Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. apríl 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 74 - 19. apríl 2002 Nr. 74 - 19. apríl 2002 31 Hugsjónarleysir politikarar bera ikki tjóðina fram Heini O. Heinesen løgtingsm. framsøgu- maður í vinnumálum Tað eru hugsjónirnar, ið bera tjóðina fram. Av teimum skapast allur framburður, av teimum sprettir lív. Uttan at taka munnin ov fullan, kunnu vit við æruni siga, at tað hava ongantí verið so nógvir hugsjónarloys- ingar ið bjóða seg fram til at stýra okkara landi, sum til hetta valið. Av røttum átti tað at verið so, at allir føroysk- ir politikara og flokkar teirra stóðu saman um frælsishugsjónina, men so er ikki. Tí mugu vit spyrja: Hvussi kann hetta bera til? Hví hava vit allar hesar hugsjón- arloysingarnar í føroysk- um polittikki? Hví hava teir undirtøku í føroyska fólkinum? Deyðadómspretikantar -samríkisflokana: Vit hava tíverri sterkar kreftir sum bevíst royna at taka mótið frá før- oyska fólkinum við sín- um deyðdómsprætikum. Upp móti hesum armóðs politikki, setur Tjóð- veldisflokkurin stevnu sína. Hvat var tað sum gjørdi at okkara sam- felag reisti seg aftur, sum fuglurin Fønix aftaná kreppuna? Tað var, og er, hug- sjónin um eina sjálvber- andi føroyska fiski og - alivinnu uttan studning og veðhald, Við góðum stovnsrøktarpolitikki, sum ger, at vit í dag kunnu tosa um ein sjálvberandi føroyskan búskap. Tað er hugsjónin um ein góðan og tryggan sosialpolitikk, skúla og mentanar politikk, sam- ferðslu og -íløgupoli- tikk, o.v. sum byggir á føroyskan búðskap, men ikki á vælvild úr øðrum landi. Sambandsflokkurin er nú farin at seta myndir av av gomlum vælbjarg- aðum sambandspolitik- arum í bløðini, sum tekin uppá trygdina í Ríkisfelagskapinum Javnaðarflokkurin er hinvegin farin at gerða innrás á arbeiðsplássini hjá okkara lægstløntu arbeiðarum, og á ellis- og røktaheiminum runt landi. Um hetta eisini er eitt tekin uppá trygdina í ríkisfelags skapinum, veit eg ikki. Eg vóni bara ikki, at teir gloyma at siga, fyri øllum hesum veljarun- um, at teir batar sum eru komnir, og vónandi fara at koma, byggja á tann betraða føroyska bú- skapin. Um teir siga nakað annað, so siga teir ósatt. Sum orðatakið sigur: "Tað er vána fuglur sum drýtir í egið reiður" Hvar var trygdin í ríkisfelagsskapinum tá ástóð? Hon var ikki til. Heldur var tað so, at danir løgdu stein omaná byrðu, við at brúka føroyska landskassan til at bjarga bankunum. Sambandsmenn hava sjálvir sagt at hetta er eitt felagsmál. Hvat er so boðskap- urin frá hesum flokkum? Jú teir vilja í sínum hugsjónarloysi, fyri ein hvønn prís innlima føroysku tjóðina í tað donsku. Tað vil siga, teir eru til reiðar at frásiga sær frumburðarættin til okkara føðiland. Um teir faa makt sum hava teir agt. Teir eru røktinga- menn hjá donsku stads- maktini, uttan at verða bidnir. Vilt tú forða hesum ørskapinum, fert tú á val og velur Tjóðveldis- flokkin 30. apríl Heimasíða mín: http://heima.olivant.fo/~ hoyh/ VALGREINAR Finnur Egholm valevnið Sjálvstýrisfloksins í Eysturoy Vit føroyingar mugu taka róðrið í egnar hendur og stýra skútuni Føroyar sjálv- ir. Allir føroyingar mugu vera á varðhaldi, so at kósin verður hildin bæði andaliga og fíggjarliga, soleiðis at vit fáa so nógv burtur úr sum tilber. Tað er Sjálvstýrisflokk- urin, sum eigur at vera pápin at loysingini, tí Sjálvstýrisflokkurin vann loysing í 1946, men hetta varð sum kunnugt saboter- að av dønum. Hetta er tað, sum Zakaris Wang mangan hevur nevnt. Sjálvstýris- flokkurin hevur vakt og opnað eyguni á hinum flokkunum, soleiðis at teir nú allir eru sprotnir úr Sjálvstýrisflokkinum ella hava bent stevnuskránni móti okkara flokki. Tí ræður um hjá veljaran- um at koma aftur til upp- runan, tí skal tað vera rætt, so átti Sjálvstýrisflokkurin at verið størsti flokkur á tingi og ikki næstminsti. Sjálvstýrisflokkurin hevur gingið undan og ført okkum so nær til sjálvstýri, sum vit eru komin nú. So vit mugu bara gjøg- numføra loysingina við tí, sum skal til fyri at loysa frá Danmark. Og sjálvandi skal fólkaatkvøða verða um loysingina. Innast inni trúgvi eg, at allir føroyingar vilja stýra Føroyum sjálvir, eisini sambandsveljarar, tí tá sjógvarnir bróta, ræður um at rættur maður stendur við róðrið, annars fer skipið í sor. Og í ringasta føri søkkur tað, og manningin verður vónandi bjargað. Soleiðis kann tað eisini gangast við Føroyum í ringasta føri. Tað er tí umráðandi at hava menn og kvinnur, sum hava givið sítt lív til Jesus Kristus at stýra landi okkara. Eg kann sjálvur vitna tað, at eg sum 22 ára gamal gav mítt lív til Harran Jesus Kristus. Eg eri 44 ár í dag, og hann hevur leitt meg trygt gjøg- num lívið síðani. Aftur til tað jørðiska Eg heiti á allar menn og kvinnur í Føroyum, sum hava leigutraðir, um at vakna, tí landið vil taka traðirnar frá okkum. Vit mugu broyta lógina, so- leiðis at hon verður aftur sum í 1988. Eg havi tosað við formannin í Óðals- felagnum, Kári á Rógvi, løgfrøðing. Hann heldur, at tað er burturvið ikki at sleppa at keypa gerðini hjá pápa sínum. Eg fari fyrsta dagin at tosa við tveir advokatar um at leggja sak móti landinum. Hetta er ov galið. Hatta stýrið, sum sat í 1988, var eitt vánastýri, og tað vóru teir, sum gjørdi tað so trupult fyri tann meiniga mannin, ístaðin fyri at biðja allar traðarmenn um at keypa gerðini. Lýst tað í útvarpinum og sent skriv til allar traðar- menn um at keypa gerðini, í staðin fyri at lumpa eina lóg ígjøgnum. Hetta er vánaligt av landinum at hava gjørt, og tí má hetta broytast, soleiðis at allir traðarmenn fáa gerðini til ognar, tí vit eiga hevdisrætt til gerðini. Hevur tú átt nakað í 20 ár, so eigur man hevd, og tí má hetta mál leggjast fyri løgtingið til broytingar, so- leiðis at tað verður heimil- að traðarmonnum at ogna sær gerðini. Landið kann ikki fara við føroyafólki soleiðis. Fyrst biðja tey velja seg og síðani spæla hund við hesum somu. Hetta skal ikki sleppa at ganga meira, tí ræður um at hava eyguni við hvørjum smáluti her á landi, so at alt fer rættvíst fram. Brúgvin um Streymin Fyri at lætta um við Streymabrúnna kundi eg hugsað mær, at undirsjóar- tunnil bleiv gjørdur undir Streymin, so at vit fáa ta tungu ferðsluna gjøgnum tunnilin, áðrenn ólukka stendst. Betur er at binda um heilan fingur. Kajkant í allari Eiðishavn Her á Eiði koma nógvir útróðrarbátar og skip. Tí átti landið at gjørt kajkant inni í allari havnini, áðrenn hon øll skramblar saman, og soleiðis at allir fingu pláss. Eiðishavn liggur so nær havsmunnanum, so at um okkurt er áfatt, koma bátar ofta higar. Skip liggja ofta út fyri mølini á Eiði og kroka. Høvdu hesar um- bøtur verið gjørdar, so høvdu tey kunna komið til kaj ístaðin fyri, og ligið trygt. Tað er altíð tryggari at liggja í eini havn. Viðvíkjandi fiskarí Tað eru fleiri fiskihættir í Føroyum, snella, lína, trol, nót, kalva-, hummara-, laksa- og hemaraveiða. Hesir veiðuhættir er part- víst atskildir. Snellan má fáa nakrar smærri kassar, sum bara eru opnir í no- vember, december og jan- uar, soleiðis at tað ikki bert ber til at royna við snellu í februar, mars og hálvan apríl. Vit kunnu ikki liva bara av tveimum og einum hálvum mánaði um árið. Tí mugu vit fáa nøkur øki hinar mánaðirnar til at royna við snellu á burturav. Hesi øki kunnu allir snellu- áhugaðir so semjast um, hvar tey skulu vera. Tit hava opnað nakrar av snellukassunum norður úr Mýlingi, men vit skulu hava nakrar snellukassar burturav hinar mánaðarnar. Allir skulu liva av veiðuni. Vit mugu ikki drepa snellu- veiðuna. Vit mugu arbeiða fyri allar, ikki bara fyri línuna. Tí har sum línan er, fæst lítið við snelluni. Arbeiða tit bara fyri línuni, so drepa tit snelluveiðuna. Tí heiti eg á Megin- felagið um eisini at arbeiða fyri snelluútróðrarmannin. Tað má aldrig blíva so- leiðis, at tað verður verri fyri snelluna, soleiðis sum tit hava gjørt norður úr Mýlingi. Tit taka breyðið úr munninum á snelluútróð- rarmonnunum. Hetta er ein ljót gerð. Tit lumpa og lirka, soleiðis at tit fáa so nógv sum til ber til tykkum sjálvar og leggja einki í hinar. Tit, sum hava gjørt hetta norður úr Mýlingi. Skal skil fáast á, er neyðugt við einum sterkum Sjálvstýrisflokki á tingi! Veljið tí lista D 30. apríl. Kenneth Rasmussen valevni Sjálvstýrisfloksins í Eysturoy Frádráttur hjá føroysk- um handverkarum uttanlands Føroyskir handverkarar, sum fara uttanlands at ar- beiða fyri føroyskar fyri- tøkur, og ikki sum einstak- lingar, eiga at fáa kr. 600 í frádrátti um dagin. Hví? Tí at tá vinna vit fremmant gjaldoyra til landið, og føroyskar fyritøkur halda seg kappingarførar við tær útlendsku. Samstundis tálma vit stóra byggivirk- seminum og vit sleppa und- an at seta meira ferð á føroyska búskapin. ES-sáttmálin má betrast Sáttmálin við ES skal ger- ast munandi betri, soleiðis at Føroyar hava minst líka góðar treytir í samhandl- inum við ES sum londini, vit kappast við. Hví? Tí at tá kunnu vit t.d. keypa íslendskan fisk, virka hann og selja hann til ES uttan forðingar. Í dag hava ís- lendingar hendan fyrimun- in fram um okkum, tá teir keypa føroyskan fisk. Skattastigin skal dagførast Ein inntøka um 200.000 - 250.000 kr. verður í dag skattað sum ein háinntøka, hóast hetta er ein vanlig inntøka hjá øðrum hjúna- felaganum í flestu familj- um. Progressivi skattastigin má tí dagførast og nútím- ansgerast. Hví? Tí at tá verður fíggjarliga byrðan hjá barnafamiljun- um lættari at bera og hugurin at arbeiða økist. Eisini bøtir hetta um trivn- aðin hjá familjuni sum heild. Fleiri málsøki út til kommunurnar Fyri at flyta almennu tæn- asturnar nærri borgaranum, eiga fleiri uppgávur at verða lætnar kommununum at umsita. Hví? Tí at tá verður m.a. lættari at hava eftirlit við almanna- veitingum soleiðis at hesar verða veittar teimum sum veruliga tørva hjálp. Eisini verður lættari at forða fyri at almannaveitingar ikki verða misbrúktar. Landið hevur borið seg ljótt at móti traðarmonnum Løgtingsvalið 2002: Tað eigur at bera til Dan R. Petersen løgtingsmaður Fyri mær er javnaðar- hugsjónin meira enn ein politisk hugsjón. Hon er ein lívsáskoðan. Hetta at vit øll varða av hvør øðrum, hvat kann vera rættari enn tað. Tað er ikki av ongum at Norðurlond standa sum idealið verðina runt. Bert ein orsøk er til tað: Norðurlond eru stórt sæð stýrd av javnaðarstjórnum síðan 30-árini. Sterkastir hava teir verið í Svøríki, har teir hava sitið síðan 1934, 8 ár undantikin. Vælferð og trygd, góð heilsutænasta, góður skúli fyri øll, høgt undirvísingarstøði og góð arbeiðsmarknarvið- urskiftir Vit kunnu siga at bert í Norðurlondum hevur javnaðarrørslan sloppið at staðið sína roynd, og úrslitini tala fyri seg. Borgarligir flokkar hava eisini stýrt londum í líka langt tíðarskeið. Nevnliga í Suðureuropa. Serliga lond sum Grikkaland, Italia, Span- ia og Portugal. Úrslitið kenna vit: Nøkur høv- uðsrík, men fjøldin blóðfátæk. Og ikki at tala um Suðuramerika, har javnaðarrørslan ong- antíð hevur fingið fótin fyri seg, og teir borgar- ligu hava verið eina- ráðandi. Tey viðurskiftir vil eg als ikki taka upp á tungu. Føroyska samfelagið er bygt eftir norður- lendskum sosialdemo- kratiskum mynstri, men hesi seinastu 4 árini eru vit gingin afturá, hvat eldrarøkt og heilsutæn- astu viðvíkir, og vit hava enn verri í væntu, um loysingarsamgongan kann halda fram. Or- søkin er, at hesir flokkar seta nationalismuna hægri enn sosiala trygd og vælferð. Skeiðið hjá samgonguni er nú runn- ið, og skal vælferðin bjargast komandi árini, er lívsneyðugt at ein sterkur javnaðarflokkur fer at leiða komandi samgongu. Vit vilja ikki eina fáfongda national- ismu, men vælferð og trygd fyri allar borgarar. So valið skuldi verið lætt. VALGREINAR Vilt tú steðga her? Bárður Nielsen valevni fyri Sambands- flokkin í Norðstreymoy Stóra tøkk til Høgna Mikk- elsen, byggimeistara, Tú rakti seymin beint á høvdið við tíni grein um stóru lýsingina hjá Tjóðveldis- flokkinum. Við umrøddu myndatalu verður so nógv annað eisini avdúkað. Tjóðveldisflokkurin við- gongur, hvussu nógv tú kann røkka innan fyri ríkis- felagsskapin. Við Heimastýrislógini í hondini, og verandi í ríkis- felagsskapinum, hevur ver- ið gjørligt at reisa seg aftur úr øskini. Høgni Hoydal og Jógvan Arge eru í drúgvari kapping um at vísa á øll avrikini, ið Tjóðveldisflokkurin hevur avgreitt í okkara góða fe- lagsskapi. Gamaní, við stórum trýsti frá andstøðuni hava teir brúkt møguleikarnar í ríkinum, og tískil er nakað komið frá hondini, men hvar vóru úrslitini hjá sam- gonguni og serliga hjá Tjóðveldisflokkinum, um eingin tryggur ríkisfelags- skapur var? Stóra litfagra lýsingin hjá Tjóðveldisflokkinum endar soleiðis : - VILT TÚ STEÐGA HER? Sera løgin spurningur! Tóðveldisflokkurin hevur júst broytt okkara fíggjar- liga avlop til eitt hall, og tískil hevur flokkurin sjálv- ur svarað setta spurningi. Tjóðveldisflokkurin hevur longu steðga øllum, og kemur hann aftur til valdið, tekur niðurkøvingin veruliga dik á seg. Javnaðarsamfelag kontra borgarligt samfelag? Finnleif Guttesen valevni Sambands- floksins í Suðuroy Av søguni skulu vit øll læra um góð og minni góð avrik, sum onnur hava gjørt. Og eg eri púra samdur við Jóannes Eidesgaard, at tað er gott at Smyril og Teistin komu, og at tað var ein skeiv avgerð, at selja Teistan. Somuleiðis bleiv eg vónbrotin um, at eingin oljuútgerðarhavn var løgd í Suðuroy, men hetta kunnu vit saman broyta, til gagns fyri Suðuroy. At javnaðarumboðini í Suðuroy standa saman við sambandsumboðun- um sum ein maður, fyri at krevja okkara rætt í Suðuroy og í ríkisfelags- skapinum, eri eg heilt vísur í. Eg kann lova Jóannes Eidesgaard og øllum suðuroyingum, at Finn- leif Guttesen fer at blíva við at krevja, at Suðuroy verður javnsett við restina av Føroyum. Aftursvar til Jóannes Eidesgaard Til grein í bløðunum 17. apríl Vilhelm Johannesen valevni javnaðarfloksins í Norðoya valdømi Vælferðarsamfelagið er treytað av einum ábyrgd- arfullum búskaparpolitikki. Eisini í búskaparpolitikk- inum setur javnaðar- flokkurin einstøku menn- iskjuna og vælferð hennara í miðdepulin. Í valskrá javnaðarflok- sins verður ásannað, at inntøkur frá eini komandi oljuvinnu eru ogn Føroya fólks. Við tí í huga, at kom- andi ættarlið av føroyingum eisini eiga lut í hesum ríkidømi, verða hesar inn- tøkur settar í grunn. Partar av rentuavkastinum frá hesum inntøkum skulu tó nýtast til varandi íløgur, t. d. á almanna- og heilsu- økinum, á útbúgvingar- økinum og á samferðslu- økinum. Hetta tí, at hesi økir eru týðandi partur av grundarlagnum undir væl- ferðarsamfelagnum. Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við tí búskapar- politikki, sum sitandi landsstýri og sitandi sam- gonga hava rikið, har fíggjarlógirnar hava avlop hvørt ár, meðan ávís týðandi økir í samfelag- num, sum hava avgerðandi týdning fyri korini hjá fólki, ikki fáa nøktandi játtan. Málið við okkara búskaparpolitikki er: at tryggja øllum mannsømu- lig fíggjarkor, at tryggja javnt býti av samfelags- ágóðanum og at tryggja øllum somu møguleikar. Í valskránni siga vit, at fólk við skerdum møgu- leika skulu hava virðiligar umstøður, at fyribyrgjandi og viðgerandi heilsuverkið skal styrkjast, og javnaðar- flokkurin góðtekur ikki, at deildir á sjúkrarhúsunum av tørvandi játtan verða afturlatnar í fleiri mánaðir á hvørjum ári, og javnaðar- flokkurin góðtekur heldur ikki bíðilistar til sjúkra- viðgerð. Trupulleikin við tørvandi læknamanningini á smáu sjúkrahúsunum skal loysast, eins og flokkurin vil hava settan serlækna til eldrasjúkur og serlækna í barnapsykiatri. Vit vilja varðveita, út- byggja og menna vælferð- arsamfelagið. Tí virkar flokkurin fyri, at førdur verður ein ábyrgdarfullur fíggjar- og búskaparpoli- tikkur, ið tryggjar arbeiði til allar hendur, tryggjar javnan búskaparligan vøkstur, sum byggir á vistfrøðiliga trygt og burð- ardygt grundarlag, tryggjar búskapinum javna og styrki at standa ímóti við í ringum tíðum, og skapar grundar- lag fyri økismenning og fjøllbroyttum búsetingar- mynstri, soleiðis at útjaðari og miðøki gerast einar heilar Føroyar. Javnaðarflokkurin ásann- ar, at alsamt størri tørvur verður á, at vit í Føroyum hava dygg politisk amboð at stýra búskapinum við - amboð, sum vit sjálvi hava ræði á og eftirlit við. Hetta er alneyðugt til tess at tryggja støðufesti í Før- oyska samfelagnum. Tí mæla vit til at eitt føroyskt fíggjareftirlit verður sett á stovn beinan vegin. Politisku ørvitisfiskarnir í borgarligu fullveldis- samgonguni eiga ikki at halda fram við at stjórna landinum. Teir leggja al- mennan pening til síðis við tí endamáli at fíggja eina framhaldandi fullveldis- tilgongd. Fyri at kunna hetta verður framhaldandi sparingar á almanna- og heilsuøkinum, á útbúgv- ingarøkinum og á sam- ferðsluøkinum. Hetta kann forkoma væl- ferðarsamfelagnum. Tí eiga øll tey, sum vilja varðveita, útbyggja og menna før- oyska vælferðarsamfelagið, FÓLKAHEIMIÐ FØROY- AR, at fara mannsterk á val og seta ein sterkan javn- aðarflokk inn á Føroya Løgting týsdagin 30. apríl. Eg ynski øllum eitt gott val - og eitt gott val tað er at seta X við lista C ella eitt av valevnum javnaðarfloksins. Vel Vælferðarsamfelagið Niels Th. Pedersen Fólkafloksvalevni fyri Norðstreym Tað er ofta við røttum ført fram, at bráfengis tørvur er á 150 røktarheimsplássum. Hálvt annað hundrað pláss á 1 millión krónur, svarandi til 150 milliónir, er kostanðurin at fáa røkt- arheimini bygd. Siga vit, at land og kommunur býta hesa upp- hædd sínamillum, eru 75 milliónir í part. Men hesir pengar eru sera torførir at fáa fram á borðið. Hyggja vit eftir undir- sjóvartunnlum, so er eingin trupulleiki at fáa allar hesar hundraðtals milliónir á borðið. Undanførðslan er hon, at vinnulívið fer fyri bakka, um hesir tunlar ikki verða gjørdir. Hesar milli- ónir eru klárar við einum títlingabresti. Teir 150 røktarkrevjandi sjúklingarnir, sum eru heimaliggjandi, leggja, um vit kunna kalla tað so, hald á 150 fólk í besta arbeiðs- føra aldri, hesi 150 verða tí ikki tøk á arbeiðsmarkn- aðinum, samstundis sum tað er ein ótolandi støða hjá allari familjuni. Samtíðis rópa summi um at fáa útlendska arbeiðs- megi til landið. Um vit bygdu hesi 150 røktarheimsplássini, so kundu tey 150 arbeiðisføru skyldfólkini, sum ofta fáa samsýning frá tí almenna fyri at røkta tey gomlu, sloppið í lønta vinnu. Nú høvdu so báðir partar fingið eina mannsømiliga tilveru. Tann røktarkrevj- andi fekk ta góðu røkt, sum hann hevur uppiborðið, tann arbeiðisføri slapp til verka, og familjan fekk eina normala tilveru. Men ikki nóg mikið við tí. Hesi 150 høvdu so skapt virði og umsetning, helst omanfyri 150 milliónir, sum so komu okkum øllum til góðar. Vilt tú, at tað skal vera so, tá velur tú Fólkaflokkin inn á Ting 30. apríl. Við Fólkaflokskvøðu. Røktarheim - tunnlar - vinnulív C M Y K 31 30