fríggjadagur 19. apríl 2002síða 19
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 74 - 19. apríl 2002
Trý lið úr komandi
EM-undankappingar-
bólkinum hjá Før-
oyum í fótbólti leiktu
vinardyst miku-
kvøldið, og felags fyri
øll var, at tey taptu
VINARDYSTIR
Jákup Mørk
Litava, Týskland og Skot-
land vóru øll í eldinum
mikukvøldið, tá hópur av
vinardystunum í landsliðs-
fótbólti vórðu leiktir. Í
flestu førum var talan um
dystir, har annar parturin
fyrireikaði seg til komandi
HM-kappingina.
Hetta var tó ikki galdandi
fyri Jugoslavia, sum hesa-
ferð gjørdist nummar trý í
okkara bólki. Teir royndu
seg á heimavølli móti
Litava, sum telist millum
komandi mótstøðulið okk-
ara.
Úrslitið
gjørdist
ein
greiður heimasigur. 4-1
vann Jugoslavia, eftir at
støðan í hálvleikinum hevði
verið 2-1. Fyri jugoslavarn-
ar skeyt Meteja Kezman
tvey
mál,
og
Branko
Brnovic og Sasa Ilic skutu
eitt mál í part. Fyri Litava
var tað Zutautas, sum skeyt
einsamalla málið.
Skotland spældi á heima-
vølli móti Nigeria, sum fyri
sín part nýtti dystin sum
upphiting til HM. Ivaleyst
høvdu skotarnir við týska
Berti Vogts vónir um ein
sigur í dystinum, men hesar
vónir
gjørdi
Julius
Aghahowe til skammar.
Eftir at Christian Dailly
tíðliga í dystinum hevði
lagt heimaliðið á odda,
svaraði Aghahowe aftur við
einum máli hvørju megin
steðgin. Sostatt hevur talan
als ikki verið um nakra
dreymabyrjan hjá Berti
Vogts, nú hann hevur tikið
við skotska venjarasessin-
um. Fyrsti dysturin, sum
hann stóð við stýrisvølin,
var á útivølli móti Frak-
landi, har liðið tapti 5-0, og
nú tapti hann so eisini
fyrsta heimadystin, so lítið
er at ivast í, at skotsku
miðlarnir longu nú eru í
ferð við at hvessa knívarn-
ar.
Á pappírinum sterkasta
liðið í okkara bólki, Týsk-
land, spældi somuleiðis á
heimavølli móti Argentina.
Argentina, sum av mongum
verður mett sum fremsti
favoritturin til komandi
undankappingina,
vann
dystin við einum máli móti
ongum.
Hóast talan var um vinar-
dyst, so varð dysturin frá
báðum síðum tikin í størsta
álvara. Talan er um tvær av
teimum mest vinnandi fót-
bóltstjóðunum yvirhøvur,
og tvær ferðir – í 1986 og
1990 – hava tey leikt avger-
andi dystin í HM-kapping.
Talan var eisini alla tíð-
ina um ein javnan dyst,
men eftir at Juan Pablo
Sorin beint eftir steðgin
hevði lagt gestirnar fram-
um, megnaði týska liðið
ongan tíð at svara aftur.
Týskarar vóru annars nak-
að skerdir undan dystinum,
tí fleiri av vanliga føstu
leikarunum høvdu skaðar
at dragast við, men teimum
so líkt, so stríddust teir 11 á
vøllinum kortini fyri hvønn
bólt.
Kalt í útnorðuri
At hetta ikki er besta fót-
bóltstíð um okkara leiðir,
varð undirstrikað av, at
hvørki Føroyar ella Ísland
vóru í dysti mikukvøldið.
Sum kunnugt var ætlanin
annars, at júst grannar okk-
ara og vit skuldu spæla dyst
í nýggjari fótbóltshøll í
Íslandi, men hesin varð so
av ongum.
Heldur ikki finnlending-
ar spældu dyst mikukvøld-
ið, men tað gjørdu hini trý
skandinavisku londini. Í
einum
heldur
linligum
dysti spældu Noreg og Svø-
ríki málleysan javnleik,
meðan tað hinvegin var
meira ferð á í Parkini, tá
Danmark og Ísrael hittust.
Longu undan dystinum
var mikið hóvasták, nú
støðan í Ísrael er somikið
spent. Millum annað eru
danskir jødar hóttir eftir
lívinum, og ein bumbuhótt-
an gjørdi ivaleyst sítt til, at
hópur av fólki valdi at lata
atgongumerki síni innaftur.
Tá samanum kom, so
fingu tey, ið vóru í Parkini,
ein hóast alt undirhaldandi
dyst. Jan Heintze legði
tíðliga í dystinum Danmark
í odda, og síðani gekk tað
fyri tað mesta bert annan
vegin. Jon Dahl Tomasson
økti til 2-0, áðrenn Dennis
Rommedal stutt fyri steðg-
in økti til 3-0. Í seinna hálv-
leiki høvdu danir møgu-
leika at skjóta enn fleiri
mál, men kortini varð tað
ístaðin Ísrael, sum í sein-
asta
minuttinum
kundi
minka um munin við
brotssparki,
sum
Avi
Nimny setti í netið.
Allan fekk javnleik
Annars kann nevnast, at
millum
dystirnar,
sum
vórðu leiktir taldist eisini
hin fyrsti hjá Allani Simon-
sen í nýggja venjarastarv-
inum. Á heimavølli spældi
Luksemburg móti einum
øðrum landi, sum Føroyar
eisini hava vunnið tvær
ferðir á, nevnliga Liktin-
stein.
Ivaleyst høvdu bæði lið-
ini vón um, at tey endiliga
kundu vinna ein landsdyst,
men hetta eydnaðist ikki
hjá nøkrum teirra. Úrslitið
gjørdist javnleikur 3-3, og
hetta man Allan Simonsen
hóast alt vera fegin um.
Eftir góðan hálvan tíma var
Liktenstein nevnliga á odda
3-0, men menninir hjá
Allani sýndu tó góðan
moral, og sjey minuttir fyri
leiklok høvdu teir strítt seg
upp á javnleikin.
Og so kann eisini nevn-
ast, at Ongland tóktist sera
sannførandi mikukvøldið,
tá teir á heimavølli vundu
burtur úr Paraguay. Steven
Gerrard
úr
Liverpool
syrgdi fyri, at saknurin av
Beckham í høgra borði ikki
varð stórur, og í aðrar mátar
vóru nógvar aðrar smærri
broytingar á liðnum.
Liðskiparin,
Michael
Owen,
legði
tíðliga
í
dystinum Ongland á odda,
og beint eftir steðgin øktu
Danny Murphy og Darius
Vassal um munin. Ongland
sat á mest sum øllum
gjøgnum allan dystin, og
móti dystarenda kroysti
Robbie Fowler verjuleikara
hjá Paraguay somikið nógv,
at talan gjørdist um sjálv-
mál.
Okkara bólkur tapti
Maichaell Ballack og Týskland iðraðu seg um tapið fyri Argentina. Hóast talan var um
venjingardyst, so góvu báðir partar alt, sum teir høvdu
Mynd: Reuters
Allan Simonsen fekk ikki ein
sigur í fyrsta dysti sínum fyri
Luksemburg, men hann
mundi kortini vera nøgdur
um javnleikin, eftir at
Liktenstein annars hevði
verið á odda 3-0
Úrslitini í vinardystunum mikukvøldið
vóru hesi:
Jugoslavia-Litava
4-1
Ungarn-Hvítarussland
2-5
Póland-Rumenia
1-2
Kroatia-Bosnia-Hersegovina 2-0
Ukraina-Georgia
2-1
Danmark-Ísrael
3-1
Luksemburg-Liktinstein
3-3
Noreg-Svøríki
0-0
Turkaland-Kili
2-0
Belgia-Slovakia
1-1
Grikkaland-Kekkia
0-0
Slovenia-Tunesia
1-0
Eysturríki-Cameroun
0-0
Írland-USA
2-1
Týskland-Argentina
0-1
Italia-Uruguay
1-1
Ongland-Paraguay
4-0
Frakland-Russland
0-0
Norðurírland-Spania
0-5
Skotland-Nigeria
1-2
Portugal-Brasilia
1-1
Mexico-Bulgaria
1-0
C
M
Y
K
36
Nr. 74 - 19. apríl 2002
37
Føroya Studentaskúli
og HF-skeið
Hoydalar
FO-188 Hoyvík
Tlf. +298 312973 · Telefax +298 318624
Frá 1. aug. 2002 eru 10-12 størv leys sum ársvikarar
í hesum lærugreinum:
lívfrøði,enskum,føroyskum,donskum,alisfrøði,
latíni, støddfrøði, søgu, samfelagsfrøði, tónleiki
og týskum
og 2-4 føst størv, treytað av lærugreinasamanset-
ingum, leys at søkja í hesum lærugreinum:
enskum, teldufrøði, heimspeki, støddfrøði,
tónleiki, religión, sponskum og týskum.
Størvini verða sett sambært sáttmála millum YF
(Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara) og Føroya
Landsstýri.
Umsókn á oyðublaði frá YF verður stílað til Menta-
málastýrið,Tórshavn, men verður sent rektaranum:
Mads A. Winther, Føroya Studentaskúli og HF-
skeið, Hoydalar, FO-188 Hoyvík.
Avrit av prógvum ella úrskrift av próvtøkubók skal
hjáleggjast.
Umsóknir skulu vera rektaranum í hendi í seinasta
lagi 7. mai 2002.
Føroyingar!
Vilja tit hava, at onki skal henda komandi fýra árini?
Veljið so blokkpolitikkin! *)
Vilja tit í staðin hava:
So eiga tit heldur at velja Sjálvstýrisflokkin!
- ger góðar tíðir betri
◊ Ansingartrygd
◊ at tað skal vera lættari at seta Búgv
◊ Eftirløn til øll
◊ ein munadyggan Eldra- og
Familjupolitikk
◊ ein betri Fólkaskúla
◊ Førleikamenning á øllum økjum í
vinnulívinum
◊ eina einfaldari Landsumsiting
◊ trivnað í Lokaløkjunum
◊ ein fjølbroyttan Mentanarpolitikk
◊ Sjálvbjargni, framburð og Sjálvstýri
◊ framhaldandi útbyggingar á
Sjúkrahúsøkinum
◊ minni Skattatrýst á miðalinntøkurnar
◊ eitt reinari og vakrari Umhvørvi
◊ eina góða framtíð fyri tey Ungu
◊ betri Útbúgvingarmøguleikar
Sjálvstýrisflokkurin
*) Polarisering
www.tingakrossur.fo
37