nú talað verður um, at eisini Bretar ætlandi verða at góð- kenna mark Íslendinga, men at sammeta hetta við eitt meguligt 4 fjórðingamark hjá okkum fer lítið at bera til. Eitt nú her á okkara leiðum ger hetta ongan mun. Her má víðkanin verða meira stórfingin enn so. Vit havs við markinum ella eisini fáa grunn- arnar friðaðar. Eg vil enn einaferð mæla til, at ejómarksuppskot javn- aðarflokksins verður tikið til nýggja viðgerð. Hetta var einasta uppskot, ið nakar dugur Við skulu ikki bert fylgja Íslendingum, men sum sagt her í biadnum, arbeiða í mugu til var í. ! i ' | einasta politiid fær burtur úr hes- á | felag vid teimum. Á tingi í Íslandi | er longu uppskot um 50 fjórðinga mark, tó soleiðis, at markið fyri- bils verður 12 fjórðingar — meira eru teir ikki forir fyri at verja nú í løtuni. Men givið er, at hetta er leiðin. Onnur leið enn tann av javnaðarflokkinum ávísta, er eingin nytta í í lotuni. Útróðramaður í Klakksvík. Danska politiid, Danska politiið í Klakksvík er — Teirra gerðir og verða umredd ein veruleiki. framferð skal ikki her, Politi er nú einaferð politi, Tað koma vit ikki uttanum, At teirra arbeiði skapar illvild og Danahatur er lætt at fata; men tað sum harmar meg mest er, at vit oll somul vita, at tað er lands- stýrið, ið stendur aftanfyri alt. Eingin Hákun og eingin Kristjan — einki danskt politi. Við tað at danska politiið rekur erindi fyri Kristjan og Hákun verða teir illa lýddir, og tann illviljin og tað hatrið, ið stendst av hesum verður hat og illvilja móti donsku tjóðini. Veruleikin er tann, at tað um, er Danahatur. At hetta er full- komuliga ógrundað, skilja øll, ti tad er hvørjum manni kunnugt, at grundorsøkin til alt hetta liggur í óreinskapi landsstýrisins, læknanna, sambandsmanna, fólkaflokksmanna og tjóðveldismanna móti lækna- málinum og harvið móti øllum Norðoyingum. Hesir hava skuldina, og hesir eiga at revsast, soleiðis sum teir av røttum hava uppiborið í einum demokratiskum samfelag. Klakksvíkingur. NR. 50 { SOSTALURIN utgevari: FØROYA JAVNADARFLOKKUR Bladstj.: Villi Sørensen. Bo x 76. Prentsmidjan å Heygsbreyt TELF 1820 K. F. U.M. og K. Sunnudag kl. 3 sunnudagsskúli, kl. 6 moti og kl. 9 ungdómsmeti. Týsdag kl. 5 gentumøti. Mikudag kl. 5 dreingjamøti. Hósdag kl. 8 bibliukredsurin samlast í heiminum. Almennu stovnarnir haldaopið: Kommunuskrivstovan, tlf. 2. 9—1,30 og 3—5. Sýsluskrivstovan tlf. 49. 9—12 og 2—5 leygardagin 9 -2. Politistødin tlf. 255. 10—12, 2—10 sp. Posthúsið tlf. 8. 9—1 og 3—5, leygardag 9—2. Arbeiðsmannafelagið tlf. 90. Opið frå 5—8 mikudag. Handverkarafelagið 6—8 hósdag. Arbeiðskvinnufelagið tlf. 218, opið frá 6—8 hvert kveld. Norðoya sparíkassi tlf. 43. 11—12, 2—4, leygardag 11—2. Læknarnir tlf. 5 & 77. Vitalutíð 9—11 ella eftir avtalu. tlf. 129, opið frá Læknakassin opin 6—8 tyskvøld. Telf. 1951 Higartil einasta heilautomatiska OLJUF YRID id brennur minst og larmar minst — er OIL-O-MATIC Hitt mest álítandi í driftini. Einki munnstykki, id kann typpast ella slítast. Høvudsumbod fyri Føroyar: OLU F SIMONSEN verkfrødingur. A-S Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefebrik. Vit hava friskan fløta hvønn dag. Térshavn PRENTSMIDJAN Á HEYGSBREYT TORSHAVN AVRIKAR ALT PRENTINGARARBEIDI TELF. 1820 Skipafelagid Føroyar TELEFON 1225 Térshavn A