Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. apríl 2002síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 74 - 19. apríl 2002 Nr. 74 - 19. apríl 2002 33 VALGREINAR Vilja Suðuroynni tað besta Jógvan Krosslá Nú fara vit aftur at velja umboð á Føroya løgting, vit suðuroyingar skulu sambært lóg velja 4 umboð til at umboða okkum á tingi tey komandi 4 árini. Vit kunnu byrja við at spyrja, hvar er uppgávan hjá hesum okkara fólka- valdu, er tað at syrgja fyri at vit í Suðuroy skulu verða við í Før- oyska samfelagnum á jøvnum føti við restina av Føroyum, ella skulu okkara atkvøður bert gevast fyri at verða loyal yvirfyri dønum. Suður- oyggin var við blokk- stuðli og ríkisfelags- skapi við Danmark um at doyggja út, hettar letur seg ikki burturvísa, soleiðis var tað og soleiðis er tað. Tað er upp til okkum sjálvi hvat vit vilja. Vit eru øll vitandi um, at suðuroyggin hevur verið afturútsigld í mong harrans ár, vit kunnu bert hyggja eftir okkara vegakervi, tað er í og hevur verið í góðum standi suður til Tjalda- vík í mong harrans ár og so kunnu vit spyrja hví, hví er tað so, at frá Tjaldavík og suður til Hovs er vegurin sera, sera ringur, tað er einki minni enn lívshættisligt at koyra ímillum Øravík og Hov í dag og seraliga nú, tá ætlanin við at leggja Suðuroyar Sunn- aru helvt niður miseydn- aðist, í hvussu er fyri- bils, við tað at fólkið í SSH ikki góðtók at verða strikað av Før- oyakortinum. Eingin ivi er um, at hevði fólkið ikki tikið seg saman sum ein maður og við egnari mátt og megi søgdu at vit skulu klára okkum og vilja búgva í SSH, so var hesin partur av Før- oya landi niðurlagdur. Gud gav okkum nógvan fisk, góðan prís, eitt serstakt samanhald ímillum fólkið og har- aftrat eitt ókent áræði, sum neyvan nakrantíð áður er víst í Føroyum, hettar var neyðugt fyri at vísa á hvar vit vilja liva og hvør eigur hvat, so kunnu vit spyrja, klára vit okkum sjálvi, ja, tað gera vit um vit sjálvi vilja tað, um ikki, ja so klára vit okkum ikki sjálvi, so greitt er tað, men sjálvandi vilja vit tað, vit skulu í felag lyfta Suðuroynna upp, soleiðis at hon er kapp- ingarfør við øll onnur økir í Føroyum. Góðu suðuroyingar, latið okkum standa saman um at byggja allar Suðuroynna upp í felag og latum okkum gera tað við at velja umboð á ting sum vilja tað besta fyri Suður- oynna. Listi E hevur nógv góð umboð at velja ímillum, sum vilja Suð- uroynni og øllum Føroya landi væl. Velji lista E og gott val. Jóhan Petur Johannesen valevni fyri Sambands- flokkin í Suðurstreym Allir samgonguflokk- arnir siga seg í val- skránni hava loysnirnar innan eldraøkið. - Forrestin - hvussu nógv ellisheim hava teir bygt í farna valskeiði? Jákup Fróði Djurhuus Valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymi - Seinast bjargaði blokkurin Suðurstreymi! Seinasta kreppa merktist mest á bygd. Flakavirkir og avleidd arbeiðspláss blivu hart rakt. Fólk mistu ar- beiði í hópatali. Tórshavn, og bygdir her á leið, blivu lutfalsliga ikki so hart raktar. Orsøkin er einføld. Blokkurin bjargaði hes- um arbeiðsplássum. Nú hava teir lækka blokkin við 366 mió kr, áðrenn teir sjálvir rýma undan ábyrgd. Kreppur koma við jøvn- um millumbilum. Um vit vilja tað ella ei. Næsta kreppa, við einum minkandi blokki, vil fyrst og fremst raka tey mongu umsitingarligu arbeiðs- plássini í Havn. Tað eiga tit, sum velja Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, at taka hædd fyri valdagin. Súni í Hjøllum Tjóðveldisflokkurin, Eysturuoy Eysturoyingar! Framtíðin skal byggjast á okkara dygdir. Vinnulívið í oynni er eitt hitt sterkasta í Føroyum. Fiskivinnan og alivinnan geva nógv av sær, og oyggin hevur alstórar møguleikar í oljuvinnuni, sum stendur fyri framman. Vit hava eitt stolt og sjálvberandi vinnulív. Sleppur Tjóðveldisfloksins politikkur at halda fram, fer vinnulvið at gerast enn meira sjálvberandi og geva samfelagnum ferfaldar inntøkur. Fortreytirnar er avger- andi. Ein av fortreytunum er, at vit halda vatntætt skott millum alment og privat. Vit mugu ikki falla aftur í studningsmeldurin. Aðrir flokkar standa tíverri til reiðar at fara í lands- kassan og aftur innføra loftingarpolitikkin. Ein onnur og sera týð- andi fortreyt er, at vinnan sjálv er før fyri at tryggja førleikamenning, vælferð og arbeiðsumhvørvi hjá verkafólkunum. Hetta er sjálvandi galdandi bæði á sjógvi og landi. Ein triðja fortreyt er, at tað almenna fer at bøta munandi meira um sam- ferðslukervið í Eystur- oynni. Her hugsi eg m. a. um, at tað er heilt náttúrligt sum framhald av Norðoya- tunnlinum, at gjørdur verður ein tunnil frá Kambsdali til millum Fjarða. Miðdepilin á Kambsdali verður styrktur eins og vinnumøguleikarnir millum Fjarða og við Skálafjørðin økjast. Aðra- staðni í oynni má vega- kervið eisini fá munandi ábøtur og nýíløgur. Við einum sterkum og sjálvberandi vinnulívi fer at bera til - við fíggjarligum skynsemi - at raðfesta trivnaðarmálini munandi hægri. Tjóðveldisflokkurin er trygdin fyri veruligari sosialari vælferð! Vit lova einki at halda Næstuferð rakar kreppan eisini Suðurstreym Eitt skilagott val í Eysturoynni! Hendrik Thomsen valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymi Sum valevni Javnaðarflok- sins og sum virkin innan fakfelagsrørsluna í meira enn 25 ár er tað sjálvsagt, at viðurskiftini hjá tí ar- beiðandi fólkinum, teimum tímaløntu og starvsmonn- um hava mín stórsta áhuga. Tað undrar meg, at eingin av hinum flokkunum tekur hendan stóra og fyri sam- felagið týdningarmikla bólk uppá tunguna. Hesin bólkur hevur ong- an góðan havt í hesari samgonguni Tá lønarsamráðingar hava verið, er tað bert fakfelagsumboðini hjá hesum bólkum, sum hava stríðst. Hetta ofta ólíka stríð hevur viðført, at gjógvin millum hendan bólkin og tey meira væl- bjargaðu er blivin djúpari en gott er. Tað er stórur munur á lønum og rættindum, fyri ikki at nevna eftirlønar- skipanir. Javnaðarflokkurin má og skal í komandi valskeiði virka fyri, at hendan gjógvin verður minkað munandi. Fráfarandi samgonga hevði sett sær fyri, at koma við einari nýggjari eftir- lønarskipan. Teir gjørdu fleiri royndir, men komu ikki á mál. Semja var sum vera man heldur ikki millum samgonguflokkar- nar um, hvussu hetta skuldi fremjast. Men nú Javnaðarflokk- urin væntandi kemur í sam- gongu eftir valið, skal hetta málið loysast. Fólkapen- sjónin skal økjast við at hækka upphæddina og við at prístalsregulera allar pensjónir. Samhaldsfasti eftirlønargrunnurin skal styrkjast, bæði við at stovnsfæ grunnsins verður munandi økt, og við at inn- gjaldið frá arbeiðsgevarum og løntakarum verður økt . Ein slík øking skal mótvigast við samsvarandi lækking í skattinum. Við fólkapensjónini og samhaldsfasta skulu stakir pensjónistar og pensjón- istahjún koma upp á eina munandi størri upphædd, helst 10.000 kr og 16.000 kr. um mánaðin. Eisini skal við nýggjari lóg um eftirlønargrunnar skapast møguleiki hjá øllum løntakarafeløgum at skipa egnar grunnar fyri limirnar, so sum orka og vilji teirra er. Hesi mál kunnu best fremjast við at fólk, ið hava áhuga fyri hesum málum, fáa beinleiðis ávirkan á komandi løgting og sam- gongu. Hetta verður eitt av greiðu málum Javnaðar- floksins í einari komandi samgongu eftir valið. Men eitt lív skal helst vera áðrenn eftirlønarald- urin, og hetta skal vera undir mannsømuligum kor- um. Valevni í suðurstreym hava fleiri vandamál at loysa, sum onnur økir ikki hava í so stóran mun. Eitt tað stórsta er bú- staðarneyðin, sum gert alsamt størri. Grundleggjandi tørvurin hjá fólki at fáa tak yvir høvdið verður í dag ikki nøktaður á fullgóðan hátt. Marknaðarkreftirnar ráða ótálmaðar og áseta ovur- høgar leiguprísir í høv- uðsstaðnum. Hetta góðtekur Javnaðar- flokkurin ikki og fer tí at virka fyri einum aktivum almennum íbúðarpolitikki, ið ger tað áhugavert hjá kommunum, almennum felagsskapum, fakfeløgum, eftirlønargrunnum, og øðrum at byggja eigara og leiguíbúðir. Treytirnar fyri slíkari bygging skulu verða, at íbúðirnar kunnu keypast ella leigast fyri ein sámuligan kostnað. Hesi viðurskifti fáast best í rætlag við at seta krossin fyri eitt av valevnum Javnaðarfloksins tann 30. apríl. Eitt lív er áðrenn eftirlønaraldurin VALGREINAR Íbúðartrupul- leikarnir hjá sálarliga sjúkum Ása Olsen valevni Sjálvstýris- floksins í Suðurstreym Tá eg las álitið um íbúðartrupulleikar og áliti um heildarpsykiatri, so kundi eg lata vera við at hugsa, hvat høvdu vit sjálvi kravt, um vit vóru í teirra stað? Er føroyska sam- felagið bert fyri frísk fólk? At ein bjóðar vaks- num fólkum, ið eru liðugt viðgjørd, íbúðar- viðurskiftir, har tað eru fýra fólk á hvørjari stovu, meðan tað skulu 10 fólk deilast um hvørt wc, sigur ikki so lítið. Hesi somu fólk, ið frammanundan eru veik, skulu venja seg til, at tey onki privat lív hava, men hava umstøður, sum ongin av okkum frísku, høvdu klára at liva við, tað kann ikki verða rætt. Minnist gamla konu, ið altíð segði, tað tú ikki sjálv skoytir um, tað skal tú ikki bjóða øðrum. Nú hesi álit eru gjørd, kunnu vit ikki longur orsaka okkum við, at vit ikki kenna støðuna. Undan vali koma nógv gylt vallyftir, men tað kann ongin politikk- ari bera seg undan meira, men má tað verða fremsta mál, nú nýtt løgting verður valt, at taka hesi viðurskiftir upp, so at hesin bólkur kann fáa mannsømulig kor. Thomas Arabo valevni Javnaðar- floksins í Suðurstreymoy Ja, soleiðis kallaðu vit lógina, íð setur bann fyri at skrásettir persónligir upplýsingar um før- oyingar kunnu sendast av landinum. Lógin var ein beinleiðis verjulóg fyri Elektron, tí Lands- stýrið var bangið fyri at peningastovnarnir fluttu teirra upgávur til Dan- markar. Hettar vildi gjørt at størsta EDV fyritøka í landinum fór á heysin og Føroyar mistu hópin av vælkvalificer- aðum fólki. Aðrar verjulógir Hettar var ein sokallað protektionistisk lóg, og hon var røtt. Av øðrum slíkum lógum kunnu nevnast lógin um at so og so stórur partur av feskfiskinum skal um føroyska uppboðssølu og ikki minst sokallaða " kajkantskravið " í olju- lógini. Í tíðarskeiðinum 1991 til 2002 høvdu før- oyingar brúkt milliónir av krónum at ferðast til oljumessur og fortelja útlendingum hvussu dugnaligir vit vóru, uttan tað hendi nakað serligt. Í 2001 fingu virkini møguleika at vísa hvat tey dugdu, og tað gav úrslit. Greið javnaðarstøða til verjulógir. Verjulógir hava vit møguleikar at gera, tí vit eru uttanfyri ES. Møgu- leikin skal nýtast við skili - ikki fyri at verja ódugnaskap - men fyri at skapa møguleikar, har okkara náttúrgivnu um- støður forða okkara vinnulívi at verða líka kappingarfør sum onnur. Javnaðarflokkurin vil brúka verjulógir við skili og er ímóti ES limaskapi tí so missa vit hendan møguleikan. Er tú samdur so at- kvøð fyri lista C til valið! Lóg um Elektron Ingi Olsen valevni Fólkafloksins í Norðurstreymoy Tað er at frøast yvir, at stórur partur av ítróttinum í løtuni hevur tað gott. Tað, at ítrótturin hevur tað gott, smittar sera nógv av uppá fólk. Tey fáa tað sjálvandi betur kropsliga, sálarliga og fáa tað í heila tikið betur í øllum viðurskiftum. Í hesum døgum gerðast fólk oftari og oftari sjúk í eitt nú ryggi, fáa músaarm, og fáa annars trupuleikar av, at fólk sum heild røra seg minni enn fyrr. Tí hevur ítrótturin størri týdning nú, enn nakrantíð fyrr. Ítróttur verður íðkaður sokallaðum elituplan, men verður eisini íðkaður á einum meira breiðari plan. Tað er langt frá á øllum plássum, at umstøðurnar eru nøktandi. Her eigur landi at spjáða til, soleiðis at ytru karmarnir innan ikki alt ov langa tíð gerast nøkt- andi. Økismenning Fyri økini, sum ikki eru serliga fólkarík, er tað av alstórum týdningi, at um- støðurnar til ítrótt gerðast betur. Um ikki, ja so flytir yngra fólki til pláss, har hesar umstøður eru nøkt- andi. Tískil er tað at ítróttini verða givnar nøktandi umstøður, samstundis við til at menna útjaðaran. Tað fer eitt risaarbeiði fram innan ítróttarfeløg og felagsskapir. Hesum ar- beiði eigur tað almenna at stuðla, soleiðis at tað kann mennast enn meira. Álit Helst eru ongantíð so mong álit komin í einum val- skeiði áður, sum í undan- farna. Eitt av hesum álitum umrøddi mentan. Ítróttur er mentan, men var ikki við í álitinum. Men sagt varð, at ætlanin var at eitt álit skuldi koma, sum umrøddi ítróttin. Hesum kann eg so heilt avgjørt taka undir við, og haldi at tað er av stórum týdningi, at ítrótturin verð- ur lýstur nærri fyri Løg- tinginum. Ein fólkafloksrødd á tingi fer at arbeiða fyri, at ítróttini verða givnar betur umstøður. Ítrótturin í framtíðini Karl Olgar Joensen valevni Sambandsfloksins Í Dimmu 10. apríl ger Jógvan á Lakjuni álop á Sambandsflokkin. Hann sigur m.a.: "Ongantíð havi eg duga at skilt, at nakar skal verða ímóti, at vit taka ábyrgdina av okkum sjálv- um." Tað er júst hetta, sum Sambandsflokkurin altíð hevur sett í hásæti, at taka ábyrgd av okkum sjálvum, soleiðis at alt Føroya fólk, ung og gomul, súk og brekað, hvør einasti før- oyingur, skal hava tað so gott og liviligt sum gjørligt. Eingin kann burturvísa tí veruleika, at útreiðslurnar til okkara landshúsarhald eru nógv størri enn inn- tøkurnar, og tí er sam- starvið við Danmark al- neyðugt, um vit skulu varðveita vælferðina. Politikkur Fólkafloksins hesi seinastu árini er har- afturímóti ábyrgdarleysur. Fyri sløkum 4 árum síðan fór flokkurin til Danmarkar at krevja loysing her og nú, við skiftistíð uppá umleið 12 ár. Tá tað ikki gekk, vóru 366 mió krónir skornar av blokkinum. Hetta verður gjørt, uttan at hava nakra greiða ætlan um, hvussu niðurskurðurin í blokkinum skal fíggjast. At tosa um oljuinntøkur uttan at vita, um hesar nakrantíð koma, er einki høpi í. Víðari verður sagt í greinini: "Eg vóni, at føroy- ingar taka undir við hóv- ligu sjálvstýriskósini hjá Fólkaflokkinum". Tað kunnu føroyingar ikki, tí Fólkaflokkurin hevur onga hóvliga sjálvstýriskós longur. Fólkaflokkurin fer stórleypandi, saman við Tjóveldisflokkinum, ímóti loysingini. Hóvligur sjálvstýris- politikkur. Í nýskipanaruppskoti sín- um miðjar Sambands- flokkurin eftir, at Føroyar verða roknaðar sum ein partur av einum ríki, ið er samansett av trimum javn- stillaðum londum, sum hava nøkur felags málsøkir. Men áðrenn fleiri stig verða tikin á sjálvstýrisleið, má skil fáast á okkara búskapi. Miðjað eigur at verða eftir, at fáa javnvág millum útreiðslur og inn- tøkur, soleiðis at vit við tíðini kunnu klára okkum uttan blokkin. Hvussu hetta skal gerast, kann eg ikki siga nakað um her, tí neyð- ugt er við nógvum kann- ingum, áðrenn støða kann takast til, hvussu hetta málið skal náast, samstund- is sum vit varðveita væl- ferðina. Norðingar hava altíð, í stórum tali, flokkast um hóvligan sjálvstýrispolitik. Eftir at Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin sein- asta vælskeið hava prógv- að, at teir eru loysinga- flokkar, er tað bert Sam- bandsflokkurin sum um- boðar henda politikkin á borgarliga vonginum. Vel hóvligan sjálstýris- politikk! Vel ábyrgdarfullan politikk! Vel Sambands- flokkin! Poul Michelsen (Av tí at okkurt kom skeivt fyri í endanum á greinini hjá Poul Michelsen, prenta vit endan umaftur) Spell at so er, tí í Sam- bandsflokkinum finnast kreftir, sum vilja taka ábyrgd, og kann eg bert vóna, at hesar kasta sam- an við okkum soleiðis, at vit kunnu tryggja okkum føroyingum eina virðiliga og trygga framtíð. Góði føroyingar - tryggleiki er ikki nakað sum nakar annar kann geva okkum. Hetta kunnu vit bert gera sjálvir – og minnist til; TAÐ KUNNU VIT EISINI! Gevi okkum stuðulin og fylkist um Fólkaflokkin til komandi val. At taka ábyrgd Rætting til grein hjá Poul Michelsen C M Y K 33 32