Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-12-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1955síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

TA 05 por te 0 1 Tee ÉT Pr FOR HM | Hin hvíta kirkjan (Framhildið frá 1. síðu.) Vit sita øll og slota, eingin vil fara avstað aftur, fyrr enn tað, vit | væntaðu, er hent. Genturnar teska um at fara og syngja, mutast um, | hvat tað skal vera, hvør ið skal } syngja fyri. So tagna tær aftur. Tá fer duratjaldið frá, og tann gamli deknurin bukkar seg undir tí lága durakarminum og kemur inn, gráskeggjutur og bogin við stav í hondini, tekur húgvuna av og trilvar seg millum øll óvita- beinini á gólvinum fram at altar- inum, setur seg niður í hálmin, tekur sálmabókina upp úr kota- lummanum og blaðar. ØL eygu stara at honum, leita ikki longur runt i rúminum, eru ikki spurin, bert still væntandi. Deknurin nevnur eitt sálma- nummar, letur eina løtu ganga, byrjar so at syngja við skelvandi gamlamannarødd: | Dýrdmikla stund, tá Jesus barst í heim, tá allar rúmdir storknadu í spekt, tá lívsins flóð breyt yvir dysjum teim. ið goymdu heimsins deyðamannabein. — Rís upp til lovsogn øll, tú bleika slekt. Vit sungu við øll, klænmælt og hugtikin. Uttanfyri stóðu vaksin og lýddu á, vit sóu døkkan av teimum fyri glervindeygunum, og | royrdu mannarøddir taka undir við okkum. Tá ið sálmurin er liðugur, koyrur deknurin bókina aftur í lumman, leggur hendurnar í fang- ið og sigur jólaboðskapin fyri okkum, ikki upp úr bók, ikki upp aftur eftir annars men í nýtum sjálvvaldum orðum. Tað barst okkum smæstu fyri, at hending- arnar vóru tilbornar her í bygdini, og at hann sjálvur hevði verið við. Seyðafylgini lógu her uppi undir fjallinum, og seyðamenninar kendu vit. Esil segði hann einki um, men ross, sum stóðu inni og ótu hoyggj, og kýr, sum stóðu og toygdu seg drógu hoyggj út undan barninum, sum lá í krubbuni. Vís- menninir mundu vera teir, dokt- arin, prestur og lærarin. Hvør | skuldi annar vera? Gávurnar, teir høvdu við, vóru komnar úr Havn, okkurt etandi, okkurt sum mól runt, tá ið tú setti tað á gólvið, eitt, sum læt í, tá ið tú blásti í tað, trý | sovorðin ting. Tað torskilnasta var | hetta, at barnið lá í einum fjósi. — Jomfrú Maria var ókunnu- genta, og bjóða henni inn í fjósið? Hjá okkum vórðu ókunnufólk boðin í stovuna. Tá ið deknurin er liðugur við jólaboðskapin, setur hann seg at tosa við okkum. Í fyrstuni gekk heldur trevið, tí kirkjutøgnin var á okkum, men so smátt um smátt komu vit okkum. Tey eldru tosaðu fyndugt og ráðisliga, løgdu seg eftir at roynast vaksin. Vit fimm- áragomlu tagdu, lurtaðu og undr- aðust. Deknurin rópti okkum til sín, settu okkum undir liðina á sær í hálmin: >Nú, stakkali, hvat skulu vii tosa um, ha?< ! »Um einglarnar! ] Flúgva ein! SOSIALURIN NR. 50 arnir niður á jørðina at verða kliptir á jólum?< >Hví spyr tú so?< >Jú, tí einglahár er bert at fáa á jólum.“ >Hví eru eingir einglar niðri millum húsini at síggja jóladag, sum nú stararnir og grátítling- arnir, eru teir hægri uppi á fjall- inum < »Hvat er heilt uppi á fjallinum á jólum?< Spurningarnir komu tysjandi, men tað er so góðum líkt, at teir krevja einki svar, tí tann næsti kemur beinan vegin. So støðgar deknurin okkum: >Hvat ið er uppi á fjallinum, ja, har er veturin uppi...< Um nakar hevur verið uppi á hægsta fjallinum á jólum? Jú, deknurin hevði verið eina ferð, ein fyrsta jóladag: >Nú skulu tit hoyra: Tað var kavi og frost, eg legði til brots, skøddi meg í skølingar og tók stav í hondina. Tí tað er ikki lætt at koma niðan á fjallið, veturin vil ongan hava niðan til sín, hann verjir seg, glerstoytir hamrarnar, oysir jarðrok upp, set- ur vindin at blása. Striltid gekk niðan eftir, måtti høgga fyri mær við píkini; við hvørt tók eg knívin, telgdi fótafesti í glerið; og vind- urin kom turnandi beint á kroppin á mær, royndi at hava meg av fótunum, men eg helt meg so lág- an fram eftir jørðini, trygdaði meg niður í kavan, tá ið harðast gekk á — og til bar, eg kom niðan. Á, tit skuldu sætt alt, ið veturin hevði har uppi, ja, tað skal eg siga tykkum, veturin er brand- ur at pynta til jóla. Ovast á fjalla- krúllinum lá kavin javnstrokin og skein. Teir svørtu sandarnir, tær royduskitnu flotkeldurnar, teir mórutu støðuhyljarnir, alt javn- skavað og skyggjandi hvítt. Og so langt eygað sá, ikki eitt spor í kavanum, ikki eitt avlagandi fet, av nøkrum livandi, sól, fjallavind- ur og kavi, annað var her einki. Nidari lógu fannir, ið vindurin ' hevði beykað saman í langar dyngjur aftur undir hvørjari lívd, skornar við hvøssum røðum og snøggum hjólingum. So skein sól- in á, bleikroðaði kambarnar, blá- skuggaði lægdirnar. Áirnar høvdu staðið uppi, og fossaguvið var fryst á lofti, lá so niðurafturdottið sum isfonn og skróvaði í vind- inum. Hamrar vóru ikki, bert 23. DES. 1955 kavabrekkur, ið gingu upp og endadu i erva i tungum skalvum, sum í djørvum bogum hingu út- yvir, og út skalvunum myldi dún- lætt jarðrok, sum vindurin alsamt bar lágt gjøgnum slokur millum fannirnar. Fossarnir vóru ikki sum vanligt, svørt sár í fjallasíð- uni, teir vóru glitrandi krystal- grindir í tí hvíta fjallinum, høgar hallir av íssúlum, ið bóru hvålv av sjóbláum gleri. Her inn í eina hesum høgu høllum setti or 28, ÁR. meg, innan fyri long røð av blonk- um, blánundi glersúlum. Tá så eg, at her var tað, at veturin helt jól; her var hansara velduga kirkja, her hevði hann reist sítt altar fyri tí stóru hátíð. Og meðan eg sat, kom sólin fram og skein, so ís- súlurnar glæstu sum tann skæri eldur, og fjallavindurin kom og blásti á súlurnar, spældi á tær sum á eitt ovurstórt orgul, blásti djúpt rungandi jólaløg, ið bórust út til skalvarnar, fannirnar og tann javnstrokna kavan í erva, gleðiljóð um tann skapandi almátt, ið á hvørjum ári jardleggur myrkrið og reisir ljósið av nýggj- um, á hvørjum ári ber okkum aftur móti sól og summri. Og meðan eg siti og lýði á ljóðið, berst tað mær fyri, at áirnar, ið eru tiknar á hondum og bundnar í ísi, taka undir, at alt tað lív, ið hvílir undir kavanum, tekur undur við hesum ævinliga sigurkvæði, tí nú dragnar dagurin aftur, nú hitn- ar luftin í hvørjum, nú ber aftur móti fuglasongi og grønkandi jørð. Soleiðis eru jólini uppi á fjall- inum.< Deknurin tekur sálmabókina upp úr aftur kotalummanum: »Latid okkum syngja ein sálm afturat, so skal eg sleppa mær aftur at húsum.“ Og einglafjøldir tustu upp á flog. tað var sum brús av túsund fjarum fossum, hvørt jarðarkykt tað var eitt gleðismog, tá hvør ein tunga kvað tað jólaboð: >Nú týnist myrkrið, lív er vunnið osum.« Hin føroyski dansurin í Havn. Mangur hevur harmað hin føroyska dansin, so sum tað er gingið aftur á hondina við honum ár eftir ár, og tá serliga í teim størru bygdunum, har hin út- lendski dansurin hevur trivist væl. Serliga hevur verið tikið til Havn- ina sum eitt hitt vánaligasta pláss- ið til føroyskan dans. Tað hevur kørtini verið so, at ein „hevur kunnað fingið høvi til at komið í góðan føroyskan dans í Havn eisini, tí her havur altíð verið nakað av fólki, sum hevur havt góðsku til dansin. Ung- mannafelagið Merkið setti sær | z | longu í 20-unum sum mål at læra ungdómin at dansa føroyskan dans. Og hesar síðstu vetrarnar hava menn við áhuga fyri dans- inum gjørt sær felag og koma kvøld um vikuna í klubbanum at dansa. flestir avbygdamenn, ið búsettir eru í Havn, millum aðrar Sunn- bingar. Men tað, sum størstan týdning- in hevur fyri dansin í Havn, man kortini vera tað arbeid, id gjørt verður fyri at vekja hugin fyri føroyskum dansi millum børnini Inr og læri saman eitt Hesir eru tey at kvøða og dansa. Teir síðstu 4—5 vetrarnar hev- ur hvørt mánakvøld tíðliga á kvøldi verið føroyskur dansur fyri børn í Sjónleikarhúsinum. Og. børnini hava verið hugað, tað sæst best á teirri stóru luttøkuni. Har eru komin saman eini 400—500 børn hvørt kvøldið. Hugað og væl hýrd hava tey dansað, og nærløgd hava tey verið at lært seg kvaðini, tað kann ikki annað sigast. Teir ið hava staðið fyri hesum tiltaki, eru Magnussen, apotekari, og Jóannes av Skarði, og stóra tøkk eiga teir uppiborna fyri tað stóra arbeið, teir hava gjørt, dansinum til frama. Aðrir hava eisini hjálpt til, men hesir báðir forsprákar- arnir, eiga tó lívið í hesum roynd- um, ið tykjast at fara at eydnast heilt væl. Telefonnummar- broyting. Frá 20.—12.—55 er telefonstød- in Norðradalur nidurløgd og fel- agarnir har gjøgnum hålvautoma- tiskum vekslara lagdir undir Tórs- havnar telefonstoð. Telefonnumrini i verða : Norðradali Liitzen, Viggo nr. 13 Reinert, Óli nr. 12 Reinert, Thomas nr. 11 Simonsen, Johan nr. 10 Syðradalur nr. 15 Felagar í Havn fáa samband við at snara: 2469 og biðja um við- komandi nummar í Norðradali. Telefonverk Føroya Løgtings. Ønsker De virkelig billig varme behagelig 9 den varme og Ge! | nemmest mulige pasninge skal De vælge Hess-O-Matic. Den fås nv i flere størrelse og den pynter í stum 3 konstant er, Telf. 1020 Setið lýsing tygara SOSIALIN Thorshavn.