Sosialurinarkiv
Sosialurin 1956-02-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. februar 1956síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

11. FEBRUAR i956 SOSIALURIN Utgevari: FØROYA JAVNAÐARFLOKKUR Blaðstj.: Villi Sorensen. Box 76. Prentsmiðjan á Heygsbreyt TELF 1820 Teir jótra At hoyra tjóðveldismenn standa og tala á tingsins røðarapalli er sum at hoyra grammofonplátur, ið fólkaflokksmenn kundu havt inn- talað í teirra øsingartíð. Har er eingin munur uttan tann, at tjóð- veldismenn lata pláturnar fáa eitt sindur meira ferð og lata tær rópa eitt sindur harðari — hóast fólka- flokksmenn róptu so hart, teir orkaðu, í síni tíð. Sama er við 14. sept. Bara tað, at í tí eru stavirnir ein mun størri og feitari orðini ein mun bóndskari og ógvisligari enn í Dagblaðnum á sinni. Á jú, víst hava teir verið næmir, tað kann ikki annað sigast, Men nú tjóðveldismenn líta aftur um bak og síggja, hvussu einastandandi stuttskygdir teir hava verið í sjómarksmálinum, og nú teir hava fingið ábreiðslu fyri hetta frá javnaðarmonnum, ja, nú vita teir sær einki annað til ráða at taka uttan at jótra hini somu orðini, ið fyrst sambandsmenn og síðani fólkaflokksmenn hava jótr- að ár undan ári: »f Føroyum skulu Føroyingar ráða og ikki danskir sosialistar!< Og so leggja teir aftrat (eisini tikið frá áður- nevndu keldum), at hin føroyski javnaðarflokkurin er fjarstýrdur úr Danmørk. Hesu orð eru tey einastu, tjóð- veldismenn hava at bera í bøtu- flaka fyri, at teir ikki styðjaðu javnaðarmenn í sjómarksmálinum og gingu ta einastu gøtu, ið gang- andi var, um vit skuldu fáa sjó- marksøki okkara víðkað. Men tað má vera hugstoytt fyri teir nú aftaná at síggja, hvussu løggut teir hava borið seg at, og tí ræður um fyri teir at fáa fólk at hugsa um okkurt annað. Hvat leggja teir so í, at tað einki hevur við sannleikan at gera. Ja, slíkur er hugsunnarhátturin í tí flokkinum! Hesa skuldseting, teir her koma við móti javnaðarflokkinum, er einki annað at siga til, enn at tað ferð eftir ferð er prógvað bæði av føroyskum og donskum javnaðar- og monnum — og síðst undir Klakks- víkarstríðnum — at hon er tikin úr teirri kolbláu leysu luft. Hetta vita øll, eisini 14. sept.; men kort- ini kann tað brúkast enn — tá teir einki annað hava at lofta sær. Haldið Sosialin! Í | Í SOSIALURIN Sjómarksmálið | Nógv hevur verið tjakast um | sjómarksmálið, og einstakir grein- skrivarar hava hildið tað verið klókasta, tann av landsstýrinum framdi sáttmálin, ið bindur okk- um í 12 ár við bert 3-fjórðinga markið. Teir, ið hava givið og sum geva sítt vælsignilsi til slíkar kryplingasáttmálar, eru menn, ið eru líka so tankaleysir og stutt- skygdir sum okkara landsstýri. — Og tað versta av øllum er tað, at okkara landsstýrisflokkar hava nýtt Íslendingar sum ræðumynd í hesum máli. Og hesa ræðumynd hava tíverri einstakir menn tikið fyri fult og bygt álit sítt á, og teir hava tí skrivað og tosað, sum teir hava. Men hva tsiga nú Føroyingar til landsstýrisins kryplingssáttmála, nú Íslendingar hava vunnið sømd- ir í sjómarksmálinum? Nú, tað frættist, at Íslendingar hava fingið sítt 4-fjórðingsmark viðurkent, vakna løgmaður og fylgi hansara sum við kaldan dreym, og royna teir at bera í bøtuflaka fyri gerðir sínar. Løgmaður sigur seg hava tikið eitt vist fyrivarni, tó tað ikki er neynt eitt einasta orð í sáttmál- anum um tað. Nei, tað er, sum vit skrivaðu í blaði okkara, tá ið læknamálið var fyri, at best var, um landsstýrið legði frá sær, áðr- enn aðrar gerðir í verri líki komu omanyvir land og fólk, og longu vísir seg at ganga sjón fyri søgn, at ein ræðulig hending er við at ráma sjófólk okkara orsakað av tí sáttmála, sum landsstýrisflokk- arnir hava bundið okkum til — eitt áralangt sáttmálahaft. Hvussu mangar ferðir aftrat skal landsstýrið vísa sín ódugu- leika, og hvussu leingi skal Før- oya fólk pínast, áðrenn teir leggja frá sær? Tá ið læknamálið var fyri, vísti landsstýrið = yvirfyri Dønum, hvussu lítil dugur ið var í tí, og aftur nú á øðrum sinni hava teir yvirfyri Onglendingum prógvað í sjómarksmálinum nakað tað sama — at teir ikki eru sína politisku uppgávu vaksnir, Í hesum føri sum í so nógvum øðrum koma Føroyingar at noyð- ast at viðganga tað, at einasti politiski flokkur á tingi, sum byggir síni mál á einum skilagóð- um og einum føstum grundvølli, er javnaðarflokkurin — tað hevur hann víst so mangar ferðir — tað vísti seg í læknamálinum, og tað sama kemur aftur til sjóndar í sjó- marksmálinum. Tað, at vit skulu hava slíkar menn at umboða okkum uttan- landa í slíkum týdningarmiklum málum, er bæði grátuligt og harm- uligt. Øll tekin eru til, at vit koma at verða eftirbátar í hesum føri sum í so mongum øðrum, og tað koma vit framdeilis at verða, so leingi javnaðarmenn ikki sita í øllum álitissessum landsins. Hetta er fyri langt síðani prógvað! Hóast allan lorkutan atburð í hvørjum einasta innan- og uttan- NR. 6 Til Foroya fólk. Tað eru nú ellivu ár, síðan Foroya Fólkaháskúli heitti á Foroya fólk í blødunum um hjálp og stuðil til basarhald. So væl var undirtikið ta ferðina, og so gott var úrslitið, at skúlin helt seg til at fara undir at byggja. I 1953 vórðu so stór og prydilig hús gjørd aftrat teim gomlu, ið vóru áður. Í hesum nýggju húsunum er køkur, matarhøll og næmingakømur; men nú vóru ráðini ikki til meir, og gomlu húsini var so lítið annað gjørt við enn at geva teimum midstøduhita, Vit eru ikki í iva um, at tað arbeiði, sum gjørt verður á háskúlanum, er til stórt gagn fyri tann ungdóm, sum sekir skúlan, og tíbetur sýnist næminga- talið at norast ár undan ári. Men skúlin hevur ongan studning fingið frá tí almenna til byggingar, og tí má peningur fáast á annan hátt, tá nakað stór- vegis skal gerast. Ti er ætlanin at hava basar á komandi 6lavsøku fyri at fáa pening til vega til umvælingar av gomlu húsunum. Vit niðanfyri nevndu venda okkum tí við hesum til oll, ið hava hjartalag fyri tí arbeiði, sum Foroya Fólkaháskúli hevur at rekja í samfelagnum, við bon um at hjálpa til, so úrslitið av basarinum kann vera so gott sum møguligt. Vit hava tað treysti, at fólk frå hond vil taka væl ímóti okkara åheitan, og biðja vit um, at gávur til hetta endamál verða sendar til onkran av okkum undirritaðu. Tær gávur, sum ætlast kunna at verða nýttar til burturlutingar, verða tit biðin um at siga skúlanum frá so skjótt sum møguligt. Basarnevndin í Tórshavn: Bette Arge, Maria Arge Beyer, Jensine Bærentsen, Kristine Christiansen, Nella Dahl, Secco í Dali, Margreta Dalsgaard, Hjordis Djurhuus, Olivia Arge Gregoriussen, Poula Haraldsen, Brynhild Hátún, Lisa Heinesen, Elisabeth Henriksen, Anna Hermansen, Agnes Jacobsen, Kata Jacobsen, Johanne Jensen, Poulina Joensen, Sanna Joensen, Jóna Johannesen, Kristence Lindberg, Ása Long, Anna Winther Liitzen, Maria Liitzen, Signa Arge Magnussen, Martha Matras, Svanhild Mohr, Maria Mouritzen, Sofie Niclasen, Maria Nielsen, Magn- hild Olsen, Birgitta Poulsen, Hanna Poulsen, Sofie Petersen, Ebba Petersen, Rigmor Rasmussen, Hansina Rein, Malla Samuelsen, Petra Samuelsen, Rakul Lindenskov Samuelsen, Luffa Simonsen, Bergljót av Skarði, Margreta av Skarði, Johanne M. Skaale, Ragnhild Sondum, Jona Thomasen, Anna Tórsheim, Dagmar Winther, Gudrun Zachariasen, Nina Zachariasen. Basarnevndin fyri bygdirnar: Steingrim Guttesen, Bøur, Hans J. Jensen, Dimun, Malvina Clementsen, Dali, Valborg Johansen, frú Brimnes, Eiði, Sigurd Haraldsen, Elduvík, Niels Chr. Lisberg, Fámjin, Herluf Bertelsen, Helene Jensen, Fuglafjorður, Maria Eide Petersen, Funningur, Alma Joensen, Funningsfjørdur, Johannes Joensen, Gásadalur, Johanne Debes, Gjógv, Ingeborg Bjarnadal, Glyvrar, Elieser Jo- hannesen, Rytuvík, Poul E. Hansen, Norðagetu, Ragnhild Simonsen, Gotugjógv, Maria Húsgarð, Sydrugøtu, Andrias Poulsen, Gøtueidi, Hans D. Matras, Hal- dórsvík, Marin Johannesen, Hellurnar, Helena Olsen, Hestur og Koltur, Olaf Mohr, Hoyvík, Jógvan Petersen, Húsar, Daniel P. Næs, Hvalbøur, Jacob Olsen, Sandvik, Jógvan við Anna, Hvalvik, Peter Hentze Simonsen, Saksun, Edvard Hermansen, Hósvík, Thomas Lenvig, Norðdepli, Lena í Buð, Hvannasundi, Poul Wang, Kaldbak, Johanna M. Hansen, Hattarvík og Kirkju, Poul Paturs- son, Kirkjubø, Thurid Kjølbro, John R. Bjartalíð, Bina Dahl, Anna B. Olsen, Einar Waag, Klakksvik, Karolina Djurhuus, Kollafjørdur, Jacob Heinesen, Kunoy og Haraldsund, Joen Jensen, Kvivik, Patricia Gaardlykke, Lamba, Peter Mikkelsen, Lorvik, Maria Hansen, Leynar og Stykkid, D. P. Niclasen, Miðvágur, Bergtóra Sørensen, Mikladali, Mikkjal P. Joensen, Trøllanesi, Leif Hansen, Nólsoy, Viggo Litzen, Nordadali, Aksel Petersen, Norðskála, Erling Mortensen, Oyndarfjørdur, Meinhard Danielsen, Porkeri, Poul Joensen, Sanda- vågi, Kjartan Hentze, Sandi, Magnus Nielsen, Selatrad, Viggo Dalsgaard, Skålavik, Johan Johannesen, Skåla, Etly Jacobsen, Slættanes, Niels Winther Poulsen, Skopun, Søren Westergaard, Sumbæ, Joen Justinussen, Svinoy, Peter Weihe, Søldarfirdi, Peter Andreasen, Skúvoy, Maja Høj, Strendur, Jógvan í Nýggjustovu, Sørvågur, Martin Joensen, Jacob Olsen, Tveroyri, Salomon Joensen, Nes og Toftir, Johan O. Djurhuus, Vágur, Elin Maria Poulsen, Velba- staður, Gunnar Dahl Olsen, Fredrik Bláhamar, Vestmanna, Margreta Nybo, Viðareiði. Stjórn Føroya Fólkaháskúlafelags. Stjórn Føroya Fólkaháskúla. ríkismáli, halda landsstýrisflokk- arnir tað standa væl til og halda seg vera heppnari enn nakar annar flokkur at stjórna landi okkara. Eitt tað besta prógvið fyri tí er, at løgmaður yvirfyri Dønum fyri stokkutari tíð síðan segði, at landsstýrisflokkarnir ikki vóru ræddir fyri einum vali. Men løg- maður skal tó hava loyvi til at hava loyvi til at hava sína hugsan. Løgið skuldi tað verið, um tað nú bleiv val, um landsstýrisflokk- arnir fingu sín meirluta aftur — og at hann kom aftur í løgmanns- | pallin eftir tað, sum er farið fram | síðan síðsta val, fyri stívum ári síðan. Tað skal setast skorðafast, at eitt óheppnasri stýri til at hand- fara innan- og uttanríkismál hevur ikki havt sæti í Tinganesi áður. Dj. Avsannan. Tá eg havi frætt, at tað eru fólk, ið vilja leggja meg undir at hava skrivað greinina um missionerin á Tvøroyri Í Sosialinum nr. Í av 7. januar 1956, vil eg hervið siga frá, at tað havi eg ikki. Tveroyri, 6. jan. 1956. Gunnar Petersen.