Sosialurinarkiv
Sosialurin 1955-12-31, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. desember 1955síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN BRØDRALAG FRÆLSI 1955. Tað vil so vera, at tá ið gamla árið er farið og nýggja tekur við, kemur so mangt í hugan: Ynski, spurningar, metan av tilburðum, ið hendir eru, og so. Øg av tí, vit eru nútíðar menniskju, gera vit kanska flest øll tað mistak, meira at hugsa um, hvat ið hendir burtur frá okkum enn innaní einum sjálvum og á tí lítla oki, har ein sjálvur er við. Tann tað, sum hendir nýggja tíðin við sínum tíðindum gjøgnum bløð. radio og á hátt, tykist hava lyndi til at festa sínar hugsanir so nógv við hesi annan tíðindi, at einstaklingurin gloymir at røkja sína egnu lítlu tíðinda- stovu, sum skal halda hann kunn- ugan við eins egna atburð og hugsan. Tá ið ein ferðast millum manna í dag og hoyrir tos, sum oftani er, um vinnulíkindi, stjórnarlíkindi og alt hetta ópersónliga, sum sam- felaginum hoyrir til, ja, so tróta ikki meiningarnar um, hvussu alt átti ai verið. Men ofta fellur tosið um, hvussu samfelagið ber seg at, og hvussu ein annar ber seg at, meðan tað sjáldan er um, hvat ein sjálvur hevur hugsað sær at gera. Hetta, at vit meir og meir, sum árini ganga, gloyma okkum sjálvi og bert líta út um eins egna ávirk- ingar-øki, mannminkar okkum; tað verður eitt tómt rúm uttan um einstaklingin. Áskoðanir og alt verður tikið frá øðrum, stórar felagsåskodanir, sum ikki eru komnar úr eins egna barmi, verð- ur okkara andiliga innihald. Alt álit verður kastað á eitthvørt óper- sónligt: landsfyrisæti, kommunu- fyrisæti, fakfelagsstjórn o. s. fr. Meira og meira einfaldast okkara veran sum samfelagslimur einkultmenniskja til hetta eina, at lata eitthvørt kollektivt skipa alt fyri okkum, og tá ið onkur mis- løgan kemur, at rópa á eitthvørt ópersónligt at rætta tað. og Lat tað tá verða várt ynski fyri fólk okkara í árinum, sum nú kemur, at einstaklingurin aftur má læra at kenna sítt virði og sín týdning; væl vitandi at eitt sam- felag aldri verður gott, um ikki tað einkulta menniskja er sjálv- hugsandi og kennir fulla ábyrgd bæði fyri sær sjálvum og sam- felagnum. Hevði tað komið at staðið sólaklárt fyri hvørjum sær, at eingin framtíð verður av fyri einkultmenniskja ella samfelag, um ikki hvør sær kennir sum sína persónligu ábyrgd at gera sín part fyri at rætta alt tað, ið skeivt er, ikki so nógv við at skriva uppá ein stemmuseðil nú og tá; men við at stríða seg fram til eitt vælviljandi ) JAVNADUR ENN ÁRAMÓT Herðslu heimsins bræð og brót, aftri tú hvonn tvoran fót, biðja vit, við áramót. Tey í myrkri, gev teim ljús, vitja inn í fangahús, tú, sum er til hjálpar fús. Tey sum syrgja, ger tey elað, kærleik set í haturs stað, tú, sum fyri ollum bað. Tey sum eiga ongan eyð, oev tú teimum dagligt breyð, ver tú hjá í sálarneyð. Mildi Kristur, groð tey sár, summi nutu hetta ár, tel og voym tú teirra tár. Siena skeiðir, bát og bú, arman, mætan, nekt og skrúð, tá vit sova, vaki tu. Hans Dalsgaard. r nu fgjår fingu vit frænir av, at hin føroyska kongsjørdin i hesum døg- um man vera um at koma å før- oyskar hendur. Vit høvdu ikki fingið hesi tíðindi váttað, tá blaðið fór til prentingar, men vit ivast ikki í, at tey eru reiðiliga álítandi. tó Yvirtøkan av kongsjørdini varð Jløgd saman við yvirtokuni av royndarstødunum, sum legtingið hevur bundið seg til at keypa frá statinum fyri stívar 90.000 kr. — Er kongsjørdin komin å føroyskar hendur? vå | Hesin peningur er goldin nu vid árslok, og harvið må kongsgóðsið roknast fyri at vera komið á fer- oyskar hendur. Hetta kann verða landinum til | miklan frama, um skipað verður so fyri, at menn framvegis fáa lagaliga atgongd til jørd, og um inntøkan av jørdini ikki fer í stóra- pott men i jardagrunnin, so hon kann dugna landbúnaðinum mun- andi. A [[[ [fy samfelagssinni, ið hvílir á sjålv- hugsan. Árið, ið nú er við at vera at enda komið, man hava verið eitt av teim allarbestu, hvat ið við- víkur inntøkum sum heild sæð. Fara vit at kanna eftir tí, fiski- vinnan hevur givið, so vísir tað seg, at selt er av landinum í salt- og klippfiski fyri o. u. 54 milj. kr. feskfiskurin vísir slakar 6 milj., og sildin út móti 12 milj. kr. Fiskiskapurin í Grønlandi og eystanfyri royndist nógv betur í ár enn undanfarnu árini. Í tonsa- tali er veitt í år ein tridingur meir enn í fjør. Eisini útróðurin undir betur eini 1000 tons meira. Føroyum hevur hyldnast enn í fjør — Tað, at meira varð veitt av toski í ár, skyldast fyri ein part, at eingin søla av sild varð til Rus- lands, og menn tí antin ikki tordu al sildaveiði ella totaðu longur á í Grønlandi enn síðsta fara á ár. Á sildaveiði vóru í ár eini 90 skip: men mong av teimum vóru bert stutt tíðarskeið á hesi veiði. Ikki gekkst væl at fáa sild ta fyrstu tíðina heldur; men tá sam- an um kom, hyldnaðist bara væl. Útgerðin til sildaveiðina var ein fittan mun dýrari í ár, bæði gørn, tunnur og salt: men kortini varð Framh. á 4. s. 2 NR. 51. LEYGARDAGIN 31. DESEMBER 1955 ÁRG. 28. Stjórnarskipanin. Tað er sera áhugavert, at menn hava tikið til orða viðv. møgulig- ari broyting av stjórnarskipan okk- ara. Tað vísir at ikki allir teir menn, ið starvast við politik eru heilt líkasælir við hvussu lands- stjórn er í mun til áhugamál lands- búgva. J. Fr. Øregaard setur fólkaat- kvødurætt fram til umhugsunar, Javnarmaður í Havn tekur undir, og leggur aftrat um ikki vert er at hugsa um at avtaka meirilutastjórn og aftur til har allir tingflokkar eru umboðaðir koma »Landsnevnd«, í mun til styrki teirra. Hetta er alt vert at hugsa Tó, ikki at hugsa eitt sindur um vallógina? Sum nú skipað av um. var eisini vert monnum, fyri móti er tingid (alls ikki mega er, ið mannminkandi teir) heimstaðargagni. Tað er ikki óhugs- viga landgagn andi, at ein tingmaður vidhvørt kann kenna seg sum gentan, ið var bodin til bords, og skuldi skera av fótamerinum »skeri eg teg her, so missi eg teg har«, Hvat fingu broytta soleiðis, at t. d. helming- urin av tingmannatalinum verður valdur å landslista, medan hin helm- ingurin verður valdur sum áður? Vildi ein tílík skipan ikki hjálpt til, Logtingið meira kom at virka sum eitt landsting? Sum nú er statt, er tað meira skylt við grannasteynu. Eingin vandi er fyri, at útjaðar- arnir verða við sviðisoðið um tilik broyting verður gjørd, tí eingin tingmaður, valdur á landslista vil lata á sær sita, at hann fjónar teir, ið stríðast á ytstu nesum. um vit vallógina at Javnaðarmaður av bygd. GLUGGIN mánaðarritið Hetta verður 2. januar kemur »Gluggin« út aftur. so triðja heftið. Undirtokan hevur verið góð, tað kann ikki annað sigast. Serliga væl gekk at selja heftið í hesum mánað- inum; men Gluggin hevur eisini fingið ein hóp av festum haldarum, út móti 900. Av innihaldinum í komandi hefti kunnu vit nevna: Greinum Lusitaniu, hitt stóra ferðamannaskipið, ið varð søkt undir fyrra verðaldarstríðnum. Johs. Thomsen hevur eina grein um sjálvuppgávu til skatt. L. Petersen, lærari, hevur eina týðing eftir Bj. Bjørnson, Ein hættislig fríggjaraferð, og hartil er ein frásegn um sjálvt skaldið. ingar av søgum og barnasogum. Annars eru sum vant týð- Fiskanes fór í gjár ul Íslands á saltfiskaveiðu.