Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-02-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. februar 1956síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4. FEBRUAR iS56 SOSIALURIN Hvor er sekur „terrorinum mikla“ Nevnd varð vald at viðgera sjúkrahússtjórnarmálið. P. M. Dam varð valdur fyri javnaðar- flokkin gjørdist formaður í neyndini. Fyri tjóðveldisflokkin varð valdur Jóhan Simonsen, fyri sjálvstýrisflokkin S. P. Zacharia- sen, fyri sambandsflokkin Trygve Samuelsen og fyri fólkafl. Rikard Trygve Samuelsen og Long r og Long. vildu als einki uppskot seta fram, hóast bundið til hetta í semingini. Hetta var grovt lyftisbrot, men teir smæddust ikki at bróta orð og lyfti. Hinir neyndini samdust veruliga um at ganga Norðoyingum 100 pst á møti. Tað var væl eingin ivi um, at hetta uppskot vildi verið framt, tí tað var valla hugsandi, at lands- stýrisflokkarnir høvdu torað at brotið semingina, tá ið á stóð. Men her hendi tað løgna, at S. P. Zachariasen gav landsstýrisflokk- unum ein kans til ikki at ganga Norðoyingum á møti við at koma við einum uppskoti, ið tryggleika veitti Norðoyingum. — Fyri hesum uppskoti atkvøddu allir flokkarnir uttan javnaðar- flokkurin. Eisini tjóðveldisflokk- urin leyp frá, hóast teir høvdu mann úr í neyndini. teir høvdu seg 3 í ongan Norðoyum í Men nú var málið avgjørt. Nú var viðtikið við lóg ikki at fremja tey ynski krøv, ið Norðoyingar høvdu barst fyri. Her var veruliga einki vunnið. Støðan var hin sama sum frammanundan. Einasta veru- liga broyting var tann, at Fischer Heinesen kom í staðin fyri P. M. Dam. Tjóðveldisflokkurin rósti hesi broyting almikið. Men hin 27. fingu vit at ásanna, at ikki vóru allir Norðoyingar nøgdir við hitt nýggja sjúkrahússtýrið. r og sept. Seinri hevur Dagblaðið (ætl- andi Håkun Djurhuus) hildið fram, at eg neyvan kann hava havt góða samvitsku, tå ið havi skriva hesar greinirnar vid tad, at tað er einki loyndarmál, at beinleiðis havi tikið avstand frá tí, ið fór fram á havnarplássinum í Klakksvík hin 27. sept. Men Dagblaðið má skilja, at hendingin hetta kvøldið og so alt tað, id er farið fram frammanundan, er eitt beinleiðis úrslit av teirri støðu, ið landsstýrisflokkarnir hava havt í hesum máli frá byrjanini av. Hendingin hetta kvøldið er eftir míni áskoðan ljótasti atburður, ið Á eg 4 eg yvirhøvur kann fremjast, og tess- | vegna havi eg tikið avstand frå ti, ið her fór fram, men hvørki Dag- blaðið ella fólkaflokkurin, bandsflokkurin ella sam- tjóðveldis- flokkurin kunnu siga seg ósekan í | ið er farið 27. og øllum ti, fram síðan tá. 2 Høvdu flokkar nakran vilja ti lat loysa málið, áður enn sept. hesir tað kom at verða so hættisligt sum tað gjørdist, er eingin ivi um, al | sjúkrahúsviðurskiftini í Klakks- vík kundu verið komin í trygga legu longu í 1953, og einki annað var hent. Men hetta vildi flokkarnir ikki — og javnaðarflokkurin var ov veikur til einsamallur at loysa málið. Villi Sorensen. skur 2 eð Føroyar undir fríum handli í 100 ár. — Henda bók er nú út- komin. Hon er 200 blaðsíður, og har umframt eru 40 síður við myndum, reiðiliga væl prentaðar á gott pappír — alt myndir frá vinnu- lívinum, virkir, handilshús, skip o. a. Foroya Landsstýri hevur saman við handilsfeløgunum givið hesa bók út, og hon er útgivin til minnis um, at 100 ár eru umlidin, síðan fríur handil varð settur á stovn í Foroyum. Rithevundarnir eru Poul Petersen, logtingsmaður, Johan K. Joensen, skrivari, og Arnbjørn Mortensen, lærari. Gluggin. — 4. hefti av Glugg- anum er útkomið. Høvudsgreinin er skrivað av Sigurð Joensen: Síðsta ferðScotts. Oskar Hermannsen hevur eina týðing eftir Halldór K. Laxness: Nýggja Ísland, og Djóni í Geil eina eftir mark Twain: Ein soga úr miðgldini. Fiskalikamid. »Føroya náttúra — Føroya skuli« hevur givid ut litlan bókling, ið nevnist Fiska- likamid, Jóannes av Skarði og Karsten Hoydal hava týtt hesa grein úr íslendskum eftir Bjarna Sæmunds- syni. Bókin hevur nógvar góðar myndir. Starvsmadurin eitur nýtt blað, ið út er komið. Hetta blað er mál- gagn Starvsmannafelagsins. — Nic. Rasmussen er ritstjóri. Ja, nú er at lurta Hóskveldið fór fram atkvødis- greiðsla í málinum viðvíkjandi før- oyskum radioútvarpi. Samtykt var at seta á stovn fer- oy,kt útvarp, 15 atkvoður vóru fyri tí. Sendarin skal vera 5 kw. So nú er bara at lurta og gjalda fyri. Ella kann tað hugsast, at vit nú, gjald skal latast fyri at hava radio, kunnu koma ellum motoróljóðinum til livs? Krabbesholm Højskole, Skive, tilbyder færøske piger !/, friplads paa sommerskolen maj— august. Henvendelse til skolen eller Etly Jacobsen, Seminariet, Tórshavn. Understøttelse og rejsehjælp kan søges. M. J. Gravsholt. NR. 5 Lysing frå Landsstyrinum: Forboð móti innflutningi av seyðarhovdum. Skipaeigarar og skiparar verða mintir um, at eftir kunngerð nr. 78 frå 7. apríl 1937 er allur innfluttningur av seydarhøvdum, feskum og frystum forboðin. Í serstokum førum kann landsstýrið geva undantaks- loyvi eftir umsókn frammanundan. FØROYA LANDSSTÝRI, 31. januar 1956. Eitt hundrað ára minni. Í ár eru 100 ár umliðin, síðan fríur handil varð settur á stovn. Til minnis herum er bókin >Feroyar undir fríum handli í 100 år« givin út. Bókín gevur eitt yvirlit yvir søgu Føroya handils upp til 1856, eina mynd av viðurskiftunum, sum tey vóru um 1856 og eina leiðbeining í myndum og teksti um vinnuliga og verkliga framburð landsins undir fríum handli 1856—1956. Bókin, ið er 200 blaðsíður, umframt 40 blaðsíður við 64 framúr góðum myndum, er komin út. Tygum fáa hana í bókasolunum! Yvirlýsing. Allar ráðningar (hyringar) í 1956 ganga gjøgnum Lands- samband íslenzkra útvegsmanna og Feroya Fiskimannafelag, og fyri tær gilda hesar treytir: 1. Landssambandið ábyrgist at vinnuloyvi er fingið mei mánað út fyri allar fiskimenn. 2. Sáttmálar fiskimanna við útgerðarmenn eru sáttmálar. Har aftrat eiga fiskimenn ókeypis Íslands og á fiskiplássið. 3. Landssambandið ábyrgist at fiskimenn eru sjúkra- og vanlukkutrygdir við somu korum sum gilda fyri íslend- skar fiskimenn. 4. Landssambandið ábyrgist at hver fiskimaður fær rætt til at senda heim av hýru síni 1.500,— ísl. kr. fyri hvønn mánað og tað skuldbindur seg til at søkja vid- komandi íslendsku myndugleikar um at eisini loyvi fæst til at flyta heim avlopspening fiskimanna tá tænastu- tíðin er Úti. 5. ØII peningaheimflyting fiskimanna gongur um Føroya Fiskimannafelag, Tórshavn, sum ábyrgist at hvor maður fær sítt. 6. Fiskimenn lata hálvan íslendskan hálvan føroyskan skatt í Foroyu á. 7. Ynskir meðlimur Landssambandsins serstakar menn, Føroya Fiskimannafelag verða boðað frá hesum, so fyrst býður teim ávístu monnunum starvið. íslendskir ferð til skatt í Íslandi og skal sum Tórshavn, 11. januar 1956. Fyri Landssamband íslenzkra útvegsmanna Hannes Pálsson. Fyri Feroya Fiskimannafelag Erlendur Patursson. P.F. FØROYA BAN Kl Stovnaður 196) Adalskrivstova: Útbankar: TORSHAVN, telf. 1350 Norðuroya deild KLAKKSVÍK tlf, 274 Avgreidsla: Suduroyar deild: MIDVÅGI, tlf. 7 TVØROYRI, tlf. 32 Renta av bankabók 31/99, p. a. Renta av innskoti við uppsøgn uppá 3 mánaðar 4%,