leygardagur 31. desember 1955síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A OS SS
. 91 SOSTIALURIN
Lýsing.
Sambart lóg frá 12. mars 1923 um kommunala skatta-
ålikning í Føroyum verða allir persónar, sum skulu verða
álíknaðir persónligan skatt í Tórshavnar kommunu, bidnir
um annaðhvort sjálvir ella við fulltrúa, tó um so er — við
fulltrúargevarans egnu ábyrgd — i seinasta lagi 15. januar
1956 ella viðvíkjandi teimum, sum eru skyldig at føra log-
gildar handilsbøkur, í seinasta lagi 31. januar 1956 at geva
upp inntøku sína fyri árið 1955 samsvarandi teim sjálvupp-
gåvuskjølum, sum neyndin hevur útflýggjað skattgjaldarunum.
Serliga verður víst á, at persónar, sum í yrki sínum vanliga
nýta annað rakstrarár enn almanakkaárið, hava rætt til at
nýta hetta í sjálvuppgávuni. Hesi utfyllingarblød verða endur-
flýggjað Tórshavnar Líkningarnevnd.
Tað verður beinleiðis gjørt kunnugt, at hann, sum ikki
í rættari tíð gevur upp inntøku sína samsvarandi áðurnevndu
lóg, missir rættin til at mótmæla skattaálíkning síni, um hann
ikki kann vísa á, at skattaálíkningin er meir enn 25%, hægri
enn veruliga innteka hansara. Er munurin meir enn 25%,
skal hann gjalda skatt av veruligu inntøku síni við 259/, í
viðbót.
Hann, sum einki útfyllingarblað hevur fingið við út-
býtanina, eigur sjálvur at snúgva sær til likningarnevndina,
tá mogulig mistok við útbýtanina onga ávirkan á undannevndu
ásetingar hava.
Persónar, sum eru skyldigir at føra løggildar handils-
bøkur og skattskyldig deyðsbúgv, skulu saman við sjåiv-
uppgávuni senda inn rakstrarroknskap og uppgerð yvir
figgjarstødu við rakstrarársins byrjan og enda.
Sjálvuppgávur, sum ikki eru innkomnar áðrenn áður-
nevndu freistir i tí fyriskrivaða sniði og rætt undirskrivaðar,
kunnu ikki verða kravdar tiknar til umhugsunnar.
Arbeiðsgevarar verða bidnir um at geva frágreiðingar
um goldnar lønir o. a. m. til arbeidsfålk sitt, og mugu teir
í seinasta lagi 15. januar 1956 senda líkningarnevndini hes-
ar frågrsidingar, sum teir eru skyldigir til samb. 8 34 í áður-
nevndu lóg. Um arbeiðsgevari ber seg undan, kunnu hesar
frágreiðingar verða kravdar fram av yvirvaldinum við dagbót.
Somuleiðis verður kunngjørt, at hann, sum til skaða fyri
kommunu miðvíst gevur skeiva sjálvuppgávu ella gevur líkn-
ingarnevndini skeivar upplýsingar um inntøku ella ognar- og
forimunarviðurskifti síni, verður sektaður við, at hann til
kommununa bøtir upp til 10 ferðir tann skatt, sum
hann hevur svikið.
Øll verða biðin um at skriva nøvn og bústað (gøtunavn
og húsanummar) skilliga á sjálvuppgávuna, so tey verða ikki
mis»kild.
Húsaeigarar fáa at vita virði av bústaði í eonum hús-
um við at venda sær til líkningarneyndina máltr. 1063.
Tórshavnar Líkningarnevnd.
D der allerede nu er reserveret 160 færøske Fiskere Plads
med »Dr. Alexandrine« til Reykjavik herfra 20. Januar,
og der herudover er opført flere Passagerer paa Venteliste,
bedes reserverede Billetter afhentet inden 10. Januar.
Hvor Afhentning ikke kan finde Sted før denne Dato bedes
Passagerer venligst skriftlig bekræfte Bestillingen.
Billetter, der ikke er afhentet eller skriftligt bekræftet
inden 12. Januar, vil blive overladt de Passagerer, der er
opført paa Ventelisten.
Det Forenede Dampskibs-Selskabs Ekspedition i Thorshavn.
FÆRØSK MARGARINE
Vita No I
VITAMINISERET
FÆRØSKT PRODUKT
Skipafelagið Føroyar
TELEFON 1225
Torshavn
HALDIÐ SOSIALIN!
FINT PRODUKT
| ti er tad,
DAGBLADID
fekk boksl.
Tey flestu mundu ivaleyst verda |
var við tað øgiliga ålop, ið Dagbl. ,
nr. 89 gjørdi á javnaðarblaðið og
tess flokk, og tá serstakliga á blað-
stjóran og hr. Dam viðv. lækna-
flokjuni. Hetta álop, ið var bygt
á alt annað enn sannleikans grund,
var ein horð skuldseting, nærsagt
breidd yvir alla 1. síðu á blaðnum.
Har varð reksað upp, bæði ditt og
datt móti teimum, sum blaðið tó |
hava verið einastu menn, ið
huga — uttan nakað
veit,
av heilum
fals — og uttan nakran vinning,
hava roynt at loyst málið á ein
friðaligan og lógligan hátt, uttan
at seta land og fólk í ein eld og
harvið gera tað víða kent um alla
verðina sum óargakroppar, og har
aftrat skapa øsing og hatur millum |
Danir og Føroyingar. |
Tað er nú ikki so sjáldan hjá
Dagbl. og hinum m6tstødublødun-
um, at teir royna at dálka |
aðarmenn út og geva teimum skuld-
ina fyri bæði líkt og ólíkt, tá ið
teir av treiskleika, stuttskygni, få-
vitsku og ódugnaskapi hava vaðið
so langt út í 6føri, at teir ikki
kenna sær tryggan botn at standa
á, og so verður sjálvandi øsing
millum manna av sama skili, og
so kenna teir seg so trongdar, at
teir eingi onnur ráð vita sær uttan
at seta skuldina niður á tann flokk,
sum av øllum alvi hevur roynt at
hildið sína hond yvir tað, sum
verður hildið at vera tey heilagastu
og dýrmætastu virði í mannasál-
ini: tey moralsku og menniskjaligu
rættindini, ikki bert hjá einstakl-
inginum, men tjóðanna millum.
Men Sosialurin, ið ongantíð stend-
ur svar skyldigur, hvorki til Dagbl.
ella nakran annan, hvat ið tað so
snýr seg um, vísti tað eisini so
eiggiliga í hesum føri. Tí meðan
Dagbl. hevur bygt sín politikk á
mórbotni hevur Sosialurin sett sítt
stuði á sannleikans hellubotni, ið
kemur at halda tá ið Dagbl. og
hennara líkar skulu blíva sligin til
jarðar og ongantíð reisast aftur.
Ósannleikin hevur so veikar føtur
á at standa — tað mátti Dagbl.
vita. — Lygnin er so hevuðleys,
men sannleikin er so prýðiligur
bæði fyri kvinnu og mann. Tann
seinni settningurin er hann, sum
ger tað, at Sosialurin hevur so
lætt við at kollvelta tað, ið hann
av hinum blødunum verður skuld- |
settur fyri. Tað besta prógv fyri
at tann grova skuldset-
ing, sum varð direkta sett móti
blaðstjóranum og flokksleidaranum,
fekk eitt so dygt aftursvar, at tað
ikki so míkið sum hvein aftur í
javn-
Dagbl. um sama evni — tað bleiv
bokslað.
Ivaleyst hevur Dagbl. rættuliga
ætlað at gjørt sær til góðar og
hevur trúð, at V. S. ella Dam ikki
kundu avvísa tær ábreiðslur, sum
Dagbl. kom fram við — men so
varð ikki. — Blaðstj. V, S. hevur
givið Dagbl. nakað at svelgja —
ja, tann beiska sannleika.
Dj.
Hini
31, DES. i555
Skansin.
Her i blaðnum hava menn skrivað
um tann vånaliga stand, Havnar
Skansi er i, og um tad misprydi,
hann er — ikki einans fyri Havn-
ina, men líka væl fyri alt landið.
bloðini hava eisini skrivað
um sama evni, og navngivnir menn
hava verið frammi í bløðunum við
beinleiðis uppskotum um ábót.
Men alt hevur sagt tað sama.
Einki, púrt einki er gjørt, og
Skansin er sama skendsilið enn.
Ognarviðurskiftini sigast at vera
Ogreid, og tað kann vera, at hetta
er ein høvudsorsøkin til, at einki
verður gjort. Men er tað ikki so,
at tað kann gera næstan tað sama,
hvor ið eigur henda blett, ið fyrr
Var eitt prýði, og nú er ein skam-
marblettur? Er tað ikki so, at tað
id fyrst og fremst rædur um, er at
| fåa Skansan at likjast nøkrum aft-
ur? Hann var vakur og hugnaligur
- nú er hann ein skomm. Vanliga
plaga menn at vera fegnir yvir at
eiga ognir; men her. tykist sum
eingin vil vera ánarin, tí tað kemur
at kosta nakað.
Vit vilja við hesum reglum heita
á bæði løgtingid og Havnar byråd
um í fíggjarætlan teirra fyri kom-
andi ár at seta eina munagóða
peningahædd til ábót av Havnar
Skansa, um tað ikki longu er gjørt.
— Er tað so, at fíggjarætlan teirra
er gjørd uttan at peningur er veitt-
ur til hetta endamál, vilja vit heita
á tey um at gera eina eykajáttan
nú við ársbyrjan, so farandi kann
verða til arbeiðis í komandi ári.
Annars er at siga, at umloysini
uttanum Havnar Skansa eru einki
mætari enn Skansin sjálvur, og tey
skuldi tað ikki verið so dýrt at
fingið ruddað. Har rekst ymist av
jarnvøru, hópur av billeivdum og
hvert av sínum, og so hasir ræðu-
ligu rustukustarnir av barakkum,
og aðrar leivdir. Útsýnið frá Skans-
anum sjálvum eystur- og norður-
yvir er ikki mætasta sjónin. —
Men hetta kann ikki vera dýrt at
fáa rættað, so tað ikki framvegis
skal verða til misprýðis. Og her
er so ið hvussu er ikki ivamål um
ognarviðurskifti.
Vælsignaðir menn! Farið nú bein-
an vegin undir at rudda økini
uttanum Skansan — so er tað ið
hvussu er gjørt, og royni so sum
skjótast at fáa pening til vega, so
farast kann undir at gera Havnar
Skansa til eitt prýði aftur.
Jveir Havnarmenn.
Kunngerð.
Tað verður her gjørt kunnigt, at
býráðið í 1956 hevur fund 2. og
4. hósdag í hverjum mánaði, kl.
20, við undantak av mai, har
fundirnir verða hildnir 3. og 5.
hósdag, juli, har bert verður hildin
fundur 2. håsdag, og desember —
1. og 2. hósdag.
Térshavnar byråd, tann 27.
desember 1955.