Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. apríl 2002síða 18

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 • fríggjadagur • 19. apríl 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Regin Vágadal hevur boðað frá, hvøjir teir 10 menninir eru, sum seinast í hesum mánaðinum fara at dystast um heitið sum Atlantrisin 2002 STERKIR MENN Jákup Mørk 26. og 27. apríl verður árliga kappingin, Atlantic Giant, hildin. Í ár er kapp- ingin býtt upp soleiðis, at fyrri parturin verður hildin í Ítróttahøllini í Runavík, og leygardagin verður so dystast í høllini á Hálsi í Havn. Sera hørð kapping Sum vant, so verður talan um nakrar av fremstu íðk- arunum í heiminum innan yrki, tá farið verður í gongd. Svend Karlsen, sum í fjør gjørdist heimsins sterkasti maður, og sum eisini áður hevur vunnið kappingina, er aftur hesa ferð við, og uttan iva verður hann av teimum flestu roknaður sum favorittar at vinna. Hinir niggju luttakararnir hava allir verið í finaluum- farinum til at gerast heims- ins sterkasti, so einki er at ivast í, at talan verður um eina sera harða kapping. Listin við luttakarum fram- gongur aðra staðni í síðuni, men tað kann viðmerkjast, at fyri ein av hesum verður talan um eina heilt serliga kapping. Zydranus Zavic- kas varð álvarsliga skaddur, tá hann í fjør tók lut í kapp- ingini, men nú er hann komin somikið væl fyri seg, at hann aftur sær seg føran fyri at taka lut í slík- um kappingum, og hvat er tá meira náttúrligt, enn at byrja, har sum alt fyribils endaði hjá honum. Um seg sjálvan sigur Regin annars, at hann er so toluliga væl fyri. Seinastu tíðina hevur hann fyri tað mest vant við at runnið, soleiðis at hann kann gerast nakað skjótari, og tó at hetta hevur gjørt hann nøkur kilo lættari, so metir hann, at alt í alt er hann kanska vorðin nakað sterk- ari í nøkrum greinum, so spennandi verður at vita, um han aftur í ár kann røkka tindunum í egnu kapping sínari. Greinarnar Um greinarnar er at siga, at tær eins og vanligt eru sær sjálvum so hampuliga líkar. Fyrra kappingardagin skulu luttakararnir royna seg í bonkpress, sum ikki er roynt í Føroyum áður. Hetta verður mett sum ein av mest undirhaldandi kapp- ingargreinunum, tí innan eitt ávíst tíðarbil skulu sterkur menninir lyfta 185 kilo so ofta sum gjørligt. Síðani verður talan um deadlift, har tað ræður um at lyfta tyngstu byrðuna, áðrenn tvær sera væl úm- tóktar kappingargreinar eru á skránni. Hesar kappingin í at lyfta steinar upp á nakrar plattar, og so vanligu “loading-event” kapping- ina, og ikki minst er tað í hesum báðum, at Regin Vágadal er sera sterkur, so vónandi fáa føroysku áskoðararnir høvi til at heiðra Regini undir hesum kappingum. Sunnudagin verður lagt fyri við Deadlift, har tað ræður um at halda einum hálvum tonsi uppi frá so leingi sum gjørligt. Síðani verður farið víðari til Log- lift, sum er mest átøkt vekt- lyfting. Seinastu tríggjar greinarnar eru aftur nakrar, har Regin vanliga stendur seg væl. Fyrst er tað Truck- Pull, síðani Wheel-Flip, og at enda verður talan um sonevndu Mill-Walk, har gingið verður runt ein aksa við eini vekt upp á 350 kilo. Sterku mennnir eru funnir Zydranus Zavickas varð í fjør álvarsliga skaddur í knænum, tá hann royndi seg í Mill-Walk, men nú fer hann fyri fyrstu ferð síðani hetta at royna seg, tá Atlantic Giant 2002 verður hildin Atlantic Giant 2002 - luttakaralisti Svend Karlsen Noreg Heimsins sterk- asti maður 2001 Wout Zilstra Holland Finalistur til HM Torfi Ólafson Ísland Finalistur til HM Zydrunas Zavickas Letland Finalistur til HM Rene Minkzitz Danmark Finalistur til HM Regin Vágadal Føroyar Finalistur til HM Odd Haugen Hawaii Finalistur til HM Juha Rassunen Finland Finalsitur til HM Heinz Ollesch Týskland Finalistur til HM Ireneusz Kuras Póland Finalistur til HM Dómarir: Jamie Reeves England Ilkka Kinnunen Finland Mánadagin boðaði tá- verandi venjarin hjá oddaliðnum í donsku superliguni, Åge Hareide, frá, at hann segði seg úr venjarasess- inum. Orsøkin til hetta var, at munurin niður til FCK var minkaður niður í tvey stig, og sjálvur segði norski venjarin, at hann ikki kendi seg hava meira at geva leikarun- um, soleiðis at gongdin kundi vendast. Hareide slapp tó ikki at ganga leysur leingi, tí mikukvøldið boðaðu hann og norska stórfel- agið, Rosenborg, frá, at Åge Hareide alt fyri eitt verður settur í starv hjá Rosenborg. Annars hevur verið gitt, at Hareide skuldi gerast venjari komandi ár hjá Rosenborg, nú Niels Arne Eggen hevur boðað frá, at hetta verð- ur seinasta ár hansara í felagnum, men leiðslan og Eggen komu ásamt um, at tað helst var betri, um samstarvið steðgaði alt fyri eitt. -jm Johan Byrial Hansen skoraði, tá Fredericia miku- kvøldið spældi javnt móti Køge DANMARK Jákup Mørk Tað var ikki væntandi, at Fredericia kundi geva Køge stórvegis mót- støðu, tá liðini hittust. Fredericia er í løtuni beint undir niðurflyting- arstrikuni í deildini, og Køge er oddalið, men hetta løgdu teir á heima- liðnum vertin á. Longu eftir 12 minutt- um var føroyski lands- liðsmaðurin á blettinum, og tó at Køge javnaði til 1-1 um hálvan fyrra hálvleik, so svaraði Fre- dericia heilt skjótt aftur, við máli sum Brian Jochumsen skeyt. Tað eydnaðist tó oddaliðnum at fáa javn- leik, tá Martin Retov í seinna hálvleiki skoraði upp á brotsspark, men alt í alt má hetta tó met- ast sum eitt gott úrslit hjá Fredericia. Í samlaðu støðuni broytti hetta tó ikki stór- vegis. Køge er enn á odda, trý stig undan næsta liðinum, og Fre- dericia er framvegis á triðniðasta sessinum. Teir eru tó bert eitt stig frá B93. Hareide til Rosenborg Byrial skoraði 35 34 Nr. 74 - 19. apríl 2002 Vinstra ella Høgra? Bent J. Hansen valevni fyri Sambands- flokkin í Suðurstreym Javnaðarflokkurin vil fegin fevna ógvuliga víða. Nú er hann vorðin so breiður, at hann er komin í stríð við seg sjálvan. Javnaðarflokkurin er ein socialistiskur flokk- ur. Socialisma er ein skipan, sum byggir á kollektiva ognarrætt til jørð og framleiðslu- virkir, soleiðis at fram- leiðsla og býti av sama kann verða undirlagt almennari stýring og kontrol. Hendan polit- iska áskoðan er høvuðs- orsøkin til, at Javnaðar- flokkurin er so nógv ímóti privatisering. Borgarligu flokkarnir, mótvegis teim socialist- isku ganga inn fyri fíggjarligum frælsi fyri einstaklingum. Skal tað almenna taka sær av øll- um, verður ábyrgdin og arbeiðshugurin tikin frá einstaklinginum. Borgorligi flokkurin í Danmark »Venstre« hevur í mong ár brúkt lýsingartiltakið »Menn- esket frem for Sy- stemet«. Nú hevur Javn- aðarflokkurin nápað Venstres slogan, og um- skrivað tað til »FÓLKIÐ FYRST«. Øll vita at Javnaðar- flokkurin gjøgnum árini hevur skift nakað ímill- um samríki og loysing. Og nú mega vit eisini spyrja um Javnaðar- flokkurin er vorðin ein høgraflokkur? Nær finnur Javnaðar- flokkurin sítt endaliga støði? Atli Hansen Vallevni fyri Sambands- flokkin í Eysturoy Í hesum valskeiðinum hev- ur samgongan økt rakstrar- útreiðslurnar við tilsamans 960 mió. kr. ella í meðal 240 mió. kr. um árið. Sam- stundis hevur hon minkað inntøkurnar av blokkinum við uml. 360 mió. kr. Tilsamans rokningar fyri uml. 600 mió. kr., sum føroyingar skulu gjalda meira hvørt einasta ár framyvir. Umframt hetta eru eisini nakrar stórar íløguætlanir, sum skulu gjaldast og yvirtøkur, sum eru framdar í valskeiðinum. Tann samgongan, sum tekur við eftir hesa, kemur at standa við eini fíggjarlóg við halli, so haðani er ikki nógv at gjalda við. Fyri at koma burtur úr tí fíggjarliga óførinum, sum henda samgongan hevur komið okkum í, er tí neyðugt at skapa fleiri og størri inntøkur til at gjalda nevndu rokningar við. Eingin fær arbeitt við sínum egnu ætlanum fyrr enn skil er komið í kassan aftur. Næstan allar okkara vinnnur kunnu so ella so sigast at vera avleiddar av fiskivinnuni – í hvussu so er tær flestu av okkara størru framleiðslufyritøk- um. Hesar skulu allar hava betri umstøður at arbeiða undir. Vit skulu lætta um ,har sum tað tyngir mest, so at hesar eisini kunnu menna seg til at vaksa um útflutningspartin av teirra virki og harvið skapa størri inntøkur til okkara sam- felag. Sambandsflokkurin fer at ganga á odda fyri at betra um karmarnar hjá hesum fyritøkum. Ein krossur fyri Sam- bandsflokkinum verður soleiðis eitt ja til aktivan vinnulívspolitikk og harav fylgjandi vøkstur í búskap- inum. Hildur Patursson valevni tjóðveldisfloksins í Suðurstreymoy Í hjarta mínum býr frælsið. Tað er so sjálvsagt, sum at anda inn og at anda út. Og eg trúgvi upp á fram- fýsnið í føroysku tjóðini. Tað er føroyska fólkið sjálvt, sum hevur reist seg aftur úr heimastýriskrepp- uni eftir stuttari tíð. Eingin kann taka tann heiðurin frá okkum. Saman hava vit lært at standa á egnum beinum. Saman hava vit føroy- ingar ment samfelagið, so eingin ivi er um, at tað kann bera seg sjálvt. Við okkara egna ágrýtni hava vit bygt upp álitið á okkum sjálv, so vit ikki ivast í, at vit eru før fyri at taka ábyrgdina av øllum okkara viðurskiftum. Tí ræður nú um at standa saman. Vit mugu fáa tey valevni inn á ting, sum vilja verja vunnin rættindi og sum kenna skylduna og hava viljan til áhaldandi arbeiði, so vit sum skjótast hava fult ræði á og fulla ábyrgd av øllum viðurskiftum í okk- ara framkomna vælferðar- samfelag. Vit mugu tryggja okkum, at vit fáa fjølbroytt menn- ingarsjónarmið inn á ting, og tí er tað so umráðandi, at tingið eisini verður styrkt við teimum sjónarmiðum, sum kvinnur kunnu ríka politiska lívið í Føroyum við. Í hjarta mínum býr framburðurin hjá øllum føroyingum. Tí kann annar helmingurin ikki standa uttanfyri, tá ið avgerðirnar verða tiknar á tingi. Eg eri sannførd um, at fleiri kvinnusjónarmið høvdu broytt nógvar avgerðir, sum verða tiknar á tingi, tí raðfestingin hevði verið øðrvísi. Eg eri sannførd um, at eitt løgting, javnsett við kvinnum og monnum hevði verið eitt ríkari løgting, Vit kvinnur síggja møguleikar, sum kunnu vera truplir á fáa eyga á við mannfólka- eygum. Hugsið um tað, bæði kvinnur og menn, tá ið tit seta krossin valdagin. Hetta er lagnuval. Lurtið eftir hjartanum. Veljið frælsið og fylkist um kvinnur, sum vilja tað sama sum tit. VALGREINAR Stórar ógoldnar rokningar til komandi samgongu Kvinnur á fremsta bonk Hans Birgir Hansen Mr. Big Vit hava skipað stættarmun millum yvirvalds, miðal og arbeiðara stættir, tey mán- aðar og tímaløntu og tey undirløntu úti á arbeiðs- marknaðum í øllum land- inum. Vit fáa ikki øll eins góðar fortreytir/grundarlag/lívsm øguleikar sum tey væl- bjargaðu í samfelagsligum høpi innan rikna familju, vina og kenningarpolitikin í dag. Vit fáa ikki øll eina rættvísa viðferð av av- greiðslufólki hjá tí al- menna, landi, kommunu, privata, ríkið, í dagligum gerðarmálum, tá vit skulu greiða skyldurnar. Vit uppliva diskriminatión, mótvegis viðskiftafólki, tá ið munur verður framdur av høgum/lágum í samfelags- ligum høpi ein finst harð- liga at í lesarabrøvum. Vit vera ikki øll góðkend og virðismett eins úti í øllum skipaðum lívsviðurskiftum, og tí dagliga gerandislívi, í øllum landinum hvat í øllum verður gjørt greitt. Vit eru ikki øll eins fyri teimum galdandi lóggáv- um, skipanum, manna- gongdum, rættindum, skyldum, innan áður- nevndu, ein ger vart við í bløðum og túnatosi. Vit fáa ikki skipað før- oyska rættartrygd og rætt- arsamfelag, ið donskum ríkisfelagsskapi, sum støð- an í dag er mótvegis teimum minni mentu og veiku. Vit røkja ikki øll okkara samfelagsskyldur mótvegis okkara med- menniskjum í tí dagliga arbeiði og gerandislívinum. Vit skulu koma øllum tí skipaða stættarmuni til lívs hvat ein kemur í lesara- brøvum og í túnatosi mill- um manna og úti á kjak- fundum tá ein fær orðið. Vit kunnu øll læra av lívsroyndum hjá hvørjum øðrum við atliti til skipaða stættarmunin í Føroyum. Mourits Joensen Skal barnið í fólka- skúlanum undirvísast av politikara? Skal lærari, sum ar- beiðir við tí dýrabarasta vit eiga, barninum, hava loyvi til at taka lærara- starvið sum hjástarv? Skal fólkaskúlalærari hava loyvi til at stilla upp til løgtingsvalið? Hví skal skúlabarnið vera uttan frálæru, tí lærarin er í tinginum? Hví skal skúlabarnið hava ein vikar nú og annan tá, tí lærarin nýtir arbeiðsorku sína til egin politisk áhugamál? Hví skal skúlabarnið undirvísast av lærara, ið kemur troyttur og illa fyrireikaður av politisk- um fundum? Hevur lærari, sum ynskir at nýta sína arbeiðsorku í tinginum, ikki misskilt sína upp- gávu sum lærari? Tín atkvøða fyri ein- um fólkaskúlalærara til løgtingsvalið, kann gerast eitt lagnuval fyri skúlabarnið! Børn eru viðbrekin, og skulu hava tryggar og fastar karmar, og við- farast við umhugsni, eisini í skúlanum! HUGSA UM BØRN- INI, TÁ TÚ SETUR KROSS TÍN Á LØG- TINGSVALINUM! Nógv ræðandi dømi eru, har lærarin og politikarin hevur mis- røkt lærarastarvið upp á tað grovasta. Í smá- bygdum hava vit dømir um, at lærarin og politikarin hevur sitið einsamallur, har hetta hevur havt ógvuligar avleiðingar fyri heilar skúlaflokkar. Tú kanst steðga hesum óskili við atkvøðu tínari! Gott løgtingsval! Lærari ella lagnusmiður Skipaður stættamunur í Føroyum C M Y K 34